Tað verða Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og formaður í Tjóðveldi, Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflókkinum, sum manna panelið. Høvið verður at seta spurningar.
Borgarstjórin í Nes kommunu setur fundin.
Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari.
Tað er veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoy, Samhald, sum skipar fyri fundinum. Fundurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin.