Í dag fáa øll húsarhald í Eysturoynni eitt ókeypis blað í postkassan. Talan er um blaðið ‘EysturoyarBLAÐIÐ’, ið verður útgivið í sambandi við, at Eysturoyartunnilin letur upp nú leygardagin – 19. desembur.
EysturoyarBLAÐIÐ er 24 síður.
Í blaðnum eru greinar um sjálvan Eysturoyartunnilin, eitt nú um søguligu tilgongdina. Lesið um arbeiðsbólkin, sum tók stig til Eysturoyartunnilin, og lesið samrøðuna við Kára P. Højgaard, sum ætlaði at skriva undir sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners á stórum tiltaki inn í Løkshøll.
Í blaðnum eru greinar um prísin fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. 12 fólk ‘á gøtuni’ siga sína hugsan um, hvussu tey fara at brúka tunnilin, og lesið samrøðuna við tunnilsstjóran Teit Samuelsen um prísirnar. Eysturoyartunnilin fer óivað at fáa stórar avleiðingar í framtíðini – hvørjar avleiðingar fer hann t.d. at fáa fyri Sundalagið? Fyri havnakvinnuna Anitu Ottosen fekk tunnilin avleiðingar, longu áðrenn hann lat upp: 1. oktobur keypti hon hús á Strondum – tey keypti hon fyri peningar, sum vóru spardir upp til bústað í Havn.
R7 gevur EysturoyarBlaðið út.