Evnið verður “Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarføri?”
Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til spennandi fyrilestrar, sum seta fokus á hvønn týdning eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið, fyri fólkið sum býr í landinum og fyri føroyska vinnulívið. Somuleiðis verður umrøtt hvørjar avleiðingar eitt vánaligt kappingarføri hevur.
Fyrilestrarhaldarar vera:
- Elisabeth Holvik, leiðandi búskaparfrøðingur í SpareBank 1 í Noregi
- Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum
- Jógvan Jespersen, stjóri Felagið Nótaskip
Fyrilestrarnir verða hildnir í Løkshøll, hóskvøldið 4. apríl frá kl. 19.00 til kl. 21.30
Øll eru vælkomin!