Onnur tíðindi

Kunningarfundur um Vitjunartænastu í Nes kommunu

  • Dagfesting:

Hóskvøldið, 14. november kl. 19.30, verður kunningarfundur á Vesturskin á Toftum, um Reyða Kross Vitjunartænastu, sum í næstum verður sett í gongd í Nes kommunu.

Umframt fyrireikarnar, verða m.a. hesi við á fundinum:

  •  Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar
  •  Jóngerð Guttesen, stjóri í Roðanum Økistænastuni

Roðin Økistænastan bjóðar ein drekkamunn.