Endurnýtsluplássið er opið sum vanligt frá leygardegnum 21. mars. Tó verða serlig fyrivarni tikin, meðan Korona serstøðan stendur á. Hetta er fyri at verja okkara starvsfólk og at vit verja hvønn annan fyri møguligum smittuvanda.
- Bert ein bilur loyvdur inni á bingjuplássið í senn. Er onkur inni á bingjuplássinum, bíðar tú uttanfyri inntil viðkomandi er liðugur.
- Minst til at skilja burturkastið áðrenn. Hetta ger at tað gongur skjótari hjá tær at sleppa av við burturkasti, og tað er styttri hjá tær at bíða, um onnur skulu framat áðrenn.
- Endurnýtslan er bert roknað til smáar nøgdir av húsarhaldsburturkasti frá borgarum búsitandi í kommununi. Tey, sum skulu av við størri nøgdir av burturkasti, og burturkasti í samband við ný- og umbygging, skulu venda sær til IRF.
Upplatingartíðir
Týsdag og hósdag 16.00 – 20.00
Leygardag 13.00 – 18.00
Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri