Endiliga er hol sett á
Tolin trívst, sigur orðatakið. Í dag er hol endiliga sett á arbeiðið við at
grava út fyri nýggja íbúðarøkinum á Kneysum á Toftum.
Tilgongdin hevur verið sera drúgv. Í 2013 byrjaði samskiftið við Bústaðir um
ætlanirnar at byggja íbúðir í Nes kommunu, og í oktober 2018 undirskrivaðu Nes
kommuna og Bústaðir undir rammuavtalu um bygging av 2 íbúðareindum, við íalt 18
íbúðum. Tað er Falkon Entreprenørar, sum stendur fyri lendisarbeiðnum fyri Nes
kommunu og Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað partalagsavtalu um
byggingina.
Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum.
Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin.
Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75
fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og
hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur,
baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru
hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Góð
parkeringsøkir verða gjørd við bygningarnar.
Eftir ætlan verður tann sunnari bygningurin, sum hevur átta eins íbúðir,
skipaður sum lutaíbúðir. Skipanin við lutaíbúðum er rættuliga óroynd í einum
føroyskum høpið, og ynskir Bústaðir á henda hátt at vera við til at fjøltátta
útboðið av íbúðum. Nágreinilig lýsing av viðurskiftunum um lutaíbúðirnar, kemur
seinni.
Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á heystið 2020.