Onnur tíðindi

Elsibeth Johannessen byrjar í skrivstovustarvi hjá Nes kommunu

Í morgun var lítil móttøka á skrivstovuni í Nes kommunu fyri Elsibeth Johannessen, sum byrjaði í skrivstovustarvi hjá kommununi í dag.

Seint á heysti í 2023 varð lýst eftir skrivstovufólki til umsitingina hjá Nes kommunu. Inn komu 19 umsóknir.

Á býráðsfundi tann 27. nov. 2023 varð samtykt, eftir tilmæli frá setanarbólkinum, at seta Elsibeth Johannessen, Nes, í starvið.

Elsibeth hevur skrivstovuútbúgving og drúgvar arbeiðsroyndir bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Seinastu 15 árini hevur hon starvast á skrivstovuni hjá Taks í Klaksvík.

Í morgun nýtti Súni í Hjøllum, borgarstjóri, høvi, vegna býráðið og umsitingina í Nes kommunu, at bjóða Elsibeth Johannessen vælkomnari og ynskja henni allar bestu eydnu í nýggja starvinum.