Á bygdaráðsfundi 31. mai varð samtykt at seta Elsbet Ellingsgaard Magnussen, ið er búsitandi í Saltnesi, sum nýggjan kommunuskrivara í Nes kommunu.
Elsbet, sum er 28 ár, hevur ymiskar arbeiðsroyndir. Hon hevur seinastu árini verið í skrivstovulæru hjá Nes kommunu, hevur BA í politikki og umsting frá Fróðskaparsetur Føroya 2014-18 og ávegis at taka M.S.Sc.
10 umsóknir vóru til skrivarastarvið.