Eldraráðið heldur áfram at hava fundir í bygdunum í Roða økinum.
Týsdagin 7. november verður fundur á Toftum fyri allar eldru borgarnar í Nes kommunu (frá 60 árum og uppeftir).
Fundurin verður í Skúlanum á Toftum kl 1900
Tað er ikki neyðugt at geva boð um luttøku.
Vit bjóða kaffi/te og heimabakaða kaku aftaná fundin.
Hesuferð verður dentur lagdur á:
- Vitjunartænasta
- Demens
- Heilsugóður matur
- Rørsla
- Munur á at kom í einsemi og at vera einsamøll/einsamallur
- Hospice
- SMS skipan
- Annað
Vit heita á tey yngru um, at geva teimum eldru boð um henda møguleikan og siga teimum, at øll frá 60 ára aldri eru vælkomin til tiltakið.
PS: Tit eru vælkomin at taka brøvini, um SMS skipanina, við á fundin, um tit ikki longu hava sent tey inn aftur til okkum.
PS: Tey sum hava givið Eldraráðnum loyvi til at senda SMS boð, fáa beinleiðis boð frá Eldraráðnum
Vinarlig heilsan
Eldraráðið Fyri Roðan