Gjaldast skal ikki fyri dagstovnapláss í Nes kommunu meðan covid-19 smittu-tiltøkini eru galdandi, um barn ikki hevur verið á dagstovni.
Fíggjarnevndin í Nes kommunu hevur viðgjørt dagstovnagjøldini í tíðini dagstovnarnir eru stongdir í samband við Covit 19 smittuna. Landsins mynduleikar hava heitt á foreldur um at hava børnini heima og boðaðu kommununum frá, at dagstovnar skulu verða stongdir, tó at opið skal verða fyri neyðansing. Dagstovnaøkið er tí munandi skert.
Bygdaráðið í Nes kommuna hevði roknað við, at Kommunufelagið meldaði út eina felags støðu viðv. dagstovnagjaldinum, men enn er eingin fráboðan komin.
Fíggjarnevndin heldur ikki at bíðast kann meira eftir kommunufelagnum.
Fíggjarnevndin mælir til, at foreldrini ikki skulu gjalda dagstovnagjald, um barnið ikki er í kommunalari ansing í tíðini at dagstovnarnir í Nes kommunu eru stongdir vegna Covid-19 smittuna. Allir bygdaráðslimir eru kunnaðir um tilmælið frá fíggjarnevndini og greitt er at tilmælið verður samtykt.
Tilmælið verður viðgjørt á komandi bygdaráðsfundi.
Nes kommuna ger fíggjarligu støðuna upp viðv. dagstovnagjaldinum, táið dagstovnarnir aftur virka sum vanligt. Goldin dagstovnagjøld verða mótroknað í framtíðargjøldum.
Dagstovnagjøldini í Nes kommunu eru uml. kr. 280.000 pr. mðr.
Nú dagstovnagjøldini í 2020 verða minni enn roknað var við í fíggjarætlanini, verður neyðugt við eykajáttan.
Dagstovnaøkið er munandi skert vegna Covid-19 smittuna: Í Vøggustovuni, Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum er bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.
Talan kann vera um foreldur, hvørs størv fevna um samfelagsligar kjarnuuppgávur og veitingar, m.a. í heilsu- og almannaverkinum, innan eldraøkið, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.
Um foreldur, hvørs starv fevnur um tílíkar kjarnuuppgávur og veitingar, ongan annan møguleika hava at fáa børn síni ansað, eru dagstovnarnir opnir fyri teimum.
Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri