Í hesum jólatíðum, har nógvar sloyfur verða bundnar, vil IRF heita á borgarar um at gera sær til vana at binda knút á allar teir posarnar, sum fara út í gráa posan hjá IRF.
Fyrst og fremst hevði hetta gjørt arbeiðið hjá innsavningarmonnunum munandi tespiligari, tí á henda hátt hevði einki burturkast ligið leyst í tí gráa posanum. Harafturat hevði hetta eisini verið við til at fyribyrgt nógv av tí ruski, sum fýkur úr posunum og endar úti í náttúruni.
So hervið ein vinarlig, og kanska eitt sindur jólalig, áheitan frá IRF, um at fólk taka henda nýggja vanan til sín og fara at binda sloyfur fyri umhvørvið.
Í hesum sambandi vil IRF eisini minna borgararnar á at ansa eftir, at grái posin ikki gerst ov fullur ella ov tungur. Posin má ikki viga meira enn 20 kg, og hann hevur eina prentaða striku í erva, sum vísir, hvussu nógv burturkast í mesta lagi má latast í hann. Er posin ov fullur ella ov tungur, verður hann ikki tikin.
Meira kann lesast um posarnar hjá IRF og um reglugerðina fyri innsavning á www.irf.fo.