Í ár eru gjørd fleiri viðlíkahaldsarbeiði eins og nýgerðir í Nes kommunu. Komandi vikurnar verða eisini onnur arbeiði gjørd, eitt nú asfaltering av Regnavegnum og asfaltering av almennum p-øki við Høganesvegin.
Á fyrstu myndini, sum er tikin í morgun 1. september, síggja vit teir í tekniska toyminum arbeiða uppá ein vegabrunn á Gaddavegnum.
Innari partur av Heygsvegi er gjørdur liðugur. Hesum arbeiði hevur Falkon staðið fyri.
P-økið við skúlan er dagført av Falkon og asfalterað av EM-asfalt.
Á Kvíggjarvegi er farið undir at gera fortorv. Hesum arbeiði stendur EJ-maskinur fyri.
Trappan av Kneysum og oman í Oyrarnar er dagførd av KBH
Á Neshamri verður brimskaðin umvældur av JSJ
Dekkið á Saltneskajuni er umvælt. Skákið hevur staðið fyri arbeiðinum.
Grótverjan i Oyrunum er komin út á 100 m.