Ruskinnsavningin órógvað hesa vikuna

Ólag hevur verið á innsavningini í meginøkinum alla vikuna vegna veður.

Innsavningin verður tikin uppaftur í morgin, hósdagin 9. januar, og fríggjadagin, 10. januar.

Roynt verður at innsavna ymsastaðni runt í meginøkinum, alt eftir hvussu tað viðrar.

Vegna veður vilja vit enn staðiliga heita á fólk, sum ikki hava ruskstativ, ikki at seta ruskposan út.

Leinkja til kunning á heimasíðu okkara: https://irf.fo/kunning/innsavningin-i-meginokinum-nogv-orogvad-hesa-vikuna/

Leinkja til kunning á Facebook: https://www.facebook.com/irfleirvik/photos/a.1317765571615381/2770435653015025/?type=3&theater

 

 

 

Íverksetanarkvøld um ferðavinnu í Nes kommunu

Hevur ferðavinnan tín áhuga og umhugsar tú at byrja virksemi innan ferðavinnuni? Hevur tú góð hugskot, men trupult við at koma í gongd? So er hetta tiltakið, júst nakað fyri teg!

Nes kommuna skipar saman við Íverksetarahúsinum fyri einum tiltakið, har endamálið er fáa fleiri at síggja møguleikar innan ferðavinnu, at víðka um útboðið av tilboðum og at fáa eitt prát við onnur innan økið. Hesum er tørvur á, tí talið á ferðafólkum økist og tá er týdningarmikið at vit, sum kommuna, eru væl við.

Øll eru vælkomin til kveikjandi tiltakið um ferðavinnu og íverksetan, sum verður í høllini í Tofta Skúla, hóskvøldið 06. februar 2020, frá kl. 19:00 – 21:00. Skrá kemur seinni.

Nes kommuna

 

Nýggjárshaldið verður leygardagin kl. 16.00

Vegna vánaligt veður nýggjársaftan, bleiv árliga nýggjárshaldið á Toftum útsett.

Nýggjárshaldið verður ístaðin leygarkvøldið, 4. jan., kl 16.00. Eins og í fjør,  skipar B68 fyri nýggjárshaldinum norðan fyri Bilverkstaðið við Rætt. Nýggjársbálið og fýrverkið verður norðanfyri Saltsøluna.

Skráin:

kl. 16.00 B68 bjóðar heitt kakao og bollar við Bilverkstaðið við Rætt – norðureftir.

kl. 16.30 Nýggjársrøða, sum Jaspur Langgaard heldur.

kl. 16.45 Verður skotið við fýrverki og bálið tendrað.

Vegna fyrireikarnar

Tofta Ítróttarfelag

Vaskifólk til fimleikahøllina í Tofta skúla

Vegna ov fáar umsóknir verður søkt av nýggjum eftir fólki at gera reint í fimleikahøllini í Tofta skúla at byrja skjótast gjørligt.

Umsóknarfreistin er 18.01.2020.

Sí meira undir leys størv her á heimasíðuni.

Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

Goymið ikki gamalt fýrverk – tað kann kykna av sær sjálvum!

Av trygdarávum vil IRF mæla fólki frá at goyma fýrverk til næsta nýggjár. Betri er, um tað verður burturbeint á rættan hátt.

Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

Hvussu skal fýrverk burturbeinast?

Fýrverk kann latast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan her.

Fýrverk kann eisini verða latið inn til eitt mannað endurnýtslupláss. Finn títt pláss og upplatingartíðir her.

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Sum dømi kann nevnast, at eldur kom í ein ruskbil hjá IRF júst av hesi orsøk.

Við størri nøgdum av fýrverki til burturbeiningar, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.

 

Nýggjárshaldið á Toftum útsett

Nýggjárshaldið, sum Tofta Ítróttarfelag skipar fyri á hvørjum ári á Toftum, verður ikki nýggjáraftan í ár, sum vanligt, men verður eftir ætlan eitt av kvøldunum fyrst í  komandi ári.

Ætlanin var at hava nýggjársbál og at skjóta fýrverk inni við Rætt á Toftum nýggjársaftan, men vegna vánaligar verðurforsøgnir er nýggjárshaldið útsett.

Lýst verður seinni nær nýggjárshaldið verður og við skránni.

Gott nýggjár!

Tofta Ítróttarfelag og Nes kommuna

 

Dagarnir hjá Mallu eru taldir, hon bleiv 104 ár

Á Tollaksmessu andaðist Malla Berg Olsen á Toftum,  104 ára gomul. Malla var elsta fólk í Føroyum nú hon andaðist.

Malla Berg Olsen, ið var fødd 3. februar 1915, var ættað úr Fornanum við Gjógv, uppvaksin Úti á Rætt á Nesi og Á For. Foreldrini vóru Óli Berg úr Heimaru Lon við Gjógv og Anna Sophie Magnina, f. Hansen, uttan av Rætt á Nesi.

Malla giftist Bernhardi Olsen úr Køkinum á Toftum. Bernhard doyði í 1991, 78 ára gamal og sat Malla sostatt einkja í 28 ár. Malla og Bernhard fingu 6 børn, Anni, Judith, Julaina, Oddvør, Sólbjørg og Karl, sum doydi í 2013, bert 61 ára gamal.

                           

Til Malla var 97 ár, búði  hon einsamøll í heiminum á Toftum, til hon flutti á sambýlið Vesturskin á Toftum, har hon hevur búð síðani.

Hóast tað bilaði við sjónini og hoyrnini seinnu árini, var Malla klár og og fylgdi væl við øllum líka til tað síðsta, og var hon m.a. við til árliga jólaborðhaldið, sum skipað var fyri á Vesturskin 2. des 2019.

Tá Malla bleiv 100 ár, var stórt hátíðarhald á Toftum. Um morgunin heilsaðu børnini í Tofta skúla við sangi og seinni um dagin var stórt hátíðarhald í Missiónshúsinum Tabor á Toftum, har Malla í nógv ár var við til at hava sunnudagsskúla.

Fleiri myndir frá 100 ára hátíðarhaldinum kunnu síggjast í myndasavninum á hesi heimasíðu.

Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni sunnudagin, 29. desember, kl. 13.00. Minnisgáva kann latast sunnudagsskúlanum Tabor a Toftum, konta í Bank Nordik.

 

Villi heiðraður

Vilhelm M. Olsen 25 ár sum sløkkiliðsmaður hjá SKS.

Leygarkvøldið, 21. des., var Vilhelm M. Olsen heiðraður fyri 25 ára  trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Tað var formaðurin í tilbúgvingarnevndini hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði,  Jóhannus Danielsen, sum handaði Vilhelmi heiðurstekin.

Frá vinstru: Vilhelm M. Olsen varatilbúgvingarleiðari, Sunleiv Højgaard tilbúgvingarleiðari og Jóhannus Danielsen formaður.

Villi, sum hann vanliga verður róptur, byrjaði  sum sløkkiliðsmaður um ársskiftið 1994/1995, og hevur nógvu seinastu árini verið vara tilbúgvingarleiðari.

Villi býr á Skála og starvast hjá Runavíkar kommunu, har hann til dagligt arbeiðir við vatnveitingina í kommununi.

Tað er Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn. Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at Vilhelm M. Olsen nú hevur fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í Skálafjarðar kommunala sløkkiliði í 25 ár.

Fyri 1 árum síðani fingu 5 aðrir sløkkiliðsmenn hjá SKS eisini heiðursmerki fyri 25 ára trúgva tænastu, og tað var fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.

Frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Jan Abrahamsen, Hanus Heinesen, Sunleiv Højgaard, Niclas Davidsen og Harry Benjaminsen.

Byggibúningin á Kneysum avhendað

Í fjør vann Falkon Entreprenørar útboð um arbeiðstøku av byggibúning á Kneysum í samband við íbúðarbygging, sum Nes kommuna gjørdi avtalu við Bústaðir um í fjør.

Arbeiðstøkan hjá Falkon umfataði m.a. um koyriveg, gonguteig, parkeringsøkir, byggibúning av grundøkjum, kloakkering, gøtuljós v.m.

Arbeiðið byrjaði fyrst í hesum árinum og nú árið er um at verða liðugt, er arbeiðið avhendað. Asfalteringin verður gjørd í 2020, tá arbeiði við íbúðarbygingunum er komið longur ávegis. Byggivirkið KBH byggir íbúðarbygningarnar fyri Bústaðir, sum innihalda 18 íbúðir.

Teknistovan Gøta hevur projektera og havt ábyrgdina av byggibúningini. Avhendingarskjalið bleiv undirskrivað 17. des 2019.

 

×