BARNAGARÐURIN

Svangaskarð 7
Fo-650 Toftir
Teldupostur: barnagardur@nes.fo
Leiðari: Tóra Johannesen, námsfrøðingur, Tlf. +298 448760/565021

BARNAGARÐURIN 
Sólarglottin 3-5 ár
Tlf. +298 565022
Sóldøgg børn 3-5 ár
Tlf. +298 565027
Dreymasóljan børn 3-5 ár
Tlf. +298 565026
Villingarválur (skúlabólkurin) børn 5-6 ár
tlf. +298 565038
Sólareyga børn 3-5 ár
Tlf. + 298 565024

VØGGUSTOVAN 
Blákollan børn 0-3 ár
Tlf. +298 565035
Smæran børn 0-3 ár
Tlf. +298 565036
Summardáin børn 0-3 ár
Tlf. +298 565037
Gullsóljan børn 2-3 ár
Tlf. +298 565025

Endamál
Barnagarðurin er ætlaður børnum 2,5 – 7 ár og Vøggustovan er ætlað børnum 0 til 3 ár. Barnagarðurin og Vøggustovan hava opið frá kl. 07.00 – 17.00.

Stovnarnir lata aftur hesar dagar kl. 12.00
• Grundlógardag
• Ólavsøkuaftan

Afturlatið er hesar dagar
• Allar vanligar leygar-, sunnu- og halgidagar
• Dagarnar millum jól og nýggjár
• Flaggdagin
• Ólavsøkudag
• Ein ráðleggingardag um árið, fríggjadagin eftir Kristi himmalferðardag
• Summarfrítíðin er í viku 29, 30, 31 og 32

FORELDRARÁÐIÐ
• Gevur leiðaranum ráð og vegleiðing
• Arbeiðir fyri at styrkja um samstarvið millum heim, stovn og kommunu.
Í ráðnum skulu verða 3-5 limir, valdir fyri 2 ár í senn. Fyri hvønn lim verður ein varðalimur valdur.

Foreldraráðið 2020/2021

 

Børnini
-heilan dag: eiga at vera komin kl. 09.30, um ikki onnur avtala er gjørd.
-fyrrapart: eiga at vera komin áðrenn kl. 09.00 og eiga at vera á veg heim kl. 12.30.
-seinnapart: kunnu koma kl. 12.30 og eiga at vera komin áðrenn kl. 13.00.
Foreldrini, ella tey sum koma við barninum, verða vinarliga biðin um at hjálpa barninum úr klæðunum og fylgja tí inn í stovuna.
Minnist til at siga einum av teimum vaksnu frá, at barnið er komið. Minnist til at siga einum vaksnum frá, tá barnið fer heim.
Øll skulu vera farin heim kl. 17.00.

Matur
Barnið fær morgunmat á stovninum, um tað ikki hevur etið, tá ið tað kemur.
Børn, sum ganga heilan dag og hálvan dag fyrrapart, hava matpakka við at eta á middegi.
Børnini fáa millummála uml. Kl. 14.30 – 15.00.

Sjúka og frídagar
Er barnið sjúkt ella í viðgerð við heilivági, kann tað ikki koma í barnagarð.
Boðið frá áðrenn kl. 9.30, tá barnið verður heima vegna sjúku ella tað hevur ein frídag.

Barnagjaldið
* Gjaldið til barnagarðin kr. 1.900,-
* Gjaldið til vøggustovurnar kr. 2.200,-
* Nes kommuna letur systkinaavsláttur, soleiðis at ein familja við fleiri enn 2. børnum, bert skal gjalda fyri tvey ansingarpláss. T.v.s. at tá 3. barnið hjá einari familju kemur í kommunala ansing, fellur gjaldið fyri tað elsta barnið burtur.
Juli mánaði gjaldsfríður.
Konto í BankNordik: 6460-169.751.1

Gjaldsreglur
Goldið verður forút við gjaldsskipan 01. í hvørjum mánaði.
Um eftirstøðan fer upp um 3 mánaðar, kann barnið verða uppsagt.

Frípláss
Møguleiki er at søkja um frípláss, eftir ávísum treytum.

Sig dagstovnapláss upp
Dagstovnapláss skal sigast upp í seinasta lagi ein mánaða, áðrenn barnið gevst, og skal hetta verða til tann fyrsta í mánaðinum.
Uppsøgnin av dagstovnaplássinum fer fram hjá leiðaranum.

Klæðir
Latið barnið í eftir veðrinum.
Umframt hetta eiga børnini at hava:
• Regnklæðir
• Gummistivlar
• Kavadrakt
• Ullintar hosur og vøttir
• Skiftiklæðir, sum liggja í rúminum hjá barninum
• Inniskógvar, hosur ella skóleistar at vera inni í, um foreldur og barn ynskja tað.
• Vøggustovubørnini hava sjálvi bringuklút við

Foreldrini eiga at halda skil á klædnarúminum hjá barninum.
Foreldrini syrgja fyri at røttu klæðini eru í rúminum, so tað er lætt hjá tí at skifta.

Av trygdarávum skulu børnini ikki hava hálsturrukløð á stovninum.

Ruddið rúmið hvønn fríggjadag!

Navnið á barninum skal verða í klæðunum.

Leikur
Eftir avtalu við starvsfólkið kann barnið hava leiku við á stovnin.
Stovnurin hevur onga ábyrgd av, um leikur, sum barnið eigur, brotna ella hvørva.