Í sera spennandi og hendingarríkum dysti á Tórsvølli í gjárkvøldið, vann B68 uppflytingardystin 3-2 móti AB. Tá vanliga leiktíðin var farin, stóð á jøvnum 1-1, eftir at B68 hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum, við málið sum Andri Benjaminsen skorðaði.
Ein AB-leikari fekk reyða kortið tá 40 min. vóru leiktir av dystinum.
Í umdystinum kom B68 á odda 2-1 tá 103 min. vóru leiktir, og aftur var Andri málskjútti. Men AB javnaði aftur tá 110 min. vóru leiktir.
Áskoðarnir fyrireikaðu seg nú til brotsspørkini, men B68-leikarnir vildu tað øðrvísi. Tá 118 min. vóru leiktir skorðaði Andri Benjaminsen sítt hattrick og sigursmálið hjá B68.
Eftir dystin var frøðin stór millum leikarar og nógvu B68 viðhaldfólkini, sum vóru komin at stuðlað sínum liði.
Nes kommuna ynskir B68 hjartaliga til lukku við uppflytingini og góða eydnu í Betri deildini í 2021.