Á vitjan í Klaksvík

Trivnaðarnevndin, borgarstjórin, barnagarðsleiðslan og umsitingin fyri Nes kommunu vitjaðu dagstovnar í Klaksvík fríggjadagin 29. sept.

Vitjað varð í tveimum dagstovnum, útibarnagarðinum Fjallafípuni og barnagarðinum Baldursbrá, sum er úti á Norðoyri.

Nes kommuna fer í næstum at umrøða, hvussu ein møgulig útbygging á dagstovnaøkinum skal fara fram. Endamálið við vitjanini var tí at kunna seg um, hvussu Klaksvíkar kommuna skipaði sína seinastu útbygging á  dagstovnaøkinum.

Eyðstein Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung, greiddi frá saman við dagstovnaleiðslunum og umboðum fyri umsitingina í Klaksvíkar kommunu.

Nes kommuna vil fegin takka fyri góða móttøku og áhugaverda framløgu.

KBH fer at dagføra hølini til alis-/evnafrøði í Tofta skúla

Seinastu árini eru fleiri umvælingar og dagføringar gjørdar í Tofta skúla. Eitt nú eru dagføringar gjørdar í svimjihøllini, 1958-bygningurin er klæddur og nýggj tónleikahøli eru gjørd.

Í summar bað kommunan um tilboð frá fleiri veitarum at endurnýggja og umbyggja hølini til alis- og evnafrøði.

Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt at taka av tilboðnum frá byggifyritøkuni KBH. Arbeiðið byrjar í næstum.

Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði vegna KBH.

Teknistovan í Gøtu hevur projekterað og fer at hava eftirlitið vegna Nes kommunu.

Boðin at vitja í Ilulissat

Í vár vitjaðu umboð fyri Avannaata kommunu úr Grønlandi nakrar kommunur í Føroyum. Tey vildu kunna seg um skipanir innan kommunala geiran her á landi. Tey vitjaðu eisini í Nes kommunu, har borgarstjórin hevði eina framløgu um kommununa, meðan starvsfólk svaraðu spurningum.

Í summar kom so bræv frá Palle Jeramiassen, borgarstjóra í Avannaata kommunu, har hann takkar fyri gestablídni og framløguna hjá Nes kommunu. Borgarstjórin sigur seg vera hugtiknan av mátanum, ið Nes kommuna loysir sínar avbjóðingar. Í brævinum kom samstundis ein áheitan og innbjóðing, har hann ynskir at gjalda fyri at fáa umboð fyri Nes kommunu at koma til Ilulissat at greiða politikarum og starvsfólkum teirra nærri frá umsiting, fyrisitingin og rakstri av Nes kommunu.

Við hesum átaki vildi borgarstjórin í Avannaata kommunu geva sínum starvsfólkum íblástur at broyta mannagongdir og skipanir til tess at minka um rakstrarútreiðslurnar í teirra kommunu.

Í seinastu viku vóru Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Elsbet E Magnussen, kommunuskrivari og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari, og løgdu fram fyri politikarum og starvsfólkunum í býráðshølunum  í Ilulissat (Jakobshavn), har Avannaata kommuna hevur sítt høvuðsæti.

Í Avannaata kommunu, eisini nevnd Nord kommune, eru 4 býir og 21 bygdir. Íalt búgva áleið 11.000 fólk í kommununi. Størsti býurin er Ilulissat. Har búgva áleið 5000 fólk. Hinir býirnir eru Uummannaq, Upernavik og Qaanaaq.

Kommunan strekkir seg yvir ein tein á 1300 km, og tað starvast 1700 fólk hjá kommununi. Borgarstjórin í Avannaata kommunu gjørdi greitt, at tað er alneyðugt hjá teimum at minka um rakstrarútreiðslurnar.

Nærri kunning um Avannaata kommunu kann lesast á www.avannaata.gl

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum tiknar eru á ferðini hjá Nes kommunu í Ilulissat.

Áheitan til íbúgvarar á Regnavegnum

Týsmorgunin 12. september kl. 9 verður farið undir at asfaltera á Regnavegnum.
Tit verða vinarliga biðin um at flyta bilarnar, meðan arbeitt verður.

 

Nes kommuna

Dagføringar og viðlíkahald

Í ár eru gjørd fleiri viðlíkahaldsarbeiði eins og nýgerðir í Nes kommunu. Komandi vikurnar verða eisini onnur arbeiði gjørd, eitt nú asfaltering av Regnavegnum og asfaltering av almennum p-øki við Høganesvegin.

Á fyrstu myndini, sum er tikin í  morgun 1. september, síggja vit teir í tekniska toyminum arbeiða uppá ein vegabrunn á Gaddavegnum.

Innari partur av Heygsvegi er gjørdur liðugur. Hesum arbeiði hevur Falkon staðið fyri.

P-økið við skúlan er dagført av Falkon og asfalterað av EM-asfalt.

Á Kvíggjarvegi er farið undir at gera fortorv. Hesum arbeiði stendur EJ-maskinur fyri.

Trappan av Kneysum og oman í Oyrarnar er dagførd av KBH

Á Neshamri verður brimskaðin umvældur av JSJ

Dekkið á Saltneskajuni er umvælt. Skákið hevur staðið fyri arbeiðinum.

Grótverjan i Oyrunum er komin út á 100 m.

 

Hjartaliga vælkomin Anfinn í Toft

Fyrr í summar samtykti býráðið at seta Anfinn í Toft, byggifrøðing, sum nýggjan tekniskan leiðara í Nes kommunu

Í morgun var fyrsti arbeiðsdagur hjá Anfinni í Toft.

Á lítlari samkomu í morgun bjóðaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Anfinni hjartaliga vælkomnum.

Aksel  Højgaard, sum í mong ár hevur verið tekniskur leiðari, fer nú at røkja aðrar uppgávur á Teknisku deild, eitt nú við skráseting av vatn – og kloakkleiðingum. Borgastjórin takkaði Aksel fyri gott samstarv og ynskti honum bestu eydnu við nýggju avbjóðingunum.

Svimjihylurin

Almenna svimjingin byrjar aftur mikudagin 23. august

Kunning viðv. svimjihylinum

 

Í summar er nýggj ventilatiónsskipan sett upp í svimjihylinum í Tofta skúla. Við hesi nýggju skipanini fer at bera til at endurnýta hitan. Tað ger, at væl av orku verður spart.

Arbeiðið hevur sum heild gingið eftir ætlan, og nú eru bara smærri tekniskar innstillingar, sum vanta. Svimjihylurin verður væntandi tøkur aftur miðskeiðis í næstu viku. Nærri boð koma um hetta mánadagin ella týsdagin.

Brimskaðin á Neshamri verður umvældur

Í fyrraárið gjørdi Tekniska toymið hjá Nes kommunu fleiri dagføringar og umvælingar á lendingini og uttanumøkinum á Neshamri,

Seinastu tvey árini hevur hetta søguríka økið eisini verið meira nýtt til savnandi tiltøk, eitt nú útiguðstænastur og sangløtur í samband við várdagarnar.

Fyri fleiri árum síðan hendi ein brimskaði á Neshamri, sum hond mátti takast um, um ikki øll lendingin skuldi fara í havið.  Í fjørsummar varð heitt á Jóhan S Jensen at átaka sær uppgávuna at umvæla brimskaðan.

Arbeiðið kann bert gerast, tá ið kyrra er í sjónum, so røttu løturnar mugu veljast.

Nú er komið væl áleiðis við umvælingini sum myndirnar vísa. Viðrar, so kann arbeiðið gerast liðugt í summar.

×