Starv sum skúlastjóri í Tofta skúla

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Tofta skúla. Í Tofta skúla eru 195 næmingar í 10 árgangum, og 17 lærarar starvast í skúlanum. Starvið verður sett frá 1. desember 2017 ella so skjótt sum til ber.
Um starvið
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.
Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á at menna skúlaskapin í kommununi.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir og leiðsluútbúgving.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Tofta skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 6. november 2017.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi. Sí heimasíðuna hjá Tofta skúla www.toftaskuli.fo

 

Falkon fekk Agnið

Tað verður entreprenørfelagið Falkon úr Saltnesi, sum skal breiðka 250 m av Agninum fyri Nes kommunu

Lisitatiónin var 5. oktober 2017 og í dag undirskrivaðu Falkon og Nes kommuna undir sáttmála.

9 arbeiðstakarar vóru bjóðaðir til at geva tilboð og 4 arbeiðstakarar lótu tilboð inn.

1. Falkon kr. 2.455.474.
2. JHR kr. 2.464.682.
3. RTS kr. 2.825.200.
4. Kreton kr. 3.060.500.

Afturat tilboðskostnaðinum kemur kostnaður fyri keyp av lendi, gøtulyktir og projektering.

Vegurin frá íbindingini í Nesveg og 250 m niðan, verður dagførdur og gongubreyt verður gjørd. Eftir dagføringina er koyrivegurin 6,0 m breiður og gongubreytin 1.5 m breið. Eisini verða nýggjar kloakk- og vatnleiðingar lagdar, eins og nýggj gøtuljós verða sett upp.

Arbeiðið byrjar seinni í ár og verður liðugt komandi summar.

Sangløta í Tabor

Sunnudagin, 15. okt. 2017 kl. 18.00, verður sangløta í Missiónshúsinum Tabor á Toftum við Harmonikuvinum.

” Á sanganna veingjum” sangløta verður við Harmonikuvinum í missiónshúsinum Tabor á Toftum sunnudagin kl. 18.00. Mennirnir í Undirhúsinum luttaka.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Missiónshúsið Tabor

FM í súkkling Runt Agnið

Í hesum døgum verður skipað fyri FM í súkkling og í morgin. Leygardagin verður landavegsúkkling runt Agnið.
Byrjað verður við Tofta kaj kl. 11.00 og málið er eisini á Tofta kaj. Væntandi verða einar 20 súkklarar við í kappingni, sum er millum kl 11.00 og 13.00.

Kappingin runt Agnið er 1 av 3 FM kappingum, sum skipað verður fyri í hesum døgum:

Í gjár var býarsúkkling í Havn,  ídag er einkultstartur á teininum frá Effostøðini í Kollfjarðadali niðan á Sornfelli og í morgin er landavegsúkkling runt Agnið.

Heitt verður á øll um at verða ansin í ferðsluni meðan kappingin er.

Alemnn móttøka fyri Tordi og Jóngerð

Fríggjadagin hin 13. oktober kl. 17 verður skipað fyri almennari móttøku í samtakinum Roðin, ið er økistænastan, sum Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um. Leiðaraskifti er orsøkin, nú Tordur J. Niclasen hevur valt at fara frá fyri aldur, og Jóngerð Guttesen hevur tikið við leiðsluni. Móttøkan verður á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.

Tordur J. Niclasen, sum er seyrvingur, er fyrsti og einasti leiðarin á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, sum varð tikið í brúk í oktober mánaða í 1983. Í november mánaða 2015 gjørdist hann leiðari fyri Roðanum, og fyri kortum legði hann frá sær fyri aldur. Tordur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur nomið sær leiðslukunnleika á ymiskum skeiðum. Umframt starvið á Ellis- og Røktarheiminum hevur Tordur eisini ferðast á politiska pallinum. Hann hevur verið løgtings- og landsstýrismaður og í 8 ár var hann borgarstjóri í Eiðis kommunu, har hann og Sigrun og børn teirra hava búð seinastu mongu árini.

Í summar gjørdi stýrið fyri Roðan av, at seta Jóngerð Guttesen í starvið sum leiðari fyri Roðan. Roðin fevnir um økistænastuna, sum húsast á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, Vesturskin á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum, í Dagtilhaldinum á Skála, á Heiminum á Mýrunum og sum leigar seg inn m.a. í Heilsudepilin í Runavík.

Jóngerð Guttesen (fødd Larsen) er ættað og uppvaksin í Fuglafirði. Hon er gift Jóannesi Guttesen og eiga tey børnini Karin, Knútur og Daniu. Tey búgva í Hoyvík.

Jóngerð er upprunaliga sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari – serliga innan økistænastu og eldrarøkt. Hon hevur útbúgving sum bachelor í leiðslu og í løtuni er hon sjálvlesandi til master í almennari leiðslu við Suðurdanska Lærda Háskúlan í Odense/Aarhus.

Arbeiðsroyndir hennara fyri starvssetanina sum leiðari fyri Roðan eru m.a.: Sjúkra-røktarfrøðingur á føðingardeildini A2 á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrarøktarfrøðingur á Røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði. Varaleiðari og deildarleiðari á Røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði. Leiðari fyri Stuðulsfólkaskipanini fyri børn hjá Almannaverkinum. Leiðari fyri Boðanesheiminum og eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Stýrið fyri Roðan takkar Tordi fyri tænastuna í nærum 35 ár, og ynskir Jóngerð blíðan byr í starvinum sum leiðari í ókomnum døgum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa teimum báðum fríggjadagin í vikuni kl. 17 – í Friðartúni í Runavík.

Stýrið fyri Roðan
Tórbjørn Jacobsen, formaður.

Komfirmatión í Fríðrikskirkjuni

Sunnudagin, 1. oktober kl. 11.00, verður konfirmatión í Fríðrikskikjuni.

Komandi sunnudag er konfirmatión í Fríðrikskirkjuni.

Konfirmantarnir eru:
Petra Snorradóttir Jensen, Garðsendi 5, 700 Klaksvík. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni frá kl. 15.00.
Laila Olsen, Høganesvegur 13, 650 Toftir. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Æðuvík frá kl .17.00.
Mirjam Reginsdóttir Jacobsen, Gaddavegur 20, 655 Nes. Frá kl. 17.00.
Richard Højgaard De Franca, Toftavegur 23, 650 Toftir. Dagurin verður hildin í B68 húsinum frá kl. 17.00.

Tofta Kvøldskúli byrjar sítt virksemið

Kvøldskúlaundirvísingin byrjar aftur í viku 42. Hon er treytað av nóg góðari undirtøku. Gjaldast skal fyri skeiðini á heimasíðu skúlans: www.toftaskuli.fo
Tekningin byrjar leygardagin 30. september kl. 18.00.
Tá ið goldið er, er tilmeldingin skrásett. Luttøkugjaldið er: 500 kr. og fyri stytri skeið 250 kr.

Seyming – annað hvørt vikuskifti
Maria Rasmussen Tlf. 269375 Fríggjadag kl. 19.00 – 22.00
Maria Rasmussen Tlf. 269375 Leygardag kl. 12.00 – 18.30
Hondarbeiði
Rutt Hansen Tlf. 744480 Hósdag kl. 19.00 – 22.00
Stokkakvøld - byrjar 23/10-18 5 ferðir
Tinna Johansen Tlf. 229404 Týsdag kl. 19.00 – 22.00
Postalínsmáling
Maria Rasmussen Tlf. 269375 Týsdag kl. 18.30 - 22.00
Máling og list
Finleif Mortensen Tlf. 211306 Hósdag kl. 19.00 – 22.00
Klaver
Gwendolyn Philbrow Tlf. 580926 Mánadag eftir avtalu
Svimjing, rørslu- og menningartarnað
Olaf Magnussen Tlf. 565015 Hósdag kl. 16.00 – 17.00
Fótbóltur, rørslu- og menningartarnað
Edmund Jacobsen Tlf. 230662 Týsdag kl. 20.00 – 21.00
Fimleikur og line-dansur fyri kvinnur 50+
Jóhanna Petersen Tlf. 223058 Mánadag kl. 18.00 - 19.00
byrjar 22. okt. 8. ferðir
Føroyskt fyri útlendingar á byrjunarstigi - ókeypis
Faroese for beginners – free course
Kristbjørg Djurhuus Tlf. 226725 Mánadag kl. 19.00 – 21.00
Kórsangur
Mikael Jóhan Heinesen Tlf. 227096 Mánadag kl. 19.30 - 21.30

VOX hevur konsert í Fríðrikskirkjun

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið 29. sept. kl. 20.00, hevur gospelkórið VOX konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum

VOX var nógv at hoyra fyri nøkrum árum síðani. Kórið sang til konsertir, gudstænastur og møtir í nógv ár, men gavst í 2011. Eftir steðg í 6 ár fer kórið nú at framføra aftur. Sangarar í kórinum eru fólk, sum hava verið við í kórinum áður.

VOX fer at framføra verkið GLORIA eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari í Oslo Gospel Choir. Tore skrivaði verkið í 1996. Verkið er skrivað sum ein gudstænasta við teimum ymisku liturgisku liðunum í klassisku gudstænastuni – kyrie, gloria, sanctus, trúðarjáttan, faðirvár, agnus dei og signingini.

Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá VOX, og hevur stjórnað kórinum síðani 1998. Eisini hevur hann umsett verkið til føroyskt.

Konsertin í Fríðrikskirkjuni byrjar kl. 20.00 og høvi verður at lata kórinum eina gávu.

Salong Zet letur upp á Toftum

 

Salongin letur upp á Toftum týsdagin 26.09.2017 kl. 15.00. Tað er Mariann Johannesen hárfríðkanarkvinna, sum hevur haft Salong Zet á Skála tey seinastu 13 árini, sum nú hevur flutt sína salong til Toftir

Salongin kemur at halda til á Toftagjógv á 2 hædd í handlinum, har sum Samkeyp er ella, sum hann vanliga verður nevndur, handilin hjá Pidda. Tad er Hanus Lómstein, sum eigur bygningin. Talan er um eitt stórt og snotuligt rúm.

Mariann ger allar hárviðgerðir av kvinnum, monnun og børnum, eisini tekur hon pass og koyrikortmyndir.

Adressan er Toftavegur 4.
Telefon: +298 442266
Salong Zet hevur ein facebookbólk

Í sambandi við, at salongin letur upp, hevur Mariann móttøku á salongini frá kl. 15 henda dagin, har øll eru vælkomin.

Cinthia González Parada útlærd sangarinda og kórleiðari frá Chile fer at syngja nakrar sangir ígjøgnum dagin.

Eg gleði meg at byrja og møta nýggjum og gomlum kundum aftur.

 

Aftast frá vindtru: Mary Olsen, Eyð Knudsen, Eyðgerð Mikkelsen, Lív Venned, Lena Olsen, Rúna Olsen, Egil G. Olsen Fremst frá vinstur: Margit Andersen, Miriam Egilsdóttir, Bjørk Noløe, Eyðbjørg Jacobsen, Edna Maria Højgaard, Ása Carlsen

Stórur dagur hjá B-68

Genturnar fara fríggjakvøldið at spæla steypafinalu á Tórsvølli.
Tað er ikki á hvørjum ári, at B68 er partur av steypakappingini heilt fram til finaluna. Soleðis er tað í ár, og fríggjakvøldið verður Tofta Ítróttarfelag partur av steypafinaluni í kappingini millum gentur 14-17 ár.
Hesar somu genturnar eru ikki heilt ókendar við, hvat tað er at spæla finalu. Í 2015 vunnu tær steypafinaluna í U-14 kappingini. Fríggjakvøldið verður EB/Streymur mótstøðuliðið. Soleiðis var tað eisini fyri tveimum árum síðani. Tá vunnu toftagentur 2-0.
Fríggjakvøldið fáa vit at síggja, um B68 enn einaferð verður sigursharri, ella um tær í B68 fara at standa vónbrotnar, meðan tær í EB/Streymi fara at kenna sigursfagnaðin, sum tær á Toftum kendu fyri tveimum árum síðani.
Í hesum túsund árinum hevur B68 bara eina aðruferð verið í steypafinaluni. Tað vóru U-14 genturnar, sum í 2013 taptu so ruddiliga 5-0 ímóti KÍ.

Burtursæð frá hesum báðum finalunum – í 2013 og 2015 – er tað bara tvær ferðir komið fyri áður, at nakað lið hjá B68 hevur verið í steypafinalu. Hesar finalurnar vóru báðar í 1995. Tá tapti B68 finaluna um løgmanssteypið 3-1 ímóti HB, og tá vunnu gentur 14-17 ár 3-2 ímóti HB.

Tað summar og dirrar av spenningi á Svangaskarði, og í skúlanum verður nú uppundir steypafinaluna tosað nógv um sera spennandi finaluna fríggjakvøldið.
Egil Olsen er framúr nærlagdur venjari hjá gentunum. Hann og genturnar ganga við lív og sál upp í fótbóltin, tey hava fokus á rætta staðnum, og í ungdómsdeildini og Tofta Ítróttarfelag sum heild snýr tað seg í hesi vikuni serliga nógv um finaluna.

Gera nógv burturúr
Í sambandi við steypafinaluna verður andlitsmáling á Svangaskarði klokkan 16.
Bussur fer suður í Gundadal klokkan 17.20 og farið verður heimaftur beinanvegin eftir steypahandanina.
Ætlanin er at tað skal síggjast og hoyrast, at tað vera B68 viðhaldsfólk á Tórsvølli.
Reyði og svarti liturin skulu vera sjónligir. Tí verður roknað við, at vit eru í B68 drakt og blusu. Um onkur ikki eigur drakt og troyggju, so ætla vit at hava okkurt við, sum tey kunnu vísa litirnar við. Men sum útgangsstøði rokna vit við, at vit eru væl úgjørd frá húsum av.

Gongdin higartil
Tølini siga, at B68 í 2017 eigur framúr óført lið í kappingini gentur 14-17 ár.
Enn er langt á mál í landskappingini, sum ikki verður liðug fyrr enn leygardagin 7. oktober. Síðsti dystur hjá B68 er settur at vera fríggjadagin 6. oktober, og hann verður á útivølli ímóti HB.
Støðutalvan sigur, at okkara lið higartil hevur klárað seg stak væl. B68 er fremst við 40 stigum fyri fjúrtan dystir – tær hava vunnið trettan ferðir og spælt javnt einaferð – og tað eru sjey stig aftur til B36, sum er næstfremst við 33 stigum.
Nú verður spennandi at vita, hvussu tað fer at laga seg í FM kappingini. Áðrenn fokus verður á endaspurtinum í landskappingini, so ræður tað um steypafinaluna.
Finalan í steypakappingini millum gentur 14-17 ár verður á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 19. Hon verður ímóti EB/Streymi, sum rættiliga hevur fingið vind í seglini í kvinnufótbólti. Leygardagin fer kvinnuliðið hjá EBS/Skála, sum kappast við KÍ um meistaraheitið, at spæla steypafinalu ímóti HB.

Tað hevur verið sera spennandi at fylgja okkara gentum á leiðini ímóti steypafinaluni. Í báðum dystunum var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at B68 fór at halda fram í kappingini.
Fjórðingsfinalan var ímóti KÍ. Tá var úrslitið 8-7, og í hálvfinaluni var úrslitið ímóti Víkingi 6-4.
EB/Streymur hevur spælt tríggjar dystir á vegnum ímóti finaluni: í fyrsta umfari endaði tað við 10-0 sigri ímóti Giza Hoyvík. Fjórðingsfinalan var ímóti HB, og tá var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at EB/Streymur hevði vunnið 4-3. Í hálvfinaluni vann EB/Streymur 1-0 ímóti MB, og fríggjakvøldið verður avgjørt, um tað skal vera EB/Streymur ella B68, sum fer at vinna steypið.

Í landskappingini hevur B68 vunnið tvær ferðir á EB/Streymi. Í báðum førum var talan um teprar sigrar, og tað sigur okkum, at tað heilt víst verður tætt og spennandi fríggjakvøldið. 29. mars vann B68 1-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Tá skoraði Rúna Olsen sigursmálið stutt undan leikloki. 23. juni vann B68 á Svangaskarði 2-0 ímóti EB/Streymi. Tá skoraði Miriam Harishi Egilsdóttir bæði málini.
EB/Streymur er á sætta plássi í landskappingini. Tær hava 19 stig fyri 13 dystir, meðan B68 hevur 40 stig fyri 14 dystir.

Hetta er nakað heilt fyri seg
Ein steypafinala er ein heilt serligur dystur. Tá verður alt avgjørt í einari uppgerð, meðan FM verður avgjørt í nógvum dystum, sum verða spældir yvir átta mánaða tíðarskeið.
Í steypafinaluni hevur tað ikki so nógv at siga, hvør støðan er í FM kappingini. Tá snýr tað seg um, hvussu einstøku spælararnir eru fyri á finaludegnum, hvussu liðið er samansett, hvønn hugburð spælararnir hvør fyri seg og í felag vísa, hvussu væl venjarin hevur skipað liðið og spælskipanina og ikki minst, hvussu stuðulin er frá áskoðarunum.
Eldhugaði venjarin, Egil Olsen, og spælararnir hava lagt nógva orku í fyrireikingarnar til finaluna. Teirra partur liggur ikki eftir.
EB/Streymur er tiltikið at eiga góðar áskoðarar. Nú er avbjóðingin hjá okkum, sum halda við B68 at syrgja fyri, at okkara partur ikki fer at liggja eftir fríggjakvøldið.
Bestu eydnu B68 genturnar. Vit vóna, at tit fara at hoyra og síggja nógvan stuðul kring Tórsvøll fríggjakvøldið.

Orð: Jóannes Hansen
Mynd: Andri Gerðisá

×