Tíðindabræv

Á nýggju heimasíðuni hjá Nes kommuna, er møguleiki fyri at fáa  tíðindabræv, hvørja ferð nýggj tíðindi koma á heimasíðuna. Eisini hevur heimasíðan ein kalendara, við kunning um ymisku tiltøkini, sum eru í kommununi.

Niðast á heimasíðuni er møguleiki fyri, at tekna seg til tíðindabrævið og kunningina, við at skriva navn og teldupost og melda til.

Neyðugt er hjá øllum, at melda til av nýggjum, sum vóru tilmeldaði tíðindabrævið frá gomlu heimasíðuni.

Ættarbindið kemur til várs

Ætlanin var, at ættarsøgubindið – 3. bind í bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes – skuldi koma út í 2017. Men arbeiðið hevur verið drúgvari enn væntað, og hetta ger, at ættarsøgubindið ikki kemur fyrr enn á vári 2018.

Tað harmar okkum almikið, at ættarsøgubindið gjørdist jólatrøll. Men sum støðan er, fær tað ikki verið øðrvísi. Afturfyri kunnu vit vóna, at ættarsøgan gerst so lýtaleys, sum gjørligt.

Tað hevur ikki skortað upp á hjálp at fáa seinasta tilfarið til vega. Her hugsa vit fyrst og fremst um myndirnar, sum eini 30 fólk úr bygdunum settu sær fyri at savna inn eftir 10 døgum. Talan gjørdist um einar 800 myndir, og av teimum eru umleið 500 valdar út til ættarsøguna. Í flestu førum er talan um familjumyndir.

Umframt sjálva ættarsøguna, verða einar 50 síður við frásagnum um allar vanlukkurnar í bygdunum frá 1600-talinum til okkara dagar. Eisini verður ein leitiorðalisti til øll trý bindini.

Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

 

KIRKJURÁÐVALIÐ Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI

Týsdagin 7. november var kirkjuráðsval. Tað vóru 376 veljarar á vali, sum er 44,3% av øllum veljarum. Tað komu 3 kvinnur og 4 menn inn í kirkjuráðið.

Kirkjuráðið sær nú soleiðis út:
Súni í Hjøllum, Toftir
Ólavur Magnussen, Nes
Bjørg Reinert Højgaard, Saltnes
Niclas Fr. Davidsen, Toftir
Inga Hansen, Toftir
Jonna Johannesen, Nes
Petur Jákup Petersen, Saltnes

FÍGGJARÆTLANIN 2018

Fíggjarætlanin fyri 2018 hjá Nes kommunu varð í gjárkvøldið samtykt við aðru viðgerð. Fyritreytirnar fyri inntøkunum erU, at skattaprosentið verður óbroytt, 20,5 prosent, og at barnafrádrátturin hækkar við kr. 500, frá kr. 5.000 til kr. 5.500.

Nettoinntøkan fyri 2018 er mett til 52,3 mió. kr. í mun til 46,9 mió. kr., sum er metta inntøkan fyri 2017. Ein hækking uppá 5,4 mió. kr., ella 11,6 prosent.

Rakstrarkostnaðurin fyri 2018 er mettur til 45,4 mió. kr. í mun til 43,8 mió. kr., sum er metti kostnaðurin fyri 2017. Ein hækking uppá 1,7 mió. kr., ella 4,0 prosent.

Útgreining av rakstrarkostnaðinum í 2018:

Rakstrarúrslitið verður sostatt eitt avlop áðrenn íløgur á 6,8 mió. kr.

Samtykt er at gera íløgur í 2018 fyri 15,7 mió. kr, sum kunnu sundurgreinast soleiðis:

Tøkur peningur pr. 30.09.2017 er 9,3 mió. kr. Nettoskuldin er 14,2 mió. kr., sum svarar til 30,4 prosent av einari skattaálíkning við einum skattaprosenti á 23,0. Lánsavdrøgini í 2018 verða 2,9 mió. Samtykt er at upptaka nýtt lán uppá 7,0 mió. fyri í 2018.

Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Vatnleiðingin á Agninum er í lagið aftur

Í sambandi við útgravingararbeiði er hol komið á vatnleiðingina á Agninum, og hava nøkur hús mist vatnið. Arbeitt verður við at rætta brekið. Óvist er, nær arbeiðið er liðugt.
Vatnleiðingin á Agninum er nú í lagið aftur.

Almenn móttøka fyri Maritu Dalsgaard

Í sambandi við, at Marita Dalsgaard fer frá sum skúlastjóri í Tofta skúla 1. desember verður hátíðarhald fyri henni í Miðstovu skúlans mánadagin 20.november 2017 frá kl. 15.00 – 18.00.

Øll eru hjartaliga væl komin í skúlan at heilsa upp á Maritu.

SKÚLASTÝRIÐ
NES KOMMUNA
TOFTA SKÚLI

Vøggusálmar í Fríðrikskirkjuni

Fríðrikskirkjan bjóðar vælkomin til vøggusálmasang kl. 10.30 hvønn mikumorgun í november, fyrstur ferð mikudagin 8. november 10.30. Vit syngja sálmar og barnasangir við rørslum. Ein stutt andakt verður og sjálvandi verður eisini ein drekkamuður.

Renna runt Agnið leygardagin

Leygardagin, 4. november, byrjar Vetrarkappingina aftur. Talan er um eina kapping, sum er runt um í Føroyum 8 leygardagar. Fyrsta kappingin er Agnið runt, og tað er lokala felagið Roysnið, ið skipar fyri. Byrjað verður við Tofta skúla kl. 11.00.

Vanliga eru nógvir luttakarar til kappingina Agnið runt, og fyrireikarnir vóna at tað eisini verður soleiðis leygardagin. Øll kunnu luttaka. Tey vaksnu renna allan teinin , 10,3 km, meðan børnini renna 5,0 km. Hesaferð verður skipað fyri kapping í einum ultraveteranbólki, + 65 ár.

Allir luttakarar kunnu skifta í Tofta skúla. Málið er niðanfyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá felagnum fyri frælsan ítrótt, fif.fo.

 

Kirkjuráðsvalið 2017

Hin 7. november 2017 verður kirkjuráðsval í Nes kirkjusókn. Valið ferð fram í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni frá kl. 10.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, sum ikki kunna koma á valstaðið valdagin, kunna venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 447586.

Les meira undir Kalendari her á síðuni.

Listi yvir tey, sum eru uppstillaði
  1. Niclas Fr. Davidsen, Toftir
2. Amanda Elkjær, Nes
3. Emma Hansen, Æðuvík
4. Inga Hansen, Toftir
5. Kaj Eli Hansen, Nes
6. Súni í Hjøllum, Toftir
7. Bjørg Reinert Højgaard, Saltnes
8. Hilmar Jónfinn Højgaard, Saltnes
9. Jan Regin Jacobsen, Nes
10. Jonna Johannesen, Nes
11. Ólavur Magnussen, Nes
12. Petur Jákup Petersen, Saltnes

 

Minningarhald teirra sjólætnu

Minningarhald teirra sjólætnu verður í Fríðrikskirkjuni 1. novembur kl. 15.00. Tað verður Ovi Brim prestur ið talar.

Eftir taluna verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Aftaná minningarhaldið bjóðar Nes kommuna til kaffi í kirkjukjallaranum.

×