Koyr á Ternan !

Í vikuskiftinum verða steypafinalurnar leiktar í flogbólti.  Hjá Ternuni av Toftum hava 3 lið leikt seg í finaluna.

Í samband við steypafinalurnar hevur FBF gjørt eina leikskrá. Niðanfyri er endurgivin grein, sum borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, hevur skrivað til leikskránna.

—————

Tað er stuttligt og hugaligt hjá okkum í Nes kommunu at fylgja við í steypafinalunum hjá yngstu liðunum í ár. Ternan er umboðað í 3 finalum, U14 gentum og hjá gentum og dreingjum í U12.

Tað er ikki av tilvild. Tey sum hava fylgt við flogbóltskappingunum kring Føroyar hetta kappingarárið hava lagt til merkis, at Ternan t.d. hevur verið best umboðað í U12 aldursbólkinum.

Eisini til venjingarnar, í fimleikarhøllini í Tofta skúla, er uppmøtingin sera góð. Flogbóltsfelagið Ternan ger eitt stórt ungdómsarbeiði, sum vit í Nes kommunu kunnu fegnast um og eru errin av. Ternan leggur stóran dent á at menna okkara ungu leikarar. Við ábyrgdarfullari leiðslu, góðum venjarum, røskum leikarum og stuðlandi  foreldrum síggjast góð úrslit. Tað er hetta vikuskiftið eitt gott dømi um, har Ternan er umboðað í 3 finalum.

Flogbóltsamband Føroya (FBF) ger eisini eitt stórt arbeiði fyri at íbirta áhuga millum børnini til flogbóltsspælið og at menna yngru leikararnar. Tað, at Peter Morell er í starvi hjá FBF, hevur víst seg at verið ein sannur fongur fyri flogbóltin í Føroyum. Við sínum vitjanum úti í feløgunum, hækkar Peter Morell støðið á barnavenjingunum og eggjar børnum og venjarum at halda fram við at venja og menna seg. Flogbóltsamband Føroya og Peter Morell eiga stóra tøkk og rós uppiborið fyri teirra ungdómsmenningararbeiði úti í feløgunum, og ikki minst skúlunum, har Peter Morell eisini vitjar og skipar fyri venjingum.

Mótstøðuliðini hjá gentunum og dreingjunum er í øllum trimum førunum SÍ. Sørvágur er ein kend og sigursvand flogbóltsbygd. Av teimum 12 steypafinlunum í ár, er SÍ annað liðið í 10 av finalunum. Tílík úrslit koma ikki av sær sjálvum, men eru grundað á vælskipað og áhaldandi gott ungdómsarbeiði. Øll flogbóltsfeløg í Føroyum, eisini Ternan, kunnu óiva læra nógv av tí ungdómsarbeiði,  sum verður gjørt hjá SÍ í Sørvági.

Um vit hyggja at fólkagrundarlagnum og umstøðum annars, so kunnu við staðfesta, at tað er rættuliga eins hjá Ternuni og SÍ. Um ársskifti búðu 1.279 fólk í Nes kommunu og 1.177 í Sørvágs kommunu. Hallirnar á Toftum og í Sørvági eru eins stórar. Sostatt eru fyritreytirnar nærum eins í báðum kommununum og vónandi fer góða ungdómsarbeiðið í Ternuni at halda fram, so Ternan eisini í framtíðini verður partur av flogbóltsfinalunum, bæði hjá børnum og vaksnum.

Vegna Nes kommunu fari eg at takka Ternuni fyri at umboða okkara kommunu so væl og virðiliga og  ynskja gentum og dreingjum bestu eydnu í  finalunum í dag.

Koyr á Ternan !

Fýra kommunulæknar í Skálafjarðar læknadømi

Skálafjarðar læknadømi veður nú uppstigað við einum lækna. Frá at tríggir kommunulæknar hava virkað í økinum, verða teir nú fýra. Við hesum fær borgarin eina væl betri tænastu og læknarnir mannsømilig kor at virka undir. Borgarstjórarnir við fjørðin og HIMR eru komin ásamt um hesa raðfesting, samstundis sum Løgtingið hevur játtað neyðuga peningin.

Læknaviðtalur eru til tríggjar kommunulæknar á Heilsumiðstøðini í Runavík og til ein kommunulækna í viðtaluhølunum á Strondum og virka hesar undir felags heitinum Heilsudepilin við Skálafjørðin.

Kommunurnar í økinum eru samdar um, at nýta verandi viðtaluhøli, í Runavík og á Strondum. Tað hevur ligið í kortunum, at umstøðurnar skulu broytast soleiðis, at rúm verður fyri fýra viðtalum í Heilsumiðstøðini í Runavík, táið koyrandi er ígjøgnum undirstjóvartunnilin. Hetta er framvegis ætlanin. Greitt er kortini ikki hvussu hetta skal skipast fíggjarliga, táið fráboðaninar frá landsstýrinum hava verið heldur ógreiðar í seinastuni.

1. februar byrjaði Joan Skibenæs í føstum starvi sum kommunulækni í læknaviðtalu 2. Við hesum eru føstu kommunulæknarnir í læknadøminum:

Kári Rasmussen og Joan Skibenæs. Hesir hava læknaviðtalur í Heilsumiðstøðini í Runavík.

Frá 19. februar 2018 verður kommunulæknaviðtala 3., sum hevur verið aðru hvørja viku á Strondum og í Runavík, flutt til at vera á Strondum hvørja viku, og fær hon nú heitið Kommunulæknaviðtala 4.

T.v.s. at læknaviðtala 1, 2 og 3 vera í Runavík og læknaviðtala 4 verður á Strondum.

Frá mánadegnum 12. mars 2018 verða allar 4 læknaviðtalurnar mannaðar.

Viðtalurnar í Skálafjarðar læknadømi verða tá hesar:

 

Kommunulæknaviðtala I

Eyð T. Magnussen

Mýravegur 4

620 Runavík

Kommunulæknaviðtala II

Joan Skibenæs, kommunulækni

Mýravegur 4

620 Runavík

Kommunulæknaviðtala III

Skiftandi kommunulæknaavloysarar

Mýravegur 4

620 Runavík

Kommunulæknaviðtala IV

Skiftandi kommunulæknaavloysarar

Fløtuvegur 1

490 Strendur

 

Nú ein nýggj læknaviðtala verður skipað í økinum fyriskipar Heilsutrygd, í samráð við kommunulæknarnar, fyri flyting av sjúklingum til fjórðu læknaviðtaluna, soleiðis at hon fær eitt hóskandi tal av sjúklingum. Flytingarnar verða í mestan mun gjørdar alt eftir hvar ið borgarin hevur bústað. Hetta fáa viðkomandi borgarar boð um síðst í viku 10 og í viku 11.

Heilsutrygd fer í næstum at lýsa kommunulæknastøvini í læknaviðtalu 3 og 4 leys, fyri at fáa fastar kommunulæknar at røkja allar viðtalurnar sum skjótast.

Fyribils verða viðtalur 3 og 4  mannaðar við avloysarum.

Kommunurnar við Skálafjørðin fegnast um betraðu útlitini fyri góðum og tryggum viðurskiftum í Læknadøminum við Skálafjørðin.

 

 

 

 

 

Sangløta í Vesturskin

Sangløta verður á Vesturskin, í hølinum hjá Dagtilhaldinum, í kvøld 20/2-2018 kl. 19.30 við Eyðun Jacobsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Bygdarráðið vitjaði í Eysturoyartunlinum

Fríggjadagin vóru bygdarráðið og leiðarin fyri teknisku deild í Nes kommunu og vitjaðu í Eysturoyartunlinum, har umboð fyri tunnilsfelagið og NCC tóku ímóti og greiddu frá arbeiðnum.

Ein triðingur er nú sprongdur av tunlinum, ella íalt 3.770 metrar, 1.963 metrar av Strondum og 1.807 metrar av Hvítanesi. Nú er nakað síðani at spreingingin viðv. rundkoyringini var liðug, og frá rundkoyringini hava teir nú sprongt 153 metrar mótri Hvítanesi og 185 metrar móti Rókini.

Fyrsta skotið var latið av 21. febr. 2017, ella fyri uml. einum ári síðani. Tunnilin verður liðugur í 2020.

 

Stuðulsstarv í Tofta skúla

Søkt verður eftir 1 námsfrøðiligum stuðli í tíðarskeiðnum 1.mars til og við 26.juni 2018.

 

• 1 starv sum námsfrøðiligur stuðul á 317 árstímar (lønarbrot 0,495)
Talan er um stuðul til næmingar í 2. og 5.fl., ið hava serligan tørv

Vit vænta at tú:
• ert fyrikomandi, umhyggin, álítandi og dugir at samstarva
• vil taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan

Førleikakrøv:
Útbúgvin sum námsfrøðingur. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið sum stuðul verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til: tof@skulin.fo og vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26.februar kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra á tlf. 565050
_____________________________________________________________________
Tofta skúli hevur hetta skúlaárið 200 næmingar í 1. – 10.fl.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo

Minnisrit um 100 ára missiónsarbeiðið á Toftum

Tað var í apríl í 1917, at nakrar ungar gentur á Toftum samlaðust í bóndahúsunum inni á Regni til bíbliulestnað, bøn og hugnaliga samverðu. Skjótt komu fleiri kvinnur og menn afturat, so gamli skúlin var leigaður til at hava møtir í.
Í 1939 varð missiónshúsið, Tabor vígt og arbeiðið mentist alla tíðina. Í 1994 varð núverandi missiónshús vígt og hevur síðani verið karmur um nógva og fjøllbroytta arbeiðið.
Blái Krossur byrjaði á Toftum í 1908 og var sostatt virkin áðrenn missiónsarbeiðið byrjaði.
Alt hetta og nógv meiri kann lesast í einum minnisritið sum nú er skrivað.
Í heftinum er stutt søguligt yvirlit yvir arbeiðið, sunnukvøldsmøtini, bíbliutímar, leygarkvøldsmøtini og jólaveitslurnar.
Harafturat eru frágreining frá arbeiðsgreinunum sum í dag eru virknar og eru:
Bindimøtið/sjómanskvinnuringurin, Blái Krossur, streingjakórið, sunnudagsskúlin, útimissiónsbarnaringurin, barnakórið, ungdómsmøtini, seinnapartssamkoman, Taborkórið og juniorarbeiðið.
Bóklingurin er 60 síður í a5 stødd við 43 myndum.
Minnisritið, saman við innbjóðing til missiónsvikuna, sum er hesa vikuna, er  borið út í húsini í Nes kommunu.

Innandurakappin 2018 í Høllini í Tofta skúla

Í morgin 10. februar skipar B68 ungdómsdeildin saman við Motussport fyri innandurakapping í høllini í Tofta skúla.

Kappingin, sum er fyri tey yngru liðini, frá U7 til U15, byrjar kl 9.00 og verður liðug uml. kl. 21.00,

Møguleiki verður hjá áskoðarunum at keypa kaffi o.a.

Roðin bjóðar borgarum 67 ár og eldri til venjing og samveru

Roðin økistænastan fer nú at bjóða borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.

Í Bylgjuni í Runavík er venjingin mánadag og mikudag frá kl. 11 – 12.

Í Ítróttarhøllini á  Skála er venjingin týsdag og hósdag frá kl. 11-12.

Venjingin er ikki fyri at blíva yngri, men fyri at blíva eldri.
Tilboðið er við tí fyri eyga at økja um kontitiónina, vøddastyrkina og betra balansuna. Hetta kann fyribyrgja falli og lívstílsjúkum og kann stuðla undir vælveru og lívsgleði.

Øll kunna vera við.

Faldari venjing borgarar 67 ár og eldri

Malla 103 ár og elsta fólk í Føroyum

Leygardagin fylti Malla Olsen av Toftum 103 ár. Malla er í dag elsta fólk í Føroyum.

Í sambandi við føðingardagin var borgarstjórin í Nes kommunu í dag og heilsaði uppá Malla. Tey bæði fingu eitt gott prát. Malla, sum dugir sera væl at siga frá, var væl uppløgd, og greiddi væl frá henna langa lívi, bæði sum barn og vaksin.

Malla sum býr á sambýlinum Vesturskin á Toftum,  var spent eftir at hoyra sendingina “Við Tórði á túri” seinnapartin. Tórður Mikkelsen hevur verið inni á gólvinum við mikrofonini, og verður samrøðan send í dag kl. 17.00.

Nes kommuna ynskir Mallu Olsen hjartaliga til lukku við 103 ára degnum og við heitinum sum elsti føroyingur.

Myndin er frá 100 ára degnum hjá Mallu, tá næmingarnir í Tofta skúla vóru og fagnaðu henni.

 

×