So er hon her, skráin fyri Várdagar hjá Nes kommunu og Bátafestivalin hjá Bátafelagnum fyri 2018.
Hugnaløta á Vesturskin
Týskvøldið 17. apríl 2018 kl. 19.30 verður hugnaløta á Vesturskin.
Luttakarar verða Justinus og Jákup Justinussen.
Øll er vælkomin.
Svimjuhylurin stongdur í dag
Vegna brek verður svimjuhylurin stongdur í dag hósdagin 12.04.2018. Opið verður aftur í morgin fríggjadagin 13.04.2018.
Nes kommuna
Várframsýning í Tofta skúla
Sunnudagin 15. apríl hevur Tofta kvøldskúli
framsýning av handaligum arbeiði.
Framsýningin letur upp kl. 14.00.
Kl. 15.00 heldur Hilmar Højgaard , Saltnes, røðu, og klavernæmingar í Tofta kvøldskúla framføra.
Framsýningin er opin til kl. 18.00
TOFTA KVØLDSKÚLI
Eldrafelagið á Toftum aðalfund
Lýst verður til aðalfund hjá Eldrafelagnum hósdagin 19.04.2018 kl. 19. Fundurin verður í Dagtilhaldinum á Vesturskin
Aðalfundurin verður hildin sambært viðtøkum felagsins við hesi skrá:
1. Formansfrágreiðing.
2. Roknskapurin fyri 2017.
3. Val av nevnd
4. Val av grannskoðara og varagrannskoðara.
5. Áseting av limagjaldið fyri 2018.
6. Ymiskt.
Við á fundinum verður Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, sum kemur at greiða frá verkætlanum og arbeiðinum í Nes kommunu við atlitið til Skálafjarðartunnilin.
Toftir, hin 5. apríl 2018
NEVNDIN
Bátafestivalurin á Toftum verður 5. mai
Tíðindaskriv frá Bátafelagnum á Toftum:
Bátafestivalurin 2018 verður á Toftum leygardagin 5. mai
Ársins fyrsta bátatiltak er Bátafestivalurin á Toftum. Eins og undanfarin ár, so verður hann eisini í ár fyrsta leygardag í mai-mánaði, sum er 5. mai.
Meðan bátafólkið pussar upp, leggja fyrireikararnir seinastu hond á víðfevndu skránna, sum verður kunngjørd seinni.
Dan heldur røðuna fyri bátafólkinum
Leisturin verður kortini hin sami og væl kendi. Dagin fyri – fríggjadagin klokkan 16.00 – letur kampingøkið upp. Klokkan 12.00 leygardagin møtast bátarnir í Skálafirði, og hálvan tíma seinni setir bátafylgið kós ímóti Oyrunum á Toftum, hagar teir koma klokkan 14.00.
Í ár verður tað Dan Reinert Petersen, ið fer at flyta fram vælkomurøðuna í Oyrunum. Dan er saltnesmaður, fyrrverandi lærari og tingmaður, sum eisini kennir væl til sjólívið.
Suppa, sangur – og dansur
Eftir tiltakið í Oyrunum, har harmonikurnar eisini ljóma, savnast bátafólkið á ‘Nyki’ at fáa tiltiknu suppuna og annað gómagott.
‘Syngið við’-tiltakið við harmonikutónleiki byrjar klokkan 18.40 og varir í umleið hálvan annan tíma. Klokkan 23.00 byrjar dansurin í teltinum.
Bill undirheldur
Allan dagin verður matarsøla, tónleikatiltøk og undirhaldstiltøk fyri børn og vaksin, sum kunnað verður um seinni. So mikið er tó vist og váttað, at Bill Justinussen, tingmaður, undirheldur í teltinum klokkan 16.30.
Fyrireikararnir bjóða øllum at vera væl komin á Bátafestivalin á Toftum 2018. Meiri kunning sæst á facebook.com/batafestivalurin
Skrúva verður fyri vatninum á Nesi
Vegna arbeiði uppá vatnleiðing verður stongt fyri vatninum á Nesi fríggjamorgunin millum kl. 10 og 11.
Nes Kommuna
Námsfrøðingar til Barnagarðin á Svangaskarði
Til barnagarðin og vøggustovurnar verður søkt eftir:
Námsfrøðingum at arbeiða 30 – 35 tímar um vikuna
Til vøggustovurnar er talan um 2 størv á 30 tíma og 4 størv á 35 tímar
Til barnagarðin er talan um 6 størv á 30 tímar og 2 størv á 35 tímar
Størvini verða sett frá 13. august 2018
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
• Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
• Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
• Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021
Umsóknir
saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes Kommunu í hendi í seinasta lagi 22. apríl 2018
Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo
Rennið Agnið runt leygardagin
Leygardagin, 7. apríl, skipar Roysnið fyri at renna Agnið runt – 3 ferðir.
Frá Roysninum verður sagt, at møguleiki er at renna Agnið runt 1 ferð, 2 ferðir ella 3 ferðir. Hetta er fyrstu ferð, at Roysni skipar fyri tílíkum tiltaki.
Byrjað verður við Tofta skúla, fyrstu ferð kl. 11,00, næstu ferð kl. 12.00 og 3 ferð kl. 13.00.
Allir luttakarar fáa høvi til at fara undir brúsu ella svimja í svimjihøllini í Tofta skúla eftir renningina. Í sambandi við tiltakið, bjóðar Nes kommuna øllum at svimja ókeypis leygardagin 7. apríl.
Gleðiligar páskir
Nes kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir.
Í páskafrítíðini er kommunuskrivstovan stongd. Opið verður aftur 3. apríl, sum vanligt.