Skulu dekk burtur

Nú er tíðin komin, at vetrardekkini skulu av og summardekkini á. Týdningarmikið er at burturbeina gomlu dekkini á rættan hátt.

Um felgan ikki kann brúkast aftur, lat hana til jarnendurnýtslu og dekkini sjálvi til brenningar. Um neyðugt, fáið verkstaðið at taka gomlu dekkini av felgunum.

Jarn er vorðið ein trotvøra í heiminum, men um tit lata tað til endurnýtslu, senda vit tað uttanlands, har tað verður gagnnýtt í nýggjum høpi.

Saman gera vit Føroyar grønari.

Ruskinnsavningin forskotin hesa vikuna

Týsdagin 1. mai er eingin innsavning hjá IRF. Innsavningin í vikuni verður sostatt forskotin við einum degi, soleiðis at tað, ið eigur at verða heintað týsdag, verður heintað mikudag ístaðin o.s.fr.

Várdagarnir halda fram

Skráin fyri Várdagarnir 2018, sum í hesum døgum verða hildnir í Nes kommunu, halda fram næstu dagarnar.

Úr skránni kann m.a. nevnast, at Kim Hansen hevur ókeypis konsert í Tofta skúla í kvøld kl. 20.00.

Gongutúrur verður við Toftavatn mikumorgunin kl. 8.00, har Janus Jensen verður ferðaleiðari og frásøgufólk. Møtt verður á Svangaskarði. Eftir gongutúrin bjóðar Nes kommuna til morgunmat í B68 húsinum, uml. kl. 9.00.

Kvinnufelagið skipar fyri kvinnukvøldi í Tofta skúla mikukvøldið kl 20.00, har m.a. Hans Marius Ziska luttekur. Kostnaður kr. 100,00.

Sí annars skránna niðanfyri.

TÝSDAG 1. MAI 2018
– KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ – MÁLNINGAFRAMS. OG KAFFI
– KL. 15.00 – 19.00 KØKSHÚSIÐ OPIÐ. TÓNLEIKUR, KAFFI OG VAFFLUR.
– KL. 17.00 B68 SKIPAR FYRI BARNATILTAKI Á SVANGASKARÐI
– KL. 20.00 KONSERT Í TOFTA SKÚLA VIÐ KIM HANSEN

MIKUDAG 2. MAI 2018
– KL. 08.00 “TÚRUR VIÐ TOFTAVATN” – FRÁSØGUMAÐUR JANUS JENSEN
– KL. 09.00 – MORGUNMATUR Í B68-HÚSINUM EFTIR GONGUTÚRIN
– KL. 16.00 – 18.00 ALMENN SVIMJING FORELDUR/BØRN – ÓKEYPIS
– KL. 19.00 – 21.00 BÓKASAVNIÐ OPIÐ
– KL. 20.00 KVINNUKVØLD Í TOFTA SKÚLA – TOFTA KVINNUFELAG SKIPAR FYRI, M.A. LUTTEKUR HANS MARIUS ZISKA

HÓSDAG 3. MAI 2018
– KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ – MÁLNINGARFRAMS. OG KAFFI
– KL. 19.00 – 20.00 LØTT LINEDANSCAFÉ Í NAVIA – JÓHANNA & JÓHANNA
– KL. 20.00 SANGMØTI Í TABOR VIÐ MARIT OG IRENE ÚR NOREG.
– KL. 20.00 MANNFÓLKAKVØLD Á SVANGASKARÐI – B68 SKIPAR FYRI

FRÍGGJADAG 4. MAI 2018
– KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ – MÁLNINGAFRAMS. OG KAFFI
– KL. 17.00 – 19.00 ALMENN SVIMJING BØRN/VAKSIN – ÓKEYPIS
– KL. 19.00 – 20.00 ALMENN SVIMJING VAKSIN – ÓKEYPIS
– KL. 19.00 SANGLØTA Í TELTINUM Á HAVNALAGNUM V/M.A. BLÁTT GRAS, PETUR HANS HANSEN V/BÓLKI,

LEYGARDAGUR 5. MAI 2018

– KL. 22.00 – 02.00 UNGDÓMSHÚSIÐ – DJ SHOW HAR DJ COOL DISKA. EISINI VERÐUR DANSIFRAMFØRSLA.

 

 

Borgari nr. 1300 í Nes kommunu

Bernhard Johannessen bleiv borgari nr. 1300, sum bleiv skrásettur í Nes kommunu. Bernhard er uppvaksin á Toftum, men hevur seinastu 5 árini arbeitt í Havn og búð á Argjum. Hann fer nú at arbeiða á Skálafjørðinum og er fluttur heimaftur at búgva.

Við ársbyrjan vóru 1279 fólk skrásett í Nes kommunu og var tað tað mesta sum nakrantíð er skrásett í Nes kommunu við eitt árslok. Nú knapt 4 mðr. seinni búgva 1300 fólk í Nes kommunu.

Fyri 15 árum síðani, í 2003, fór fólkatalið í Nes kommunu upp um 1200.

Sandgrevstur byggir goymsluhøll á Toftum

Sandgrevstur úr Fuglafirði byggir í løtuni ein goymslubygning á havnalagnum á Toftum. Talan er um ein bygning, sum verður 1525 fermetrar til støddar, 61 m langur og 25 m breiður. Eftir ætlan verður bygningurin liðugur í ár.

Síðani 2013 hevur Sandgrevstur havt virksemi á havnalagnum á Toftum. Felagið leigar Snoddbygningin á Toftum, sum P/F Eysturoy eigur, til teirra virksemi, sum umfatar flutning og goymslu av alifóðri úr Noreg.

Alifóðrið verður lagt upp á Toftum, goymt í Snoddbygninginum, og síðani flutt út á laksaalistøðirnar eftir tørvi.

Sandgrevstur hevur tørv á meiri goymsluplássi til teirra virksemi. Felagið hevur ikki tikið støðu til um teir frammhaldandi eisini fara at leiga Snoddbygningin til teirra framtíðar virksemi.

Gordon Martin Midjord úr Fuglafirði er stjóri í Sandgrevstur. Hann sigur, at Tofta havn  liggur miðskeiðis í Føroyum og tað hóskar væl til teirra flutningsvirksemi. Hann sigur eisini, at teir eru glaðir fyri at verða á Toftum og sera vælnøgdir við bæði umstøður og tænastu.

Hugnaløta á Vesturskin

Hugnaløta verður á Vesturskin hóskvøldið 3. mai. 2018 kl. 19.30.

Frelsunarherurin fer at syngja.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Ruddingardagur verður leygardagin

Leygardagin, 28. apríl, verður árligi ruddingardagurin í Nes kommunu. Nes kommuna bjóðar til morgunmat í matarhøllini hjá Faroe Origin frá kl. 09.00 – kl. 10.00.

Eftir morgunmatin  verður ruddað í Nes kommunu til kl 12.00 tá øll møtast aftur omanfyri egningarskúrarnar, har skráin er henda:

  • sangframførsla av Jóan Magnus Gunrim
  • Mótasýning við  Insito, Navia og Touché
  • Nes kommuna bjóðar grillaðar búffar
  • Hvørt húski fær eina træplantu frá Nes kommunu

Við  ruddingardegnum verður skráin fyri Várdagar í Nes kommunu skotin í gongd.

Leygardagin er annars málningaframsýning í Gráasteins húsinum v/ Andreu Kjeld kl. 16.00 og eydnuhjól í B68 húsinum kl. 19.00.

Orgulkonsert í Fríðrikskirkjuni fríggjakvøldið

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið 20. apríl kl. 20.00, verður orgulkonsert í Fríðrikskirkjuni.

Tað verður kendi danski organisturin, komponisturin og kórleiðarin Poul Christian Balslev sum m.a. fer at spæla eldri og yngri orgulverk eftir Buxtehude, Niels W. Gade, Arvo Paert, G. A. Sorge, Jesper Madsen og verk hjá sær sjálvum.

Poul Christian Balslev, sum tók kirkjumusikalska diplomeksamiu á tí kongeliga danska musikkonservatorium í 1996, hevur verið organistur síðani 1985.

Seinastu 20 árini hevur hann havt ein rúgva av konsertum í Danmark, men hevur eisini havt konsertir í Svøriki, Týsklandi, Hollandi, Eysturríki, Italien Spanien, Frankarríki, Polen, Japan, USA og Argentina.

 

 

Áheitan frá IRF um at øll húsarhald fáa sær ruskstativ

­­­­

IRF heitir á allar borgarar í limakommununum um at fáa sær ruskstativ til húsarhaldsruskið – til frama fyri bæði umhvørvi og ruskinnsavnarar.

Reglugerð 
• Hav posan í stativi – so fuglur/ketta/rotta ikki kemur at
• Hav stativið sjónligt og hægst 20 metrar frá atkomuvegi
• Hav trygga og ljósa gonguleið til stativið
• Posin má hægst viga 20 kg fullur – lat einki spískt ella hvast í
• Lat stativini standa saman, har fleiri íbúðir eru á somu ogn

Góð ráð til tín, sum ikki fært posarnar at røkka til: 
• Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla
• Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF-posan til hetta
• Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
• Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið
• Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið

Aðalfundur hjá Fornminnisfelagnum

Fornminnisfelagið í Nes Kommunu hevur aðalfund leygardagin 21.apríl 2018 kl. 16.00 í gamla prestagarðinum á Nesi.

Skrá sambart viðtøkunum.

Nevndin í Fornminnisfelagnum

×