Hóskvøldið 24. maj, kl 19.30 verður hugnaløta á Vesturskin. Oasubrøður fara at syngja og ein drekkamunnur verður at fáa.
Hjartaliga vælkomin
Hóskvøldið 24. maj, kl 19.30 verður hugnaløta á Vesturskin. Oasubrøður fara at syngja og ein drekkamunnur verður at fáa.
Hjartaliga vælkomin
Undirhúskórið fer at syngja í tilhaldinum mikudagin 06.06.2018 kl. 16.00. Drekkamunnur og okkurt gott afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin
MÁNAKVØLDIÐ 14. MAI KLOKKAN 19:30 verður ein lítil konsert í tónleikastovuni í skúlanum á Toftum. Violinnæmingarnir hjá Moniku fara at spæla. Undirspælið á klaver hevur Anki, annar av klaverlærarunum í Nes Sóknar Musikkskúla.
TÝSKVØLDIÐ 15. MAI HEVUR MUSIKKSKÚLIN AFTUR KONSERT – hesaferð í Løkshøll. Konsertin byrjar klokkan 18:30, tá klavernæmingarnir hjá Heðini Kambsdal og Ann-Kristin Nilsson (Anki) fara at spæla.
Klokkan 19:00 fer týsdagsorkestrið hjá Nes Sóknar Musikkskúla at framføra í Løkshøll. Tað eru tríggir musikkskúlalærarar, ið taka sær av hesum orkestrinum týsdagar. Teir tríggir eru Anki, sum vanliga stjórnar orkestrinum, Jona, sum er annar violinlærarin hjá okkum, og Tóri Restorff Jacobsen, ið undirvísir í cello. Orkestrið spælir í okkurt um tjúgu minuttir.
Aftan á hetta orkesturspælið fáa áhoyrararnir høvi til at lurta eftir framførslum við klarinettum , tvørfloytum og helst trummum eisini.
Hósdagsorkestrið hjá Nes Sóknar Musikkskúla, sum Elsa Maria Dam, lærarin í tvørfloytu, Oddur Hentze, klarinettlærarin, og trummulærarin, James Goodwin, taka sær av, fer eisini at spæla nøkur løg. Oddur stjórnar vanliga hesum orkestrinum.
Hetta týskvøldið er annað virksemi í kantinuni, samstundis sum konsertin er. Tí verður heitt á fólk um at ganga stillisliga við hurðunum.
MIKUKVØLDIÐ 16. MAI endar konsertrøðin á hesum sinni. Hetta kvøldið kl. 19.00 fara guitarnæmingarnir hjá Herluf Lützen at framføra í Løkshøll. Nakað av samanspæli er eisini á skránni.
MIKUKVØLDIÐ 30. MAI verður horntónleikur at hoyra í Glyvra Kirkju. Tað er Nes Sóknar Hornorkestur, ið fer at framføra. Nakrir av hornnæmingunum hjá Ken Jones sleppa eisini at spæla við hetta kvøldið, og tí kundi tað verið áhugavert at stokkið inn á gólvið.
Hósdagin 24. Mai 2018 kl. 19.00 hevur Bátafelagið á Toftum aðalfund í Undirhúsinum.
Skrá: Sambart viðtøkum felagsins.
Nýggjir limir kunna tekna seg, so vit verða fleiri .
Hevur tú hug, at verða við í fyrireikingini til Bátafestivalin, so er tað tær vit hava tørv á.
Tæt nýtist ikki at verða í starvsnevndini, men í nevndini, sum skapar karmarnar,
har tit fáa fríðar teymar at byggja upp.
Er onkur, ið hevur hugskot at fáa meiri “go” í festivalin, so bíða vit spentir.
Fyri at njóta, er neyðugt at taka lut.
Øll hugskot eru vælkomin.
Vit eru tilreiðar, er tú ???
Vit bíða eftir tykkum, tí vit eldast.
Okkum tørvar tykkum?
Nevndin fyri Bátafelagið
Mikukvøldið, 9. mai 2018, kl 20.00, verður várkonsert í Fríðrikskirkjuni við luttøku av Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni og Nes Sóknar Hornorkestur.
Helena Samuelsen fer at siga frá Steingrím Niclasen og yrkingum hansara á Bókasavninum týskvøldið 8. mai kl. 19.00.
Yrkingarnar eru:
O, sigursæla náttarstund í forðum – Sum harðveður, tá ódn ber á –
Eg hómi eitt land handan handastu íður – Harri, mínar troyttu hendur rætti eg ímóti tær –
Sí sólin fríð í fjallalíð – Undir heimsins súlnagangi – Á knæ í bøn til tín –
Aftur páskasólin roðar – Av lívinum lítið tú lærdi …
Øll er vælkomin.
Bókasavnið í Nes Kommunu.
Aftur í ár skipar bátafelagið fyri Bátafestivali á Toftum. Hetta er bátafestivalur nr. 14, sum hevur verið hvørt ár síðani 2005. Nes kommuna er sera takksom fyri tað stóra arbeiði, sum Bátafelagið á Toftum og onnur sjálvboðin leggja í hetta stóra tiltak, sum tað er blivi til gjøgnum árini, til stóra gleði fyri okkum borgarar í Nes kommunu og vitjandi.
Vegna Nes kommunu ynski eg at bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin til Toftir í dag, til Bátafestival, og ynskja øllum, bæði íbúgvum í Nes kommunu og vitjandi ein góðan Bátafestival.
Skráin fyri bátafestvalin sæst niðanfyri.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri
Skráin fyri Bátafestivalin 2018
– Kl. 12.00 Bátarnir møtast í Skálafirði
– Kl. 12.30 Sigla móti Toftum
– Kl. 13.30 Harmonikurnar byrja at spæla við bátahylin
– Kl. 14.00 Bátarnir koma í Oyrarnar á Toftum
– Kl. 14.30 Dan R. Petersen, heldur røðu í Oyrunum.
– Kl. 14.00 Andlitsmáling
– Kl. 15.00 Hoppiborgir v.m. á festivaløkinum
– Kl. 15.00 Tombola á festivaløkinum
– Kl. 15.00 Pylsuvognurin letur upp á festivaløkinum
– Kl. 15.30 Sølan av teimum vælumtóktu festivalbúffunum byrjar
– Kl. 15.30. Hervør Sabina & Kári syngja í festivalteltinum
– Kl. 16.00 Kári Sverrisson syngur og spælur í Teltinum
– Kl. 16.30. Bill Justinussen undirheldur í Teltinum
– Kl. 17.00. Kim Hansen syngur og spælur i teltinum
– Kl. 17.30. Carlsen Systranar, ið vóru við i DK Grand Prix syngja i teltinum
– Kl. 18.00. Mótasyning Navia & Innsito
– Kl. 18.40. Syngi við tiltak við harmonikum
– Kl. 23.00 Dansurin byrjar í teltinum við Hallur Joensen
– Eisini verður skattaveiða fyri børn á festivaløkinum.
PS. Kl. 22.00 er DJ Show í Ungdómshúsinum har DJ COOL Diskar. Eisini verður dansiframførsla.
Sangløta við umfatandi skrá verður í festivaltjaldinum á Toftum fríggjakvøldið, 4. mai kl. 20.30. Tiltakið er ókeypis.
Umframt kenda og vælsvingandi bólkin Blátt Gras úr Vágunum, fer lokali Petur Hans Hansen við bólki, eisini at framføra. Men áðrenn teir báðir bólkarnir koma á pallin, fara barnakór úr Nebo og Tabor, ungdómsbólkurin ELISHA og Undirhúskórið at syngja.
Í skránni er lýst við at sangløtan byrjar kl. 20.00. Men hon er útsett til kl. 20.30.
Tað er lokala Blákrossfelagið sum skipar fyri, og eftir sangløtuna fáa øll bjóða suppu, eins og kaffi eisini verður at fáa,
Seinni um kvøldið verður ungdómstiltak í tjaldinum.
Tílíkar sangløtur hava verið í tjaldinum seinastu árini, fríggjakvøldið áðrenn bátafestivalin, og hava altíð nógv fólk verið til tiltakið. Fyrireikarnir vóna at soleiðis verður eisini í ár, og ynskja øllum at verða hjartaliga vælkomin.
Hóskvøldið, 3. mai kl. 20.00, skipar B68 fyri Mannfólkakvøldi á Svangaskarði. Finn Johannesen undirheldur. Spennandi fiskarættur og Fisk & Chips verður at fáa til matna. Øll mannfólk eru hjartaliga vælkomin, kostnaðður kr. 200,00.
Málningaframsýning er í Atelier Gráastein hjá Alfred Olsen, í Saltnesi.
Opið verður allar gerandisdagar frá 15:00 til 18:00.