Tofta skúli søkir námsfrøðiligar stuðlar

Hesi námfrøðiligu stuðulsstørv eru leys at søkja í Tofta skúla skúlaárið 2018/2019.
Tvey føst størv frá 1. august 2018 at rokna:
• 1 fast starv við setanarbroti 0,54
• 1 fast starv við setanarbroti 0,52
Trý tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018/2019:
• 1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,5
• 1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,36
• 1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,15
Námsfrøðiligu stuðlarnir verða knýttir at næmingum í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.
Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.
Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sum stuðul. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.
Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.
Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst størv ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.
Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til durita.jakobsen@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 18. juni kl. 15.00.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Duritu Jakobsen, skúlastjóra, á tlf. 565050.
Um Okkum:
Tofta skúli hevur næsta skúlaár 209 næmingar í 1. – 10.fl. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo
Tofta skúli – ein livandi skúli
Felagsskapur – faklig menning – trivnaður

Nýggj hølir til Frítíðarskúlan og Barnagarðin

Bygdarráðið samtykti mánakvøldið at bjóða út arbeiðið at um- og útbyggja frítíðarskúlan á Brekkukletti og at byggja nýggj hølir til barnagarðin.

Nes kommuna keypti í 2006 eini sethús á Brekkukletti til frítíðarskúla. Frítíðarskúlin hevur roynst væl og starvsfólk og børn hava trivist sera væl. Tað er tó ov trongligt og í takt við, at barnatalið í kommununi veksur, hevur Trivnaðarnevndin, saman við leiðsluni í frítíðarskúlanum, seinasta árið arbeitt við útbyggingarmøguleikum. Avgerð er nú tikin um at taka tilbygningin (bilhúsið) suðureftir niður, og byggja uppaftur 2 hæddir, so frítíðarskúlin verður víðkaður við gott 150 fermetrum. Harumframt verða umvælingar og dagføringar gjørdar á verandi bygning. Mettur kostnaður 3,2 mió. kr.

Eisini í barnagarðinum er við at gerast ov trongligt. Fyri at nøkta framtíðartørv er samtykt at byggja nýggjan bygning í 2 hæddum suður frá og saman við frítíðarskúlanum, sum skal hýsa elstu børnunum í barnagarðinum. Hvør hæddin verður 150 fermetrar og í fyrsta umfari verður bara ovara hæddin innrættað. Mettur kostnaður er 4,7 mió. kr.

Í metta kostnaðnum, sum er uppá íalt 7,9 mió. kr., er roknað við innbúgvi, projektering, eftirliti og mvg.

Tað er Fuglark sum hevur ráðgivið og gjørt kostnaðarmetingar. Nú verður farið undir at detailprojektera og at gera útbjóðingartilfar. Eftir ætlan verður arbeiðið boðið út í summar.

Tofta skúli: Nýggj vindeygu, nýggjan klædning og nýtt teknikkúm til svimjihylin

Nes kommuna hevur avgjørt at skifta klædning og vindeygu á 81´bygninginum. Tað er skúlabygningurin frá 1981, sum hevur stóran tørv á at fáa skift klædning og vindeygu. Talan er um vindeygu og klædning vestureftir, eins og betonveggurin suðureftir verður klæddur.

Eisini verður eitt nýtt teknikkrúm bygt. Tá skúlin í 1981 bleiv útbygdur, bleiv eisini svimjihylur bygdur. Nú er tørvur á at endurnýggja tangar og reinsianlæg til svimjihylin. Nýggja útgerðin krevur størri pláss og tí verður eitt nýtt teknikkrúm bygt, sum er uml. 50 fermetrar til støddar. Nýggja teknikkrúmið verður bygd afturat verandi teknikkrúmið vestureftir.

Teknistovan Gøta hevur ráðgivið og gjørt útbjóðingartilfar. Útbjóðingartilfarið bleiv latið 9 veitarum og bert 1 tilboð kom inn, frá Búsetur. Tilboðið uppá samlaða arbeiðið er uppá kr. 2.945.462. Kostnaðarmetingin var uppá kr. 2.936.350.

Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt at fara undir sáttmálasamráðingar við Búsetur.  Ætlanin er at arbeiðið byrjar í summar.

Ársroknskapurin fyri 2017 góðkendur

Staðfest var, at samlaðu inntøkurnar vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2017 vóru minni enn roknað bleiv við í ætlanini.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2017, eftir frádrátt av rentustuðli, er 55.4 mió., sum er 4,3 mió. krónur hægri enn í 2016. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við eini nettoskattainntøku fyri 2017 á 48,7 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2017 6,7 mió. krónur meiri enn mett í fíggjarætlanini.

Hækkingin í skattainntøkunum í 2017 stavar frá øktum persónskatti við 4,3 mió. krónum, meðan partafelagsskatturin hækkaði við 0,4 mió. krónum. Inntøkurnar til eldraøkið minkaðu við 0,4 mió. kr.

Samlaðu rakstrararútreiðslurnar í 2017 vóru 44,5 mió. krónur, ið er 2,3 mió. krónur meiri enn í 2016. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2017 var roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 46,0 mió. krónur. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2017 1,5 mió. krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2017 vóru 2,5 mió. krónur. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við einari nettoíløgu á 3,6 mió. kr. Íløgurnar í 2017 blivu sostatt 1,1 mió. krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.

Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2017 var roknað við einum halli á 1,0 mió. krónum, men staðfesta avlopið gjørdist 8,1 mió. krónur, ella 9,1 mió. krónur meiri enn roknað var við.

Við árslok 2017 var nettoskuldin hjá Nes kommunu 14,0 mió. krónur.

Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning pr. 31.12.2017 er 47,5 mió. kr., roknað við einum skattaprosenti á 23,0. Nettoskuldin er sostatt væl niðanfyri eina skattaálíkning.

Ársroknskapurin fyri 2017 kann lesast her.

Alzheimerfelagið skipar fyri kafé í kantinuni í Løkshøll í Runavík, mikukvøldið 30. maj kl 19

Tiltak verður fyri fólk við demenssjúkum, avvarðandi teirra, starvsfólki innan heilsuøkið, politikkarum og øðrum áhugaðum.

Skráin er hendan:

1. Malan Mohr, forkvinna, bjóðar vælkomin og kunnar um arbeiði felagsins.

2. Marjun Restorff, demenssamskipari, kunnar um demensklinikkina.

3. Kunnað verður um tilboðini, Almannaverkið hevur til fólk við demenssjúku, sum eru yngri enn 67 ár.

4. Unn Justinussen, demenssamskipari í Roðanum, kunnar um tilboðini, Roðin bjóðar fólki við demenssjúkum. Eisini kunnar hon um, hvørjar ætlanir arbeitt verður við.

5. Erika Petersen, ið hevur fingið staðfest sjúkuna Alzheimers, sigur frá sínum lívið við demens.
Síðan verður orðið frítt og høvið verður at seta spurningar og at koma við ynskjum, hugskotum og hjartasuffum.

Fyri at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra og annað í hesum sambandi, vónar Alzheimerfelagið, ið er talurørið hjá hesum bólki, at nógv fólk taka av hesum tilboði.

Borðreitt verður við kaffi/te og køkum

Verið vælkomin – Alzheimarfelagið

Summarkvøld við Toftavatn

Týskvøldið 29. mai kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Tórður Mikkelsen. Eisini verður felagssangur.

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og sunkist verða at fáa ókeypis.

ALLAR SKÚLABØKUR LATAS INN

Tofta skúli fer at gera eitt átak at fáa gloymdar skúlabøkur latnar innaftur. Í tí sambandi heitir skúlin á fyrrverandi næmingar at hyggja, um onkur skúlabók liggur heima við hús.

Um tit hava bøkur at lata inn, so er møguleiki at koma á bókasavn skúlans:

mánadag kl. 16 – 18 og mikudag kl. 19 – 21

Á bókasavninum stendur ein trækassi, har bøkurnar kunnu latast í.

Leiðslan í Tofta skúla

Umhvørvisstovan fer at kortleggja Nes, Toftir og Saltnes við dronu

Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.
Flogið verður á Nesi , á Toftum og í Saltnesi í tíðarskeiðnum 28. maj til 18.juni.

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar uml. 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data. Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur uml. 45 min. at flúgva 1 km². Dronurnar eru úr løttum og haldførum tilfarið og viga beint undir 1,5 kg.

Løgreglan er kunnað um flúgvingina.

Eru spruningar til dronuflúgving, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við Umhvørvisstovuna á tlf. 342400 ella teldupost us@us.fo.

Ung í arbeiði í summar

Eins og undanfarin ár fer Nes kommuna at geva ungum møguleika at arbeiði  hjá kommununi í summar.

Aftur í ár verða tey sum í løtuni ganga í 9. flokki, sum kunnu fáa arbeiði. Arbeiðstíðarskeiðið verður í 4 vikur frá 2 juli til 27. juli og øll fáa 2 vikur hvør.

Tey sum ynskja arbeiði kunnu venda sær til teknisku deild hjá Nes kommunu, og seta seg í samband við Aksel Højgaard leiðara á telf. 565001 ella skriva ein teldupost til Aksel@nes.fo.

Arbeiði hjá teimum ungum verður í mestan mun fríðkanararbeiði.

 

Bylgjan Summarvenjing 2018

Summarvenjing er í bylgjuni frá 14. mai til 24. juni 2018.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding er ikki neyðug og tað kostar kr. 30,00 hvørja ferð.
Á skránni er:
Breiddarfimleikur:
Dreingir  1. – 3. flokk mánadag kl. 16.30-17.30   (Fríði, Marjus, Jákup Oluf)
Dreingir 4. – 5. flokk hósdag     kl. 16.30 – 18.00 (Rani, Ronni, Jóhan)
Dreingir 6. – 7. flokk Mikudag  kl. 18.00 – 19.30 (Rani, Ronni, Jóhannus)
Dreingir 8. flokk +     Mikudag  kl. 19.30 – 21.00 (Heri og Sonni)
Gentur   1. – 3. flokk  Týsdag     kl. 16.00 – 17.00 (Maria og Sofía)
Gentur   4. – 5 flokk   Hósdag   kl. 16.30 – 18.00 (Sanny, Anna Kristina, Torgerð)
Gentur   6. – 7. flokk  Mikudag kl. 18.00 – 19.30 (Sólvá, Torgerð, Hanna)
Gentur   8. flokk +      Mikudag kl. 19.30. – 21.00 (Aimee og Julian)
Hoppa skroppa
Opin venjing fyri børnum undir skúlaaldri saman við foreldrum, sum hava ábyrgd av sínum børnum.
20,00 kr. fyri barnið.
Leygardag kl. 10.00 – 11.00  Ymiskir hjálparar
Estetisk grundvenjing
Gentur 5 – 6 ár               Týsdag     kl. 15.30 – 16.30  Fríða og Sólja
Gentur 1. – 3. flokk        Mikudag kl. 15.30 – 16.30  Heidi og Sandra
Gentur 4. – 5. flokk       Mánadag kl. 15.30 – 16.30 Beinta og Bjørk
Amboð grundvejing 5 – 6 ár
Gentur og dreingir       Mikudag  kl. 16.30 – 17.30 Rósa, Emma, Mary,
Rúni og Bogi
Tricking
Sunnudag kl. 14.00 – 15.00 Jákup
4 venjingar( 20. og 27. mai, 3. og 24. juni.)
Øll eru vælkomin
Eingin tilmelding
30 kr. hvørja ferð.

×