Helvtin av vindeygunum skift

Í løtuni verður 81´bygningurin í Tofta skúla umvældur. Bygningurin fær nýggj vindeygu og nýggjan klædning vestureftir. Í heystfrítíðini eru helvtin av vindeygunum skift. Í fjør blivu stóru vindeyguni í millumbygningum skift.

Eisini verður nýtt teknikrum til svimjihyllin í løtuni bygt, og eru veggirnir nú liðugt stoyptir.

Tað er Búsetur í stendur fyri arbeiðinum og alt arbeiði skal verða liðugt í ár.

 

Grótflutningurin byrjar í næstu viku

Í hesum døgum verða fortoyningar, boyur, innsiglingarljós og leidningssperrur v.m. løgd út, uttanfyri Tofta havn.

Hetta verður gjørt í samband við at grótflutningurin av tunnilsgróti, sum skal nýtast til leingjan av pierinum, byrjar í næstu viku.

Heitt verður á skip og bátar um at ansa sær í nýggju siglingarumstøðunum.

 

U21 landsdysturin fluttur til Havnar

FSF boðar frá, at  vegna vánaligar veðurforsøgnir, er avgerð  tikin um at flyta U21 landsdystin millum Føroyar og Litava til Havnar.

Dysturin, sum skuldi verða á Svangaskarði í annaðkvøld, 12. oktober, verður nú í staðin á Tórsvølli.

Barnagarðurin søkir námsfrøðing

Barnagarðurin á Svangaskarði, Toftir
søkir eftir námsfrøðingi til vøggustovuna.

Til vøggustovuna verður søkt eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna í tíðaravmarkað starv, frá 1 november 2018 til 30 mai 2019.

Vit ynskja at umsøkjarin:
• Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
• Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
• Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
• Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021.

Umsóknir
saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi Mikudagin 24. oktober 2018.

Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo

Stíggjur 25 ár

Í sambandi við, at Verkhúsið Stíggjur á Høgabóli er vorðið 25 ár, verður føðingardagurin hátíðarhildin í Verkhúsinum Stíggjur ídag, 9. oktober, frá kl. 15.00 til kl. 17.00.

Verkhúsið Stíggjur er ætlað borgarum, ið bera likamligt ella sálarligt brek, og sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Verkhúsið hevur til endamáls at stuðla og menna hvønn einstakan soleiðis, at øll fáa møguleika at brúka síni evni og menna sínar førleikar og hervið fáa ein innihaldsríkan gerandisdag.

Stíggjur heldur til á Heiðavegi 37 í Saltangará, og tey siga frá, at øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið.

Altjóða læraradagur 2018 í Tofta skúla

Seinasta fríggjadag bleiv altjóða læraradagur hildin í Tofta skúla. Á heimasíðuni hjá Tofta skúla er soleiðis skrivað um dagin:

Stuttligt var at møta til arbeiðis í Tofta skúla í morgun. Rómur var á bæði børnum og vaksnum. Tú visti alt fyri eitt, at har var okkurt serligt á vási. Nógv foreldur høvdu ikki sum vanligt sagt farvæl við børnini í túninum, men tey vóru komin inn í skúlan við teimum. Ja, hetta var dagur í viku. Onkur av nýggju starvsfólkunum hevði á orði og spurdi, hvat hendir í morgun? Og so kundu børn og vaksin svara, jú tað er altjóða læraradagur.

Altjóða læraradagur er ein heilt serligur dagur. Endamálið við honum er at virðismeta og menna heimins undirvísarar. Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi. Sostatt minnast vit eisini í ár 70 ára dagin fyri heimsyvirlýsingina um mannarættindi, har eitt punkt er, at øll hava rætt til skúlagongd. Í ár er evnið “The Right to Education is the Right to a Qualified Teacher”, ein áminning um, at rætturin til skúlagongd kann ikki gerast veruleiki uttan lærdar, dugnaligar lærarar.

Næmingaráðið og skúlastýrið skipa fyri degnum í Tofta skúla. Vit byrjaðu sum vanligt við morgunsangi. Eftir morgunsangin helt Elsa úr næmingaráðnum eina væl skrivaða røðu um munin á skúlagongdini fyrr og nú, og síðani gav hon gestarøðaranum Tórði Mikkelsen mikrofonina. Tórður hugleiddi um sína egnu skúlagongd á Toftum, har hann segði frá bæði stuttligum og hugnaligum minnum frá sínum barndómi.

Tá ið røðurnar vóru lidnar, var gávuhandan á skránni. Lærararnir sótu niðri, meðan flokkarnir skiftust um at koma niðan og handa gávur, sum næmingarnir og foreldraumboðini í flokkunum høvdu skipað fyri. Nógv lógvatøk vórðu tikin hesa løtuna, og hvør einstakur næmingur tók í hondina á øllum lærarunum og ynskti teimum til lukku við degnum ella ein góðan læraradag, Aftaná fingu lærararnir morgunmat, meðan eldru næmingarnir fóru inn í floksstovurnar saman við yngru næmingunum, har teir fingu leskidrykk og sjokulátu.

Hetta var ein deilig løta, og hvørt ár verður í langa tíð aftaná tosað á lærarastovuni um, hvussu kveikjandi og gleðiligt tað er at uppliva hesar løturnar.

Fleiri myndir síggjast á toftaskuli.fo.

Landsdystur á Svangaskarði fríggjadagin

Fríggjadagin, 12. oktober klokkan 17.00, fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá litavar koma á vitjan á Svangaskarði. Ókeypis atgongd.

Føroyska U21-landsliðið hevur tveir dystir eftir í hesari undankappingini, har úrtøkan higartil er blivin til seks stig. Fríggjadagin móti Litavia og fýra dagar seinni móti Danmark á Aalborg Stadion.

Í samband við U21 landsdystin á Svangaskarði, skipar Skansin fyri ókeypis bussferð úr Havn til Toftir, og suður aftur aftaná. Koyrt verður frá Svimjihøllini í Gundadali klokkan 15:15. Dysturin á Toftum byrjar klokkan 17.00.

Eli Hentze er høvuðsvenjari hjá U21-liðnum, meðan Hegga Samuelsen er hjálparvenjari, og nú er greitt, hvørjir teir 21 spælararnir eru, ið skulu mynda føroyska hópin til dystirnar móti Litava og Danmark.

Hópurin sum er úttikin:

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Karstin Hansen, Skála

Rói Mørk Hentze, B36

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Hugin Samuelsen, B36

Betuel Hansen, NSÍ

Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur

Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ

Benjamin Heinesen, B36

Dan í Soylu, HB

Adrian Justinussen, HB

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Petur Knudsen, NSÍ

Meinhard Egilsson Olsen, B36

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Jákup L. Thomsen, FH (ICE)

Ari Mohr Olsen, HB

U21 liðmyndin er av teimum, sum byrjaðu inni í seinasta landsdystinum móti Póllandi, sum endaði við javnleiki 1-1. Mynd: fsf.fo.

Konfirmatión verður sunnudagin

Sunnudagin, 7. oktober kl. 11.00, verður konfirmatión í Nes og Gøtu prestagjøldum.  Konfirmatiónin verður í Gøtu kirkju

Konfirmantarnir eru 6 í tali, og eru:

1. Hanna Andreasen, á Gøtuteigi 8, 520 Leirvík.
Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Leirvík frá kl 15.00.
2. Frida Maria Jógvansdóttir, Høganesvegur 40, 650 Toftir.
Dagurin verður hildin í Tilhaldinum í kjallarinum á Vesturskin, á Kneysum 14, 650 Toftir. Frá kl 17.00.
3. Aron Reinert Hansen, Saltnesvegur 19, 656 Saltnes.
Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum Tabor, Regnavegur 3, 650 Toftir. Frá kl 16.00.
4. Julian Smith Láadal, Høganesvegur 27, 650 Toftir.
Dagurin verður hildin í Gott, Heiðavegur 83, 600 Saltangará. Frá kl 16.00.
5. Karl Kass Olsen, Gaddavegur 27, 655 Nes. Frá kl 17.00.
6. Jákup Andrias Thomsen, Geytagøta 44, 512 Norðragøta. Frá kl 17.00.

Myndin er frá Facebook síðuni hjá Nes prestagjaldi.

Endurnýtsluvirkið er opið allar gerandisdagar viku 41 og 42

Í sambandi við, at fjøllini nú verða gingin, tekur Endurnýtsluvirkið í móti burturkasti frá slaktinum. Mint verður á, at vembur skulu verða tømdar og innvølurin koyrdur í posar, áðrenn koyrt verður í bingjuna.

Frá 08. oktober til og við 20. oktober 2018  er Endurnýtsluvirkið opið soleiðis:
Mánadag til fríggjadag frá kl. 16.00 – 20.00
Leygardag frá                          kl. 13.00 – 18.00

Av tí at tað dálkar umhvørvið at brenna seyðaskinn, verða fólk vinarliga biðin um at lata skinnini til endurnýtslu hjá teimum sum móttaka seyðaskinn.
Móttøkan er beint uttanfyri endurnýtsluvirkið.

Sí heimasíðuna hjá IRF. irf.fo

 

 

×