Nes kommunu cup verður 29. desember

Vælumtókta innandura fótbóltskappingin, Nes kommunu cup, verður aftur í ár.

Kappingin, sum seinastu árini hevur verið millum jól og nýggjár í fimleikahøllini á Toftum, verður í ár 29. desember og byrjar kl. 16.00. Skipað er fyri kappingini  síðani 2012, og er talan sostatt um sjeyndu kappingina.

Pláss er fyri 20 liðum og tað er longu fullteknað. 

Kappingin er vanliga áhugverd og stuttlig bæði fyri luttakarar og áskoðarar og fyrireikarnir siga frá, at øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja, har kaffi v.m. verður at fáa.  

Nýggjársbál

Umsókn um at brenna nýggjársbál.

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at
góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Søkjast kann um loyvi hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði á Telefon 448235 
ella sks@sks.fo innan 31. desember, klokkan12.00

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu
frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða
bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til
umstøðurnar
• at veðrið er til vildar
• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini á telefon 448235, ella teldupost mailto:sks@sks.fo
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi,
umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

Stongt millum jól og nýggjár

Í jólafrítíðini, verður skrivstovan stongd frá fríggjadegnum 21. desember kl. 15.

Opið verður aftur mikudagin 2. Januar kl 10.

Um tað er okkurt átrokandi, kunnu tygum ringja til telefon 448144

Til ber eisini at vitja heimasíðu okkara www.nes.fo , har tygum hava møguleika at fáa fleiri upplýsingar um kommununa.

Gleðilig jól og gott nýttár.

5 sløkkiliðsmenn heiðraðir

Leygarkvøldið, 15. Desember, blivu 5 sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkliliði – SKS – heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í meiri enn 25 ár.

Á árliga jóladøguranum hjá sløkkiliðsmonnunum, sum í ár var í Oyndarfirði, helt formaðurin í Sløkkiliðnum, Jóhannus Danielsen borgarstjóri, talu fyri teimum 5 sløkkiliðsmonnunum, og handaði teimum heiðurstekin.

Teir 5, sum fingu heiðurstekin, eru:

Sunleiv Højgaard, Runavík, átaksleiðari – starvast í SKS í 33 ár

Jan Abrahamsen, Strendur – starvast í SKS í 32 ár

Hanus Heinesen, Nes, liðleiðari – starvast í SKS í 29 ár

Niclas Davidsen, Toftir – starvast í SKS í 29 ár

Harry Benjaminsen, Toftir – starvast í SKS í 29 ár

Tað er Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn. Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at hesir 5 nú hava fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár, og er tað fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.

SKS er eitt felags sløkkilið fyri Sjóvar, Runavíkar og Nes kommunur og samstarvið hevur 44 ár á baki. Sløkkiliðið, hevur sera trúðfasta manning. Fyri gott 3 árum síðani blivu 8 sløkkiliðsmenn heiðraðir fyri 40 ára trúgva tænastu við “Dronningens fortejenstemedalje i sølv”.    

Raðfylgjan á myndini –  frá vinstru: Jóhannus Danielsen, JanAbrahamsen, Hanus Heinesen, Sunleiv Højgaard, Niclas Davidsen og HarryBenjaminsen. Myndina hevur Hjalmar J. Juul tikið.

Bygdasøgan ein góð jólagáva

BYGDASØGAN fyri bygdirnar Nes Toftir Saltnes er ein uppløgd jólagáva.

Bygdasøgan, sum er 3 bind – harav 1 bind er ættarbind, fæst í bókhandlunum kring landið, og á Toftum í Navia, Hjá Pidda og á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu.

Jólakonsert í Fríðrikskirkjuni hóskvøldið kl. 20.00

Hóskvøldið, 13. desember kl. 20.00, fer Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni at hava sína árligu jólakonsert í Fríðrikskirkjuni. Solosangur við klaverfylgispæli er eisini á skránni.

Eisini fara musikkskúlanæmingar í Nes Sóknar Musikkskúla at hava tónleikaframførslu. 

3 felagssangir verða sungnir og Kirkjukórið fer at syngja hesi løgini:

Hin kærleiks kongur hirðin er

Mítt hjarta tilhald hevur

Einaferð í Dávids staði

Nú brosa barnaeygu blá

Hátt syngi øll

Kimi nú klokkur

Eg gleðist so hvørt jólakvøld

Náttin var so føgur ein

ALMENN MÓTTØKA HJÁ NES SÓKNAR MUSIKKSKÚLA Í TOFTA SKÚLA

Týsdagin 4. des. kl. 16.00 – 17.30 var almenn móttøka í Tofta skúla fyri fráfarna leiðaranum fyri Nes Sóknar Musikkskúla, Jóhan Mortensen, og Tóra Restorff Jacobsen, nýsetta leiðaranum fyri musikkskúlan.

Hetta var ein sonn hátíðarløta við røðum, heilsanum og tónleikainnsløgum, og rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær til móttøkuna at heilsa uppá teir báðar.

Í fleiri av røðunum var víst á tað megnar arbeiðið, ið Jóhan Mortensen hevur gjørt sum musikkskúlaleiðari í heili 28 ár, og hvønn týdning musikkskúlin hevur havt og hevur fyri økið her. Sera áhugavert var at hoyra 15 – 20 kvinnur syngja tveir jólasangir. Hesar kvinnur sungu sum ungar gentur við Belkanto-kórinum og Suð, ið Jóhan Mortensen stjórnaði.

Víst var somuleiðis á, at musikkskúlin hevur verið við til at sett tónleikin í miðdepilin og hevur soleiðis verið við til at ríka um okkara mentanararv. Øll hesi mongu ár hevur musikkskúlin kveikt tónleikaáhugan hjá so mongum næmingum og eldri við.

Nýsetti leiðarin, Tóri Restorff Jacobsen, hevur musikklæraraútbúgving frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík og kandidatútbúgving í tónleiki frá Syddansk Musikkonservatorium. Harumframt hevur hann tikið grundleggjandi leiðsluútbúgving og er í holtur við diplomútbúgvingina í leiðslu.

Tóri, sum er 39 ára gamal, hevur drúgvar royndir frá musikkskúlaskipanini í Føroyum, m.a. frá Nes Sóknar Musikkskúla, umframt frá musikkskúlum í Íslandi og Danmark. Tóri hevur sergrein í sello. Hann hevur tó eisini undirvíst í bass, klaver, teori og samanspæli.

Tóri R. Jacobsen tók við sum leiðari fyri musikkskúlan 1. desember 2018.

Vit í Nes kommunu vilja takka Jóhan Mortensen fyri øll hesi mongu árini sum musikkskúlaleiðari og ynskja Tóra Restorff Jacobsen hjartaliga til lukku við nýggja starvinum við vón um gott samstarv.

kelda: Tofta skúli

 

NÆMINGAKONSERTIR hjá Nes Sóknar Musikkskúla

Næmingar í Nes Sóknar Musikkskúla hava, eins og undanfarin ár, tónleikaframførslir í desember mðr.

Í Tofta skúla:

mánadag 03.12.2018 kl. 17.00.
týsdagin   04.12.2018 kl. 18.00

Í Kelduni:
mikudag   05.12.2018 kl. 10.15

Í Fríðrikskirkjuni:
hósdag      13.12.2018 kl. 20.00 saman við Kirkjukórinum

Í hesum støðum leygardagin 15.12.2018:
Telebúðini  kl. 17.00
Colorama   kl. 18.00
Berglon       kl. 19.00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

KRIS Almenna móttøku

Í sambandI við, at KRIS letur upp í nýggjum hølum, verður almenn móttøka týsdagin 4. desembur frá kl. 13.00 – 17.00.

SKRÁ:
kl. 13   Dyrnar lata upp
kl. 14   Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum, sigur nøkur orð
Beinta M. Pedersen, forkvinna í Kris, greiðir frá húsinum
Jens Marni Hansen syngur eitt lag
Gvøðbjørg West, dagligur leiðari í Kris, hugleiðir um Kris
Jens Marni Hansen syngur eitt lag
Orðið frítt

Køkur og okkurt leskiligt verður at fáa.

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN

×