Endiliga er hol sett á

Tolin trívst, sigur orðatakið. Í dag er hol endiliga sett á arbeiðið við at grava út fyri nýggja íbúðarøkinum á Kneysum á Toftum. Tilgongdin hevur verið sera drúgv. Í 2013 byrjaði samskiftið við Bústaðir um ætlanirnar at byggja íbúðir í Nes kommunu, og í oktober 2018 undirskrivaðu Nes kommuna og Bústaðir undir rammuavtalu um bygging av 2 íbúðareindum, við íalt 18 íbúðum. Tað er Falkon Entreprenørar, sum stendur fyri lendisarbeiðnum fyri Nes kommunu og Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað partalagsavtalu um byggingina. Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin. Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75 fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Góð parkeringsøkir verða gjørd við bygningarnar. Eftir ætlan verður tann sunnari bygningurin, sum hevur átta eins íbúðir, skipaður sum lutaíbúðir. Skipanin við lutaíbúðum er rættuliga óroynd í einum føroyskum høpið, og ynskir Bústaðir á henda hátt at vera við til at fjøltátta útboðið av íbúðum. Nágreinilig lýsing av viðurskiftunum um lutaíbúðirnar, kemur seinni. Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á heystið 2020.

Sámalsgil verður fríðkað

Í hesum døgum verður gjørt klárt at fríðka Sámalsgil á Toftum. Tað er økið millum sunnasta partin av Høganesvegnum og landsvegin. Tað hevur leingið verið ætlanin hjá kommununi at fríðka hetta økið, og í løtuni verða drenrør og onnur rør løgd, áðrenn mold verður planerað á økið. Útgrevstur fyri íbúðarøkinum á Kneysum byrjar fyrsta dagin, og skal partur av moldini nýtast til útfylling í Sámalsgil.

Havnaøkið dagført

Seinastu tíðina er stórt arbeiði lagt í at hampa og dagføra økið vestanfyri bátahylin á Toftum. Tað eru Falkon og EM Asfalt, sum hava gjørt arbeiðið saman við teknisku deild hjá Nes kommunu.

Falkon hevur javnað og planerað part av økinum, umframt at hava gjørt ábøtur á verjugrótið. EM Asfalt hevur asfalterað økið, sum er nakað omanfyri 3.000 fermetrar til støddar.

Tíðliga á heysti 2018 bleiv økið millum virkisbygningarnar hjá Faroe Orgin, á leið 1.000 fermetrar, eisini asfalterað.

Heavyweight vann Nes kommunu cup 2018

Á myndini frá vinstru: Tríggir dreingir og ein mammureyv (nr. 3), Heavyweight (Nr. 1) og FC Toftir (nr. 2).

Á vinnandi liðnum vóru Hjalmar Dalbú, Niklas Joensen, Jóhan Petur Poulsen og Jonleif Højgaard. Hetta er sjeyndu ferð at skipað er fyri Nes kommunu cup, og triðju ferð at Jóhan Petur er á vinnandi liðnum, og er hann mest vinnandi einstaki leikarin í søguni hjá Nes kommunu cup.

Nes kommunu cup er væl umtókt. Kappingin var fullteknað og væl av áskoðarum leitaðu sær í Tofta skúla 29 desember fyri at fylgja við í kappingini.

Gott nýggjár !

Nes kommuna ynskir øllum sínum borgum eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við tøkk fyri tað farna.

Nógv fýrverk er skotið av seinastu dagarnar og hevur tað sjálvandi havt nakað av óruddi við sær, sum nú liggur og rekst millum húsini. Nes kommuna heitir vinarliga á allar borgarar um at taka skotið fýrverk upp.

Nýggjárshaldið útsett !!

Nýggjárshaldið, sum eftir ætlan skuldi verða í kvøld kl. 23.15, er útsett vegna veður.

Frá B68 verður boða frá, at um viðrar, verður nýggjarshaldið í annaðkvøld, 1. jan. 2019 kl. 20.00, á sama stað og við somu skrá.

Nýggjárshaldið á Toftum

Aftur í ár skipar B68 fyri nýggjárshaldi á Toftum. Nýggjárshaldið verður í ár norðan fyri bilverkstaðið við Rætt. Nýggjársbálið og fýrverkið verður norðanfyri Saltsøluna.

Skráin:

kl. 23.15 B68 bjóðar heitt kakao og bollar við bilverkstaðið við Rætt – norðureftir.

kl. 23.30 Nýggjársrøða, sum Alfred Olsen heldur.

kl. 23.45 Verður tjóðsangurin sungin.

kl. 24.00 Verður nýggjá árið skotið inn við fýrverki og bálið tendrað.

Fimleikarhøllin kann leigast í jólafrítíðini

Møguleiki er at leiga fimleikarhøllina í Tofta skúla í jólafrítíðini. Í tíðarskeiðnum frá 22/12-18 til 1/1-19, umsitur Jaspur Højgaard høllina. Jaspur er at hitta á telefon nr. 243085.

×