Svimjifelagið Flot 40 ár

Svimjifelagið Flot á Toftum varð sett á stovn tann 2. april í 1984. Sostatt hevði felagið 40 ára stovningardag í gjár.
Í hesum sambandi skipaði felagið fyri innanhýsis kapping millum svimjararnar hjá Flot. Aftaná varð boðið til stórt kakuborð í forhøll skúlans.
Í forhøllini hevði Rúni Gaardbo, venjari, eisini sett upp eina flotta samling av ymsu búnunum hjá Flot í hesi mongu ár.
Til høvið handaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, heiðursmerkir.
Heidi Jacobsen, sum í mong ár hevur verið forkvinna í Flot, takkaði kommununi fyri gott samstarv, fyri heilsanina og gávu á føðingardegnum.
Niðanfyri ber til at lesa heilsanina frá borgarstjóranum:
Fyrst av øllum fari eg at ynskja svimjifelagnum Flot hjartaliga tillukku við 40 ára stovningardegnum.

Tað er vísindaliga prógvað, at svimjing er góð fyri likam og sál.

Ella sum ein fyrrverandi elitusvimjari, sum nú arbeiðir sum serlækni í barnasjúkum, segði í eini samrøðu fyri nøkrum árum síðan:

  • “Øll kunnu fáa nógv burturúr svimjing, bæði tey, sum eru í góðari venjing, eins væl og tey, sum ikki eru í venjing.
  • Bara við at fara í hylin og halda sær uppi, brennur tú kaloriur
  • Pulsurin hækkar av at svimja, og tað er góð venjing
  • Svimjing er góð motión fyri at mýkja vøddarnar
  • Vilt tú vera væl fyri, men hevur trupulleikar við vanligari rørslu, ganga, renna ella súkkla, so er svimjing ein góður valmøguleiki
  • Tú avmarkar overving, og tú venur allar liðir
  • Svimjing linnar gikt
  • So at siga eingin skaði stendst av svimjing
  • Svimjing eru eini góð ráð, um tú vilt klænka ella missa í vekt”

Føroyingar hava verið og eru av náttúrligum orsøkum dagliga tætt uppat havi og vøtnum.

Sum siglandi fólk løgdu forfedrar okkara stóran dent á at læra børnini at svimja. Og tað er ikki ókent frá víkingatíðini, at í uppalingini var eisini stórur dentur lagdur á, at hin ungi dugdi hesa ítróttargrein eins væl og vápnaleik.

Men eisini í nýggjari tíð hevur verið stórur dentur verið lagdur á hesa ítróttargrein. Í 1930-unum gjørdist svimjing lærugrein í føroysku skúlunum. Tá varð eisini setttur serstakur lærugreinaráðgevi at menna hesa ítróttargrein í fólkaskúlanum.

Fleiri kommunur um alt landið gjørdu uttandura svimjihyljar, og nógv børn lærdu at svimja, hóast vatnið var kalt og umstøðurnar annars primitivar.

Her í økinum fór svimjingin fram á Toftavatni ella á sjónum. Hetta var eisini galdandi í mínum barndómi; men vit vitjaðu eisini uttandura svimjihylin í Havn.

So hvørt sum árini gingu og tíðirnar batnaðu í 1970-unum eins og tilvitið hjá myndugleikum og einstaklingum um týdningin av svimjing øktist, fóru land og kommunur undir miðvísa útbygging av innandura svimjihyljum við neyðugum hentleikum.

Her á Toftum kom so nýggjur svimjihylur í 1981, tá ið skúlin varð útbygdur. Lokala ynski var at fáa ein 25 metrar langan hyl, men tað gjørdist so til 16,7m. Hóast styttri hyl enn ætlað, so var hetta eitt stórt frambrot fyri okkara skúla og fyri fólkið her í økinum.

Skiftandi kommunustýri í Nes kommunu hava raðfest svimjihylin. Seinastu árini eru munandi og alneyðugar umvælingar gjørdar. Eisini ábøtur, sum hava til endamáls at skapa betri inniluft – eisini við atliti til endurnýtslu til tess at minka um orkunýtsluna.

Tá ið svimjifelagið Flot varð stovnað í 1984, so var hetta eitt stórt frambrot. Tá kom rættiliga ferð á svimjingina her í økinum – og sum heild eisini í Suður-Eysturoy.

Tað vóru eldsálir, ið stovnaðu felagið. Og tá ið hesi fólk av náttúrligum ávum løgdu frá sær, so stóðu aðrar eldsálir klárar at taka við.

Millum ár og dag hava formenn, forkvinnur, nevndarlimir, venjarar og foreldur lagt stóra orku í og brúkt nógva tíð til hetta umráðandi arbeiði. Og lat meg leggja afturat, at hesi undangongufólk hava ikki hugsað um kommunumark, so Flot hevur fevnt um stóran part av Eysturoynni.

Vegna býráðið í Nes kommunu vil eg hjartaliga takka tykkum øllum fyri tykkara dygdargóða arbeiði, sum hevur borið góða frukt. Tey eru mong, sum hava lært at svimja í hylinum í Tofta skúla, Vit mugu í dag so heldur ikki gloyma týdningin, sum svimjihallirnar hava fyri tilkomin, og eldri eisini, sum motion og avstressing. Svimjihallirnar skapa veruliga karmar til møguleikan at varðveita eina sunna sál í einum sunnum likami.

Fleiri av svimjarunum í Flot hava ímillum ár og dag gjørt seg galdandi í fremstu røð í Føroyum eins væl og uttanlands. Flot hevur umboðað Nes kommunu og Suður-Eysturoy á ein fyrimyndarligan hátt.

Fyri býráðið í Nes kommunu fari eg so við hesum fáu orðum enn einaferð at ynskja Flot hjartaliga tillukku við 40 ára degnum, takka tykkum hjartaliga fyri munagott arbeiði og fyri sera gott samstarv.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

 

Nes kommuna luttekur í Earth Hour 2024

Leygardagin 23. mars kl. 20.30-21.30 luttaka fólk , fyritøkur og stovnar í milliónatali í Earth Hour. Hetta verður gjørt fyri at varpa ljós á umhvørvisligu avbjóðingar, sum jørðin hevur.

Hóast ljós verða sløkt í ein tíma, so hvørva avbjóðingarnar ikki, men er hetta høvi at fáa hesar avbjóðingar at reiðrast í tilvitskuni hjá øllum menniskjum.

Nes kommuna luttekur aftur í ár. Gøtuljós og onnur ljós verða sløkt henda tíman. Havnalagið er tó undantikið.

Nes kommuna vil hervið heita á borgarar, vinnulív, stovnar og onnur, um at sløkkja ljósini hendan tíman og stuðla viðkomandi átakinum.

Heitt verður somuleiðis á øll, um at vera eyka ansin í ferðsluni, meðan sløkt er.

Nes kommuna

Rulliportrið við reinsiverkið

Sum kunnugt varð staðfest herfyri, at rulliportrið við reinsiverkið á Nesi ikki er trygt, og tí varð neyðugt at steingja vegin fyribils.

Tíverri hevur ikki verið lætt at skaffa røttu tilfarsveitingina, men veitarin væntar og vónar, at umvælingin verður gjørd áðrenn miðjan apríl.

Fráboðan kemur, tá ið vegurin er opin aftur!

NES KOMMUNA

“Vakurleikin og Beistið”

10.flokkur í Runavíkar- og Tofta skúla vísa sangleikin, “Vakurleikin og Beistið” í Løkshøll. Almennu sýningarnar eru frá 18. til 22. mars kl 18:00. Leikurin tekur 1 tíma.

Sangleikurin er skipaður sum ein verkætlan hjá 10. flokki, og hava næmingar og lærarar kýtt seg at smíða pall, seyma búnar og at venja sangleikin í fleiri vikur.

Leikurin er um ein sjálvglaðan prins, sum verður gandaður til eitt beist.  Hann fær eina gandaða rósu. Hann skal læra at elska onkran, áðrenn tað síðsta blaðið á rósuni følnar, tí annars verður hann verandi eitt beist í allar ævir.

Ein hugnalig fronsk bygd liggur ikki so langt frá. Har møta vit vøkru Belle. Fólkini í bygdini halda hana vera undarliga, tí hon er dóttir uppfinnaranum Maurice. Eisini hevur Belle altíð nøsina í bókini, og droymir um kærleikan, sum hon lesur um. Hetta verður ikki góðtikið, tí konufólk skulu ikki fáa nøkur hugskot.

Tann stóri og vælumtókti Gaston hevur tó sett sær eyga á hana, tí hon er vakrasta sprundið í bygdini. Men Belle vil ikki hava hann, tí hann er hástórur og dámar at hava fleiri damur í senn.

Belle verður fangi á gandaða slottinum, og heldur hon tað vera ræðuligt. Men hetta síggja gandaðu tænastufólkini sum ein møguleika at bróta gandin. Man hetta vera hon, sum enduliga brýtir gandin?

Sjónleikurin rakar ein breiðan málbólk og er egnaður til alla familjuna.

Vit gleða okkum okkum at síggja tykkum siga næmingarnir!

Keyp atgongumerki á atgongumerki.fo

 

 

Terji Petersen verður nýggjur fíggjarleiðari í Nes kommunu

Býráðið í  Nes kommunu hevur samtykt at seta Terja Petersen til nýggjan fíggjarleiðara.

Terji Petersen er ættaður úr Klaksvík, men býr í Hoyvik og er 46 ár. Hann hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur, og hevur seinastu árini starvast í Tryggingareftirlitinum.

Terji Petersen hevur eisini drúgvar starvsroyndir úr Fíggjarmálaráðnum, har hann starvaðist í árunum 2006-2013, áðrenn hann tók við sum deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, har hann arbeiddi í árunum 2013-18.

Terji Petersen byrjar í nýggja starvinum hjá Nes kommunu tann 15. apríl 2024.

Eingin gjøgnumkoyring

Seinnapartin er staðfest, at rulliportrið við reinsiverkið á Nesi ikki er trygt, og tí verður neyðugt at steingja vegin, meðan umvælingin verður gjørd.

Umvælingin byrjar í morgin, men tað ganga nakrir dagar at fáa arbeiðið avgreitt.

Fráboðan kemur, tá ið vegurin er opin aftur.

 

Nes Kommuna.

Reisigildi var á Toftum týsdagin

Íbúðarbygningurin, sum er ætlaður til ein búfelagsskap, varð reistur týsdagin 5. mars.

Í 2022 gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt grundøki oman fyri kommunuskrivstovuna á Toftum. Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi grundøkið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir, sum síðan skuldi byggja íbúðir, sum Almannaverkið síðan fer at leiga til íbúgvar, sum eru fevndir av teirra tænastum.

Á sumri 2023  varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um bygging av íbúðarbygningi í trimum hæddum við 18 íbúðum, staðsettur beint við kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu.

Íbúðirnar verða uml. 50 fermetur. Afturat íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.

Aftanfyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegni. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.

Byggivirkið KBH hevur ábyrgdina av verkætlanini sum heildararbeiðstakari. Farið varð av álvara undir byggingina á heysti 2023, og í gjár var so ein lítil móttøka á kommunuskrivstovuni í samband við, at íbúðarlonin varð reist.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum umsitur Bústaðir, var við til móttøkuna eins og onnur umboð fyri Bústaðir, Almannaverkið, KBH og aðrar undirveitarar.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, greiddi frá upprunaligu tilgongdini hjá Nes kommunu í samband við at útvega grundøkið. Vegna býráðið í Nes kommunu takkaði hann fyri góða samstarvið við Almannaverkið og Bústaðir til tess at fáa gond á hesa alneyðugu verkætlan. Somuleiðis fegnaðist hann um, at byggingin hjá KBH higartil hevði gingið væl og ynskti teimum framhaldandi bestu eydnu.

Helgi Johannesen, stjóri í KBH, greiddi frá teirra royndum við íbúðarbygging. Hann fegnaðist um, at teirra felag hevði fingið hesa uppgávuna at byggja hendan búfelagsskapin. Síðan segði hann frá, hvussu hesin bygningurin varð uppbygdur.

Helgi Johannesen segði, at verkætlanin gongur væl og verður væntandi liðug á sumri 2025.

 

Nú verða spæliplássini raðfest

Á seinasta býráðsfundi var samtykt at taka av tilboði frá Innspark um at keypa nýggjan útbúnað til spæliplássini í Tofta skúla og Barnagarðinum á Svangaskarði.

Gjørd er ein heildarætlan fyri útiøkið við skúlan, og í summar verður so fyrsta byggistigið framt í sjálvum skúlagarðinum. Talan er samanlagt um eina sera stóra íløgu, og tí er neyðugt at taka hetta í stigum.

Í fjør varð eisini ein stór íløga gjørd í spæliplássið í nýggja Frítíðarskúlanum.

Við hesum íløgum ynskir býráðið at raðsfesta og stimbra umstøðurnar hjá børnunum, tá ið tey eru uttandura.

 

Umvæla Ítróttarhúsið á Svangaskarði

Á seinasta býráðsfundi varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Allan við Rætt og Pól á Sondum,  um at skifta restina av gomlu vindeygunum í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði.  Arbeiðstakarasáttmáli er undirskrivaður, og farið verður undir arbeiðið fyrstsa dagin.

Arbeiðið við at skifta vindeyguni byrjaði annars á sumri í fjør, tá ið KBH skifti ein part.

Annars eru nógvar umvælingar og útbyggingar gjørdar í Ítróttarhúsinum og við vøllin á Svangaskarði seinastu árini.

Venjingarrúmið er útbygt og nýggjur útbúnaður útvegaður.

Køkurin er umbygdur og nútímansgjørdur.

Seinasta heyst varð farið undir at seta upp nýggjar ljósmastrar. Høvuðsarbeiðið er liðugt, og nú verður arbeitt við at gera seinastu innstillingarnar.

Í løtuni arbeiðir Nes kommuna við at fyrireika bygging av einum skýli við vøllin. Nærri verður at frætta um hetta seinni í vár.

Almenna svimjingin byrjar aftur hósdagin 22. februar

Í samband við at stovan til alis- evnafrøði í Tofta skúla verður umbygd, varð neyðugt at lata svimjihylin aftur um miðjan novembur. Samstundis eru munandi ábøtur gjørdar á sjálvan svimjihylin. Flísamúrarin og Univice hava staðið fyri hesum arbeiði.

Nú er arbeiðið liðugt og almenna svimjingin byrjar aftur hósdagin 22. februar.

Nes kommuna.

×