Fróði og aðrir kúllar í Løkshøll

Í dag verður frumsýning av sjónleikinum “Fróði og aðrir kúllar” sýndur í Løkshøll. Tað eru næmingar í 10. flokki, sum er breytasamstarv millum Runavíkar- og Tofta skúla, sum skipað fyri og framføra. Sí tíðirnar á myndini.

Hetta er ein fittur og skemtiligur leikur, sum Ole Lund Korkegaard hevur skrivað. Leikurin er um nøkur børn, sum búgva í Hornhúsgøtu. Ein dagin verður stolið frá harðmælta Hr. Storm, og øll børnini seta sær fyri at fanga tjóvin.

Kostnaður 50 kr.

KBH nýggja høll

Byggivirkið KBH reisti sær í gjár eina nýggja høll upp á Toftum, beint norðanfyri teirra verandi høll við Rætt á Toftum.

Høllin, sum er 560 fermetrar til støddar, er bygd upp við gittarsperrum og ein tjalddúkur verður spentur uttan yvir. Høllin fer at verða nýtt sum goymslu- og arbeiðshøll.

Byggivirkið KBH bleiv stovnað í 1999. Fyritøkan hevur síðani byrjan verið í støðugum vøkstri, og starvsfólkini eru í løtuni á leið 30 í tali. Síðani fyritøkan byrjaði, eru 20 timburmenn útlærdir hjá KBH.

Nýggjar maskinur til Nes kommunu

Í august í fjør samtykti bygdaráðið at endurnýggja gravimaskinuna og mini-dumparan hjá kommununi. Í dag hevur tekniska deild hjá Nes kommunu fingið nýggju gravimaskinuna handaða. Mini-dumparin kom nakað undan jólum.

Gravimaskinan og dumparin er amboð, sum eru sera hent hjá teknisku deild og verða nógv brúkt í dagliga virkseminum til ymiskar uppgávur.

KJ hevur leverað maskinurnar.

Malla 104 ár og elst í Føroyum

Í gjár fylti Malla Olsen av Toftum, sum er elsta fólk í Føroyum, 104 ár. Familjan var savnað til føðingardag á dagtilhaldinum Vesturskin á Toftum, har Malla býr. Hóast høga aldurin, var føðingardagsbarnið til staðar og hugnaði sær saman við gestunum.

TOFTA KVØLDSKÚLI STOKKAKVØLD

Undirvísing í binding og hjálp til egna binding. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum.
Undirvíst verður mánakvøld frá kl. 19.00-22.00 hesar dagar: 11.02 – 18.02 – 25.02 – 04.03 og 11.03.

Tilmelding á toftaskuli.fo
Kostnaður: kr. 250,00

Undirvísari er Tinna Johansen tlf. 229404.

Várdagar verða aftur í ár

Eins og undanfarin ár skipar Nes kommuna fyri Várdøgum í 2019. Várdagar eru altíð í vikuni undan árliga Bátafestivalinum á Toftum, fyrsta leygardag í mai, sum í ár er 4. mai.

Várdagar eru í tíðarskeiðnum frá 27. apríl til 4. mai. Byrjað verður, sum vanligt, við ruddingardegi, leygardagin 27. apríl. Seinni verður lýst við skránni fyri ruddingardegnum og hinum Várdøgunum.

Várdagar er eitt fólksligt tiltak fyri allar borgarar í Nes kommunu og gestum úr øllum Føroyum og ferðafólkum. Øll eru vælkomin til tiltøkinum, sum næstan øll eru ókeypis.

Fyrireikingin við skránni er byrjað. Felagsskapir ella einstaklingar, sum ynskja at skipa fyri tiltøkum og fáa tey við í skránna fyri Várdagarnar, eru vælkomin at seta seg í samband við Nes kommunu, nes@nes.fo, í seinasta lagi 15. mars.

Hetta er sætta ári á rað, at Nes kommuna skipar fyri Várdøgum.

Kommunustýrisfundur mánakvøldið

Mánakvøldið 28. januar, kl. 18.00, verður almennur bygdaráðsfundur hjá Nes kommunu. Fundurin verður í fundarhølinum við hesi dagsskrá:

Mál nr.:         Málsheiti :               Mál:

 01/2019      Fíggjarmál              Roknskapur 2017 – Kongshavnar Havn

 02/2019      Fíggjarmál              Rakstrarætlan 2019 – Kongshavnar Havn

03/2019      Fíggjarmál              Lántøka

04/2019      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi til sethús

05/2019      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi til sethús

06/2019      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygningar  

07/2019      Tekniskt mál          Umsókn um uppískoytisstykki

08/2019      Tekniskt mál          Umsókn um uppískoytisstykki

09/2019      Trivnaðarmál         Serflutning

Flot kapping leygardagin

Árliga svimjikappingin hjá Flot verður í Tofta skúla leygardagin, 26. januar 2019.

Tískil verður eingin almenn svimjing leygardagin.

Innskriving av næmingum

Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum

týsdagin 29. januar kl. 13.00

Havi dóps- ella navnaseðil við.

TOFTA SKÚLI

×