Prestagarðsfjós á Nesi endurskapast sum savnsbygningur

200 ár eru liðin, síðani V. U. Hammershaimb, próstur og málfaðir, var borin í heim. Føðingardagurin verður hátíðarhildin við einum tiltaki á Nesi leygardagin 23. mars. Samstundis fara fyrireikararnir at avdúka eina verkætlan, sum hevur til endamáls at endurskapa táverandi fjósið við Gamla Prestagarðin sum ein nútíðar savnsbygning.

Prestasetrið á Nesi er sera søguríkt og var í øldir ein miðdepil, eitt savningarstað, bæði andaliga, handaliga, mentanarliga, sosialt og politiskt. Í Føroya kirkju- og prestasøgu man lítil ivi vera um, at Nes er søguríkasta staðið, tá hugsað verður um tíðina eftir trúbótina.

Tá Venceslaus Ulricus Hammershaimb í 1862 varð innsettur sum prestur á Nesi, gjørdist honum beinanvegin greitt, at táverandi prestagarður var í so vánaligum standi, at neyðugt var at byggja ein nýggjan. Longu árið eftir í 1863 kundi familjan flyta inn í prestagarðin, ið vit nú nevna Gamla Prestagarð, sum Fornminnisavnið í Nes kommunu í dag rekur sum bygdasavn. Tað er Bygdasavnið í Nes kommunu, sum eigur prestagarðin.

Nes var ikki bara kirkju- og mentanardepil við lít. Her var eisini stórt jarðarbrúk, tí 20 merkur í jørð hoyrdu til prestaembætið, umframt náðinsgarðin á Torkilsheyggi og Garðshorn í Oyndarfirði. Fjósið omanfyri sethúsini var stórt, út við 40 alin langt, ið svarar til 25 metrar. Í fjósinum stóðu 20 mjólkineyt, og hoyggjhúsið tók 12 kúfóður.

Í sambandi við 200 ára føðingardagin 25. mars hjá okkara málfaðiri, presti og prósti, V. U. Hammershaimb, verður skipað fyri áhugaverdum føðingardagshaldi á Nesi leygardagn 23. mars. Tiltakið byrjar í Nes kirkju klokkan 16, har Jákup Reinert Hansen, lektari og guðfrøðingur, fer at greiða frá lívinum hjá Hammershaimb sum presti. Síðani fer Ólavur Magnussen, lærari og søgukønur, at greina prestagarðssøguna á Nesi, sum forfedrar hansara vóru ein týðandi partur av. Eisini verður tónleikur framførdur í kirkjuni hendan dagin.

Eftir fyrilestrarnar í Nes kirkju verður farið oman í Gamla Prestagarð, har millum onnur trý langabbabørn hjá V. U. Hammershaimb luttaka. Umframt at koma við eini ættarkvøðu, fara tey at handa savninum forkunnuga gávu.

Síðani Hammershaimb í 1878 flutti til Danmarkar hava níggju sóknarprestar verið á prestagarðinum. Tann síðsti flutti út í 1975. Seinasti prósturin, sum búði á Nesi, var Fríðrikur Petersen ættaður úr Saltnesi.

Ein arbeiðsbókur undir Fornminnisfelagnum í Nes kommunu hevur seinasta árið arbeitt við møguleikanum fyri at endurskapa fjósið og seta tað inn í ein nútíðar karm við teimum hentleikum og møguleikum, sum ein slíkur bygningur eigur at hava í dag. Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður av Josefinu Jacobsen, forkvinnu í Fornminnisfelagnum, Jóhannusi Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, og Kára Mikkelsen, journalisti og samskiftisráðgeva, heitti á J. P. Gregoriussen, arkitekt, um at gera uppskot til nýggja savnsbygningin.

Í sambandi við 200 ára føðingardagin verður uppskotið um at endurskapa fjósið sum savnsbygning almannakunngjørt við eini framløgu í Gamla Prestagarði. Talan er um ein spennandi bygning á stødd við táverandi fjósið, sum verður slakar 400 fermetrar til støddar, við millum annað framsýningarhølum, forhøll, matstovu, verkstaði og skrivstovuhøli hjá Fornminnisfelagnum.

Skráin fyri tiltakið á Nesi leygardagin 23. mars sær soleiðis út:

16.00 Inngangur í Nes Kirkju

16.10 Hammershaimb prestur – Jákup Reinert Hansen
16.40 Tóri Restorff Jacobsen spælir eitt tónleikastykki á cello

16.50 Søgan um prestagarðarnar á Nesi – Ólavur Magnussen

17.30 Kaffi í Gamla Prestagarði
17.45 Ættarkvøða – Jørgen Ulrik Hammershaimb (langabbasonur V.U.H)  

18.00 Gávuhandan til savnið – Margrethe Hammershaimb (langabbadóttir V.U.H) 

18.10 Framløga um enduskapan av prestagarðsfjósinum sum savnsbygningi

Um nakar ynskir at vita meira um tiltakið, kann viðkomandi venda sær til ein av stigtakarunum, Kára Mikkelsen, tpost: kari@punktum.fo, tlf. 280066.


Blái krossur hevur landsfund á Toftum

Komandi vikuskifti, 16. og 17. mars, hevur Blái Krossur Føroya landsfund í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Á skránni á landsfundinum verður m.a. almennur pallborðsfundur har umboð frá øllum politisku flokkunum luttaka, ungdómsmøti, sunnudagsskúli og ‘syng við’ kvøld.

Pallborðsfundur

Leygardagin kl. 15.30 verður pallborðsfundur, har umboð fyri allar politisku flokkarnar fara at tosa um evnið ‘Øll hava rætt til góð barnaár – týdningurin av at taka hond um børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing’.

Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfelt

Skráin

Leygardagin 16. mars

  • Kl. 14.00 Aðalfundur – skrá sambært viðtøkunum
  • Kl. 15.30 Pallborðsfundur við umboðum úr øllum politisku flokkunum. Sløkkiliðsmennirnir luttaka við sangi
  • Kl. 20.00 Blákross ungdómur skipar fyri ungdómsmøti

Sunnudagin 17. mars

  • Kl. 14.00 Sunnudagsskúli v/Tóru Norðgerð
    • Barnakórið í Tabor syngur
    • Børnini fáa ballónir og sunkist
  • Kl. 18.00 ‘Syngið við’ kvøld við harmonikuvinunum

Kvinnufelagið skipar fyri Grannakaffi

Tofta Kvinnufelag skipar fyri Grannakaffi  í felagshúsinum á Toftavegi 20, leygardagin 16. mars, kl. 14.00 til kl. 17.00.

Á skránni verður felagssangur v/harmonikuundirspæli og Marita Olsen fer at siga frá hvussu tað er at fáa staðfest krabba, sum 19 ára gomul. Mamma Maritu fer eisini at siga frá, sum avvarandi.

Cinthia av Strondum kemur at syngja.

Kvinnufelagið bjóðar kaffi og te og okkurt gott afturvið.

Møguleiki verður at geva eina gávu til Krabbameinsfelagið.

NÆMINGARÁÐIÐ Í TOFTA SKÚLA SKIPAR FYRI GRÆKARISMESSUHALDI Á TOFTUM

Aftur í ár skipar næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi.

Grækarismessuhaldið verður týsdagin 12. mars kl. 11.00 úti í Lágabø á Toftum. 

Næmingur úr Tofta skúla heldur røðu. Eisini verður felagssangur við undirspæli á skránni. 

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Næmingaráðið í Tofta skúla.

Kelda Tofta skúli

Grannakaffi í Tabor 14. mars

Hósmorgun, 14. mars kl. 10-12, verður Grannakaffi í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Martin Joensen fer at syngja og hugleiða um lívsins royndir.

Møguleiki verður at geva eina gávu til krabbameinsfelagið.

Methøg inntøka í februar

Taks hevur í dag kunngjørt fyribilsskattainntøkurnar fyri 2 teir fyrstu mánaðirnar av 2019. Fyri Nes kommunu er inntøkan 8.689.998 krónur, í mun til 7.497.041 krónur í 2018. Ein vøkstur uppá 1.192.957 krónur, ella 15,9 prosent.

Fyri februar 2019 var inntøkan 4.961.998 krónur, sum er besti mánaði nakrantíð hjá Nes kommunu, og 640.957 krónur meiri enn í februar 2018, ella 14,8 prosent, sum annars var tann besti mánaðin áðrenn.

Miðalvøksturin fyri allar kommunurnar higartil í 2019, er 12,1 prosent.

Fornminnisfelagið í Nes kommunu ársaðalfund

Fornminnisfelagið í Nes Kommunu hevur ársaðalfund í Gamla prestagarði á Nesi leygardagin  2. mars 2019  kl. 16.00.

Skrá sambart lógini:

  1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  3. Nevndarval
  4. Val av tveimum tiltakslimum og tveimum roknskapargrannskoðarum
  5. Val av nevnd til Bygdasavnið í Nes Kommunu
  6. Ymiskt

  Kaffimunnur og eitt gott prát


Fornminnisfelagið og Bygdasavnið

Kommunustýrisfundur verður mánakvøldið

Mánakvøldið 25. februar, kl. 18.00, verður almennur bygdaráðsfundur hjá Nes kommunu. Fundurin verður í fundarhølinum við hesi dagsskrá:

Mál nr. Málsheiti – Málslýsing

10/2019 Fíggjarmál – Keyp av journalskipan
11/2019 Mentanarmál – Umsókn um stuðul
12/2019 Mentanarmál – Roknskapur 2018 fyri- Bygdabókasavnið
13/2019 Mentanarmál – Umsókn um stuðul
14/2019 Tekniskt mál – Afturkeyp av grundstykkjum
15/2019 Tekniskt mál – Umsókn um loyvi til uppíbygging
16/2019 Tekniskt mál – Áheitan um ferðsluforðing
17/2019 Tekniskt mál – Earth Hour 2019
18/2019 Teknisk mál – Umsókn um at goyma grót í Tofta Havn
19/2019 Teknisk mál – Gøtan Undir Nesinum/Saltnes
20/2019 Trivnaðarmál – Umsókn um stuðul

Hugnaløta í tilhaldinum á Vesturskin

Mikudagin 06.03.2019 kl. 16.00 fara mennirnir úr Undirhúsinum at syngja í tilhaldinum.

Drekkamunnur og okkurt gott afturvið. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hevur tú ongan posa eftir ?

IRF ber nýggjar posar út í viku 12. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá.

Manglar tú posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar nýttir.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu og hvítu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir.  

Á www.irf.fo er yvirlit yvir, hvar posar fáast til keyps. Á síðuni eru eisini góð ráð til, hvussu gráu posarnir kunnu strekkja longur.

×