Jóhan Magnus Gunrim hevur útgávukonsert í Nebo í kvøld kl. 20.00

Í samband við at Jóhan Magnus Gunrim fyri stuttum gav fløgu út, fer hann at hava útgávukonsert í Nebo á Toftum, í kvøld, 2. mai, kl. 20.00.

Dyrnar lata upp kl. 19.30. Útgávukonsertin er partur av skránni hjá Várdøgum, sum Nes kommunu í hesum døgum skipar fyri.

Kostnaður kr. 100. Atgongumerkir kunnu keypast á: https://www.atgongumerki.fo/music/872296/konsert-i-nebo

Sølan gongur væl, men tað verður eisini møguleiki at keypa atgongumerki við dyrnar. Tað eru 250 sitipláss.

Umframt Jóan Magnus, fara TOS og Ari Seward at luttaka. Eisini verður fløgu- og bókasøla við Gjamma og Leirkerinum, kaffi, te og køkur.

Manningarnar eru :

ARI SEWARD:
Ari Seward: Solosang / kassagittar / elgittar
Tórður D. Jacobsen: Trummur / kórsang
Bjarni Jøkladal: Bass
Noe Chaparro: Elgittar
Ingmar Mikkelsen: Klaver / kórsang

TOLLARAR OG SYNDARAR – TOS:
Bárður á Lakjuni: Solosang / kassagittar
Jógvan Símun Sevdal: Trummur
John Eliasen: Bass
Eiler Hansen: Elgittar
Jákup Heinesen: Harmonika / orgul
Jan Nónklett: Klaver

JÓHAN MAGNUS:
Jóhan Magnus Gunrim: Solosang / kassagittar
Tórður D. Jacobsen: Trummur
Leivur Vitalis: Bass
Arni Zachariassen: Elgittar
Hans Poulsen: Kassagittar / elgittar
Jógvan Andersen: Klaver
Karlina Justinussen: Kórsang
Margretha Poulsen: Kórsang
Erna T. Magnussen: Kórsang

Pastagudstænasta í Fríðrikskirkjuni kl 17.30

Í dag, 1. mai, kl. kl 17.30 verður pastagudstænasta í Fríðrikskirkjuni við Ova Brim presti. Gudstænastan er barnavinarlig, ungdómsbólkurin ELISHA luttekur og borðreitt verður við døgura aftaná í kirkjukjallaranum.

Gudstænastan er í samband við at Várdagar eru í Nes kommunu.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Aksel Højgaard 25 ára starvsdag

Í dag hevur Aksel Højgaard, leiðari á teknisku deild, verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár.

Í vikuskiftinum bleiv Aksel Højgaard 60 ár og hevði stóra føðingardagsveitslu á Svangaskarði leygarkvøldið. Á veitsluni bleiv Aksel eisini heiðraður fyri góða og trúgva tænastu hjá Nes kommunu í 25 ár. Borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, helt talu og handaði Aksel ein málning í samband við serliga dagin.

Aksel byrjaði sum arbeiðsformaður í 1994, og bleiv nøkur ár seinni settur sum leiðari av teknisku deild. Ein uppgáva sum Aksel, saman við dugnaligu starvsfólkum á teknisku deild, hevur loyst fyrimyndarliga og væl.

Arbeiðsuppgávurnar hjá teknisku deild eru nógvar og umfatandi – umframt at ráðgeva borgarstjóra og bygdaráðnum í tekniskum spurningum í samband við bygging, byggiloyvir v.m., og samskifti av ymiskum slag,  spennir arbeiðsøkið yvir t.d. drekkivatn, kloakk- og spillivatn, vegir, gøtur, gøtuljós, kavarudding, kirkjugarðin, havnalagið, renovatiónina, kommunalar bygningar, rottutýning og mangt annað.

Aksel Højgaard er annars kendur sum fótbóltsleikari í Føroym, og ein av berandi kreftunum á B68 liðnum, sum fekk nógvu góðu úrslitini í 80´inum og 90´inum. Aksel leikti  fyrstu ferð á besta liðnum hjá B68 í 1975, og  hansara seinasti dystur á besta liðnum var í 1999. Aksel hevur leikt omanfyri 300 dystir fyri besta liðið hjá B68 og skorað omanfyri 100 mál.  Tað eru blivin til 3 gull, 2 silvur og 3 bronsu heiðursmerki í bestu deildini. 11 landsdystir bleiv tað eisini til í tíðarskeiðnum frá 1981-1985 og 2 mál.

Nes kommuna ynskir Aksel Højgaard hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum og 25 ára starvsdegnum.

 

V. U. Hammershaimb kvøld í gl. prestagarði í kvøld kl. 18.00

Í samband við Várdagarnar hjá Nes kommunu verður skipað fyri V. U. Hammershaimb kvøldi í gl. prestagarði á Nesi í kvøld kl. 18.00.

Kári Mikkelsen, samskiftisráðgevi, kemur at greiða frá um Hammershaimb, sum var hann, sum lat prestagarðin byggja. Kári kemur eisini at greiða frá ætlanini um at endurskapað prestagarðsfjósið, sum ein nútíðar savnsbygning.

Musikkskúlanæmingar hjá Katju Volovelskaja koma at spæla og kommunan bjóðar nýbakaðar vafflur afturvið einum drekkamunni.

 

Nykur filmurin vístur á Svangaskarði kl. 20.00

Í 1988 var filmur gjørdur um flakavirkið Nyk á Toftum. Tað var Klaus Kiesewettur, sum stóð fyri framleiðsluni.

Nú verður høvið at síggja filmin aftur, í nakað styttari útgávu.

Nógv fólk arbeiddi á Nyki í 80´inum, og stuttligt er at síggja hesi fólk aftur, 30 ár seinni, og at fáa innlit í hvussu arbeiði gekk fyri seg á Nyki tá, frá tí at fiskurin bleiv landaður, síðani framleiddur til liðugvøru og so avskipaður.

Tórður Mikkelsen kemur at hugleiða um tíðina á Nyki í 80´inum.

Filmurin verður vístur á Svangaskarði kl. 20.00. Tiltakið er í samband við Várdagarnar hjá Nes kommunu. Ein kaffimuður verður eisini at fáa.

Mannfólkakvøld á Svangaskarði í kvøld kl. 20.00

Í  kvøld verður mannfólkakvøld á Svangaskarði. Tiltakið byrjar kl. 20.00.

Skráin: Rasmus Magnussen fer at undirhalda, Torleif Johannsen at hugleiða og lokalar Rynkeby kreftir koma at greiða frá teirra túrum til París v.m.

Smyrjibreyð, kaka og kaffi verða at fáa. Kostnaður kr. 200.

Tað er Reyði Pantarin, Fjepparafelagið hjá B68, sum skipar fyri.

 

 

Sølvi heldur fyrilestur í Bókasavninum í kvøld 18.00

Í kvøld fer Sølvi R. Hansen at halda ein fyrilestur á bókasavninum í Tofta skúla. Sølvi er formaður í felagnum fyri frælsan ítrótt í Føroyum (FÍF), og hann hevur givið fyrilestrinum heitið “Rørsla-ger okkurt sum tú tímir”

Fyrilesturin er partur av skránni á Várdøgum, sum Nes kommuna skipar fyri í hesum døgum.  Ein kaffimunnur verður eisini at fáa.

Ferniseringar í samband við Várdagar hjá Nes kommunu

2 málningaframsýningar verða í samband við Várdagar hjá Nes kommunu.

Osla Gøthe av Toftum  sýnir fram málningar í Navia á Toftum. Fernisering verður leygardagin, 27. apríl kl. 14.00. Í samband við ferniseringina, koma næmingar hjá Nes Sóknar Musikkskúla at spæla.

Tórfinn Jacobsen úr Miðvági sýnir fram málningar í Gráasteinshúsinum í Saltnesi. Fernisering verður sunnudgin, 28. apríl kl. 16.00, har Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur nøkur orð. Eisini fer Magni Christiansen at syngja og spæla.

 

Várdagar í Nes kommunu: Ókeypis almenn svimjing

Í samband við Várdagar hjá Nes kommunu er almenna svimjingin ókeypis í døgunum frá 27. apríl til 3. mai.

Leygardagin, á Bátafestivalinum 4 mai, er svimjihylurin stongdur. 

Upplatingartíðir
Svimjihylurin er annars opin soleiðis fyri almennari svimjing.

Mánadag
18.00 – 19.00 Børn og vaksin
19.00 – 20.00 Vaksin

Mikudag – heitur hylur
16.00 – 18.00 Foreldur og børn undir skúla aldur (Kom tá tú vilt og svim so leingi tú vilt)

Hósdag
17.00 – 19.00 Børn og vaksin (Kom tá tú vilt og svim so leing tú vilt)
19.00 – 20.00 Vaksin

Leygardag – heitur hylur
12.00 – 18.00 Børn og Vaksin (Kom tá tú vilt og svim so leingi tú vilt)

×