Ung í arbeiði í Nes kommunu

Aftur í summar verður møguleiki hjá teimum ungu, sum í løtuni ganga í 9. flokki, at fáa arbeiði hjá Nes kommunu. Arbeiðstíðarskeiðið verður í 4 vikur frá 1. juli til 26. juli og øll fáa 2 vikur hvør.

Tey sum ynskja arbeiði kunnu venda sær til teknisku deild hjá Nes kommunu, og seta seg í samband við Aksel Højgaard leiðara á telf. 565001 ella skriva ein teldupost til Aksel@nes.fo.

Arbeiði hjá teimum ungum verður í mestan mun fríðkanararbeiði.

Gutti Winther kokkur vitjaði Tofta Skúla ídag

Í morgun møtti borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, næmingunum í køksbreytini uttanfyri kommunuskrivstovuna. Saman við teimum var kendi sjónvarpskokkurin, Gutti Winther. Tey heintaðu sýrur, sum skuldi verða partur av rættinum, sum tey vóru í holt við at gera. Næmingarnir bjóðaðu borgarstjóranum til døgura.

Kl. 12.00 bleiv eti. Borðreitt var við ferskum laksi frá Bakkafrost – bæði til forrætt og høvuðsrætt. Forrætturin vóru tunnar keks við laksi, sitrónsaft og mayonnaise og høvuðsrætturin var laksur, eplamorl, sýrur og veljast kundi millum 4 ymsik sløg av mayonnaise.

Næmingarnir gjørdu alt sjálvi, við kønari ráðgeving frá Gutta Winther. Gutti helt fyri, at næmingarnir vóru sera hugagóðir og arbeiðssamir, og dugdu væl at arbeiða saman.

Runavíkar og Tofta skúli hava samstarv um breytirnir í 10. flokki. Køksbreytin og handverkarabreytin hava hetta skúlaárið hildið til á Toftum. Handverkaranæmingarnir vóru eisini bjóðaðir við til døguran.

Lærarin, Hanna Heinesen, og námsfrøðingurin, Harry Knudsen, høvdu ábyrgdina av undirvísingini í í køksbreytini í dag og tey vóru sera vælnøgd við dagin. Í dag var seinasti regluligi undirvísingardagur í skúlaárinum, og tí høvdu tey bæði valt at gera nakað serligt burturúr, við at bjóða Gutta Winther í Tofta skúla.

Ein sera væleydnaður skúladagur hjá 10 flokki og døgurin smakkaði framúr væl.

Bátafelagið lýsir til aðalfund 23. mai

Bátafelagið á Toftum lýsur hervið til aðalfund, hósdagin 23. Mai 2019, kl. 19.00, í hølum felagsins á Toftagjógv.

Og verður fundurin hildin sambært lógum felagsins.

Goldið limagjald  gevur atgongd til fundin.

Nýggir limir eru vælkomnir at melda seg sum lim, limagjaldið er kr. 100 fyri árið.

Konto felagsins er : 9181 – 144.393.5.

Vegna nevndina

Høgni Waag Høgnesen, formaður

 

Martin kastaði fyrsta steinin

Eftir at seinasta tunnilsskotið í Rókini var latið av, var alment hátíðarhald í Løkshøll, har talur blivu hildnar og fólk fingu kaffi og kaku.

Fyrst helt Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, røðu. Eftir tað hildu teir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin røðu hvør eftir annan. Niðanfyri er røðan hjá borgarstjóranum í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, endurgivin.

Góðan dag øll somul. Hetta er ein hugaligur og søguligur dagur hjá okkum øllum, nú vit fara um ein av varðunum í hesi stóru verkætlan, og skotið er ígjøgnum Í Rókini og tunnil er millum armarnar báðar, á Skálafjørðinum, og bert gott 300 m eru eftir, til Eysturoyartunnilin er liðugt borðaður, um 3 vikur ella so.

Fyri uml. 100 árum síðani kom maður við leypi norðan úr Gjógv, leiðin gekk út á Nes. Í leypinum hevði hann sína 2 ára gomlu dóttir, sum hann skuldu lata til fosturs, hjá ommuni og abbanum. Kona hansara, og mamma dóttrina, var júst deyð, og hann sat eftir við 5 smáum børnum. Vegastrekkið úr Gjógv út á Nes er uml. 40 km eftir landsvegnum. Vit kunnu ikki ímynda okkum, hvussu hart tað hevur verið fyri pápan at lata dóttrina verið eftir á Nesi. Tung hevur gongan verið, við leypi á bakinum, yvir fjøll og gjøgnum dalar út á Nes, men enn tyngri má ferðin heimaftur hava verið, við tómum leypi.

2 ára gamla dóttirin var Malla Olsen á Toftum, sum í dag er elsta fólk í Føroyum, 104 ára gomul.

Fyri 100 árum síðani vóru eingir vegir og næstan einki regluligt samband sjóvegis. Skuldi ferðast, ella postur førast bleiv skjútsa, og skjútsskipanir vóru í gildi, bæði á sjógvi og landi.

Tá, og í tíðini aftureftir, var nógv sjóvegis samband við Skálafjørðin og høvuðsstaðin, umvegis Nes. Á Nesi sat prestur, sum næstan altíð eisini var próstur. Prestar og próvstar høvdu javnan ørindi í Havn, bæði í prestaørindum, men eisini í politiskum ørindum, eftir at próstur gjørdist fastur limur í løgtinginum. Sambært bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes, sum kom út í 2017, og sum rithøvundurin Helgi Jacobsen hevur skrivað, lýsir hann sera væl gomlu skjútsskipanina. M.a. verður greitt frá skylduni at skjútsa, og at skipanin var illa lýdd, serliga hjá teimum, sum búðu nær Havnini, og annars nærhendis har prestar og embætisfólk búðu.

Sum nevnt hevur tað altíð verið nógv samband millum Skálafjørðin og Havnina, og í 90 ár var regluligt samband við ferðamannabáti. Tað byrjaði við Ruth hjá Mjólkarforsýningini í 1908, sum sigldi regluliga inn á Skálafjørðin og norður í Sundalagið. Tá kostaði ferðaseðilin inn á Toftir 50 oyru. Síðani kom Tróndur í 1926. Hann var at meta sum luksusbátur við salong niðriundir og roykisalong.

Í 1939 fekk løgtingið allan rætt til strandfarasigling, og yvirtók seinni eisini Skálafjarðaleiðina frá Mjólkaforsýningini. Tað komu onnur skip, Sigmundur í 1950 og ein nýggjur Tróndur kom í 1967, sum eisini kundi føra bilar. Hann minnast fleiri okkara. Eftir at ferjulegan á Toftum var liðug fyrst í 70´inum, bleiv Tofta havn føst havn hjá Strandafaraskipunum á eystara armi á Skálafjørðinum. Vit minnast allar rutubilarnar, sum savnaðust á Toftum fyri at flyta fólk og post inneftir eystara armi, og um Gøtueiði til bygdirnar í Gøtu, Fugafjarðar og Leirvíkar, har Ternan flutti ferðafólkini víðari til norðoyggjar. Eftir Trónda kom Dúgvan í 80´inum, sum var eitt uppaftur størri skip, sum kundi taka størri bilar og trailarar. Seinni, í 90´inum, eftir at tunnilin millum Kollafjørð og Kaldbak var liðugur, sigldi Ternan I og tá Skálafjarðasiglingin bleiv niðurløgd beint undan aldarskiftinum, sigldi Pride í eina stutta tíð. Virksemið hjá Strandferðsluni hevði stóra ávirkan á dagligdagin á Toftum.

Umframt at flyta fólk og farm, so blivu tíðindir eisini flutt millum bygdirnar við ferðamannaskipunum. Eg gekk í skúla og arbeiddi í Havn í uml 12 ár, og sigldi tá fast við strandfaraskipunum til siglingin helt uppat. Eg minnist, at abbi mín á Nesi plagdi at spyrja meg um nýggjheitir úr Havn. Eg hevði ongantíð nakað at siga frá, tað skilti hann einki av. Men eg skilti tá, hvønn týdning sjóvegis sambandið gjøgnum tíðina, eisini hevur havt á tíðindaflutningin.

At missa sjóvegis sambandið við høvuðsstaðin var ein stórur missur fyri okkum á Skálafjørðinum, ikki minst fyri okkum í Nes kommunu.

Tá strandferðslan legði Skálafjarðarsiglingina niður, vístu teir til bussleiðina. Frá sigling uppá ein góðan hálva tíma, til koyring uppá ein góðan fullan tíma hvønn vegin. Nógv fólk ferðaðust eisini um tað mundi úr Nes kommunu til høvuðsstaðin til arbeiðis, og vit vóru 4, sum avtalaðu at koyra saman í privatbili. Nógv verður sjálvandi práta á tílíkum túrum, men eg kann minnast, at afturvendandi evnið var ger av undirsjóvartunli millum Streymoynna og Skálafjørðin.

2 av teimum sum eg koyrdu saman við, vóru Martin V. Heinesen og Tummas Eliasen, 2 av pionerunum aftan fyri hesa verkætlan, sum vit hátíðarhalda í dag.

Sum jarðfrøðingur var Martin V. Heinesen við í jarðfrøðisliga arbeiðinum av Vágatunlinum. Hann kendi tí sera væl tað verkætlanina, bæði tekniskt og fíggjarliga. Vit kunnu siga, at Martin kastaði fyrsta steinin. Eitt heystarkvøld í 2002 setir hann seg í samband við nærmasta grannan, Símun Johannesen, sum tá var bygdarráðslimur og seinni borgarstjóri í Nes kommunu, og vísur honum eina ætlan um at gera ein Skálafjarðartunnil. Við sínum drúgvu royndum innan jarðfrøði og Vágatunnilsprojektinum sum grundarlagi, hevði Martin V. Heinesen gjørt uppskot um ger av undirsjóvartunli, sum eisini innihelt eina kostnaðarmeting. Við almennnum ferðslutølum hevði hann rokna út, hvussu íløgan kundi rindast aftur við brúkaragjøldum.

Teir báðir vóru sannførdir um, at talan var um eina so góða verkætlan, ikki minst fíggjarliga, og at arbeiðast mátti meðan jarnið var heitt. Teir kontaktaðu síðani fíggjarmannin Tummas Eliasen og verkfrøðingin Niclas Foldbo, sum hevur nógvar royndir við tunnilsverkætlanum. Teir fóru í holt við at arbeiða meira við hugskotinum, gjørdu kanningar og útvegaðu ymiskt tilfar. Á einum almennum fundi á Svangaskarði tíðliga í 2003,  bleiv ætlanin løgd alment fram á fyrsta sinni, har kommunu- og landspolitikkarar vóru bondir við. B68 húsið var fullsett av fundarfólki. Undan fyrstu framløguni hevði fundur verið millum stigtakararnar og teir 4 borgarstjórarnar á Skálafjørðinum (tá var Skála kommuna framvegis ein kommuna). Borgarstjóranir stuðlaðu ætlanini, og vóru seinni við til at fíggja part av kanningararbeiðnum.

Ætlanin á fyrsta almenna fundinum var væl móttikin. Fyrireikarnir fóru nú av álvara undir nærri kanningar og høvdu fleiri útlendskar ráðgevarar á vitjan, m.a. íslendska stjóran í undirsjóvartunnilsfelagnum á Hvalsfirði í Íslandi, sum eisini helt, at hetta var ein sera góð og burðadygg verkætlan. Eftir fyrstu almennu framløguna kom løgfrøðingurin, Ingi Højgaard, uppí arbeiðsbólkin.

Arbeitt var við ætlanini frá 2003 til 2005, og í 2005 bleiv umsókn handað landsstýrinum, frá P/F Skálafjarðatunnilinum, um loyvi til at gera tunnilin. Tað vóru kommunurnar við Skálafjørðin og Kaupthing, sum varaðu av P/F Skálafjarðartunlinum.

Nógv hildu, at hetta var ein óneyðug ørvitis verkætlan, og nógv yvaðust, um hetta nakrantíð fór at verða til verunleika.

Føroyski fjølmiðlaheimurin hevði eisini stóran áhuga í hesi spennandi verkætlan. Nógvir spurningar og yvamál vóru viðgjørd, t.d. var nógv kjak um linjuføring, kostnað, tíðarætlan, fígging v.m. Ein kritiskur tíðindamaður setti m.a. einum verkfrøðingi, sum hevði nógvar royndir í tunnilsarbeiði, einaferð spurningin, hvat hann helt um hesa verkætlan, sum 5 tilvildarligir Toftamenn høvdu skotið upp og fyrireikað. Hann svaraði, at hann hevði fult álit á teimum upplýsingum, sum komu fram um verkætlanina, tí fyrireikarnir vóru sera væl kvalifiseraðir til tílíka verkætlan, tí teir høvdu nógva og viðkomandi vitan innan jarðfrøði, verkfrøði, løgfrøði, búskaparfrøði og politik.

Men, m.a. av politiskum orsøkum og av fíggjarkreppuni, sum rakti allan heimin í 2008, dróg tað út við verkætlanini. Ikki fyri enn í 2012, tá Kári P. Højgaard var blivin landsstýrismaður í innlendismálum, bragdaði aftur. Hann staðfesti, at áhugi ikki var fyri, at almennu Føroyar fóru undir tunnilsverkætlanina og fór tískil at kanna um privatir íleggjarar høvdu áhuga fyri verkætlanini. Hetta er helst ferskt í minninum hjá okkum flestu, og vit minnast, at avtala var klár at undirskrivað við CIP (Copenhagen Infrastructure Partners), fyrst tann 27. Juni 2013, og sum bleiv útsett til 31. August 2013.

Undirskrivngarstaðurin skuldi verða her í Løkshøll, og songkvinna var bíløgd, sum skuldi syngja til tiltakið. Nú eru vit so her, 6 ár seinni. Øll minnast piparnøturnar og politiska rokið, og tann søgan endaði við, at Kári P. Højgaard mátti takka fyri seg sum Innlendismálaráðharri.

Men eldur var komin í kyndilin aftur, tí minni enn eitt ár seinni, á summarmála 2014, samtykti eitt einmælt løgting at stovna eitt partafelag, at byggja og reka ikki minni enn 2 undirsjóvartunlar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Hugskotið til verkætlanina, sum teir 5 toftamennirnir høvdu byrjað uppá og arbeitt við, var nú so gott, at tað kundi fíggja 2 undirsjóartunlar. Upprunaliga verkætlanin er tó nakað broytt, t.d. viðv. linjuføring og tunnilsmunnum.

Ein stórur partur av kostnaðinum, á so stórari verkætlan sum hesari, er fíggjarkostnaður. Í fyrstu kostnaðametingunum var fíggingin mett at kostað 7 prosent, og tá avtalan verður undirskrivað, gott 10 ár seinni, er fíggjarkostnaðurin gott og væl helvtina minni. Hetta hevur stóran týdning fyri burðardygdina í verkætlanini, og man kan siga, at tað tískil var heppi, at tað dróg út við at koma ígongd við arbeiðnum.

Nú 5 ár eftir samtyktina í løgtinginum, er boringin skjótt liðug, og tunnilin kann takast í nýtslu komandi ár. Fari at takka fyrireikarunum, sum eg havi nevnt frammanfyri, og politisku skipanini, fyri at Eysturoyartunnilin verður verunleiki.

Síðstu árini eri eg ofta spurdur, hvønn týdning og hvørja ávirkan tunnilin kemur at hava á Nes kommunu, Skálafjarðarøkið ella alt meginøkið sum heild. Eingin kann hava nakað endaligt svar, men eingin yvi er um, at tunnilssambandið millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin, eitt økið sum íalt fer at telja helvtina av landsins íbúgvum,  við føroya bestu náttúruhavn, fer at skapa ein dynamik, sum fer at hava góðar ringvirkningar við sær fyri alt meginøkið, ja allar Føroyar.

Fyrimunirnir við tunnlinum eru nógvir, vit koma spara tíð í ferðing, brúka minni brennievni til akførini, harvið minni CO2 útlát, tryggari ferðslu á vetrartíð, styttri teinar til handlar og tænastu osfr.

Stutti teinurin millum Skálafjørðin og Høvuðsstaðin ger, at áhugin fyri at búseta seg á Skálafjørðinum hevur verið vaksandi seinastu árini. Tá fyrsta skotið fyri tunlinum bleiv loyst av 21. Febr í 2017, búðu 1240 fólk í Nes kommunu, ídag, 2 ár seinni búgva 1337 fólk í kommuni, ein vøkstur uppá 100 fólk í 2 ár, ella knapt 8 prosent.

Vit í Nes kommunu hava alla tíðina stuðla undir hesa verkætlan og gleða okkum til koyrandi verður gjøgnum tunnilin næsta ár.

Ein tílík verkætlan, sum verður framd so tætt uppat øllum 3 kommununum, krevur nógv samstarv og gott samskifti. Nógvir hava fundirnir verið og nógv samskifti, og eg ynski at takka Teiti Samuelsen frá Tunnilsfelagnum, Torbjørn Jacobsen frá Runavíkar kommunu og Artur Johansen frá Sjóvar kommunu fyri gott og fyrimyndarligt samstarv.

Skaldið Hans Andrias Djurhuus skrivaði á sinni um okkum føroyingar – Saman at standa var ei okkum givið. Men tað kunnu vit ikki siga um hesa verkætlanina, síðani hon fór av bakkastokki fyri 5 árum síðani.

Til Tunnilsfelagið og NCC, til lukku við síðsta skotinum móti Rókini ídag og góða eydnu við tunnilsarbeiðnum frammyvir.

Takk fyri.

Seinasta tunnilsskotið í Rókini


Dagurin í gjár í Rókini, sum nógv høvdu bíða spent eftir, var søguligur, tá ein av varðunum í hesi stóru tunnilsverkætlan bleiv rundaður, og skotið bleiv ígjøgnum Í Rókini og tunnil er millum armarnar báðar, á Skálafjørðinum. Nú eru bert 300 m eftir, til Eysturoyartunnilin er liðugt borðaður, um 3 vikur ella so.

Nógv fólk var samankomið við tunnilsmunnan á Rókini. Umleið fimm metrar vóru eftir at spreingja.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, trýstu á knøttin.

Eftir at skotið varð, sluppu øll fólkini yvir til sjálvan tunnilsmunnan, og so at síggja holið. Eftir eina løtu sóust arbeiðsfólkini hjá NCC koma hinumegin frá og ganga uppum grótrúgvuna, og tað var klappa fyri teimum.

Síðani varð farið í Løkshøll, har Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlinum bjóðaði vælkomin. Síðani helt Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, røðu. Eftir tað hildu teir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin røðu hvør eftir annan.

Í Løkshøll varð eisini bjóðað køka og kaffi.

DroneDirector hevur tikið myndina.

Tunnilsprát í Gráasteinshúsinum í morgin

 

Kunngerð !

Opið hús á Gráasteini.

Opið hús verður á Gráasteini í Saltnesi, í morgin frá kl. 10 til  kl. 12, har Símun Johannesen og Tummas Eliasen koma at greiða frá Skálafjarðar tunnilsprojektinum, í samband við at skoti verður ígjøgnum móti Rókini í morgin.

Alfred Olsen

Síðsta skot móti Rókini

Í morgin, týsdagin 7. mai kl. 16.30, verður síðsta skot latið av í Eysturoyartunlinum móti Rókini.

Í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald við Rókina og í Løkshøll.

Hátíðarhaldið byrjar við, at borgarstjórarnir, Jóhannus Danielsen, Tórbjørn Jacobsen og Artur Johansen lata síðsta skotið av við Rókina.

Aftaná verður farið í Løkshøll til ein drekkamunn, har skráin er hendan:

1. Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.
2. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.
3. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu heldur røðu.
4. Jóhannus Danielsen heldur røðu.
5. Artur Johansen borgarstjóri í Sjóvar Kommunu heldur røðu.

Eftir hetta er møguleiki hjá øðrum at siga nøkur orð.

Hátíðarhaldið endar kl. 18.30.

Takk fyri øll somul!

 

Bátafestivalurin á Toftum er av á hesum sinni.

Bátafestivalurin eydnaðist sera væl, og aftur í ár vóru nógv fólk á festivalinum, bæði frá nær og fjar.

Men aftanfyri eitt tílíkt tiltak liggur eitt megnar arbeiði, sum Bátafelagið á Toftum og fólkið aftanfyri felagið, leggur fyri dagin. Drúgt fyrireikingararbeiði og nógv arbeiði undan og á sjálvum degnum. Og nú gerandisdagurin er aftur, er alt festivaløkið longu ruddað. Flott.

Nes kommuna takkar Bátafelagnum, og øllum øðrum sum annars eru við til at skipað fyri, hjartaliga takk fyri stóra arbeiðið, sum verður gjørt ár um ár soleiðis, at møguleiki er fyri at halda Bátafestival á Toftum, okkara íbúgvum og vitjandi til stóra gleði.

Eisini takkar kommunan fyri, at tað er tikið so væl ímóti Várdøgum, sum Nes kommuna í ár fyriskipaði fyri 6. ferð.

Takk fyri felagsskapir og einstaklingar, at tit hava tikið so væl ímóti og hava gjørt Várdagar møguligar við teimum tiltøkum, sum vit í felag hava skipað fyri. Uttan tykkum, eingir Várdagar.

Vegna Nes kommunu
Jóhannus Danielsen
borgarstjóri

Jóannes Hansen setti Bátafestivalin á Toftum í gjár

Niðanfyri er talan endurgivin, sum Jóannes Hansen helt í gjár í samband við at hann setti Bátafestivalin á Toftum.

Her grør um gangandi fót

Góðu gestir og bygdafólk.

Flaggdagin fyri fimm árum síðani var eg á flogvøllinum. Ørindini vóru at taka ímóti yngru dóttrini og hennara kæru. Eftir fimm ár í útlegd fluttu tey heim aftur á klettarnar. Tey vóru fýra, sum komu heim, og á biltúrinum eystur eftir í meginøkinum spurdi eldra gentan, sum tá var fimm ára gomul, hví tað vóru so nógv fløgg at síggja í øllum bygdunum.

Abbin svaraði, at tað var tí, at vit øll – omman og abbin, mosturin og hennara familja í Saltangará, omman og abbin í Fuglafirði og øll teirra og allir føroyingar – vóru so fegin um, at tey nú vóru flutt aftur til Føroya at búgva og at tað eisini var tí, at tað var flaggdagur.

Fyri fimm árum síðani búðu tað 1208 fólk í Nes kommunu. Nú er fólkatalið á Nesi, Toftum og Saltnesi 1329. Fólkavøksturin hevur í fimm ár verið 10 prosent ella 2 prosent um árið. Um vit sammeta við stórar fólkavøkstir á globalum plani, so er vøksturin í India 1,2 prosent. Hesin vøksturin er so stórur, at hann fer at bera við sær, at India um ikki so ógvuliga langa tíð fer at vera heimsins fólkaríkasta land. Nú er Kina heimsins fólkaríkasta land. Men har er vøksturin nú bara 0,5 prosent. Tað er orsaka av eitt barnapolitikkinum, sum hevur verið galdandi síðani 1979, at fólkavøksturin í Kina er lækkaður úr 2,8 prosentum og niður í 0,5 prosent ella bara í ein fjórðing av tí, sum fólkavøksturin nú er í Nes kommunu.

At fólkatalið vaks ótamt plagdi at vera roknað at vera ein vanlukka, tí tað bar við sær, at tað vóru fleiri munnar at metta, uttan at framleiðslan varð størri.

Her hjá okkum er fólkavøkstur roknaður at boða frá góðum. Tað er tí, at tað er liviligt, at børn og vaksin trívast, og at tað er pláss fyri øllum. Arbeiðsloysið er lítið og einki, og tí ber skjótt vaksandi fólkatalið meiri vælstand og vælferð ella vælferð og vælstand við sær.

Tíðir broytast og siðir skifta. Vit fluttu higartil til Toftir at búgva í 1987 og skjótt eftir var eg kommunuskrivari í eitt ár, meðan Alfred Olsen saman við konuni var í Keypmannahavn.

Tá varð nógv útbygt niðri við sjógvin. Stór útbygging var frá Toftagjógv og suðureftir, og her í Oyrum var bátahylurin nógv víðkaður. Tá ráddi tað um at økja um atløguplássini hjá skipum og smærri og størri útróðrarbátum. Hesi stóru tredivu árini er talið á skipum nógv lækkað, og útróðrarbátarnir eru fáir.

Kortini er eingin trupulleiki at veiða, tí kapasiteturin hjá einstaka skipinum og bátinum er nógv størri. Maskinorkan er økt, og tól og amboð eru so nógv betri.

Hóast útróðrarbátarnir eru færri, so er talið eins høgt ella hægri á førum, sum flóta her í Oyrahavnini. Tráðanin ella næstan sjúkan at flóta er stór, og vælstandurin ger, at førini, sum vanliga liggja her og ikki minst øll tey, sum eru komin higar at vitja í dag, eru bæði størri, snøggari og meiri skjóttgangandi. Í staðin fyri at bátarnir altíð vóru amboð í stríðnum fyri at fáa fong til vega í knógvanini fyri at yvirliva, so er livifóturin nú so høgur, at bátarnir hjá nógvum eru amboð at spenna frá í og njóta lívið, tá ið dagsins setningur er útintur.

Tað boðar frá góðum livikorum, og tað hava vit alla orsøk at fegnast um.

Lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla.

Vit kenna øll hesa regluna og aldurin lærir okkum veruleikan at Tíðin rennur sum streymur í á.

Tað var Fríðrik Petersen, sum yrkti henda sálmin. Tað gjørdi hann á nýggjárinum í 1892 ella nøkur ár eftir, at hann var komin úr útlegdini og aftur til Føroya. Hann vaks upp her inni í Saltnesi, og hevði verið burturi síðani hann tólv ára gamal fór til Havnar at ganga í skúla. So var hann í Íslandi og leyk stundentsprógv og í Danmark og las gudfrøði, áðrenn hann kom aftur til Føroya og var prestur á Sandi við bústaði í Todnesi og í Suðuroy við bústaði í Leirum í Hvalba. So var tað, at hann bleiv prestur á Nesi og próstur í Føroyum.

Meðan hann var prestur í Suðuroy var tað, at hann yrkti Tíðin rennur sum streymur í á.

Sum vit øll onnur hugsaði hann um lívið og tað, sum farið var, og tað sum bíðaði.

Hann mintist aftur á barnaárini, tá ið pápin, Jóannes, sum var ættaður úr Útistovu í Vági í Klaksvík, var lærari her og fekst við so mangt annað eisini. Konu fann hann sær millum næmingarnar í skúlanum – Súsonnu uttan úr Forná á Nesi – og Fríðrikur og tey vóru tólv systkin.

25. mars í ár var merkisdagur, tí tá vóru tað 200 ár síðani, at V. U. Hammershaimb var føddur. Vit kenna hann sum stóra málmannin og faðir at okkara skriftmáli. Hammershaimb varð føddur á løgmansgarðinum á Steig í Sandavági. Pápin doyði longu árið eftir – í 1820 – og tvey ár seinni, tá ið Venzel var trý ára gamal, fluttu mamman, hann og systurin til Havnar, har hann vaks upp.

Tá ið Fríðrik Petersen var smádrongur, var Hammershaimb prestur og próstur á Nesi. Har búðu hann og konan og børnini í prestagarðinum, sum nú er karmur um virksemið hjá Bygdasavninum í Nes kommunu. Hammershaimb hjúnini stóðu á odda, tá ið prestagarðurin varð bygdur.

Hammershaimb kom á Nes í 1862. Tá var Fríðrik Petersen níggju ára gamal. Hann var áhugaður í at læra og lesa og gekk nógv út í prestagarðin. Vit síggja henda smádreingin fyri okkum, sum hann gongur úr Skúla í Saltnesi, út um Sýnina og umvegis heimrustina og Heygarnar og Torkilsheyggj og oman í prestagarðin.

Samlaða fólkatalið her í økinum var tá niðanfyri 300.

Á Nesi hitti Fríðrikur synirnar hjá Hammershaimb. Hjalmar, sum var trý ár yngri enn Fríðrikur og Jørgen, sum var seks ár yngri enn Fríðrikur. Teir vórðu vinmenn fyri lívið, og tá ið teir fóru til Havnar at ganga í skúla, gingu Hjalmar og Fríðrikur um kvøldarnar til latín og franskt hjá Bergh yvirlærara.

Kanska hevur Fríðrikur viðhvørt róð út á Nes ella hann er sloppin í bát saman við onkrum øðrum. Tað var ómakaleysari at rógva ella sigla við seglum, enn tað var at ganga. Vindurin og árarnar syrgdu fyri tí orkuni, sum gongulimirnir annars skuldu syrgja fyri.

Hammershaimb var ógvuliga upptikin maður og ferðaðist nógv. Men tað skilst, at hann eisini dugdi at njóta løturnar, tá ið tað bar til at spenna frá. Hann var tá tíðliga í fjøritunum og harvið upp á tað besta, og ivaleyst hevur hann givið sær stundir at siga dreingjunum frá um tað, sum hann hevði upplivað.

Teir hava úr vindeyganum sæð út á Skálafjørðin og Tangafjørð, norður í Sundalagið og suður í Nólsoyarfjørð. Bæði í logn og silvitni á sumri, tá ið ljósið spælir og vetrardagar, tá ið myrkrið hevur valdið og brotini og dunið á Flesjunum síggja út sum heitar keldur og gosfjøll.

Bátar og skip vóru at síggja, men ferðslan var ikki so nógv. Prósturin varð skjútsaður suður til Havnar og aðrastaðni kring landið í embætisørindum, og viðhvørt sóust skip úr útlandinum fara inn á Havnina.

Teir, sum róðu og sigldu, vóru meinkunnugir í ráki, streymi, íðum, afturundirgerðum og øllum øðrum, sum hevði við sjógv, sigling og at rógva at gera, og myndin var sólarklár fyri øllum, tá ið Fríðrikur seinni yrkti

Lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla.

Einki er at ivast í, Hammershaimb hevur sagt synunum og Fríðriki frá um, hvussu tað gekk, tá ið hann fyrstu ferð sigldi úr Føroyum og til Danmarkar. Tað var í hvussu so er ein ferð, sum hann ongantíð gloymdi:

Hann var tólv ára gamal, tá ið hann í oktober 1831 fyrstu ferð fór úr Føroyum. Mamman fór niður saman við honum, nú hann skuldi niður til Keypmannahavnar at lesa. Tey fóru við skonnartbrigguni Auroru, og Hammershaimb fortaldi soleiðis:

Tá ið vit nærkaðust Hetlandi fingu vit storm av útsynningi suðri, sum gjørdi, at vit í fleiri dagar rókust eysturi á Tróndheimsleiðini – og vit kundu lagt aftrat við yrkingini hjá Fríðriki “áraleys at kalla”.

Tá ið vit um morgunin spurdu kapteyn Jensen, sum var havnarmaður, hvussu tað stóð til, svaraði hann “Til Spitsbergen”. Tað vil siga, at hann hugsaði møguleikan, at skonnartin fór at reka heilt upp til Svalbard.

Skansaklædningurin fór, áðrenn hann hækkaði. So bóru seglini Auroru suðureftir, og eitt kvøldið varð boðað frá, at vitin á Stætti var beint fyri stavni, sigur Hammershaimb og heldur fram í frásøgnini fyri synunum og Fríðriki og okkum øllum:

Tað vóru óttafullir tímar, sum nú komu, tí í hesum nógva vindinum gjørdist neyðugt at seta fleiri segl á fyri at sleppa um tangan: skipið fekk ferð, men skalv og legðist nógv á liðina, men tað eydnaðist; vit vóru glað at síggja vitan miðskips í læ, tey nýliga settu seglini vórðu tikin og hini repað, skipið rættaði seg aftur og helt sína kós víðari; tá lætnaði hjá okkum.

So gekk tað so gleðiliga suðureftir við góðum byri av landnyrðingi og norðri. Vit nærkaðust sunnasta endanum á norsku vesturstrondini og settu okkum at møsna og fyrigykla okkum: “Í morgin fara vit fram við Lindesnesi.”

Men so var ikki; hann makaði vindin og lækkaði aftur niður í sunnan.

Hammershaimb hevur í prestagarðinum á Nesi greitt synunum og Fríðriki frá allari hesari ferðini. Tað eru ikki stundir at gera meiri við tað her. Tey, sum eru áhugað kunnu lesa í endurminningunum hjá Hammershaimb, sum fyrrverandi starvsfelagi mín á Læraraskúlanum og arbeiðsgrevi Jonhard Mikkelsen í Vestmanna – Sprotamaðurin – gav út av nýggjum í sambandi við 200 ára føðingardagin.

Veður og vindur spældu so stórt puss, at tað var neyðugt við vetrarlegu í Noregi, og Aurora kom ikki til Keypmannahavnar fyrr enn 26. februar í 1832. Tá vóru tað fimm mánaðir síðani, at tey fóru av Havnini.

Tá ið vit fyri skjótt einari fjórðingsøld síðani búðu eitt lítið ár í Oxford, segði ein lærari mær uppundir jól, at tey fóru út til sjógvin at halda nýggjár. Tað var siðvenja hjá teimum og so nógvum øðrum. Hann spurdi so, um vit ætlaðu okkum út til strondina at uppliva havið og so fortaldi hann mær, at tað var stórsligið at síggja, hvussu tað skiftir millum blikalogn og storm og illveður og villar bylgjur.

Hann hevði ilt við at ímynda sær pallmyndina, tá ið eg fortaldi honum, at har, sum vit búgva, síggja vit sjógvin alla tíðina – í logn og sum ein sveiti, og tá ið tað av álvara sær ófantaligt út, og at vit eru áhugað í at hoyra veðurforsøgnina, tí ættin hevur so nógv at siga fyri, hvussu veðrið verður. Hann undraðist, tá ið eg segði honum, at vit dagliga síggja skip og bátar fara framvið køksvindeyganum og helt fyri, at fyri slíkt útsýni mundu vit hava betalt nógvar pengar.

Tá ið eg kom aftur úr Klaksvík í gjárkvøldið, lógu fleiri bátar í bátahylinum í Søldarfirði, og aftur í dag hevur verið møguleiki úr vindeyganum at síggja bátar fara inneftir fjørðinum og nú fyri einari løtu síðani í stórum tali at fylgjast út um grynnuna og leggja at landi her í Oyrum. Ein føgur sjón sum Hammershaimb og Fríðrikur fyri 100 – 150 árum síðani ikki høvdu møguleika fyri at ímynda sær fór at verða veruleiki.

Tað er ikki neyðugt at hugsa so nógv um streym og rák, tí maskinorkan er so stór, og bátarnir eru so væl bygdir og snøggir. Áhugin fyri at taka reyðfiskaroyndina er stórur, og tað sigur okkum, at teir og tey eru framvegis nógv, sum halda seg hava tørv á at læra og duga tað, sum skilamenn fyrr í tíðini fingu inn við móðurmjólkini. Teir sum vóru føddir við ár í hond.

Tá ið Fríðrikur gekk úr Saltnesi og út á Nes var tað fátæksligt her á leið.

Helgi Jacobsen endurgevur í fínu bygdasøguni tað, sum Jørgensen prestur í 1845 sigur um støðuna:

“Tað er bart út sagt skaðiligt, at ov nógv fátæk fólk búseta seg á sama stað. Hetta síggja vit av royndum. Umframt bøndurnar eru á Toftum nógv fátæk fólk – 22 giftar familjur – eg haldi, at vit áttu at sloppið burtur úr hesum fátækadømi.

Í ringum tiðum hevur neyðin altíð verið stór á Toftum, og tað er bara til bøndurnar, at tey fátæku hava kunnað leitað fyri at fáa hjálp”.

Jørgensen sá ikki stórvegis útvegir fyri, at støðan fór at batna. Eitt nú helt hann ikki, at útróðurin fór at bjarga toftafólki, og helst hugsaði hann her um, hvussu nógv størri fyrimunir bygdirnar longur norðuri á oynni høvdu at lívbjarga sær við fiski:

“Hava fólk ongan seyð, mugu tey vinna sær til lívsuppihald við útróðri ella á annan hátt útvega sær tað, ið tørvur er á fyri at liva. Men Toftir eru ikki nøkur útróðrarbygd, og vit skulu ikki rokna við, at hvør sum helst, ið fær eina lítla trøð, fer at vera handverkari.

Finna vit ikki aðrar vinnuvegir, fer fátækradømið at vaksa. Tað er tí bara ein vegur fyri at fáa framburð í landinum og at menna vinnuna og økja um fólkatalið: endi má fáast á einahandlinum, soleiðis at føroyingar á øllum økjum gerast frælsir. Eftir eina stutta og væl skipaða fyrireikingartíð munnu føroyingar síðani fáa fríhandil”, var niðurstøðan hjá Jørgensen.

Vit vita, hvussu tað gekk. Helgi greiðir frá um teir, sum sóu møguleikan og fyrireikaðu bæði á sjógvi og landi. Fólkatalið vaks so spakuliga, og nógv tey flestu livdu av útróðrinum, sluppfiskiskapi og seinni línubátunum. Tann fyrsti av øllum, Vesturhavið Blíða, kom jú til Toftir.

Robert Joensen taldist millum barnagóðu grannar okkara á Heygum í Klaksvík. Hann var kommunuskrivari, granskari og høvundur, sum ríkaði okkum við bókum um gerandisdagin hjá okkara forfedrum í bø og haga og á sjónum. Ein av bókunum eitur Útróður 1845 – 1945. Har skrivar hann um millum annað um ein útróðrartúr við deksbátinum Varpinum.

Vit geva honum orðið, tá ið teir eru á veg inn  í Skálafjørð eftir sild at brúka sum agn:

Tá ið vit snara inn um Eystnes, kemur ein motorbátur út við landinum.

“Her koma toftamenn”, sigur formaðurin, ið júst snarar róðurrokkinum. “Óførir útróðrarmenn, teir leggja nógv fyri, og við Skálafjørðinum hava teir altíð sildina góða”.

Og Robert heldur fram:

Komnir inn í Skálabotnin liggja ikki færri enn seks motorbátar úr Klaksvík har og vænta sær agn til keyps. Klokkan er tvey mánanáttina. Ein heil fjøld av útróðrarmonnum er komin saman í hesi lítlu bygd á Føroya besta sildafirði. Ei undur í, at útróðrarmenn lata orð falla um, hví so fáir útróðrarbátar eru á Skálafjørðinum, her sildin so at siga altíð er tøk. “Ov lítið fyriskipað uppi á landi”, er einasta svarið frá útróðrarmonnum. Og so leggur Robert aftrat, at helst er tað so.

Nú eru vit í 2019. Tølini siga, at tað ongastaðni er so stórur fólkavøkstur og vøkstur í skattainntøkunum, sum tað er kring Skálafjørðin. Her er væl skipað fyri, tað er arbeiðið til allar hendur, og ungdómar og tey, sum arbeiða, ferðast aftur og fram fleiri ferðir um dagin.

Fólk og fyritøkur hava sæð og síggja møguleikarnar. Ein av heilt stóru fyritreytunum, sum er orsøk til nógva lívið og menningina, er undirstøðukervið. Í sekstiárunum varð av álvara farið undir útbyggingar av havnum, vegum og brúm her í oynni við Mikkjali Helmsdal á odda. Tveir av teimum, sum hava verið mest og longst uppií, eru úr økinum her á leið. Tann fyrri Niels Pauli Hansen úr Heimistovu á Glyvrum og tann seinni okkara egni Niklas Foldbo.

Síðani yngra dóttirin og hennara eftir fimm ára útlegd og flaggdagin fyri fimm árum síðani fluttu heim aftur á klettarnar er nógv hent. Tvey aftrat eru komin í reiðrið, og tey eru millum mong onnur í holtur við at fáa sær tak yvir høvdið her í kommununi. Tað er hugaligt og boðar frá dynamikki, og at tað framvegis verður roknað við møguleikum.

Einasti drongurin í reiðrinum er tvey ára gamli Nóa. Hann hevur so góðan hug at fáast við vatn. Dámar væl at spæla í vaskinum og baðikarinum og verður drigin at hvørjum lítlum hyli. Framtíðin fyri at svara, um hann verður sjómaður, sum tríggir av fýra langabbum vóru, og sum annar abbin og pápin eru, ella um hann fer at virka á landi. Vit vita, at tað er natúrligt, at talið á sjómonnum lækkar. Við tólum og amboðum og framkomnum bátum og skipum fær hvør einstakur meiri burturúr. Í arbeiðsplássum á sjógvi og landi er talan bara um lyklapersónar og serfrøðingar – soleiðis er tað í seinmodernaða vitanarsamfelagnum.

Nú fara vit at enda.

Tað er ein góðan summardag í 1921, tíðliga um morgunin. Ein sjey ára gamal havnardrongur stendur har frammi á mjólkarbátinum Ruth og hyggur eftir, hvussu tað skúmar frá bógnum, meðan báturin stillisliga sker seg gjøgnum sjógvin, einki motordunk, eingin rysting. Men hetta er eisini ein stórur dampari, heldur hann, hevur altíð verið til, eins og Kirkjubøreyn ella Nólsoyggin ella Maria í Janstovu.

Hetta er fyrstu ferð, hann sjóvegis er farin heimanífrá. Hann fer ein túr aftureftir. Nøkur fólk sita á lastalúkuni. Har er eisini ein so blíð kona. Hon peikar móti einum landi við nøkrum húsum langt burturi og sigur: “Hatta eru Toftir – har skal eg fara. Men tað verður ikki enn á sinni, at vit koma so langt. Og inn ímillum einastaðni liggja Heiðarnar, har sum tú skalt fara, og tað verður uppaftur longur”. Nei sum hatta landið er stórt, hugsar drongurin, meðan kósin verður sett norður í Sundalagið.

Soleiðis skrivar Petur Háberg í Hugburtingum sínum um Mjólkarbátarnar.

Tað eru 98 ár síðani, hann fór hesa ferðina. Mjólkarbátarnir eru søga, Strandferðlan á Skálafjørðinum er søga, og næsta ár fara vit at koyra undir fjørðinum.

Nýggir møguleikar og nýggjar avbjóðingar. Flesjarnar og rák og streymur og ætt fara at spæla uppaftur minni leiklut.

Menningin hevur verið øgilig, og vit siga saman við Fríðriki

Tíðin rennur sum streymur í ár

títt munnu bylgjurnar falla;

lítlum báti rekist eg á,

áraleysur at kalla.

Í sær sjálvum ljóðar hetta eitt sindur troystarleyst, men tað verður spennandi við nýggjum íðum, bogum, afturundirgerðum, strongum og flesjum.

Tað er neyðugt at stýra við bestu árini. Henni sum saltnesmaðurin Fríðrikur Petersen gav okkum manualin til:

Ein hevur vinurin vilja og mátt

at bjarga mær frá grandi:

Jesus kann føra mín lítla bát

trygt at himnasandi.

 

Tíðin rennur sum streymur í á

fram í Harrans navni!

Lítlum báti eri eg á, –

Himnastrond fyri stavni.

 

Takk fyri at tit lýddu á og framvegis góðan bátafestival, sum eg hervið lýsi at vera settan.

DJ Cool í Ungdómshúsinum leygarkvøldið

Í sambandi við Várdagarnar, sum Nes Kommuna skipar fyri í hesum døgum, skipa Ungdómshúsið á Toftum fyri einum serligum kvøldi, leygarkvøldið 4. mai kl. 21-02.

Eins og í fjør á Bátafestivalinum, kemur DJ Cool at diska fyri teimum ungu. Tiltakið var sera væl móttikið í fjør. DJ Cool er ein tann best umtókti plátavendarin í Føroyum. 

Á skránni verður dansur, pitsa/pizza og sodavatn.

Tiltakið er ókeypis!!!

Aldursmark: 7. fl. og til 17 ár.

×