Flaggregatta á Toftum 2019: Skráin

Í samband við Føroya Regatta 21. til 23. Juni, sum í ár hevur heitið “ Flaggregatta 2019”, og gomlu træseglskipini vitja í Nes kommunu, verður lýst við hesi skrá:

Fríggjadagur 21. Juni

Kl. 06:00        Johanna siglir av Vági til Toftir

Kl. 06:30         Thorshavn siglir av Tvøroyri til Toftir

Kl. 16:00         Dragin siglir av Klaksvík til Toftir

Kl. 16:00         Westward Ho og Norðlýsið sigla av Havnini til Toftir

Kl. 18.00        Hoppiborg og bátahylur opnar fyri børnum á Toftagjógv – ókeypis

Kl. 18.00         Matsøla opnar í teltinum á Toftagjógv

Kl. 18.00         Regattaflotin kemur á Skálafjørðin, siglir inn og liggur við bryggju Kl. 19.

Kl. 19.00         Jóhannus Danielsen, borgarstjóri bjóðar vælkomin og flytur fram røðu

Kl. 19.10        Kári Millum Garðarnar, formaður í Felagnum Føroysk Træseglskip, ber fram heilsan

Kl. 19.15        Regattaflotin er opin fyri almenninginum at vitja umborð í áleið 2 tímar at síggja, hvussu lívið varð umborð í gomlum                         døgum. Manningar vísa runt og greiða frá.

Kl. 19.15        Spennandi skattaveiða fyri børn í áleið 1 tíma.

Kl. 21-23        “Syngið við tiltak” í teltinum við luttøku við Fuglafjarðar Harmonikufelag og Hilmar Jan Hansen – ókeypis

Kl. 24.00         Skipini loysa og sigla víðari til Tvøroyari.

Matsøla er í teltinum: Borðreitt verður við oksakjøti, rómabakaðum eplum, salat og onkrum drekkandi afturvið. Kostnaður kr. 170 fyri vaksin og kr. 90 fyri børn. Kaffi og vafflur verða eisini til keyps.

B68 dagurin útsettur !!!

B68 dagurin, sum eftir ætlan skuldi verða ídag kl. 17.00, er útsettur vegna veður.

Fyrireikarnir boða frá, at lýst verður seinni, nær B68 dagurin 2019 verður.

 

Flagg Regatta á Toftum – Flaggsigling 2019

Aftur í ár er Regatta á skránni, í ár undir heitinum ” Flaggregatta 2019″

Tey gomlu træseglskipini sigla frá Tórshavn, Klaksvik, Tvøroyri og Vági til Toftir, 21. juni, síðani til Tvøroyar, 22. juni. Skipini sigla heimaftur sunnudagin 23. juni.

Ferðaseðlar kunnu keypast  á kunningarstovunum kring landið, ella á www.atgongumerki.fo.

Einkult ferð kostar 300 kr. og allur teinurin kostar 800 kr. Børn, yngri enn 14 ár, ferðast ókeypis saman við vaksnum. Gistast má í landi.

Skipini koma í Tofta Havn 21. juni, kl. 19,00, har Nes kommuna skipar fyri móttøku og manningarnar vísa vitjandi runt umborð á skipunum. Væntandi verða skipaini eini 8-10 í tali.

Á kajøkinum verður festivaltelt sett upp, og møguleiki verður at keypa sær góðan døgura. Kl. 21. 00 verður “syngið við” tiltak í teltinum við luttøku av Fuglafjarðar Harmonikufelag og Hilmar Jan Hansen.

Nærri skrá fyri fríggjakvøldið 21. juni verður lýst seinni.

Poul Færø helt røðuna við Toftavatn í ár

Aftur í ár hava Runavíkar og Nes kommunur skipað fyri hugnaløtu við Toftavatn. Hugnaløtan var í góðverðrinum í gjárkvøldið, har omanfyri hálvt hundrað fólk luttóku.

Í ár helt toftamaðurin í Klaksvík, Poul Færø, taluna. Harumframt var felagssangur sungin og kommunurnar bjóðaðu burgara og sunkist.

Niðanfyri er røðan hjá Poul endurgivin.

—-

Summarløtan við Toftavatn 11. juni 2019.

Dávid kongur syngur lovsong um menniskju og greiðir okkum frá, at meistaraverk Guds eru vit. Framum alt annað, ið skapt er, bera vit stórsta heiðurin og undran av Skapara okkara.

Tí kenni eg trongd til. hesa summarløtu, at bera skapningi Guds, menniskjanum, stórstu virðing og undran, tí alt hevur Gud gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.  (Præd. 3:11)

Krúnan á skaparavekinum eru vit, eingin annar skapningur á foldum eigur tann vakurleika vit sita inni við, hóast sagt verður um okkum, at menniskja fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.

Men at skoða tað er okkum givið, tí kunnu vit taka undir, bæði við Salomon og faðir hansara Dávidi, og siga við einum munni:

Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt. hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí! Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi Tú tað.

Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur, smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini, fuglarnar undir himli og fiskin í havinum, alt tað, ið ferðast vegir havsins.

– HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina!” (Sálmur 8)

Frá hesi undran og hátign av Harra og skapara okkara, venda vit okkum til skapning hansara og dvølja við minni, eg sjálvur gjørdist hugtikin av í barna og ungdómsdøgunum. Ikki er tað avriksvera kappanna ella tey, okkara millum, ið dagaðu yvir øll hini, eg hugsi um, men tey, ið vóru meiri enn nøgd, við at vera tað tey vóru, okkara millum.

Og við tað at hugnaløtan er við Toftavatn, skal eg nevna persónar, ið hugtóku meg sum teir, ið útinti megnarverk, bæði her á Mýrunum og úti við Bøllines.

Men fyrst skal eg nevna dreymverðina í mínum barna og ungdómsárunum við Toftavatn – ikki

bert strondin og niðan í áirnar, men vatni sjálvt var so hugtakandi og duldarkent.

Við hesari útsøgn um vatnið, dvølji eg við minni um nýgift par, sum undir hveitibreyðsdøgunum dvøldi á Sandimikla, hetta var seinast í 1940 árunum. Hjúnini bæði vóru systkjannabørn hjá mammu míni.

Alt við brúdleypsferð út í heimin og njótan av av fyrstu tíð kærleikans var mær, sum piltur, so ókent. Tá so ein mammubeiggi mín við ungu unnustu síni kom út á Toftir, fyri at fáa meg til ferðaleiðara yvir á Sandin mikla, har mín dreymaverð goymdi seg í áunum, har vit plagdi at ‘stinga síl’.

Spældi alt innara menniskja mítt í undran og hugtikni av, at so nógv nýtt kundi goyma seg har umframt. Men sjónin mær møtti, uttanfyri brúðarhúsið har (lítlu smáttini) sum Dánial á Skipshandlinum hevði bygt til summarhús, saman við jolluni á sandinum, tók heilt ondina frá mær.

Tí hvat sá eg standa í durinum her? Stór spann við yvirstórum állum ringdum í spannini! Tey bæði høvdu lagt út á dýpið og sett línu sama morgunin, og fongurin var langt út um villasta hugflogi hjá mær.

So duldarfull gjørdist mær hendan sjónin, at vit báðir Christian Ludd og eg, leitaðu yvir at seta línu fram við vatninum – men fongurin gjørdist meiri møði enn føði – nakrir slýggjutir smáir állar og eitt síl.

Men tit, spenningurin, bert at slepp sær niðan um liðið – har kýrnar stóðu og slotaðu eftir onkrum, at reka tær oman, so tær kundu sleppa inn á básin og verða mjólkaðar – har niðan um hálsin og síðani oman á vatnið – kvirran um kvøldi bar nakað loyndarfult.

Hin fyrri eg nevni Jákup í Hálvdanstoft.

Minni um hann og eginleikar hansara, eru tætt knýttir til hesar víddir, vit njóta sjónina av her á Mýrunum í dag. Tí seyðin á hesum víddum røktaði hann við skinsemi seyðahirðans og hegni, undir mínum uppvøkstri.

Eg kom at práta við hann um hetta sjálsama lyndið, ið eisini gjørdi hann til góða hirðan hjá okkum børnum og ungdómum á Toftum. Hann vildi einki gera burtur úr sær sjálvum, men av teirri orsøk, at eg hevði lagt merki til hvussu kærleiksfult hann umgekst okkum piltar, eins og allar teir mongu ánarar, sum longu í mínum barnsárum arvaðu skurðin og klippingina á Mýrum – heilt niður til eitt hálvt krov av seyði.

So kundi hann ikki avnokta veruleikan, av teim mongu góðu vinum hann átti – tað opnaði hjarta hjarta hirðans – so hann skammaðist ikki longur við køna innlitið hann átti um arvin hjá hesum mongu ánarunum.

Sanniliga gjørdist eg so fegin tá frálíka stand myndin av seyðahirðanum kom at standa her við innaravatn. Tá birtist mær eins og Jákup stóð har aftur, eins og í óvitaárum.

Minnist eisini væl løtuna, tá hann opinberaði fyri mær avmarking sína likamliga, tá beinini ikki longur bóru hann lættliga, eins og fyrr. Hóast innara menniskja hansara, so væl, kundi hugsa sær at hildi fram við hirðans verki út til øll, bæði menniskju og djór, mátti hann boyggja seg fyri tí veruleika, at útvortis menniskja gekk til grundar, meðan innvortis menniskja hansara endurnýggjaðist dag frá degi, í trúnni á Jesus. (2. Kor. 4:16)

Væl kennist enn angin av honum, ið hugtók so í tímiligu og andaligu tilveruni, tí eg droymdi um at eiga javnvág við Jesus, eins og hann átti – saman við vinarliga barnatokknum til okkum.

Fyrimyndin í Háldanstoft talar enn sum áður !

Hin seinni er Dánial í Køkinum.

Ein annar maður á Toftum, sum eisini dagar eisini uppum hini, í samband við uttara vatnið her, sum vit nevna tað. Tað var Dánial í Køkinum, hóast ólíkir, so vóru báðir átøkir í hjartaliga háttinum teir umgingust menniskju.

Tilknýtíð hansara ver tengt til umsorgan og verju av okkum, børnum bygdarinnar, ið høvdu frálíka møguleikan, um summari, at fara yvir á vatnið at svimja ella læra at svimja við Bøllines. Ein dreymaverð av møguleikum, har vit í flokki stevndu saman, til gagnliga endamálið – duga at halda sær uppi, sum jú var byrjanin.

Dánial var okkara lívbjargari, við sjálvgivna málinum at vakja yvir okkum, kom hann við og fylgdi við, ein slík trygd kendist av nærveru hansara. Sum fyrimynd í tí óhugsandi, tá á døgum, gjørdist hann fyrirennari teirra, sum nú í tíðini hava slíka uppgávu sum livibreyð.

Men aftur her kom hjartalag bygdarmansins okkum øllum til góðar. Sjálsom niðurstøða er at finna í Sálm. 127:1, eftir Sálomo:

“Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.”

Gjørdi Dánial hetta verkið okkum at gagni ella var tað líkamikið um hann ikki gjørdi tað, nei. sanniliga gagnaðist nærvera hansara okkum. Hann vakti yvir okkum, sum tann. ið skuldi gera roknskap fyri síni egnu samvitsku um tað, at hann vildi ikki at nakar okkara skuldi farast – tí eingin var, ið vakti yvir okkum í Guds stað.

Fyri meg gjørdist vár tilverunar ein spennandi hendingarrøð av so mongum góðum løtum við Toftavatn og við Hamravøtnini, hitt heimara og handara. Eisini dvøldi hugurin tráur til Runavík ella her innanfyri, har so mong av okkum uttanífrá funnu sær grundstykki og bygdu.

Eisini eg taldist millum hesi byggihugaðu, haldi at teir fyrstu, ið hugtóku meg vóru (Yddi) Jústines hjá Rakul og Jóhannes í Túni og Hans Petur hjá Sofíu.

Men felags fyri okkum øll, ið gjørdust útisetar, er árinið, tað kann als ikki lærast av teimum mongu, sum ongantíð fluttu. Men vit kenna tað, hjá okkum, ið fluttu av bygdini, er tað eins og meitla í innastu hjartarøturnar.

Og við hesum orðum geri eg meg til eitt við okkum øll, sum búgva í útlegd her heima ella uttanlanda.

Vit rokna okkum altíð til at vera eitt við tykkum, sum trúføst bygdu og búðleikaðust í fedranna bygd ella býi.

Virðiliga bera vit tykkum øllum hesa kærleiksheilsan!

Gud signi mítt føðiland Føroyar!

Endurnýtsluvirkið stongt ídag

Av tí at bingjurnar eru fullar, er endurnýtsluvirkið stongt ídag 11. juni.

Opið verður aftur sum vanligt hósdagin.

Nes kommuna

Eysturoyartunnilin: Síðsta skotið í morgin

Í morgin fríggjadagin 7 juni kl. 18.00 verður alment hátíðarhald í samband við, at síðsta skot í Eysturoyartunlinum verður latið av.

Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja, tá seinasta skotið verður latið av. Skotið verður latið av 5.274 metrar inn í Eysturoyartunlinum, Hvítanes megin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, so í staðin er tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi.

Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis.

Skráin fyri hátíðarhaldið her henda:

1. Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.

2. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.

3. Niklas Foldbo, ein av í verksetarunum av Eysturoartunlinum heldur røðu.

4. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri letur seinasta skot av í Eysturoyartunlinum.

Í samband við tiltakið, verður tónleikur og bjóða verður til ein drekkamunn.

Fólkatingsval mikudagin 5. juni

Sum kunngjørt, verður fólkatingsval í morgin, mikudagin 5. juni.

Tey sum hava valrætt í Nes kommunu velja í fimleikarhøllini í Tofta skúla, inngongd norðanfyri.

Valhølið letur upp kl. 09.00 og letur aftur kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Nes kommuna

 

Vælkomin á Svangaskarð hósdagin kl. 17 !

Í samband við U21 landsdystin á Svangakarði hósdagin, 6. juni kl. 17.00, er fylgjandi heilsan skrivað til blaðið, sum FSF gevur út í samband við dystin.

FSF boðar frá, at tað verður ókeypis atgongd.

Vælkomin á Svangaskarð !

Hjartaliga vælkomin á Svangaskarð á Toftum, til U21 landsdyst millum Føroyar og Kasakstan.

Talan er um fyrsta dyst í undankappingini til EM endaspælið í 2021. Hini liðini í okkara bólki eru Montenegro, Norðurmakedónia og Ísrael.

Tað gleðir okkum í Nes kommunu, at FSF framvegis nýtir Svangaskarð til heimavøll og leggur fleiri av okkara U21 heimadystum á Svangaskarði. Seinasti U21 landsdystur á Svangaskarði var fyri einum ári síðani, móti Finnlandi.

Í dag vitjar U21 landsliðið úr fjarskotna asiatiska landinum, Kasakstan. Landið er sera stórt, á stødd við alt Vestureuropa, arealið er knapt 3 mio. km2 og har búgva uml. 20 mió. fólk. Á vøllinum eru vit tó 11 móti 11.

Kasakstan hevur áður vitja á Svangaskarði, í 2003, og vann okkara A-landslið tá 3-2 í venjingardysti.  Á somu ferð vann Føroyar eisini 2-1 á Tórsvølli. 10 ár seinni, í undankappingini til HM 2014, var A-landsliðið í bólki saman við Kasakstan. Føroyar taptu á útivølli í 2013 og leiktu javnt á heimavølli sama ár.

Síðani fyrsta landsdyst á Svangaskarði i 1992 móti Belgia, hava nógv lond og nógvar fótbóltstjørnur vitja á Toftum. Nógv fantastisk fótbóltsupplivilsir eru at minnast afturá, og vit gleða okkum framyvir at taka ímóti nógvum komandi fótbóltsstjørnum.

Vegna Nes kommunu ynski eg øllum vælkomnum á Svangaskarð og ein góðan dyst, og ynski Eli Hentze og hansara monnum góða eydnu í hesi undankapping, sum nú verður skotin í gongd.

Við fótbóltskvøðu

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Ársroknskapurin fyri 2018

Á bygdaráðsfundinum í gjárkvøldið, bleiv ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2018 samtyktur.

Staðfest var, at samlaðu inntøkurnar vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2018 vóru minni enn roknað bleiv við í ætlanini.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2018, eftir frádrátt av rentustuðli, er 55.5 mió. krónur, sum er 0,1 mió. krónur hægri enn í 2017. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við eini nettoskattainntøku fyri 2018 á 52,9 mió. krónur. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2018 2,6 mió. krónur meiri enn mett í fíggjarætlanini.

Samlaðu rakstrararútreiðslurnar í 2018 vóru 46,6 mió. krónur, ið er 1,8 mió. krónur meiri enn í 2017. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2018 var roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 47,4 mió. krónur. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2018 0,8 mió. krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið í 2018 var sostatt 8,9 mió. krónur. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við einum avlopið uppá 5,5 mió. krónur. Rakstraravlopið bleiv sostatt 3,4 mió. krónur betri enn mett.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2018 vóru 16,3 mió. krónur. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við einari nettoíløgu á 19,1 mió. krónur. Íløgurnar í 2018 blivu sostatt 2,8 mió. krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.

Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2018 var roknað við einum halli á 13,6 mió. krónum, men staðfesta hallið gjørdist 7,4 mió. krónur, ella 6,2 mió. krónur minni enn roknað var við.

Við árslok 2018 var nettoskuldin hjá Nes kommunu 21,4 mió. krónur.

Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning pr. 31.12.2018 er 50,3 mió. kr., roknað við einum skattaprosenti á 23,0. Nettoskuldin er sostatt væl niðanfyri eina skattaálíkning.

Ársroknskapurin fyri 2018 kann lesast her

Bygdaráðsfundur verður mánkvøldið 27. mai

Mánakvøldið, 27. mai kl. 18.00, verður almennur bygdaráðsfundur í Nes kommunu. Fundurin verður í fundarhølinum við hesi dagsskrá:

 Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

39/2019      Fíggjarmál               Ársroknskapur 2018 – Roðin

40/2019      Fíggjarmál              Ársroknskapur 2018 – Nes Kommuna

 41/2019      Fíggjarmál               Roknskaparreglugerð – Nes Kommuna

42/2019      Tekniskt mál           Umsókn um byggiloyvi

43/2019      Trivnaðarmál          Umsókn um tímar til serligan tørv

 NES  KOMMUNA

×