Nes kommuna á ferðavinnumessu

Árliga ferðavinnumessan Vestnorden bleiv sett í Havn í morgun. Nes kommuna er við á messuni og er tað Óla Kristian á Torkilsheyggi sum umboðar kommununa. Nes kommuna hevur avtalu við Navia v/ Óla Kristian á Torkilsheyggi um at reka ferðavinnuskrivstovu í kommununi.

Føroyar, Ísland og Grønland skiftast um at skipa fyri messuni. Í ár eru 382 luttakarar úr 23 londunum við á messuni. Tað er størsta luttøkutalið ið nakrantíð hevur verið.

Klokkan 10 byrjaðu fundir, har seljarar úr teimum trimum londunum hitta keyparar úr øllum heiminum.

Seinnapartin fara luttakararnir at ferðast kring landið við føroyskum ferðaleiðarum.  Endamálið er at vísa luttakarunum so nógv av landinum sum gjørligt. 25 av luttakarunum vitja í Nes kommunu seinnapartin.

Í kvøld er móttøka í Sjóvinnuhúsinum, sum Tórshavnar Kommuna stendur fyri.
Í morgin eru fundir á skránni allan dagin. Vestnorden endar við einum døgurða á Hotel Føroyum í annaðkvøld.

Tað er Visit Faroe Islands, saman við 62N, sum skipar fyri tiltakinum í Føroyum.
Vestnorden er fyri innbodnum úr ferðavinnuni.

Álvur Haralsen á Sosialinum hevur tikið myndina, sum kommunan hevur fingið loyvi til at brúkt.

 

 

JHR skal gera Høganesútstykkingina

Í gjár undirskrivaðu Rúni Petersen, stjóri  í JHR og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu undir arbeiðstakarasáttmála viðv. útstykking undir Høganesi.

Verkætlanin umfatar gerð av 350 m av asfalteraðum vegi við gongubreyt, íroknað klokk- og spillvatnsleiðingar og gøtuljós. Fram við vegnum er pláss fyri 11 grundstykkjum. Arbeiðið byrjar í sept. 2019 og skal verða liðugt í apríl 2020.

9 arbeiðstakarar vóru bodnir at bjóða, og 4 lótu tilboð inn. Teknistovan Gøta hevur staðið fyri projektering og útbjóðing.

Eftir gjøgnumgongd av tilboðunum og tilmæli frá Teknistovuni Gøta, bleiv tikið av lægsta tilboðnum frá JHR uppá kr. 3.728.780.

Tofta kvøldskúli í vetur – 2019/2020

Tofta kvøldskúli byrjar í viku 43.

Tekningin byrjar týskvøldið  1. oktober kl. 20.00.
Gjaldast skal fyri skeiðini á heimasíðu skúlans: www.toftaskuli.fo
Tá ið goldið er, er tilmeldingin skrásett.

Lýsingin sæst her 

 

Svimjihylurin er opin aftur

Nú er arbeiðið við nýggju teknisku útgerðini til svimjihylin í Tofta skúla liðugt, og svimjihylurin er opin aftur, sum vanligt.
Svimjihylurin er opin soleiðis fyri almennari svimjing.

Mánadag
18.00 – 19.00 Børn og vaksin
19.00 – 20.00 Vaksin

Mikudag – heitur hylur
16.00 – 18.00 Foreldur og børn undir skúla aldur (Kom tá tú vilt og svim so leingi tú vilt)

Hósdag
17.00 – 19.00 Børn og vaksin (Kom tá tú vilt og svim so leing tú vilt)
19.00 – 20.00 Vaksin

Leygardag – heitur hylur
12.00 – 18.00 Børn og vaksin (Kom tá tú vilt og svim so leingi tú vilt)

Kostnaður
Vaksin 25 kr. og børn u/14 ár 10 kr

Tá skulin hevur summar-, jóla- og páskafrí, er svimjihylurin stongdur.

Bygningurin hjá Sandgrevstur liðugur

Nýggji bygningurin, sum Sandgrevstur úr Fuglafirði hevur bygt á havnalagnum á Toftum, er nú liðugur og klárur at taka í nýtslu.

Í tí sambandinum bjóðaði Sandgrevstur til morgunmat í morgun, í nýggja bygninginum.

Gordon Martin Midjord, stjóri, bjóðaði vælkomin og takkaði fyri góða móttøku á Toftum og fyri gott samstarv við Nes kommunu. Mennirnir í Undirhúsinum á Toftum settu dám á løtuna við góðum sangi. Vegna Undirhúsið ynskti Alfred Olsen eigarunum til lukku við nýggja bygninginum og Guds signing.

Eisini borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, segði nøkur orð og ynskti eigarunum hjartaliga til lukku við bygninginum.

Talan er um ein bygning, sum er 1525 fermetrar til støddar, 61 m langur,  25 m breiður og 10 m høgur.

Síðani 2013 hevur Sandgrevstur havt virksemi á havnalagnum á Toftum. Teir hava leigað Snoddbygningin á Toftum, sum P/F Eysturoy eigur, til teirra virksemi, sum umfatar flutning og goymslu av alifóðri. Alifóðrið verður lagt á goymlsu og síðani flutt út á laksaalistøðirnar eftir tørvi.

 

 

Pirurin liðugur áðrenn tíð

Í morgun var avhendingarfundur á kommunuskrivstouni hjá Nes kommunu, í sambandi við at leingjanin av pirinum í Tofta havn er liðug.

Tað er J&K Petersen, sum hevur havt arbeiðið av pirinum um hendi, og arbeiðið hevur gingið sera væl. Arbeiði, sum er gjørt uppá minni enn 1 ár, er liðugt umleið ein mánað fyrr enn ætla, og arbeiði er gjørt til avtalaða prísin. Eingin eykarokning.

Pirurin er longdur við 90 m. Meginparturin av allari grótnøgdini er tunnilsgrót, sum er flutt av Strondum við grótbátunum Raghild og Siri hjá J&K Petersen, meðan tað stóra grótið, sum er nýtt til laðingina, hevur J&K Peteren útvegað av Hústoft.

Nú arbeiðið við leingjanini er liðug, verða ljós sett á pirin og spreingileidningsforðingarnar tiknar burtur.

Samlaða arbeiðið var mett at kostað 11,4 mió. kr. Enn er kostnaðurin ikki endaliga uppgjørdur, men greitt er, at kostnaðurin verður minni enn mett, knapt 11.0 mió. kr.

Terra v/David R. Hansen hevur verið ráðgevi hjá kommununi, meðan LBF hevur havt projektering og eftirlit um hendi.

Samstarvið millum Nes kommunu, Terra, LBF og J&K Petersen hevur verið fyrimyndarliga gott. Góða samstarvið hevur m.a. havt tað við sær, at arbeiðið er liðugt áðrenn avtalaðu tíð og til avtalaðan kostnað.

Til staðar í sambandi við avhendanina vóru: Jan Odmarsson, LBF, Dávið Reinert Hansen, Terra, Niclas Davidsen, formaður teknisku nevnd, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, Stein Olvur Petersen, stjóri og Sigtór A. Petersen, arbeiðsfm., frá J & K Petersen.

Eftir avhendingarfundin bjóðaði Nes kommuna, arbeiðsmonnunum og leiðslu hjá J&K Petersen, til morgunmat, har borgarstjórin og stjórin í J&K Petersen søgdu nøkur orð og takkaðu fyri gott samstarv.

Svimjihylurin er enn stongdur

Í summar er arbeitt við at seta upp nýggj  sandfiltur og nýggjar skolivatnstangar til svimjihylin í Tofta skúla. Hetta arbeiði er liðugt og hylurin verður nú fyltur aftur og arbeiði eftirkannað.

Eftir ætlan verður svimjihylurin opin aftur seinni í hesi vikuni.

Lýst verður verður tá svimjihylurin er opin aftur.

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Àminning frá IRF:

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.
Fyribyrging av nátasjúku: 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at  –  taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

Lovið úr røttum kassa

Áheitan frá Kommunufelagnum á politisku flokkarnar:

Politisku flokkarnir hava lagt sínar valskráir fram. Valevni og áhugabólkar hvør í sínum lag boða eisini frá, hvørji hjartamál teirra eru. Ynskini eru nógv, og lyftini uppaftur fleiri.

Nógv av vallyftunum hava stóra ávirkan á kommunala geiran. Vit kunnu nevna: Skattalættar til láglønt og miðallønt, skattafrítt útgjald úr samhaldsfasta,  frádrátt fyri limagjald til yrkisfeløg, ásetan av normeringum á eldra– og dagstovnaøkinum, sama tænastustøði um alt landið, styttri arbeiðsvika, fyrireikingartíð o.s.fr.

Lagt verður upp til, at løgtingið skal regulera kommunal málsøki niður í smálutir, samstundis sum vallyftini, hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunukassarnar.

Kommunurnar eru fyrst og fremst fíggjaðar av persónsskatti. Økjast útreiðslurnar munandi og minkar inntøkugrundarlagið um somu leið, so verður neyðugt at hækka kommunuskattin. Hetta merkir skattahækking til tann einstaka. Tá er ikki nógv vunnið.

Kommunufelagið vil tí heita á politisku flokkarnar og valevni at vísa hesum ans og koma við heildarloysnum, sum taka hædd fyri bæði inntøkum og útreiðslum, heldur enn bert at koma við uppskotum, sum minka um inntøkurnar og økja um útreiðslurnar hjá kommununum. At raðfesta grundarlagið undan kommunukassunum er lítið virðiligt.

Eisini er ynskiligt at flokkarnir greitt melda út, hvussu teir grundleggjandi ynskja, at viðurskiftini millum land og kommunur verða skipað og undir hvørjum fyritreytum kommunurnar í framtíðini skulu reka yvirtikin málsøki.

Kommunufelagið

 

×