Fíggjarætlanin 2020

Fíggjarætlanin fyri 2020 hjá Nes kommunu bleiv í kvøld, 7. november, einmælt samtykt við aðru viðgerð. Fíggjarætlanin skal hava triðju viðgerð, og verður endaliga góðkend, á komandi bygdaráðsfundinum tann 25. november 2019.

Fyritreytirnar fyri inntøkunum eru, at skattaprosentið verður óbroytt, 20,5 prosent, og at barnafrádrátturin er óbroyttur kr. 5.500.

Nettoinntøkan fyri 2020 er mett til 60,4 mió. kr. í mun til 54,8 mió. kr. (v/eykajáttan), sum er metta inntøkan fyri 2019. Ein hækking uppá 5,6 mió. kr., ella 10,2 prosent.

Rakstrarkostnaðurin fyri 2020 er mettur til 51,4 mió. kr. í mun til 48,5 mió. kr. (v/eykajáttan), sum er metti kostnaðurin fyri 2019. Ein hækking uppá 2,9 mió. kr., ella 6,0 prosent.

Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt.

Sum nakað nýtt, ætlar Nes kommuna at bjóða øllum ungum, ímillum 6 og 18 ár, eitt frítíðarkort. Frítíðarkortið, verður eftir ætlan eitt ognarkort á kr. 2.000 árliga, sum kann nýtast til skipað frítíðar-, ítróttar- og mentanartilboð. Avsett er 0,5 mió. kr., sum er metti árligi kostnaðurin av hesi skipan.

Útgreining av rakstrarkostnaðinum í 2020:

§1 Kommunal fyrisiting 5,2 mió. kr.
§2 Almanna- og heilsumál 18,2 mió. kr.
§3 Børn og ung 12,3 mió.kr.
§4 Undirvísing 4,2 mió. kr.
§5 Mentan og frítíð 3,6 mió. kr.
§6 Teknisk mál 4,6 mió. kr.
§7 Kommunalt virksemi 3,3 mió. kr.

Rakstrarúrslitið verður sostatt eitt avlop áðrenn íløgur á 9,0 mió. kr.

Ætlanin er at gera íløgur í 2020 fyri 19,1 mió. kr., netto.

Stórsta íløgan í 2020 er framhald av bygging av nýggjum og dagførdum frítíðarskúla uppá 7,5 mió. kr. Samlaði kostnaðurin er mettur til 12,5 mió. kr. Byggingin verður liðug í 2020.

Kommunan fer í 2020 at halda fram við at gera økið á Kneysum og fram við Heygsvegnum byggiklárt til íbúðarbyggingina. Í økinum verða 4 íbúðarbygningar við 34 íbúðum. Arbeiðið við útstykkingini Undir Høganesi, sum er í gongd, verður gjørt liðugt í 2020. Avsett er 3,0 mió. (netto) til byggibúning v.m.

Peningur er avsettur til Ídnaðarøkið við Rætt og til bátahylin, íalt 2,7 mió. kr. Ætlanin er at halda fram við at útbyggja Ídnaðarøkið við Rætt, samstundis sum ætlanin er at útbyggja og dagføra økið við bátahylin í Oyrunum. Peningur er m.a. avsettur til at fáa inn uppskot til hvussu økið við bátahylin skal útbyggjast og dagførast.

Svimjihylurin í Tofta skúla, sum er frá 1981, verður í 2020 høvuðsumvældur so hann lýkur nútíðar krøv. Í 2018 og 2019 eru nýtt tøknirúm bygt og nýggj tøkniútgerð sett upp og tikin í nýtslu. 3. og seinasta stigið er at høvuðsumvæla svimjihylin. 1,4 mió. kr er avsett til hetta arbeiðið.

Eisini er peningur settur av til Roðan Økistænastuna. Peningurin skal nýtast til umbygging av Røktar- og Ellisheiminum, sum m.a. hevur við sær, at teir báðir køkarnir verða ein køkur, Heimarøktin flytir úr kjallaranum í Heilsudeplinum niðan á Røktar- og Ellisheimið, nýggj umsitingahølir verða gjørd og svimjihylurin, sum ikki hevur verið brúktur í á leið 10 ár, letur uppaftur. Samlaði íløgukostnaðurin hjá Roðanum er mettur til 13,7 mió. kr, sum verður býttur yvir 2 fíggjarár. Parturin hjá Nes kommunu í 2020, sum verður býttur eftir íbúgvartalinum eldri enn 67 ár, er 1,4 mió. kr.

Ætlaðu íløgurnar kunnu sundurgreinast soleiðis:

Heilsumiðstøðin í Runavík 0,1 mió. kr.
  Roðin økistænastan 1,4 mió. kr    
  Barnagarðurin 0,3 mió. kr.    
  Útbygging av frítíðarskúlanum 7,5 mió. kr    
Nýggjur vøllur við Tofta skúla 0,8 mió. kr.
Dagføring av svimjihylinum 1,4 mió. kr.
Hegn vestanfyri vøllin á Svangaskarði 0,1 mió. kr.  
Ítróttarhúsið á Svangaskarði 0,3 mió. kr.
  Fyrireiking av fótbóltshøll 0,3 mio. kr.    
Útstykking / byggibúning /vegir 3,0 mió. kr.
Pumpuskipan á vatnleidningin 0,9 mió. kr.
Spillivatnsætlanin 0,1 mió. kr.
Moldgoymslan 0,1 mió. kr.
Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið 0,1 mió. kr.  
Ídnaðarøkið og bátahylurin 2,7 mió. kr.

Í fíggjarætlanini er roknað við at taka lán fyri 14,0 mió. kr. og at afturgjaldingin av skuld er 3,2 mió. kr. Í løtuni er nettoskuldin niðanfyri ½ skattaálíkning. Tá ætlaðu íløgurnar eru gjørdar, er nettoskuldin komin uppá eina ¾ skattaálíkning.

Tá fíggjarætlanin er endaliga samtykt seinni í hesum mánaðinum, verður hon løgd út á heimasíðuna í fullari longd.

Soleiðis samtykt á bygdaráðsfundi 7. November 2019.

Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

EM endaspæl verður á Svangaskarði í 2021

Í 2021 verður á fyrsta sinni eitt EM endaspæl í fótbólti í Føroyum. FSF eru vertir.

Talan er um  endaspælið hjá U17 kvinnum, sum verður í Føroyum í mai/juni 2021. Tað verða 8 lið sum koma at kappast um at verða europameistari hjá U17 kvinnum.  Føroyar koma at luttaka sum vertir, meðan hini 7 londini kvalifisera seg til endaspælið.

Dystirnir verða leiktir á Svangaskarði og á Tórsvølli. Væntandi koma umleið  300 fólk til Føroyar í samband við endaspælið, talan er um leikarar, hjálparfólk, dómarar, UEFA umboð og miðlafólk. Flestu fólkini fara óiva at búgva í Havn, men í 2021 er koyrandi gjøgnum Eysturoytunnlin, so stutt verður millum leikvallur og ymisku hotellini.

Í samband við fyrireiking av endaspælinum eru 2 umboð frá UEFA í hesum døgum og hyggja at umstøðunum í Føroyum.

Í góðveðrinum í morgun vóru tey á Svangaskarði. Á myndini síggja vit frá vinstru: Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu –  Ines Lauber, UEFA – Noemie Beney, UEFA – Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í FSF – Andrass Thomsen, landsliðssamskipari í FSF.

 

Lions & Roðin

Nú Lions-felagsskapurin í Eysturoy hevur hálvthundrað ár á baki, hevur nevndin valt at gera mun við gávum til ymisk høpi í Eysturoy og í Norðoyggjum, nú feløgini í landnyrðingspartinum av landinum eru farin at samstarva.

Mánakvøldið var hugnalig samkoma hildin á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík – sum er partur av felagskommunala samtakinum Roðin. Møtt vóru umboð fyri Lions og tey, sum felagsskapurin hevði valt at stuðla, nú farið var um 50ára hvarvið.

Niklas Foldbo greiddi frá gongdini í málinum, táið heimið í Runavík varð fyrireikað og smíðað. Hann átti stóran leiklut í hesum, og longu tá var Lions í Eysturoy partur av høpinum. Seinri hevur felagsskapurin hjálpt til við at fáa eina venjingarstøð upp at standa, og nú var nevndin aftur og vitjaði, fyri at veita stuðul til eina ítøkiliga verkætlan: At fáa svimjingarhylin á Røktar- og Ellisheiminum tiknan í brúk aftur.

Støðan hevur verið hon, at hylurin ikki hevur verið í brúki í á leið 12 ár. Sitandi stýrið hevur virka við málinum frá fyrsta degi, at fáa nyttu burturúr hylinum aftur, men burðurin hevur verið tungur. Ein dagin herfyri vendi peningarøkilin í Lions-felagnum sær til formannin í stýrinum og leiðara Roðans, ávikavíst Tórbjørn Jacobsen og Jóngerð Guttesen, við boðunum um, at Roðin skuldi vænta sær stuðul til endamálið, at fáa svimjingarhylin tiknan í nýtslu aftur.

Tey trý hildu síðani fund á Røktar- og Ellisheiminum og mánakvøldið í vikuni handaði Jóhan Petersen leiðaranum, Jóngerð Guttesen, prógvið um, at Lions nú hevur givið Roðanum eina gávu á hundraðogtveytifimmtúsundkrónur – kr. 125.000,-. Gjørt varð greitt, at gávan er eyðmerkt til svimjingarhylin á Heiminum.

Gávan er ógviliga týdningarmikil í leikinum til tess at fáa hylin tiknan í brúk aftur. Runavíkar, Sjóvar- og Nes kommuna fáast í hesum døgum við at leggja til rættis fíggjarætlanir sínar fyri næsta árið. 2020. Gávan frá Lions kveikti rættiliga lív í málið um svimjingarhylin aftur, soleiðis, at táið vit eru komin nakað inn í árið 2020, verður tað væntandi svimjandi aftur í Friðartúni í Runavík.

Roðin takkar Lions hjartaliga fyri gávuna.

Á myndini síggjast, á botni í lensaða svimjingarhylinum, frá vinstru: Petur Gaardlykke – næstformaður, Tummas Lervig – skrivari, Jóngerð Guttesen – leiðari Roðans, Tórbjørn Jacobsen – stýrisformaður Roðans, Jan E. Petersen – formaður og Jóhan Petersen peningarøkil.

 

Bygdaráðsfundur verður hósdagin kl. 16.00

Hósdagin, 7. november kl. 16.00, verður útsetti bygdaráðsfundurin, við hesi dagsskrá: 

Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

83/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 rakstur –  Roðin

84/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 íløgur  –  dagføringar á ERE – Roðin

85/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 íløgur  – svimjihylurin á ERE – Roðin

86/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 íløgur bilur – Roðin

87/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 rakstur – Skálafj. Kommunala Sløkkilið

 88/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 íløga bilur – Skálafj. Kommunala Sløkkilið

 89/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 rakstur – Heilsumiðstøðin

90/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 íløga – Heilsumiðstøðin

91/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 rakstur – Barnaverndartænastan

92/2019      Fíggjarmál              Umsókn um stuðul 2020 – Fornminnisfelagið

93/2019      Fíggjarmál              Umsókn um játtan 2020 – Skúlin blokkur

94/2019      Fíggjarmál              Umsókn um játtan 2020 – Skúlastýrið

95/2019      Fíggjarmál              Umsókn um stuðul 2020  – Tofta Ítróttafelag

96/2019      Fíggjarmál              Umsókn um stuðul 2020 – Bátafelagið

97/2019      Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 – Nes Sóknar Musikkskúli

98/2019      Mentanarmál          Útiøkið – Tofta skúli

99/2019      Tekniskt mál          Umsókn um leiðingar til neyst í Krabburð

100/2019   Tekniskt mál          Umsókn um markna-umskipan

101/2019   Tekniskt mál          Busskýli í Saltnesi og ferðslu-trygdarátak

102/2019   Tekniskt mál          Umsókn um grundstykki

103/2019   Tekniskt mál          Kavarudding í Nes Kommunu

104/2019   Tekniskt mál          Uppíbygging av egningaskúri

105/2019   Tekniskt mál          Umsókn um graviloyvi

106/2019   Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2020 – Nes Kommuna

                    Kunning                  Roknskapur 3. kv. 2019 Nes Kommuna

Nes Kommuna

 

Endurnýtsluplássið stongt ídag

Av tí at bingjurnar eru fullar, og IRF ikki hevur havt møguleika fyri at tømt tær hesa vikuna, er Endurnýtsluplássið stongt ídag.

Nes kommuna

Námsfrøðingur til Barnagarðin

Til barnagarðin verður søkt eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna, tíðaravmarkað, frá 16. november 2019 til 10. juli 2020

Vit vænta at umsøkjarin:

  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum, sum stovnurin og nærumhvørvið leggur upp til
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er námsfrøðiliga fakliga áhugað/-ur og er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Vit bjóða

  • Góðar og rúmligar starvsfelagar
  • Møguleika fyri fakligum íblástri
  • Felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
  • Gott spæliøkið, beint við hagan og Toftavatn
  • Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymiskum slag
  • Arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman

Um okkum
Barnagarðurin á Svangaskarði liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina við stadionøkið og beint við hagan.

Á stovninum eru 5 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á tað sansamotorisku menningina hjá børnunum.

At vit røra okkum og eru úti í náttúruni, hevur týdning í okkara námsføðiliga gerandisdegi og at vit saman skapa eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast.

Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021

Umsóknir

saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. nov 2019 kl. 12.00

Nes Kommuna

650 Toftir

www.nes.fo

nes@nes.fo

Bygdaráðsfundur verður mánakvøldið

Mánakvøldið 30. september, kl. 18.00, verður almennur bygdaráðsfundur við niðanfyristandandi skrá: 

Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

68/2019      Fíggjarmál              Eykajáttan til rakstur av Tofta havn 2. viðgerð

69/2019      Fíggjarmál              Hækkan av játtanini 2019 – Roðin 2. viðgerð

70/2019      Fíggjarmál              Keyp av nýggjum bili – Tekniska deild 2. viðgerð

71/2019      Fíggjarmál              Girðing vestanfyri fótbóltsvøllin 2. viðgerð

72/2019      Fíggjarmál              Ásetan av fíggjarkarmi fyri 2020 – Nes Kommuna

 73/2019      Trivnaðarmál       Hitaskipan útbygging Frítíðarskúlin

 74/2019      Tekniskt mál         Broytingar í byggiloyvi

75/2019      Tekniskt mál          Byggiloyvi til kvist

76/2019      Tekniskt mál          Umsókn um uppíbygging av seyðhúsi

77/2019      Tekniskt mál          Broytingar í byggisamtyktini

78/2019      Tekniskt mál          Umsókn um graviloyvi

79/2019      Tekniskt mál          Ferðslan á landsvegnum í Nes Kommunu

80/2019      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

81/2019      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

82/2019      Tekniskt mál          Umsókn um graviloyvi

Nes kommuna 

Musikkskúlanæmingar á Vesturskin 1. oktober

Týsdagin 1. oktober, kl. 10.30, fara musikkskúlanæmingar hjá Anki og Moniku at framføra á Vesturskin á Toftum. Øll eru vælkomin.

Ann-Kristin Dýrdarklett Hansen, oftast rópt Anki, er frá Lund í Svøríki. Anki undirvísur mest í klaverspæli, men hevur eisini bólkar og orkestur.

Monika Stauss Joensen er fødd í Zurich, Sveis. Monika undirvísir í violin og spælir m.a. í Føroya Symfoniorkestri.

Fyrri íbúðarbygningurin reistur

Í dag hevur reisigildi verið á Toftum í sambandi við, at fyrri íbúðarbygningurin hjá Bústaðir er reistur. Talan er um fyrsta íbúðarbygning í Nes kommunu.

Umboð fyri arbeiðstakarar, Bústaðir og Nes kommunu komu saman til eitt ábit tá tann seinasta sperran var komin uppá pláss. Stjórin í KBH, Helgi Johannesen, borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsensin, stjórin og tekniski leiðarin í Bústaðir, Andras Róin og Bogi Jacobsen søgdu nøkur orð.

Í reista bygningum eru 10 íbúðir. Um 5 vikur verður farið undir at seta elementir til tann seinna bygningin upp, og í honum verða 8 íbúðir. Væntandi verður reisti bygningurin liðugur til jóla í 2020 og hin seinni á sumri 2021.

Tað er Byggivirkið KBH av Toftum, sum byggir íbúðarbygningarnar og Falkon úr Saltnesi, sum hevur gjørt økið byggibúgvið.

Myndin er lánt frá Undirhúsinum á Toftum.

Hugnaløta á Vesturskin

Týskvøldið 1. oktober kl. 19.30 verður hugnaløta á Vesturskin.

Eyðun og Steinbjørn fara at luttaka við sangi.
Ein drekkamuður verður eisini.

Øll eru vælkomin.

×