Nýggjárshaldið verður leygardagin kl. 16.00

Vegna vánaligt veður nýggjársaftan, bleiv árliga nýggjárshaldið á Toftum útsett.

Nýggjárshaldið verður ístaðin leygarkvøldið, 4. jan., kl 16.00. Eins og í fjør,  skipar B68 fyri nýggjárshaldinum norðan fyri Bilverkstaðið við Rætt. Nýggjársbálið og fýrverkið verður norðanfyri Saltsøluna.

Skráin:

kl. 16.00 B68 bjóðar heitt kakao og bollar við Bilverkstaðið við Rætt – norðureftir.

kl. 16.30 Nýggjársrøða, sum Jaspur Langgaard heldur.

kl. 16.45 Verður skotið við fýrverki og bálið tendrað.

Vegna fyrireikarnar

Tofta Ítróttarfelag

Vaskifólk til fimleikahøllina í Tofta skúla

Vegna ov fáar umsóknir verður søkt av nýggjum eftir fólki at gera reint í fimleikahøllini í Tofta skúla at byrja skjótast gjørligt.

Umsóknarfreistin er 18.01.2020.

Sí meira undir leys størv her á heimasíðuni.

Nýggjárshaldið á Toftum útsett

Nýggjárshaldið, sum Tofta Ítróttarfelag skipar fyri á hvørjum ári á Toftum, verður ikki nýggjáraftan í ár, sum vanligt, men verður eftir ætlan eitt av kvøldunum fyrst í  komandi ári.

Ætlanin var at hava nýggjársbál og at skjóta fýrverk inni við Rætt á Toftum nýggjársaftan, men vegna vánaligar verðurforsøgnir er nýggjárshaldið útsett.

Lýst verður seinni nær nýggjárshaldið verður og við skránni.

Gott nýggjár!

Tofta Ítróttarfelag og Nes kommuna

 

Dagarnir hjá Mallu eru taldir, hon bleiv 104 ár

Á Tollaksmessu andaðist Malla Berg Olsen á Toftum,  104 ára gomul. Malla var elsta fólk í Føroyum nú hon andaðist.

Malla Berg Olsen, ið var fødd 3. februar 1915, var ættað úr Fornanum við Gjógv, uppvaksin Úti á Rætt á Nesi og Á For. Foreldrini vóru Óli Berg úr Heimaru Lon við Gjógv og Anna Sophie Magnina, f. Hansen, uttan av Rætt á Nesi.

Malla giftist Bernhardi Olsen úr Køkinum á Toftum. Bernhard doyði í 1991, 78 ára gamal og sat Malla sostatt einkja í 28 ár. Malla og Bernhard fingu 6 børn, Anni, Judith, Julaina, Oddvør, Sólbjørg og Karl, sum doydi í 2013, bert 61 ára gamal.

                           

Til Malla var 97 ár, búði  hon einsamøll í heiminum á Toftum, til hon flutti á sambýlið Vesturskin á Toftum, har hon hevur búð síðani.

Hóast tað bilaði við sjónini og hoyrnini seinnu árini, var Malla klár og og fylgdi væl við øllum líka til tað síðsta, og var hon m.a. við til árliga jólaborðhaldið, sum skipað var fyri á Vesturskin 2. des 2019.

Tá Malla bleiv 100 ár, var stórt hátíðarhald á Toftum. Um morgunin heilsaðu børnini í Tofta skúla við sangi og seinni um dagin var stórt hátíðarhald í Missiónshúsinum Tabor á Toftum, har Malla í nógv ár var við til at hava sunnudagsskúla.

Fleiri myndir frá 100 ára hátíðarhaldinum kunnu síggjast í myndasavninum á hesi heimasíðu.

Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni sunnudagin, 29. desember, kl. 13.00. Minnisgáva kann latast sunnudagsskúlanum Tabor a Toftum, konta í Bank Nordik.

 

Villi heiðraður

Vilhelm M. Olsen 25 ár sum sløkkiliðsmaður hjá SKS.

Leygarkvøldið, 21. des., var Vilhelm M. Olsen heiðraður fyri 25 ára  trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Tað var formaðurin í tilbúgvingarnevndini hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði,  Jóhannus Danielsen, sum handaði Vilhelmi heiðurstekin.

Frá vinstru: Vilhelm M. Olsen varatilbúgvingarleiðari, Sunleiv Højgaard tilbúgvingarleiðari og Jóhannus Danielsen formaður.

Villi, sum hann vanliga verður róptur, byrjaði  sum sløkkiliðsmaður um ársskiftið 1994/1995, og hevur nógvu seinastu árini verið vara tilbúgvingarleiðari.

Villi býr á Skála og starvast hjá Runavíkar kommunu, har hann til dagligt arbeiðir við vatnveitingina í kommununi.

Tað er Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn. Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at Vilhelm M. Olsen nú hevur fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í Skálafjarðar kommunala sløkkiliði í 25 ár.

Fyri 1 árum síðani fingu 5 aðrir sløkkiliðsmenn hjá SKS eisini heiðursmerki fyri 25 ára trúgva tænastu, og tað var fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.

Frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Jan Abrahamsen, Hanus Heinesen, Sunleiv Højgaard, Niclas Davidsen og Harry Benjaminsen.

Byggibúningin á Kneysum avhendað

Í fjør vann Falkon Entreprenørar útboð um arbeiðstøku av byggibúning á Kneysum í samband við íbúðarbygging, sum Nes kommuna gjørdi avtalu við Bústaðir um í fjør.

Arbeiðstøkan hjá Falkon umfataði m.a. um koyriveg, gonguteig, parkeringsøkir, byggibúning av grundøkjum, kloakkering, gøtuljós v.m.

Arbeiðið byrjaði fyrst í hesum árinum og nú árið er um at verða liðugt, er arbeiðið avhendað. Asfalteringin verður gjørd í 2020, tá arbeiði við íbúðarbygingunum er komið longur ávegis. Byggivirkið KBH byggir íbúðarbygningarnar fyri Bústaðir, sum innihalda 18 íbúðir.

Teknistovan Gøta hevur projektera og havt ábyrgdina av byggibúningini. Avhendingarskjalið bleiv undirskrivað 17. des 2019.

 

Gleðilig jól og gott nýggjár.

Nes kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Soleiðis er skrivstovan opin um jólini:

Kommunuskrivstovan er stongd 23. des og millum jól og nýggjár. Opið verður aftur 2. januar 2020, sum vanligt.

Um tygum hava átroðkandi boð, ber til at ringja á vakttelefonina á tlf. nr. 448144.

Nes kommuna

 

Leiga fimleikahøllina í jólafrítíðini

Møguleiki er at leiga fimleikahøllina í Tofta skúla í jólafrítíðini.

Í tíðarskeiðnum frá 20/12-2019 til 5/1-2020, umsitur Heri Danielsen høllina. Ringjast kann til Hera á telefon nr. 279737.

Nýggjársbál

Umsókn um at brenna nýggjársbál.

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at
góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Søkjast kann um loyvi hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði á telefon 448235  ella sks@sks.fo innan 31. desember, klokkan12.00

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu
frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða
bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til
umstøðurnar
• at veðrið er til vildar
• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini á telefon 448235, ella teldupost mailto:sks@sks.fo
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi,
umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

Nes kommunu cup´19

Frá fyrireikarunum verður sagt, at 28. desember er dagurin tá ið Nes Kommunu Cup er á skránni í Tofta skúla.

Fyrsta kappingin var í 2012, og er hetta sostatt áttanda árið at skipað verður fyri hugnaligasta tiltaki Føroya.

Endamálið við kappingini er, at virka fyri hugna og trivnaði í Nes kommunu.
Eftirmetingarnar bera boð um at hetta er eydnast. Tó, altíð ber til at gera okkurt betri. Takk fyri bøtandi hendur gjøgnum árini.

Fyriskipararnir kunnu staðfesta, at áhugin er stórur – eisini frá fólki aðrastaðni – men til tess at halda fast í áðurnevnda endamáli, ber ikki til hjá øllum at luttaka. Hugnaligasta tiltak Føroya er ætlað fólki við tilkýti til Nes kommunu.
Hugaligt er tað at uppliva, at okkara útisetar og fráflytarar seta sær dagin av, soleiðis at til ber at halda fast við tær røtur, ið góvu og enn geva so nógv. Og tað er at fegnast um, at fólkið á staðnum tekur so væl undir við tiltakinum og leitar sær oman í hugnaligu miðhøll skúlans, har kaffi og gott prát er á menu’ini.

Fyriskiparar bera stuðlum, hjálparfólki og luttakarum eina hjartans tøkk fyri undanfarin ár. Og vit lýta við spenningi fram ímóti degnum, tá ið áttanda tiltakið verður fyriskipað.

Í ár hava fyriskipararnir valt at seta talið av liðum niður á 18 lið.
Hetta er fyri at geva pláss fyri einari legendukapping millum bólkaspælið og endaspælið. Meira um tað seinni.

Vit síggjast 28. desember í Tofta skúla.

×