20 næmingar innskrivaðir til komandi skúlaár

Týsdagin 28. januar kl. 13.00 var innskriving av næmingum til 1. flokk fyri komandi skúlaár í Tofta skúla. Í komandi 1. flokki verða 20 næmingar, 9 gentur og 11 dreingir.

Tað vóru 20 spent børn, sum í sera góðum veðri møttu upp til innskrivingina saman við foreldrum, ommum og abbum.

Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin og tók í móti næmingunum niðri í Miðhøllini. Hon greiddi m.a. næmingunum frá, hvar ið teir komandi skúlaár skulu standa, tá ið morgunsangur verður sungin um morgunin.

Síðani varð farið upp í eina floksstovu, har flokslærarin Eyð Leitisstein tók yvir, og greiddi foreldrunum m.a. frá samstarvinum millum Tofta skúla og Barnagarðin. Somuleiðis vísti hon á, hvat ið lærararnir leggja dent á, fyri at fáa eina so góða innskúling sum gjørligt.

Eisini AKT-lærarin, Áki Dyssegaard, greiddi foreldrunum frá, hvussu tey kunnu verða við til at uppbyggja eina góð mentan í millum børnini, fyri m.a. at fyribyrgja happing í flokkinum.

Til seinast fingu næmingarnir barnabókina “Hey abbistabbi” handaða frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra.

Fleiri myndir síggjast her!

Greinin er endurgivin av heimasíðuni hjá Tofta skúla.

Skrá fyri íverksetanarkvøldið um ferðavinnu 6. febr.

Nes kommuna skipar saman við Íverksetarahúsinum fyri einum tiltakið, har endamálið er fáa fleiri at síggja møguleikar innan ferðavinnu, at víðka um útboðið av tilboðum og at fáa eitt prát við onnur innan økið. Hesum er tørvur á, tí talið á ferðafólkum økist og tá er týdningarmikið at vit, sum kommuna, eru væl við.

Øll eru vælkomin til kveikjandi tiltakið um ferðavinnu og íverksetan, sum verður í høllini í Tofta Skúla, hóskvøldið 06. februar 2020, frá kl. 19:00 – 21:00.

Sí skránna niðanfyri.

19:00 – 19:05
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu, bjóðar vælkomin

19:10 – 19:20
Óli Kristian á Torkilsheyggi, limur í ferðavinnubólkinum í Nes Kommunu, greiður frá um støðuna nú og ætlaninar frameftir

19:20 – 19:40
Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri í Íverksetarahúsinum, greiðir frá hvussu tú kanst byrja títt virksemi. Tú fært innlit og ítøkulig amboð fyri at koma í gongd- og reka virksemi.

19:40 – 20:50
Hugarok, har møguleiki er at leggja fram hugsanir og hugskot í smáum bólkum, sum vit síðan arbeiða víðari við í felag.

20:50 – 21:00
Ragnhild Dam og Jóannes á Fløtti, ið hava stovna fyritøkuna EatLocal, fortelja um teirra royndir og hvat tey kunna bjóða nýggjum aktørum í ferðavinnuni.

21.00 –
Kaffi og netverkan

Hevur ferðavinnan tín áhuga og umhugsar tú at byrja virksemi innan ferðavinnuni? Hevur tú góð hugskot, men trupult við at koma í gongd? So er hetta tiltakið, júst nakað fyri teg!

 

Skráin fyri bygdaráðsfundin mánadagin

Hesi mál vera fyri á  almenna bygdaráðsfundinum hjá Nes kommunu  27.01.2020, kl. 18.00.

 Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

01/2020       Fíggjarmál              Roknskapur 2018 – Kongshavnar Havn

02/2020       Mentanarmál        Umsókn um stuðul til spæliplássið á Saltnesi

03/2020      Tekniskt mál          Umsókn um grundstykki

04/2020      Tekniskt mál          Dagføringar av Ítróttarhúsinum á Svangaskarði

05/2019       Tekniskt mál          Grótlaðing á Kneysum

06/2019       Tekniskt mál          Broyting í byggisamtyktini á Høganesi

07/2019       Trivnaðarmál         Eykajáttan til Vøggustovuna

08/2020      Starvsfólkamál     Vaskifólk til fimleikahøllina í Tofta Skúla

 

NES  KOMMUNA

29 nýføðingar í 2019

Tað blivu 27 børn fødd í Nes kommunu í fjør, umframt at 2 nýføðingar fluttu til kommununa. Í hesi øldini er miðaltalið av nýføðingum 20 børn.

Árgangir í Nes kommunu seinastu 10 árini.

2010: 14 børn, 8 dreingir og 6 gentir

2011: 22 børn, 15 dreingir og 7 gentir

2012: 20 børn, 10 dreingir og 10 gentir

2013: 20 børn, 11 dreingir og 9 gentir

2014: 22 børn, 8 dreingir og 14 gentir

2015: 20 børn, 11 dreingir og 9 gentir

2016: 16 børn, 10 dreingir og 6 gentir

2017: 17 børn, dreingir og 9 gentir

2018: 22 børn, 11 dreingir og 11 gentir

2019: 29 børn, 12 dreingir og 17 gentir

Íalt 202 børn seinastu 10 árini, 104 dreingir og 98 gentir.

31. desember 2019 búðu 1338 fólk í Nes kommunu:

345 á Nesi, 864 á Toftum, 129 í Saltnesi.

 

 

Innskriving av næmingum til 1. flokk

Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár verður í Tofta skúla týsdagin 28. januar kl. 13.00.

Havi dóps- ella navnaseðil við.

Tofta skúli

Hevur tú brúk fyri framtíðarvegleiðing?

Vegleiðingarstovan kring landið – kom og tosa um tínar framtíðarætlanir og vita hvørjir lestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar og stuðulsviðurskifti eru!

Øll eru vælkomin.

Vegleiðarar eru at hitta:  16. januar 2020, kl 15 – 18:

Í Klaksvík: Á bókasavninum: (vegleiðarar: Per Jacobsen og Maiken Skarðenni)

Í Runavík: Á bókasavninum við Løkin: (vegleiðarar Hans Mikkelsen og Maria Gregersen)

Í Suduroy: Miðnámsskúlin: (vegleiðarar: Elken Bech og Holger Arnbjerg)

Á Sandi: Í Kommunuskrivstovuni: á bókasavninum (vegleiðarar: Kristianna Mortansdóttir og Nina B. Hansen)

VEGLEIÐINGARSTOVAN, Hoydalsvegur 1, Tórshavn tlf. 200910 – vegleiding@uvs.fo

Ruskinnsavningin órógvað hesa vikuna

Ólag hevur verið á innsavningini í meginøkinum alla vikuna vegna veður.

Innsavningin verður tikin uppaftur í morgin, hósdagin 9. januar, og fríggjadagin, 10. januar.

Roynt verður at innsavna ymsastaðni runt í meginøkinum, alt eftir hvussu tað viðrar.

Vegna veður vilja vit enn staðiliga heita á fólk, sum ikki hava ruskstativ, ikki at seta ruskposan út.

Leinkja til kunning á heimasíðu okkara: https://irf.fo/kunning/innsavningin-i-meginokinum-nogv-orogvad-hesa-vikuna/

Leinkja til kunning á Facebook: https://www.facebook.com/irfleirvik/photos/a.1317765571615381/2770435653015025/?type=3&theater

 

 

 

Íverksetanarkvøld um ferðavinnu í Nes kommunu

Hevur ferðavinnan tín áhuga og umhugsar tú at byrja virksemi innan ferðavinnuni? Hevur tú góð hugskot, men trupult við at koma í gongd? So er hetta tiltakið, júst nakað fyri teg!

Nes kommuna skipar saman við Íverksetarahúsinum fyri einum tiltakið, har endamálið er fáa fleiri at síggja møguleikar innan ferðavinnu, at víðka um útboðið av tilboðum og at fáa eitt prát við onnur innan økið. Hesum er tørvur á, tí talið á ferðafólkum økist og tá er týdningarmikið at vit, sum kommuna, eru væl við.

Øll eru vælkomin til kveikjandi tiltakið um ferðavinnu og íverksetan, sum verður í høllini í Tofta Skúla, hóskvøldið 06. februar 2020, frá kl. 19:00 – 21:00. Skrá kemur seinni.

Nes kommuna

 

×