Kris á rundferð – Nýggjar leiðir

Rundferðin byrjar í hølunum hjá KRIS á Kneysum 6, Toftir, mikukvøldið 4. mars kl. 18.30.

Tíðindaskriv frá KRIS:

Kunningartiltakið er um seinárin, ið koma, tá tú er blivin vaksin, eftir at hava verið kynsliga misbrúkt/misbrúktur.

Tiltakið “Nýggjar leiðir” er tað fyrsta á ferðini kring landið. Einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við seinárinum av kynsligum ágangi kunnu ganga nýggjar leiðir og fáa eitt virðiligt lív.

Tiltakið er alment og er ætlað øllum – bæði fakfólki og teimum, ið eru áhuga at vita meira um evnið.  Kostnaður kr. 150.


Skráin er hendan:

– dagligi leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West tosar um kynsligan ágang og hvussu nógvan skaða tað ger.

– tvær lokalar kvinnur at greiða frá, at tað ber til at liva við sorgini og ikki í sorgini. Onnur teirra er ein mamma, sum greiðir frá, tá dóttirin bleiv kynsliga misnýtt, og hvussu tey í dag liva eitt virðiligt lív. Hin kvinnan greiður frá, hvat kynsligur ágangur gjørdi við hana, og hvussu hon í dag livir eitt virðiligt lív.

– Aftaná framløgurnar ber til at spyrja inn til fyrilestrarnar.

Tiltakið endar kl. 20.30.

Arbeiði gongur eftir ætlan

Arbeiði við at byggja nýggja frítíðarskúlan á Brekkukletti gongur eftir ætlan. Í góðveðrinum ídag eru dekkelementini løgd á. Tað eru nakað síðani at veggirnir á 1 hædd blivu liðugt stoyptir og nú var klárt at leggja elementini omaná.

Arbeiði við at grava út fyri nýggja frítíðarskúlanum á Brekkukletti byrjaði seinasta summar.

Umframt frítíðarskúla fer nýggi bygningurin eisini at húsa elsta árganginum í barnagarðinum.

Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi verður á hvørjari hædd. Harumframt verður innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.

Bygningurin skal eftir ætlan verða liðugur seinast í hesum árinum og takast í nýtslu fyrst í 2021.

VÆLEYDNAÐ FØSTULÁVINTSHALD Í TOFTA SKÚLA

Mánadagin 24. febr. var føstulávintshald í skúlanum. Dagurin byrjaði við morgunsangi, síðan fóru næmingarnir at prýða seg til føstulávintshaldið.

Tá ið klokkan nærkaðist 9, fóru flokkarnir at sláa tunnu. Næmingarnir í 1. og 2. flokki slóu eina tunnu, 3., 4. og 5. flokki eina, 6. og 7. flokki eina og næmingarnir í framhaldsdeildin eina tunnu. Tá ið kattakongarnir vóru funnir, samlaðust øll í Miðhøllini, har farið var upp á gólv.

Í vikunum frammanundan føstulávint hevur hvør flokkur vant sítt kvæði ella vísu. Eisini hava vit havt vitjan av limum úr Eysturoyar Dansifelag, sum hava vant saman við okkum. Mánadagin varð tí kvøðið og dansað, so tað rungaði eftir í øllum skúlanum.

Eins og undanfarin ár, vóru foreldur, ommur og abbar boðin við til dansin, og ikki kann sigast annað, enn at tað vóru rættiliga nógv vaksin, sum ynsktu at vera við í føstulávintsdansinum.

Dagurin endaði við, at børnini fingu føstulávintsbollar og sunkist, meðan tey vaksnu fingu ein góðan drekkamunn.

Kvøðið varð:
Sigmundskvæði yngra

Øskudólgur og Sópingarkona

Kall og Svein ungi

Nú liggur ein kavafonn tindi á

Veturin kom við kulda og kava

Burtur á heiði

Nykursvísa

Stat op Santa Simeon

Flóvin Bænakiktson

Kópakvæði

Bjerget ligger langt ud i skoven

Fleiri myndir síggjast her!

Kelda: Heimasíðan hjá Tofta skúla

Várdagar 2020

Eins og undanfarin ár skipar Nes kommuna fyri Várdøgum í 2020. Várdagar eru altíð í vikuni undan árliga Bátafestivalinum á Toftum, fyrsta leygardag í mai, sum í ár er 2. mai.

Várdagar eru í tíðarskeiðnum frá 25. apríl til 2. mai. Byrjað verður, sum vanligt, við ruddingardegi, leygardagin 25. apríl. Seinni verður lýst við skránni fyri ruddingardegnum og hinum Várdøgunum.

Várdagar er eitt fólksligt tiltak fyri allar borgarar í Nes kommunu og gestum úr øllum Føroyum og ferðafólkum. Øll eru vælkomin til tiltøkini, tey flestu eru ókeypis.

Fyrireikingin við skránni er væl ígongd. Felagsskapir ella einstaklingar, sum ynskja at skipa fyri tiltøkum og fáa tey við í skránna fyri Várdagarnar, eru vælkomin at seta seg í samband við Nes kommunu, nes@nes.fo, í seinasta lagi 15. mars. 

Hetta er sjeynda ári á rað, at Nes kommuna skipar fyri Várdøgum.

Skráin fyri bygdaráðsfundin 24. febr. 2020

Kunngerð

Hesi mál eru fyri á  bygdaráðsfundinum  24.02.2020, kl. 18.00.

Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

09/2020     Fíggjarmál              Eykajáttan til Vøggustovuna 2. viðgerð

10/2020      Fíggjarmál              Rakstrarætlan 2020 – Kongshavnar Havn

11/2020       Fíggjarmál              Persónsupplýsingarlógin GDPR

12/2020      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

13/2020      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

14/2020      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

15/2020      Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

16/2020      Tekniskt mál          Umsókn um leigumál

17/2020      Mentanarmál          Roknskapur 2019 – Bókasavnið í Nes Kommunu

18/2020      Mentanarmál          Umsókn um stuðul – Tofta Talvfelag

Nes kommuna

Frelsunarherurin vitjar á Vesturskin

Á hugnaløtuni  hóskvøldið 20.02.2020, kl. 19.30, á Vesturskin, fer Frelsunarherurin at luttaka við  sangi.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vesturskin.

Grivið verður fyri 2 íbúðarbygingum afturat á Toftum

Nú er hol sett á 2 íbúðarbygningar afturat á Toftum, við íalt 16 íbúðum, sum eru 80 m2 til støddar. Tað er Byggivirkið KBH á Toftum sum stendur fyri  byggiæltanini. Talan er um eigaraíbúðir.

Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur í framúrskarandi umhvørvinum mitt í hjartanum á Toftum, við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Stutt og skjótt er til handlar, skúla, barnagarð og ítróttarøki. Eisini er skjótt at leggja sær leiðina niðan í náttúruvakra økið kring Toftavatn.

Nógv hava tikið av hesum serstaka møguleika og flestu íbúðirnar eru longu umbidnar, men enn er møguleiki at ogna sær eina av hesum frálíku íbúðum.

Í 2021 verða tær fyrstu íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í.

Meira kunning um áhugaverdu verkætlanina, fæst við at seta seg í samband við SKYN ella KBH.

Teir báðir íbúðarbygingarnir, sum Bústaðir í løtuni byggir á Toftum , er innilokaðar, og arbeitt verður við fullari ferða at fáa teir lidnar. Væntandi verður tann fyrsti liðugur síðst í hesum árinum.

Tá allir 4 íbúðarbygningarnir eru lidnir í 2022, eru 34 nýggjar íbúðir á Toftum. 10 leiguíbúðir, 8 lutaíbúðir og 16 eigaraíbúðir.

 

Prestasonurin fyrsta frítíðarkortið hjá Nes kommunu

Í dag er møguleiki at fáa frítíðarkortið hjá Nes kommunu fyri 2020 útflýggjað í Tofta skúla frá kl. 11.00 til kl 14.00. Tey sum ikki kunnu avheintað tey ídag, fáa kortið sendandi við postinum í næstum.

Í dag er góður møguleiki at fáa frítíðarkortið og fáa kunning um hvussu tað kann nýtast og hvussu tað fer at verða umsitið.

Prestasonurin, Olaf Brim, verða fysta barnið sum fekk útflýggjað frítíðarkortið hjá Nes kommunu, kl. 11.00 í morgun.

Nes kommuna hevur valt at verða í skúlanum í dag og útflýggja kortini í samband við at B68 hevur innandura kapping fyri børn og tilmelding fyri luttøku hjá B68 í 2020.

Tá bygdarráðið viðgjørdi fíggjarætlanina hjá Nes kommunu fyri 2020, bleiv samtykt at seta í verk eitt frítíðarkort, við endamálinum at stuðla børnum og ungum fíggjarliga, at verða virkin í frítíðarvirksemi.

Talan er um eina royndarskipan fyri 2020, sum fer at verða eftirmett áðrenn hetta árið er úti.

Øll børn og ung í aldrinum 6 til 18 ár fáa eitt frítíðarkort til eitt virði á kr. 2.000, sum kann nýtast til lima- og luttøkugjald í ymisku ítróttar- og frítíðarvirksemis tilboðunum, sum teimum standa í boði í Nes kommunu og aðrastaðni. Tvs. at frítíðarkortið er galdandi fyri tey sum fylla 6 ár í 2020 til og við tey, sum fylla 18 ár í 2020. Frítíðarkortið kann nýtast til: Ítrótt, skótar, kvøldskúla, musikkskúla v.m.

 

Broyting í byggisamtyktini

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Nes kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á fundi 27.01.2020 samtykti broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.

Broytingin umfatar, at ein partur av J-økinum, undir Høganesi, verður til B-øki av tí, at nýggja útstykkingin kemur nakað inn í J-økið. Talan er um eitt øki á 700 m2.

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 3. februar til 2. mars 2020.

Nes Kommuna _ KORT ísv. byggisamtyktarbroyting 

Úts.undir Høganesi við myndakorti

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 22. mars 2020.

Nes kommuna

Tofta kvøldskúli – Stokkakvøld og hekling

Undirvísing í binding og hekling. Skeiðið er ætlað nýbyrjarum. Undirvíst verður í 5 mánakvøld frá kl. 19.00-22.00.

Byrja verður mánakvøldið 10. februar 2020. Undirvísingin er treytað av nóg stórari undirtøku.

Tilmelding og gjalding á heimasíðu skúlans: www. toftaskuli.fo. Kostnaður: kr. 250,00.

Undirvísari er Tinna Johansen – tlf. 229404. Fleiri upplýsingar fáast frá skrivaranum í Tofta skúla, telf. 565030.  

Tofta kvøldskúli

×