IRF – Herd tiltøk hjá

Herd tiltøk fyri at IRF kann halda ótarnað fram

Innsavningin hjá IRF er ein samfelagsberandi tænasta, sum ikki má steðga upp. Í sambandi við Coronasmittuna hava vit tí sett herd tiltøk í verk fyri at tryggja, at innsavningin av burturkasti kann halda fram so ótarnað sum gjørligt.

 Allar IRF-støðir avbyrgdar

  • IRF tekur ímóti burturkasti sum vanligt, men eingin vitjandi sleppa inn á støðirnar hjá IRF. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at okkara starvsfólk verða smittaði.

 Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind

  • Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind, og fólkið í bilunum skal hava minst møguligt persónligt samband við onnur í arbeiðstíðini.

Alt samskiftið umvegis tlf og teldu

  • Alt samskiftið millum starvsfólkið hjá IRF og onnur skal vera umvegis tlf ella teldu. Vit heita á borgarar og viðskiftafólk um ikki at seta seg persónligt í samband við starvsfólki hjá IRF, tá tey eru til arbeiðis. Eisini heita vit á viðskiftafólk okkara um í størsta mun at brúka bíleggingartænastuna á www.irf.fo.

Leiðsla, fyrisiting og koyrideild arbeiða heimanifrá

  • Starvsfólkini í leiðsluni, fyrisitingini og koyrideildini arbeiða heimanifrá.

Eingin ferðing og bert talgildir fundir

  • Øll ferðing í arbeiðsørindum er avlýst, og alt fundarvirksemi er avlýst, útsett ella verður avgreitt talgilt.

Serhøllin fyribils stongd

  • Serhøllin er fyribils stongd til 30. mars, og sostatt verður eingin innsavning og hagreiðing av serburturkasti í hesum tíðarskeiðinum. Serburturkast umfatar umfatar elektronikk, køli- og frystiskáp og serliga dálkandi burturkast.

Heilsan

IRF

Roðin økistænastan

Roðin økistænastan setur herd tiltøk í verk at forða fyri Corona-smittuni.

Fyri at verja eldru borgararnar í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu ímóti Corona smittuni eru hesi tiltøk sett í verk næstu tvær vikurnar:

  • Venjingarnar í Bylgjuni og í ítróttarhøllini á Skála avlýstar.
  • Dagtilboðini á Skála og á Eysturoyar røktar- og ellisheimi eru stongd
  • Heitt verður á avvarðandi hjá búfólkum á Vesturskin, Sjóarlon og á Eysturoyar røktar- og ellisheimi um ikki at vitja óneyðugt. Bert undir serligum umstøðum, og við loyvi frá deildarleiðaranum, ber til at vitja.

Umframt nevndu tiltøk eru tilmælini frá Landsstýrinum frá 12. mars tikin til eftirtektar. Leiðslan í Roðanum hevur dagført fleiri innanhýsis mannagongdir í tænastum og tilboðum. Umframt at mannagongdir at fyribyrgja Corona-smittu millum starvsfólk og búfólk/brúkarar er herd.

Tilbúgvingarætlanin hjá Roðanum er eisini dagførd. Tilbúgvingarbólkar eru settir fyri heimatænastuna og fyri røktarheimini/sambýlini. Bólkarnir viðgera javnan neyðugar tillagingar og átøk, sum eru og verða sett í verk.

Jóngerð Guttesen

Leiðari

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin

Í samband við COVID-19 smittuna er avgreiðslan hjá Barnaverndartænastuni stongd næstu 14 dagarnar, frá mánamorgni hin 16. mars at roknað.

Um viðskiftafólk hava brúk fyri at samskifta við Barnaverndartænastuna, fáa tey fatur á starvsfólkunum umvegis telefon ella teldupost hesa undantakstíðina.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin

Telefon:  417000 (svarar frá kl. 9.00-15.00 gerandisdagar)

Vakttelefonin: 237090 (svarar gerandisdagar eftir kl. 15.00 og í vikuskiftunum)

Teldupostur: barnavernd@runavik.fo

Beinleiðis:

Ingrid Jensen, leiðari                                   tlf. 417091      ingrid@runavik.fo

Jenny Petersen, sosialráðgevi                    tlf. 417096      jenny@runavik.fo

Hanna Krista Poulsen, sosialráðgevi       tlf. 417098      hannakrista@runavik.fo

Barbara Jacobsen, sosialráðgevi                tlf. 417093      barbara@runavik.fo

Jenny Danielsen, skrivari                          tlf. 417010      jennyd@runavik.fo

 

Vinarliga

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin

 

Skert virksemi í Nes kommunu

Í samband við almennu tilráðingarnar viðv. íkomnu støðuna viðv. Covid-19 smittuna og fyri at minka um vandan fyri at bera smittuna víðari í samfelagnum, eru tænasturnar hjá Nes kommunu munandi skerdar, fyribils til 30. mars 2020.

Skrivstovan er stongd, men telefonin, 447586,  svarar sum vanligt, og teldupostur kann sendast til nes@nes.fo.

Hevur tú átrokandi boð ella spurningar uttanfyri vanliga telefontíð, kann ringjast á vakttelefonina, telf. 448144, ella til borgarstjóran, telf. 565000.

Sí annars kunning á heimasíðuni um Dagstovnavirksemi, Frítíðarvirksemið í Tofta skúla og Endurnýtsluplássið.

Nes Kommuna

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

 

 

Dagstovnavirksemi skert frá mánadegnum 16. mars

Virksemi í Vøggustovuni, Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum hjá Nes kommunu verður skert frá mánadegnum 16.03. 2020, og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.

Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

  • Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðs aldri, sum lúka krøvini omanfyri.
  • Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri.

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk.

Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemi kann skipast.

Vøggustovan og Barnagarðurin, Sheila, telf. 222042

Frítíðarskúlin, Eydna, telf. 565023

Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.

Nes kommuna

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Einki frítíðarvirksemi í Tofta skúla frá í dag av

Vísandi til íkomnu støðuna viðv. Covid-19 smittu og fyri at minka um vandan fyri at bera smittuna víðari í samfelagnum, verður einki frítíðarvirksemi í Tofta skúla frá í dag av og fyribils til 30. mars 2020.

Talan er um:

  • at fimleikarhøllin er stongd
  • at svimjihylurin er stongdur
  • at bókasavnið er stongt
  • at eingin kvøldskúlaundirvísing verður

Kunnað verður um tá Tofta skúli er opin aftur.

Nes kommuna

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

 

Endurnýtsluplássið stongt

Vísandi til íkomnu støðuna viðv. Covid-19 smittu og fyri at minka um vandan fyri at bera smittuna víðari í samfelagnum, er Endurnýtsluplássið á Toftum stongt, fyribils til 30. mars 2020.

Kunnað verður um tá opið verður aftur.

Nes kommuna

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

 

Undirhúsið stongt og aðalfundurin útsettur

Í samband við almennu tilráðingarnar nú Koronavirusið herjar, er Undirhúsið á Toftum stongt og stovnandi aðalfundurin hjá Áhugafelagnum Undirhúsið á Toftum, sum skuldi verða í dag, er fyribils útsettur.

Nærri verður kunngjørt seinni nær Undirhúsið opnar aftur og nær aðalfundurin verður.

Vegna Undirhúsið á Toftum

Haldor Gaardbo

Stovnan av Áhugafelagnum Undirhúsið á Toftum hósdagin

Broytt til hósdagin:

Hósdagin, 12. mars 2020, kl. 15.00, verður stovnandi aðalfundur av Áhugafelagnum Undirhúsið á Toftum. Fundurin verður í Undirhúsinum.

Skráin verður:

  1. Val  av fundarstjóra
  2.  Framløga av viðtøkum fyri Áhugafelagið Undirhúsið á Toftum
  3. Stovnan av felagnum
  4. Val av nevnd
  5. Val av grannskoðara
  6. Áseting av limagjaldið
  7. Ymiskt

Vegna fyrireikarnar

Haldor Gaardbo

Grækarismessuhald á Toftum

Aftur í ár skipar næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi.

Grækarismessuhaldið verður hósdagin 12. mars kl. 11.00 í Geilini á Toftum.

Næmingur úr Tofta skúla heldur røðu. Eisini verður felagssangur á skránni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Næmingaráðið í Tofta skúla.

×