Venjingarhølið á Svangaskarði er opið aftur

Síðani 12. mars hevur venjingarhølið á Svangaskarði verið stongt, men nú er tað opið aftur.

Tey sum hava lykil og nýta venjingarhølið verða biðin um at virða tilmælini hjá Koronaráðgevingini um at halda frástøðu. Tað er ikki loyvt fleiri enn 3 fólkum at verða í venjingahølinum á Svangaskarði í senn.

Mint verður á, at venjingaramboðini skulu reingerast aftaná hvørja venjing. í venjingarhølinum er reingerðingstilfar.

 

 

Barnagarðurin á Svangaskarði, Toftir námsfrøðing

Til vøggustovuna verður søkt eftir:

1 námsfrøðingi at arbeiða 30 timar um vikuna, tíðaravmarkað, frá 10.08.2020 til 15.06.2021, fyri námsfrøðing í barsilsfarloyvi.

 1 námsfrøðingi at arbeiða 35 timar um vikuna, tíðaravmarkað, frá 10.08.2020 til 30.04.2021, fyri námsfrøðing í barsilsfarloyvi.

 Til barnagarðin verður søkt eftir:

1 námsfrøðing í fast starv 30 tímar um vikuna, frá 10.08.2020

 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna, tíðaravmarkað frá 10.08.2020 til 15.05.2021, fyri námsfrøðing í barsilsfarloyvi.

Vit vænta at umsøkjarin:

  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum sum stovnurin og nærumhvørvið leggur upp til
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er námsfrøðiliga fakliga áhugað/-ur og er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Vit bjóða

  • Góðar og rúmligar starvsfelagar
  • Møguleika fyri fakligum íblástri
  • Felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
  • Gott spæliøkið, beint við hagan og Toftavatn
  • Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymiskum slag
  • Arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman

Um okkum
Barnagarðurin á Svangaskarði liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina við stadionøkið og beint við hagan.

Á stovninum eru 5 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á tað sansamotorisku menningina hjá børnunum.

At vit røra okkum og eru úti í náttúruni, hevur týdning í okkara námsføðiliga gerandisdegi, og at vit saman skapa eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast.

Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021

Umsóknir

saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 24.05.2020

Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja

 

Nes Kommuna

650 Toftir

www.nes.fo

nes@nes.fo

Áheitan: Sparið uppá drekkivatnið

Seinastu tíðina hevur tað verið turrveður og tað førir við sær at vatngoymslurnar í løtuni minka skjótt. Fyri at nøkta vatntørvin er neyðugt at pumpa vatn úr Toftavatni.

Heitt verður tí á allar borgarar og virkir í Nes kommunu um at spara uppá drekkivatnið og ansa eftir ikki at lata vatn renna óneyðugt. Tað er bæði kostnaðarmikið og skilaleyst at lata sóttreinsað vatn renna óneyðugt.

Lat okkum hjálpast at við at spara uppá drekkivatnið.

Vinarliga áheitan

Nes kommuna

Bátafelagið aðalfund 14. mai

Bátafelagið á Toftum hevur aðalfund hósdagin 14. mai, kl. 19,00, í hølum felagsins.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Vegna Bátafelagið

Høgni Waag Høgnesen, formaður

 

 

Onki gjald fyri onga tænastu

Hin 20. apríl lótu dagstovnarnir í Nes kommunu varliga uppaftur, so sum landsins mynduleikar mæltu til.

Foreldur skulu boða frá, fyri eina viku í senn, um barn teirra kemur á dagstovn.

Vísandi til vegleiðingina hjá Coronaráðgevingini eru gjørdar serligar reglur fyri vøggustovuna, barnagarðin og frítíðarskúlan, fyri børn, foreldur og starvsfólk.

Stórur dentur verður lagdur á reinføri á stovnunum. Aðrar reglur eru m.a., at starvsfólk og børn ikki kunnu ferðast ímillum stovurnar og foreldur og onnur óviðkomandi ikki koma inn á stovurnar. Lagt er upp til, at børnini verða nógv úti.

Frítíðarskúlin heldur til í Tofta skúla fyrstu tíðina, meðan vøggustovan og barnagarðurin húsast í vanligu stovunum.

Bygdaráðið viðgjørdi í gjárkvøldið, 27. apríl, dagstovnagjaldið, nú varliga er latið uppaftur. Avgjørt bleiv, at tey sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av dagstovnatilboðnum, skulu gjalda fyri tænastuna. Ásett eru tí eitt fyribils dagsgjøld:

  • Dagsgjald fyri børn í vøggustovu: 120,00 kr.
  • Dagsgjald fyri børn í barnagarðsstovu: 100,00 kr.
  • Dagsgjald fyri børn í frítíðarskúla: 50,00 kr.

Dagsgjaldið íalt fyri hvønn mánað, kann tó ikki fara upp um tað, sum mánaðarliga dagstovnagjaldið vanliga er.

Bygdarráðið hevur eisini avgjørt,  at tey sum ikki høvdu børn síni á dagstovni frá 16. mars til 17. apríl, eftir tilmælinum frá landsins mynduleikum, skulu ikki gjalda fyri dagstovnaplássið hesa tíðina.

Sostatt hevur Bygdaráðið í Nes kommunu avgjørt, at tað er einki gjald fyri onga tænastu í koronatíðini.

 

Reisigildi á Brekkukletti

Í dag kl. 12.00 var reisigildi á Brekkukletti á Toftum í sambandi við, at nýggi Frítíðarskúlin er reistur.

Stóri fólkavøksturin í Nes kommunu seinnu árini hevur tað við sær, at tørvur er á hølum til fleiri dagstovnapláss í framtíðini.

Fyri nøkrum árum síðani vaks kommunan um barnagarðin og gjørdi vøggustovu. Nú er tíðin komin til at vaksa um Frítíðarskúlan. Umframt Frítíðarskúlan, fer elsti árgangurin í Barnagarðinum, sum vanliga verður nevndur skúlabólkurin, eisini at húsast í nýggja bygninginum.

Fuglark Arkitektafelag hevur teknað, staðið fyri projekteringini  og hevur byggileiðsluna. Byggivirkið KBH hevur stórarbeiðstøkuna, og aðrir arbeiðstakarar eru RTS, Blikksmiðjan, HD Electric, AM Máling og Gólvmenn.

Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.

Eftir ætlan verður bygningurin liðugur við árslok í ár.

Á lítlu samkomuni í dag takkaði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, fyri gott samstarv og rósti øllum fyri gott arbeiði og áhaldni, serliga í vetur, tá veðrið mangan ikki var til vildar.

Fermeturprísurin er uml. kr. 23.000, men tá er stovan í 1. hædd ikki liðug innrættað. Samlaði kostnaðurin er uml. 12,0 mió. kr., og tá er hálv mió. kr. íroknað til ábøtur á verandi frítíðarskúla og uttanumøki.

Bygdaráðsfundur 27. apríl

Bygdaráðsfundur verður mándagin 27. apríl 2020, kl. 18.00, í bygdaráðssalinum á Toftum, við hesi dagsskrá:

 Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

19/2020       Fíggjarmál              Roknskapur 2019 – Skálafjarðar Sløkkilið

20/2020       Fíggjarmál              Bátavask í Oyrunum

21/2020       Mentanarmál         Umsókn um stuðul

22/2020       Mentanarmál        Roknskapur 2019 – Fornminnisf./Bygdasavnið

23/2020      Trivnaðarmál         Trivnaðarkanning

24/2020       Trivnaðarmál         Hitaskipan í Frítíðarskúlanum

25/2020       Trivnaðarmál         Loft í Barnagarðinum

26/2020       Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

27/2020       Tekniskt mál          Umsókn um prinsipielt byggiloyvi

28/2020       Tekniskt mál          Umsókn um prinsipielt byggiloyvi

29/2020       Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

30/2020       Tekniskt mál          Umsókn um uppíbygging

31/2020       Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

32/2020       Fíggjarmál              Foreldragjaldið í koronatíðini  (neyðansing)

33/2020       Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2021 – Bygdabókasavnið

34/2020       Mentanarmál         Umsókn um farloyvi

35/2020       Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

36/2020       Tekniskt mál          Dagføring av svimjihylinum í Tofta skúla

37/2020       Trivnaðarmál         Foreldragjaldið í koronatíðini (varliga opnað)

38/2020       Tekniskt mál          Umsókn um P-øki til bussar 

Kunning

Toftir, hin 24. apríl 2020

Nes kommuna

 

Dagstovnarnir og skúlin opnað varliga mánadagin

Løgmaður hevur vegna Føroya Landsstýri mælt til, at dagstovnarnir opnað varliga aftur mánadagin 20. Apríl. Nes kommuna fylgir tilmælinum frá løgmanni og Føroya Landsstýri.

Í hesi vikuni hava leiðslurnar í dagstovnunum í Nes kommunu – vøggustovuni, barnagarðinum og frítíðarskúlanum – verið í samband við foreldrini at børnunum sum ganga á dagstovnunum og greitt teimum frá hvussu opnað verður varliga aftur. Leiðslurnar hava fingið upplýst frá foreldrunum hvussu nógv børn koma í dagstovnarnar í komandi viku.

Annars verður tað soleiðis, at foreldur skulu siga frá um barn teirra kemur á dagstovn. Sigast skal frá fyri eina viku í senn, í vikuni frammanundan, í seinasta lagi hósdag í middegi, kl. 12.00.

Í samband við varligu upplatingina, hevur Coronaráðgevingin gjørt eina vegleiðing fyri varliga upplating á dagstovnum v.m. Sí vegleiðingina her: Vegleiðing fyri at lata dagstovnar v.m stigvíst uppaftur..pdf

Í Tofta skúla byrja 1., 2. og 3. flokkur varliga skúlagongdina aftur mánadagin.

Vøggustovan og Barnagarðurin

Vísandi til vegleiðingina hjá Coronaráðgevingini, eru gjørdar serligar reglur fyri vøggustovuna og barnagarðin á Svangaskarði, bæði fyri foreldur og starvsfólk. Foreldrini fáa hesar vegleiðingar útflýggjaðar.

Stórur dentur verður lagdur á reinføri á stovninum. Starvsfólk og børn skulu ikki ferðast ímillum stovurnar og foreldur og onnur óviðkomandi koma ikki inn á stovurnar. Lagt er upp til at børnini verða nógv úti.

Tofta skúli og frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin fer at halda til í Tofta skúla fyrstu tíðina, meðan opnað verður varliga aftur. Tað eru 1. og 2 flokkur, sum ganga í frítíðarskúlanum, og tey byrja skúlagongdina aftur mánadagin eins og 3. flokkur.

Í Tofta skúla er betur møguleiki fyri at skipað frítíðaransingini, so tilmælini frá Coronaráðgevingini verða fylgd.

Børnini møta í skúla mánadagin 20. Apríl áðrenn kl. 08.00 og mannagongdin henda:

Næmingrnir í 1. flokki: Næmingarnir ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar niðanfyri skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingarnir í 2. flokki: Næmingarnir í 2. flokki brúka neyðútgongdina norðanfyri skúlan, sum er á 3. hædd, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingar í 3. flokki: 3. flokkur gongur inn gjøgnum dyrnar við svimjihøllina, har starvsfólk taka ímóti.

Tað er tryggast, at næmingarnir sjálvir ganga inn í skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Leiðsla skúlans vil, at næmingarnir ikki møta áðrenn kl. 07.50 um morgunin.

Næmingarnir verða skipaðir í bólkar við uml. 6 – 8 næmingum í hvørjum. Tilmælið er, at hvør næmingur hevur uml. 4 fermetrar.

Stovurnar eru uml. 55 – 65 fermetrar til støddar, og borðini verða skipað við mest møguligu frástøðu frá hvørjum øðrum.

Miðað verður ímóti, at somu starvsfólkini alla tíðina eru um hvønn bólk. Somu bólkar halda fram í frítíðarskúlanum.

Skúladagurin er skipaður í blokkar við fríløtum.

Handreinføri er av allarstørsta týdningi: Áhaldandi at vaska hendur eftir “hvørja gerð”, verður ein aðaltáttur í skiftum í skúladegnum.

Annars verður skúlagongdin komandi tíðina skipað í tráð við skriv frá Coronaráðgevingini.

Sí skrivið her: Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum.pdf

 

×