Ruddingardagur verður í Nes kommunu 1. juli

Árligi ruddingardagurin í Nes kommunu verður mikudagin 1. juli, og byrja verður at rudda kl. 18.00.

Í nógv ár hevur ruddingardagurin verið síðsta vikuskifti í apríl, vikuskiftinum undan árliga bátafestivalin á Toftum. Korona farsóttin gjørdi at bátafestivalurin í 2020 fyrst bleiv útsettur og síðani avlýstur. Ruddingardagurin, sum skuldi verða 25. apríl, bleiv eisini útsettur, og verður nú ístaðin 1. juli.

Vanliga hevur verið bjóða til morgunmat og búffar hava verið grillaðir eftir ruddingina. Men grundað á koronatilmælini, sum siga, at ikki ov nógv fólk skulu savnast, verður eingin matur í ár.

Ruddingin byrjar kl. 18.00, tá posar og handskar kunnu avheintast við egningarskúrðarnar á Toftum og ruddað verður til kl. 20.00 tá træpakkarnir verða útleveraðir, eisini við egningarskúrðarnar.

Nes kommunu vónar at nógv koma at rudda.

 

 

Framløga av uppskotum til skipan av økinum í Oyrunum

Mánakvøldið 29. Juni, kl. 19.30, verður framløga í Tofta skúla, av trimum uppskotum, sum Nes kommuna hevur útvegað til skipan av økinum kring bátahylin, í Oyrunum, á Toftum.

Uppskotini eru partur av tí hugskotsarbeiði, sum er ígongd, til tess at skipa og víðka økið kring bátahylin.

Bygdarráðið í Nes kommuna hevur ynski um, at menna økið við bátahylin á Toftum, soleiðis at tað gerst eitt savningarstað við miðstaðarøki, og at rúm skal verða fyri ymsum virksemi í tilknýti til:

– bátar og útróður við tilhoyrandi skúrum og goymslum

– frítíðarvirksemi

– bátafelagið og bátastevnur

– ferðavinnu, so sum sølubúðir og veitingarstøð av ymsum slag

–  íbúðir

sum skipast á tílíkan hátt, at tað er innbjóðandi at vera í økinum bæði fyri tey, ið skipa fyri virksemi og fyri tey, sum luttaka í virkseminum ella gagnnýta tilboðini í økinum.

Til tess at fáa ymisk hugskot til eina ætlan fyri økið, hevur Nes kommuna fingið til vega trý uppskot frá trimum arkitektum / ráðgevum. Talan er um fyritøkurnar Formo, SNA og Fuglark.

Á almennu framløguni mánakvøldið fara hesi trý virkini at leggja teirra uppskot fram. Umframt framløguna, verða fleiri tekningar í A1-formati vístar fram av teimum trimum uppskotunum.

Talan er ikki um eina kapping, men endamálið er at fáa ymisk uppskot, ið Nes kommuna kann nýta sum grundarlag fyri víðari arbeiði við skipan av økinum. Sum frálíður er hugsandi, at ein sersamtykt verður gjørd fyri økið, ið kann stýra bygging og virksemi í økinum, eins og Nes kommuna kann fremja grundleggjandi íløgur í tráð við samtyktina, og soleiðis skapa fortreytir fyri komandi virksemi.

Setanarrøða á Eystanstevnu 2020

Góðu grannar, stevnugestir, hyggjarar á netinum, fyriskiparar og luttakarar annars. Takk fyri heiðurin, sum tað er hjá borgarstjóranum í Nes kommunu, at vera biðin um at seta Eystanstevnuna í Runavíkar kommunu 2020.

Mánakvøldið lurtaði eg við andakt og stórum áhuga eftir frálíku útvarpsendingini “ Við Tórði á túri”, sum bygdamaðurin Tórður Mikkelsen í fleiri ár, hvørt mánakvøld, so hegnisliga borðreiðir við í Útvarpi Føroya. Seinasta mánakvøld vitjaði hann í Runavík, og lokal fróðarfólk greiddu sera væl og skemtiliga frá upprunanum og lívinum í Runavík.

Vit fingu at hoyra um fyrstu búsetingarfólkini og fyrstu húsini í Runavík, grindapartar, bóksavnið við Løkin, rundkoyringina Tausen Island, samrøðu við unga familju, heimafrið, ketlar og ikki minst, um eitt sera heitt fríggjarí millum steintoyið í Oyrahandlinum á Toftum, har tað neistaði í.

Týsmorgunin fekk eg innbjóðing frá Runavíkar kommunu til at halda setanarrøðuna her ídag, og í góða rúsinum av útvarpssendingini mánakvøldið, tók eg við innbjóðingni.

Runavíkar kommuna er seinastu hálvu øldina nógv vaksin og nógv vatn er runnið gjøgnum Løkin síðani fyrstu fólkini settu búgv í Runavík, fyri gott 100 árum síðani. Neyvan finst nøkur búseting í Føroyum sum hevur verið fyri so stórari menning, sum júst Runavík. Bæði vinnuliga, mentanarliga og ikki minst búsetingarliga. Búsetingarøkini í Runavík, her í Saltangará og á Glyvrum eru jú samanvaksin.

Eydnan er at finna, har grannar semjast væl

Fyri gott 50 árum síðani, fóru bygdirnar í núverandi Nes kommunu, úr felagskommununi Nes Sóknar Kommunu, og síðani hevur tað verið Nes og Runavíkar kommunur.

Líka síðani kommunuslitið í 1967, hevur tað verið gott og sera gevandi samstarv millum kommunurnar. Samstarva verður á nógvum økjum. Sum dømi kann nevnast, at kommunurnar stutt eftir kommunuslitið, saman við hinum kommununum á fjørðinum stovnaðu sløkkiliðið, sum samarbeitt hevur verið um síðani. Á mentanarliga og ítróttarliga økinum, hevur runnið saman millum borgarnar í kommununum báðum á fleiri mótum, m.a. hevur Nes sóknar Hornorkestur verið mannað av fólki úr báðum kommununum síðani hornorkestirð var stovnað. Takk fyri hornorkestrið, at tit altíð eru tilreiðar at seta dám á ymisku tiltøkini tá heitt verður á tykkum, til stóra gleði fyri okkum øll sum luttaka og lýða á.

Í føroyska fólkaskúlanum hava vit góðu siðvenjuna við morgunsangi. Við morgunsanginum læra okkara næmingar føroyskar sálmar og sangir, sum hava so ótrúliga stórt mentanarligt og sosialt virði fyri okkum føroyingar.

M.a. verða sálmar og sangir eftir stóra skaldið Mikkjal Dánjalsson á Ryggi ofta sungnir og ein av hesum, “Um tú vilt gleði vinna”, rann mær til hugs, tá eg skuldi siga nøkur orð her ídag. Ein regla í fyrra ørindinum ljóðar soleiðis – Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl.

Skaldið yrkir her um gleðina. Vit vilja øll fegin hava lut í gleðini og vilja gera nógv fyri at gerast glað. Skaldið førir fram, at tað er sera einfalt at finna gleðina. Hon er ikki einans at finna, har alt er stórbært og fínt, nei, gleðin er at finna í tí dagliga millum vinir, grannar og næstrafólk.

Eitt nokk so óføroyskt orð kemur mær til hugs– relatiónir – ella kanska rættari samband, samskifti, samstarv við onnur menniskju. Í hesum relatiónum finna vit óiva størstu eydnuna.

Vit royna ofta at søkja okkara egnu eydnu, gjøgnum upplivingar, útbúgving, størv og ítriv. Men um vit leita eftir okkara egnu eydnu, finna vit hana ikki. Men tá ið vit leita eftir møguleikum at gera onnur eydnurík, finna vit eisini eydnuna sjálv. Tí eydnan er soleiðis háttað, at jú meiri vit geva, tess meira hava vit eftir. Og eg kann taka fult og heilt undir við skaldinum: Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl.

Seinastu 8 árini hevur tað verið mín lutur og partur av mínum dagliga yrki, at staðið á odda fyri samskiftinum vegna Nes kommunu við Runavíkar kommunu.

At samstarva kann verða ein avbjóðing, men eisini ein fyrimunur. At samstarva, er at verða saman um felags uppgávur ella at náa sama máli. Ella sagt við øðrum orðum, at hjálpa hvørjum øðrum at náa málinum.

Og tað hevur verið eitt gevandi og hugaligt arbeiði og samstarvið millum borgarstjórarnar, kommunustýrini og fyrisitingarnar hevur verið fyrimyndarligt. Vónandi heldur góða samstarvið fram í ókomnum døgum og at tað í framtíðini verður samstarva á enn fleiri økjum.

Samstarv kommunurnar ímillum er fyri meg ein sjálvfylgja, sum eg eri sannførdur um, kemur borgarunum í báðum kommununun tilgóðar.

Tað er og hevur altíð verið eitt sera tætt samband millum fólki í kommunum báðum. Góðar relatiónir millum menniskju, hevur stóran týdning fyri samstarvsúrslitinum.

Fyri meg sum hálvan glyvramann, konu av Glyvum, og havi havt arbeiðspláss her í økinum í stóran part av mínum arbeiðslívi, hevur samstarvsparturin fallin mær lættur og sum eina sjálvfylgju. Ynski at takka øllum í Runavíkar kommunu fyri gott samstarv.

Eystanstevna

Nú er Eystanstevna og tíð er til at spenna frá eina løtu. Eystanstevna, sum er í juni á hvørjum ári, minnir okkum m.a. á, at vit enn eina ferð eru signað við ljósu árstíðini, og enn eina ferð vóna vit, at hiti fer at koma í luftina.

Hóast veðrið, sammett við so nógva aðra staðni, ofta er baldrut her hjá okkum, og hóast vakstrarlíkindini ikki eru nakað at reypa av, tá ið vit hugsa um, hvussu tað er á lægri breiddarstigum, so kenna vit tað sum ein forrætt at liva og virka her.

Skráin fyri Eystanstevnuna í ár er nógv ávirka av teimum tilmælum, sum eru komin í kjalavørrinum av koruna heimsfarsøttini, og sum hevur ávirka alt stevnu- og festivalvirksemi í Føroyum í ár. Fleiri av vanligu eystanstevnutiltøkunum, har sum tað vanliga samlast nógv fólk, so sum tivoli, kvøldsetir, møtir og dansur eru tískil ikki á skránni í ár. Treyðugt so, so hava fyrireikarnir aftur í ár sett eina spennandi skrá saman, við golf, runutuski, skattaveiðu, fótbólti o.ø. Seinastu árini hevur verið skipað fyri vælumtóktari og litríkari karnivalskrúðgongum, men tað tiltakið mátti eisini dvína fyri farsøttini, men vónandi verður ørðvísi komandi ár, tá koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin, og stevnugestirnir óiva verða enn fleiri í tali. Kanska karnivalskrúðgongan næsta ár byrjar á Vaglinum í Havn.

Tjóðarítrótturin, kappróðurin, er altíð eitt av høvuðstiltøkunum á Eystanstevnuni, soleiðis eisini hesaferð og í ár er talan um FM róðrar. Tað er bert annaðhvørt ár at FM-róðrar eru á Eystanstevnu á Skálafjørðinum. Tað er heilt óskiljandi, at besta róðrarøki í Føroyum skal liggja brak fyri tjóðarítrótti okkara annaðhvørt ár.

Eitt eystanstevnuminni

Vit sum eru uppvaksin her í økinum kunnu við gleði líta aftur á sera nógv góð minnir frá nógvum Eystanstevnum. Fótbólturin hevur altíð havt mín stóra áhuga. Eg minnist Eystanstevnuna í 1976, og tað var skipað fyri fótbóltskapping millum tey 4 liðini – NSÍ, KÍ, B36 og B68. B68 leikti í meðaldeildini (næstbestu deildini) og hini liðini í 1. Deild, sum var besta deildin tá. B68 og KÍ vunnu innleiðandi dystirnar leygardagin og leiktu finaluna sunnudagin. Til finaluna var fult av áskoðarum runt um grúsvøllin við Løkin, og uppi á bakkanum. Nógv spent B68 viðhaldsfólk sóðust toftamegin og handan Gazageiran, við Golanheyggjarnar. B68, sum tá var eitt lutfalsliga nýtt fótbóltsfelag, hevði ongantíð leikt í bestu deildini. KÍ harafturímóti var sigursvant, og var millum bestu fótbóltslið í Føroyum um tað mundi. Nógv minnast nokk til leikararnar á nógv vinnandi 66-liðnum hjá KÍ, og fleiri av teimum leiktu framvegis við á KÍ liðnum henda stevnudystin, m.a. teir legendarisku Steinbjørn Jacobsen, Jóannes Jacobsen, Olvheðin Jacobsen, umframt Jógvan Linklett, Biggi Mikkelsen o.fl. KÍ var høgt í metum millum fótbóltsáhugaði á Toftum, og fyrrnevndu leikarar vóru føroyskar fótbóltsstjørnur. B68 liðið, harafturímóti, var fyri ein stóran part mannað við 16-18 ára gomlum unglingum, men sum seinni blivu kendir fótbóltsleikarar í Føroyum, m.a. Ingolf Petersen, Aksel Højgaard, Símun Johannesen, Ingmar Højgaard, Absalon Hansen og Asbjørn Hansen.

Tað heilt óvæntaði hendi. Unga B68-liðið vann á sigurvanda KÍ liðnum, 3-2. B68 leikarar og toftafólk vóru stolt og ovurfegin og KÍ leikarar og viðhaldsfólk, vóru bergtikin av ungu B68-leikarunum, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnu á einum liðið í bestu deildini, enntá 2 dagar á rað. Seinni skuldi tað vísa seg, at hesir ungu B68 leikarnir vunnu fleiri FM heitir, og kanska var hesin eystanstevnudysturin neistin, sum tendraði í vónina hjá hesum ungu toftadreingum, um at náa føroysku fótbóltstindinum.

Vónandi fer Eystanstevnan framhaldandi at savna nógv fólk, og í góðum felagsskapi skapa samanhald og lívsgleði, og verða við til at kynda eld í stórar dreymir hjá okkara ungdómi, Føroyum og okkara fólki at frama.

Sum Mikkjal á Ryggi yrkti:

Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.

Góða Eystanstevnu og gott summar øll somul.

Takk fyri.

 

Ársroknskapurin fyri 2019

Á bygdaráðsfundinum mánakvøldið, bleiv ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2019 samtyktur.

Staðfest var, at samlaðu inntøkurnar fyri 2019 vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2019 vóru minni enn roknað bleiv við í fíggjarætlanini fyri 2019.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2019, eftir frádrátt av rentustuðli, var 62.3 mió. kr., sum er 6,8 mió. krónur hægri enn í 2018. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2019 var roknað við eini nettoskattainntøku á 55,5 mió. krónur. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2019 eisini 6,8 mió. krónur meiri enn mett í fíggjarætlanini.

Samlaðu rakstrararútreiðslurnar í 2019 vóru 47,9 mió. kr., ið er 1,3 mió. krónur meiri enn í 2018. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2019 var roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 49,1 mió. krónur. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2019 1,2 mió. krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið í 2019 var sostatt 14,4 mió. krónur. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við einum avlopið uppá 6,4 mió. krónur. Rakstraravlopið bleiv sostatt 8,0 mió. krónur betri enn mett.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2019 vóru 18,0 mió. krónur. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við einari nettoíløgu á 23,2 mió. krónur. Íløgurnar í 2019 blivu sostatt 5,2 mió. krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.

Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2019 var roknað við einum halli á 16,8 mió. krónum, men staðfesta hallið gjørdist 3,4 mió. krónur, ella 13,4 mió. krónur minni enn roknað var við.

Við árslok 2019 var nettoskuldin hjá Nes kommunu 24,9 mió. krónur.

Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning pr. 31.12.2019 er 55,4 mió. kr., roknað við einum skattaprosenti á 23,0. Nettoskuldin hjá Nes kommunu er sostatt 45% av eini skattaálíkning.

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2019 sæst her  Roknskapur 2019.

 

Ung í arbeiði 2020

Aftur í summar verður møguleiki hjá teimum ungu, sum í løtuni ganga í 9. flokki, at fáa arbeiði hjá Nes kommunu. Arbeiðstíðarskeiðið verður í 4 vikur frá 29. juni til 24. juli og øll fáa 2 vikur hvør.

Tey ungu í 9. flokki eru kunnað umvegis leiðsluna í Tofta skúla.

Arbeiðið hjá teimum ungum verður í mestan mun fríðkanararbeiði runt um í Nes kommunu.

Undirhúsið letur uppaftur 2. juni

Undirhúsið á Toftum hevur verið afturlatið síðani Korona farsóttin byrjaði at herja kring landið.

Nú letur Undirhísið uppaftur týsdagin 2. juni 2020, kl. 09.00.

 

Skrá fyri konvojsiglingina leygardagin 16. mai

Skráin fyri konvojsiglingina:

Kl.12.00 Bátarnir møtast útfyri “Kanónina” á Nesi

Kl.12.30 SS Dragin førir konvojsiglingina inneftir eystaraarmi á Skálafjørðinum

Kl.12.30 Hallur Joensen byrjar at spæla umborð á SS Draganum

Kl.12.45 Sigla framvið Saltangará

Kl.13.30 Sigla framvið Søldarfjarðabygd

Kl.14.00 Skálafirði verður ein stuttur steðgur og bátarnir samlast

Kl.14.30 Sigla framvið Skála bygd

Kl.14.45 Sigla framvið Innan Glyvur

Kl.15.00 Sigla framvið Strandabygd

Kl.15.15 Sigla framvið Toftabygd

Kl.15.30 Enda siglingina útfyri kanónina á Nesi, har bátarnir fara hvør til sítt

Tíðirnar eru sjálvandi vegleiðandi og tað kunna koma broytingar í siglingarskránna.

Minnast krígslok við konvoj á Skálafjørðinum

Tíðindaskriv 12. mai 2020!

75 ár eru nú liðin, síðani annar heimsbardagi endaði, og í hesum sambandi fer Bátafelagið á Toftum leygardagin 16. mai at skipa fyri eini konvojsigling á Skálafjørðinum. Hetta fyri at minnast bretsku hermenninar, sum fóru heim aftur til Bretlands hendan dagin fyri trýfjórðingsøld síðani.

Komandi leygardag skipar Bátafelagið á Toftum fyri konvoysigling á Skálafjørðinnum. Hendan dagin, tann 16. mai 1945, vera tað nevniliga 75 ár síðani, at bretsku hermenninir, sum fyltu so nógv í tí dagliga hjá nógvum føroyingum undir krígsárunum, vendu heimaftur.

Tað var tann 11. apríl 1940, at Winston Churchill boðaði Undirhúsinum í bretska parlamentinum frá, at Bretland júst í somu løtu var farið undir at hertaka Føroyar. Føroyingar, ið hoyrdu BBC, bíðaðu alspentir eftir Operation Valentine, sum hersetingin kallaðist, tí fór at henda, eftir at bretsku hermenninir vóru komnir í land.

Sæðí mun til fólkatalið í Føroyum, sum tá lá um 30.000, vaks talið við heili 8.000 hermonnum, so tað sigur seg sjálvt, at broytingin fór at vera stór fyri føroyingar hesi árini. Bretska innrásin í Føroyum hevði tí sjálvandi nógvar og stórar broytingar við sær kringlandið.

Búskaparliga broyttist meginparturin til tað betra, men hetta rakti sjálvandi eisini nógv heim syrgiliga, tí føroyingar hildu fram at fiska og sigla, og hetta merkti, at 205 føroyingar sjólótust tey árini, meðan kríggið reikaði.

Virksemið hjá bretum hjálpti væl upp á arbeiðsloysið, kanska serliga í Søldarfirði og í Sørvági, har nógvir hermenn vóru, men eisini á Toftum og Nesi hildu nógvir bretar til, sum høvdu stóra ávirkan á virksemið í báðum bygdunum.

Hersetingin skapti sterk bond millum Føroyar og Bretland, og viðurskiftini millum londini bæði hava verið avbera góð síðani og eru tað framvegis

Konvoysiglingin leygardagin verður sostatt fyriskipað fyri at minnast, at tað nú eru 75 ár liðin, síðani bretska hersetingin og annar veraldarbardagi var av.

Vælkomin á “konvoysigling” leygardagin 16. mai klokkan 12.30.

Við Bátakvøðu

Bátafelagið á Toftum

P.s Skrá er ávegis ….

 

 

Svimjihylurin verður umvældur

Svimjihylurin í Tofta skúla er nú tómdur og  umvæling av hylinum er byrja. Eftir ætlan, verður svimjandi aftur eftir summarfrítíðina.

Svimjihylurin, sum er frá 1981, hevur seinastu 2 árini verið fyri umfatandi dagføringum, sum tó ikki eru lidnar. 3 byggistig er eftir, og er byrja nú.

Í 2018 var fyrsta byggistig framt við at gera nýtt teknikkrúm. Annað byggistig var at útvega nýggja tekniska útgerð í teknikkrúmið, og bleiv tað gjørt í 2019.

Nú er triðja byggistig eftir, sum er sjálvur svimjihylurin. Arbeiði umfatar m.a. at leggja nýggj rør í botnin við nýggjum botndýsum, hækkað botnin og gera nýggja gólvfrárenningsrennu v.m., so svimjihylurin lýkur nútíðar heilsukrøv.

P/F Nomatek og Regin Joensen, múrari, standa fyri arbeiðnum.

×