Tikið verður nú móti glasi til endurvinning

Nú hava  húsarhald í Nes kommunu  møguleika fyri at skilja glas frá til endurvinning.  Í samstarvi við IRF, hevur Nes kommuna sett eitt 1000-liturs ílat á Endurnýtsluplássið til glasburturkast.

Hvat glas kann latast til endurvinning?

Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast til inn endurvinning. Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni (Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu). Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

Hvat glas kann IKKI latast til endurvinning?

  • Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
  • Keramikkur (t.d. urtapottar)
  • Eldføst føt
  • Grýtulok úr glasi
  • Ljósperur (Allar ljósperur skulu í reyða posan)
  • Spegl
  • Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
  • Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á

Skiljing av húsarhaldsburturkast

Tá tað snýr seg um at skilja húsarhaldsruskið, vísir IRF til bæði hvíta og reyða posan.

Í hvíta posan kanst tú lata:

  • Papp/pappír
  • Tíðarrit og prentað bløð
  • Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
  • Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
  • Brævbjálvar (við og uttan rút)
  • Skógvaeskjur, papprullur, bøkur

Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan. Les meira um hvíta posan her.

Í reyða posan kanst tú lata:

  • Ljósperur
  • Battarí (skulu vera í afturlatnum ílati/krukku fyri seg í posanum)
  • Máling
  • Loysingarevni
  • Sýra og lútur
  • Spreydósir
  • Leivdir av plantu- og djóraeitri
  • Smærri elektroniskir lutir
  • Serliga dálkandi burturkast annars

Tú kanst lesa meira um reyða posan her.

Leiga fimleika- og svimjihøllina 2020-2021

Tey, sum ætla at leiga fimleika- og svimjihøllina í Tofta skúla komandi vetur, skulu senda skrivliga umsókn til Nes kommunu, Toftavegur 3, Fo-650 Toftir, ella til nes@nes.fo, í seinasta lagi  14.08.2020.

Nes kommuna

Søkt verður eftir vaskifólki til Tofta skúla

Vaskifólk til Tofta skúla

Søkt verður eftir fólki at gera reint í Tofta skúla. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 17. August 2020 til 1. Apríl 2021.

Vaskað verður 23 tímar um vikuna tá skúlagongd er.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, FO-650 Toftir, ella við telduposti til nes@nes.fo í seinasta lagi 10. August 2020.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla, telefon 565003.

Nes kommuna

 

 

Nes kommuna samstarvsfelagið hjá Talgildu Føroyum

Nes Kommuna hevur fyrrapartin í dag skrivað undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Avtalan inniber, at Nes Kommuna fær atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Hetta merkir millum annað, at kommunan kann menna talgildar tænastur til sínar borgarar á komandi tænastuportalinum, ið eitur Vangin. Vangin er nýggj føroysk tænasta, har talgildar tænastur frá almennum stovnum og kommunum verða savnaðar á einum stað. Hetta fer at gera tað lættari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti.

Tað hevur stóran týdning, at Talgildu Føroyar eru kjølfestar breitt í føroyska samfelagnum. Kommunurnar veita í dag føroyingum nógvar tænastur, og tí verður avtalan ein fyrimunur fyri teir gott 1.300 borgararnar í Nes Kommunu, sum skjótt kunnu fáa ágóðan av øllum hentleikunum í Talgildu Føroyum.

Fíggjarmálaráðið fegnast um avtaluna við Nes Kommunu, og at aðrar kommunur nú eisini vísa Talgildu Føroyum áhuga. Hetta hevur við sær, at enn fleiri føroyingar fáa lut í skipaðu og framkomnu loysnunum hjá Talgildu Føroyum. Talgildu Føroyar er fíggjað av landsstýrinum saman við eini røð av fyritøkum, feløgum, Tórshavnar Kommunu og nú eisini Nes Kommunu.

“Talgilding er allastaðni rundan um okkum og er ein fyritreyt fyri menningini av samfelagnum. Við einum breiðum samstarvi tvørtur um geirar, tryggja vit enn fleiri føroyingum brúk av komandi talgildu tænastunum, sum hava trygd og góðsku í hásæti.
Við hesi avtaluni er Nes kommuna saman við Tórshavnar Kommunu, fyritøkum og feløgum og landsstýrinum við at menna eitt skipað og framkomið talgilt undirstøðukervi í Føroyum, sum er til gagns fyri fólk, vinnu og samfelagið sum heild” sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Talgildu Føroyar samstarva í løtuni við átta ymiskar stovnar um at menna talgildar tænastur á Vanganum. Fyrireikandi arbeiðið er longu byrjað við aðrar stovnar. Harumframt eru almennir stovnar, privatar fyritøkur og føroysku peningastovnarnir farin undir fyrireikingarnar at taka Samleikan í nýtslu. Seinni í ár verða loysnirnar klárar at bjóða øllum føroyingum at nýta.

Tíðindaskriv frá FMR

Kommmunuval verður 10. nov. 2020

Umhvørvis- og vinnumálaráðið boðar frá, at kommunuval verður 10. nov. 2020.

Sambært §2, stk. 3 í kommunuvallógini, fer kommunuval fram annan týsdag í november.

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Hetta merkir at veljarar, ið lúka hesar treytir, kunnu greiða brævatkvøðu til kommunuval frá 10. juli 2020 at rokna.

Atkvøðast kann á kommunuskrivstovuni tá hon er opin: Týsdag, hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 15.00, og mikudag frá kl. 10.00 til 12.00.

Um ynski er at atkvøða aðrar tíðir, er møguleiki fyri at ringa á telefon 447586, og gera eina avtalu.

Nes kommuna

 

Týnið skøruna – vit mugu hjálpast at !

Runt um í kommununi sæst skøra á nøkrum støðum. Til tess at fyribyrgja, at skøra fær fótafesti og spjaðir seg, verður heitt á fólk um at grava skøruna upp í egnum øki og í felagsøkjum. Umráðandi er at taka skøruna upp við rót. Skøran skal í ein posa, sum verður burturbeindur sum vanligt húsarhaldsburturkast, sum verður brent.

Heitt verður á fólk um ikki at brúka týningarevni ella salt móti skøruni. Hetta situr leingi eftir í jørðini og ávirkar annan gróður og umhvørvið annars. Har sum skøra er tikin upp, kann sáast ella plantast við øðrum vøkstri, soleiðis at skøra ikki festur seg aftur.

Oftast sæst skøra framvið vegum, gøtum og á traðum í kommununi, har hon hevur fest seg í lendið, har annar vøkstur ikki er so nógvur. Fær skøra fótafesti, kann hon vaksa seg stóra og spjaðast.

Nes kommuna

Ársroknskapurin og ársfrásøgn fyri 2019

Eins og undanfarin ár verður samandráttur av ársroknskapinum og ársfrágreiðing viðvíkjandi 2019 hjá Nes kommunu, borin í hvørt hús í kommununi.

Ársroknskapurin og ársfrágreiðingin fyri 2019 verður borin í húsini ídag,
1. juli, men kann eisini síggjast her.

Tey ungu eru byrjaði í arbeiði

Eins og undanfarin ár, hevur Nes kommuna ung í arbeiði í summar.

Tað eru tey sum hava gingið í 9. flokki seinasta skúlaár, sum hava møguleikan í ár.

Tey fyrstu 7 byrjaðu mánadagin og arbeiða í 2 vikur. Tá tey eru liðug, byrjar næsta holdið, eisini í 14 dagar.

Tey ungu eru byrjaði við at umvæla gøtuna við Tofta vatn og at rudda fram við vegjaðaranum í kommununi.

 

Stórur áhugi fyri uppskotunum, sum kunnu síggjast her.

Mánakvøldið var almenn framløga í Tofta skúla, av trimum uppskotum, sum Nes kommuna hevur útvegað til skipan av økinum kring bátahylin, í Oyrunum, á Toftum. Umleið 100 fólk vóru til áhugaverdu og spennandi framløgunar.

Til tess at fáa ymisk hugskot til eina ætlan fyri økið, hevur Nes kommuna fingið til vega trý uppskot frá trimum arkitektum / ráðgevum. Talan er um fyritøkurnar Formo/Arkitektar 99, SNA og FuglArk. Uppskotini kunnu síggjast her:

Uppskot Formo – Arkitekar 99

Uppskot Fuglark

Uppskot SNA

Uppskotini eru partur av tí hugskotsarbeiði, sum er ígongd, til tess at skipa og víðka økið kring bátahylin.

Bygdarráðið í Nes kommuna hevur ynski um, at menna økið við bátahylin á Toftum, soleiðis at tað gerst eitt savningarstað við miðstaðarøki, og at rúm skal verða fyri ymsum virksemi í tilknýti til:

– bátar og útróður við tilhoyrandi skúrum og goymslum

– frítíðarvirksemi

– bátafelagið og bátastevnur

– ferðavinnu, so sum sølubúðir og veitingarstøð av ymsum slag

– íbúðir

sum skipast á tílíkan hátt, at tað er innbjóðandi at vera í økinum bæði fyri tey, ið skipa fyri virksemi og fyri tey, sum luttaka í virkseminum ella gagnnýta tilboðini í økinum.

Talan er ikki um eina kapping, men endamálið er at fáa ymisk uppskot, ið Nes kommuna kann nýta sum grundarlag fyri víðari arbeiði við skipan av økinum. Sum frálíður er hugsandi, at ein sersamtykt verður gjørd fyri økið, ið kann stýra bygging og virksemi í økinum, eins og Nes kommuna kann fremja grundleggjandi íløgur í tráð við samtyktina, og soleiðis skapa fortreytir fyri komandi virksemi.

Eisini er endamálið við uppskotunum og framløgunum at fáa kjak ílag millum borgarar, sum kunnu koma til kommununa við teirra viðmerkingum og hugskotum.

 

Summartónar í Tofta skúla hóskvøldið, 2. juli, kl. 20.00.

Unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava bjóðar tær at kopla frá heimsins støðuga meldri og traðka inn í tær dvøljandi minimalu atmosferurnar hann hevur skapt í teimum trimum klaververkunum ‘In Fog’, ‘Ripples’ og ‘Bells’.

Tey trý verkini, sum Eli skrivaði undir tí fyrstu tíðini av koronavirus farsóttini, geva lurtaranum høvið at uppliva tónleik uttan at fáa at vita hvat hann skal føla. ‘In Fog’, ‘Ripples’ og ‘Bells’ eru trý ymisk verk, men hava meira til felags enn ikki: Endurtakandi og yvirlappandi mynstur eyðkenna øll trý verkini, sum eru í somu tónaart frá byrjan til enda. Hóast tað broytast tey áhaldandi, enntá um tað er heilt spakuliga.

Eli hevur verið virkin sum tónaskald síðan 2015. Hann er fyrrverandi næmingur hjá navnframa tónaskaldinum Sunleif Rasmussen og lesur í løtuni tónasmíð á konservatoriinum í Malmö. Hann hevur skrivað solo-, kamar- og kórtónleik og hevur arbeitt við fleiri tónleikarum og tónleikabólkum, bæði í Føroyum og uttanlanda. Eli varð nevndur ‘Ársins Nýggja Navn’ á FMA í 2019 — hetta var fyrstu ferð eitt klassiskt tónaskald vann heiðurin.

Klaverkonsertin er partur av skránni hjá Summartónum, sum  Felagið Føroysk Tónaskøld skipar fyri. Nes kommuna stuðlar Summartónum.

Konsertin, sum er ókeypis, byrjar kl. 20.00.

×