Grái posin

Kunning til borgarar í Nes kommunu frá IRF um grá posan.

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF ber nýggjar posar út í viku 37.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.

Manglar tær posar áðrenn viku 37, eru ov nógvir posar brúktir.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan?

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Leinkja til kunning á heimasíðu okkara: https://irf.fo/hevur-tu-ongan-posa-eftir-4/

Leinkja til kunning á Facebook: https://www.facebook.com/irfleirvik/photos/a.1317765571615381/4601972729861299/

Nes kommuna og IRF

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.

Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.

Fyribyrging av nátasjúku:

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

IRF og Nes kommuna

20 næmingar í 1. flokk

FYRSTI SKÚLADAGUR HJÁ 1. FLOKKI Í TOFTA SKÚLA

Vegna serligar umstøður, var fyrsti skúladagur hjá næmingunum í 1. flokki í Tofta skúla hósdagin 20. august kl. 13.00.

Tað vóru 20 sera spentir næmingar, 9 gentur og 11 dreingir, sum til teirra fyrsta skúladag, møttu upp í vøkrum nýbundnum troyggjum.

Í hesum koronatíðum, vóru serlig atlit tikin til reinleika og frástøðu, og tí møttu næmingar, foreldur og lærarar niðri í stóru gongini við høvuðsinngongdina, tí tað  ikki var ráðiligt hjá øllum at fara upp í floksstovuna hjá næmingunum.

Skúladagurin byrjaði við at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði næmingum og foreldrum vælkomin.

Í stuttari heilsan til foreldur og børn, vísti Durita m.a. á, at tað at ganga í skúla, setur krøv til børnini og tey vaksnu, um at møta upp til tíðina um morgunin og annars at gera tað, sum tey skulu í skúlanum.

Somuleiðis vísti Durita á, at tað er umráðandi at børnini verða stuðlaði heima, fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla.

Síðani fingu Eyð Leitisstein, flokslærari, og Annemie B. Nielsen, lærari, orðið, og greiddu frá teirra ætlanum, tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan, og vístu eisini á vikuætlanina á heimasíðu skúlans og mjólkaskipanina.

Eisini fingu børnini fleiri vakrar og spennandi skúlabøkur, sum tey vóru ógvuliga hugtikin av.

Soleiðis skrivar Tofta skúli á skúlans heimasíðu.

Fleiri myndir síggjast her!

NSÍ spælir á Svangaskarði í kvøld uttan áskoðarar

NSÍ hevur heimavøll í kvøld í Europa Cup dystinum móti Barry Town FC frá Wales. Dysturin verður ídag kl. 18.00 á Svangaskarði. Dysturin verður leiktur uttan áskoðarar, eftir reglugerð frá UEFA.
Dysturin verður vístur ókeypis á Rás 1 hjá Televapinum.

Soleiðis lata Dagstovnarnir í Nes kommunu upp

Vøggustovan og Barnagarðurin í Nes kommunu lata varisliga uppaftur mánadagin 17. august 2020, til vanligu upplatingartíðirnar. Inngongdirnar í tær einstøku stovurnar eru eins og undan summarfrítíðini og  mannagongdirnar í samband við koronasmittuna eisini tær somu.
Frítíðarskúlin letur upp samstundis sum skúlin byrjar aftur. 2 flokkur verður í fyrstani í Tofta skúla. Foreldur hava fingið beinleiðis boð um hvussu og nær møtt verður.

Koronaráðgevingin metir tað ráðiligt at lata uppaftur í komandi viku samsvarandi teimum vegleiðingum frá Koronaráðgevingini, sum dagstovnaøkið virkaði eftir áðrenn summarfrítíðina, sí leinki niðanfyri.

Kommunan hevur í hesum sambandi heitt á starvsfólkini um at lata seg kannað fyri koronasmittuna til tess at geva størst møguliga trygd fyri, at starvsfólkini ikki hava koronasmittu, nú stovnarnir lata uppaftur.

Hava børn sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma á dagstovn, men alt fyri eitt lata seg testa fyri korona. Leinki til koronalinjuna er HER.

Kommunan fylgir neyvt við, hvørjar heilsufakligar tilráðingar eru, og neyðug tiltøk verða sett í verk út frá hesum. Sum nevnt omanfyri verður virksemið á stovnunum skipað eftir galdandi tilmælum frá Koronaráðgevingini.

Kunning um vegleiðing frá Koronaráðgevingini, tilmæli og góð ráð um smittufyribyrging fæst HER.

Nes kommuna

Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 18. august

Skúlagongdin í Tofta skúla byrjar aftur týsdagin 18. august.

Lærarar og stuðlar møta kl. 08.00.
Næmingar í 2.-10.flokki møta kl. 09.30

Næmingar í 1.flokki møta kl 13.00 * (meira kunning longur niðri í hesum teksti)

Soleiðis ganga vit inn:

2. og 3.flokkur gongur inn við svimjihylin

6. og 7.flokkur gongur inn norðanfyri skúlan

4., 5., 8., 9. og 10.flokkur gongur inn ígjøgnum høvuðsinngongina

Minnist til at spritta hendur tá tit koma inn í skúlan og at halda frástøðu. Næmingar eru bert saman við næmingum í sínum egna flokki.

* 1.flokkur møtir saman við foreldrum uttan fyri høvuðsinngongdina.

Kl 13 verður farið inn í miðhøll skúlans til eina felags løtu. Minnist til at halda frástøðu.

Til tey, sum koma við bili, vísa vit til p-økið niðan fyri skúlan (innkoyring frá Toftavegi)

Kunning til næmingar og foreldur:

Hava næmingar sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma í skúla, men alt fyri eitt lata seg testa fyri korona. Leinki til koronalinjuna er her

Fyri at minka um smittuvandan, verða næmingar bidnir um at hava øll vanlig skúlaamboð í skúlataskuni, eisini litblýantar og saks.

Harumframt heita vit á allar næmingar um hvønn skúladag at hava ein sprittdunk við í skúlataskuni, so tey kunnu spritta hendur hvørja ferð flokkurin fer inn og út úr stovuni.

Leiðslan í Tofta skúla

Skrivstovna stongd fyribils

Í samband við støðuna viðv. Covid-19 smittuni, sum aftur hevur tikið seg upp í Føroyum, er kommunuskrivstovan stongd fyribils. Men telefonin, 447586,  svarar sum vanligt, og teldupostur kann sendast til nes@nes.fo.

Hevur tú átrokandi boð ella spurningar uttanfyri vanliga telefontíð, kann ringjast á vakttelefonina, telf. 448144, ella til borgarstjóran, telf. 565000.

Annars verður kunnning um Covid-19 smittuna løgd á heimasíðuni, so hvørt sum eitthvørt er at kunnað um.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Summarfrítíðtíðin longd

Nú Covid-19 aftur er staðfest í Føroyum og ótryggleikin í samband við Corunasmittuna er stórur, er avgerð tikin um at leingja summarfrítíðina á dagstovnaøkinum við einari viku.

Hetta viðførir, at Vøggustovan og Barnagarðurin á Svangaskarði ikki lata uppaftur í næstu viku, sum ætla. Ætlanin er í løtuni at lata upp mánadagin 17. august í staðin.

Skipað verður fyri neyðansing og tey sum hava brúk tí skulu venda sær til leiðarin, Tóru Johannesen, á telefon 565021 ella við telduposti barnagardur@nes.fo.

Foreldur skulu ikki gjalda barnagjald fyri viku 33.

Vit fylgja neyvt við støðuni, og boða frá her á heimasíðuni um nøkur broyting verður.

Nes kommuna
Jóhannus Danielsen
borgarstjóri

Konsert í Tofta skúla sunnudagin kl. 16.00

Sunnudagin, 2. august kl. 16.00, verður ein áhugaverd konsert í Tofta skúla.

Tað eru tey bæði, saksofonleikarin Kristina Thede Johansen og gittarleikarin Ólavur Eyðunsson Gaard, sum fara at framføra. Saman kallað tey seg Feyd.

Konsertin er partur av skránni hjá Summartónum, sum  Felagið Føroysk Tónaskøld skipar fyri. Nes kommuna stuðlar Summartónum.

Konsertin er ókeypis.

Kommunuskrivstovan stongd í 2 vikur

Í summarfrítíðini er kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 27. juli til mánadagin 10. august kl. 10.00.

Um tað er okkurt átrokandi, kunnu tygum ringja á vakttelefonina 448144 ella til borgarstjóran á telefon 565000.

Nes kommuna ynskir øllum eitt gott summar.

×