Áki er nýggjur kvøldskúlaleiðari í Tofta kvøldskúla

Áki Dyssegaard er nýggjur kvøldskúlaleiðari í Tofta kvøldskúla. Áki, sum er ættaður úr Løgumkloster í Danmark, er 37 ára gamal og giftur við konu av Strondum, har tey eisini búgva.

Áki Dyssegaard er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur verið lærari í Tofta skúla síðani 2018.

Áki hevur seinastu tíðina arbeitt við at leggja skema fyri komandi vetur, og vit kunnu longu gleðast um nøkur nýggj kvøldskúlatilboð.  Niðanfyri sæst skráin fyri Tofta kvøldskúla fyri veturin 2020/2021.

Kvøldskúla skema 2020/21

 

Staðarnavnaskrásetingin er byrja

Á útgávudegnum í Tofta skúla 22. August 2018 av ættarbindinum, sum er 3 bindið av bygdasøguni Nes Toftir Saltnes, kunngjørdi Nes kommuna, at nú arbeiði við bygdasøguni var liðugt, var ætlanin at fara undir at skráseta staðarnøvnini í kommununi.

Áður høvdu staðarnøvn sera stóran týdning fyri okkara forfedrar, tí uttan staðarnøvn bar ikki til at siga øðrum frá, hvar t.d. seyður og neyt lógu í haganum ella á bønum, og hvar í fjøruni seiður fekst á seiðabergi. Í dag eru staðarnøvnini við at fara í gloymskuna. Stórt spell hevði verið, um øll hesi nøvn verða gloymd, tí stórt siðsøguligt virði er í hesum staðarnøvnum. Tí hevur Nes kommuna tikið stig til at varðveita staðarnøvnini.

Fyrst í hesum árinum játtaði Janus Jensen av Toftum at standa á odda fyri skrásetingararbeiðinum, samstundis sum Nes kommuna gjørdi avtalu við SP/F Munin um atgongd til eina skrásetingarskipan, sum Munin hevur ment og sum er brúkt aðrastaðni í Føroyum.

Janus Jensen er longu byrjaður at skráseta staðarnøvn. Nógv skrivligt tilfar fyriliggur, sum hann hevur at halda seg til, eins og Janus hevur tosað við fleiri eldri fólk í kommununi um staðarnøvn og søgur sum knýta seg til staðarnøvnini.

At skráseta staðarnøvn er drúgført arbeiði, og ov nógv arbeiði hjá einum fólki. Tí hevur Nes kommuna heitt á Ólav Magnussen av Nesi um at verða Janusi til hjálpar, og tað hevur hann játtað.

Í dag var fundur á kommunuskrivstovuni, m.a. um hvussu arbeiði við skrásetingini skal skipast framyvir. Teir báðir fara at taka sær av skrásetingini og at tosa við heimildarfólk í samband við skrásetingina.

Staðarnøvnini verða skrásett á einari almennari talgildari skrá, sum øll fólk fara at fáa atgongd til umvegis teldu, teldil ella fartelefon.

Umframt at fáa upplýsingar um ymisku staðarnøvnini í kommununi, verður eisini møguleiki at lesa søgur og síggja myndir, sum viðvíkja staðarnøvnunum.

Enn er ikki greitt nær staðarnavnaskrásetingin er komin so mikið áleiðis, at skráin kann gerast almenn. Tað fer kommunan at kunnað um í góðari tíð, og væntandi verður okkurt at frætta frá arbeiðinum, so hvørt sum tað skríður fram.

 

 

Dagtilhaldið opnar aftur 15. sept.

Nú verður aftur møguleiki hjá teimum eldru í Nes kommunu at fara í dagtilhaldið, sum heldur til í dagtilhaldinum Vesturskin, á Kneysum 14. Dagtilhaldið hevur verið afturlatið síðani hálvan mars, tá koronafarsøttin kom til Føroyar, og opnar aftur 15. september, kl. 15.00.

Í dagtilhaldinum er ymiskt á skránni, s.s. handaligt ítriv, útferðir, spøl o.a.
Ein góður drekkamuður er at fáa hvønn dag opið er.

Dagtilhaldið er opið týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 15.00 til 18.00.

Konfirmatiónir verða 20. sept. og 4. okt.

Sunnudagin 20. september, kl. 11.00, verður konfirmatión í Fríðrikskikjuni á Toftum og sunnudagin 4. oktober verða 2 konfirmatiónir í Gøtu kirkju, kl. 10.00 og kl. 12.00.

Konfirmantarnir í Nes prestagaldi í 2020 eru nevndir niðanfyri.

Konfirmatión í Fríðrikskirkjuni 20. september 2020 kl. 11.00.

Andrea Melanie Andreassen, Høganesvegur 41, 650 Toftir.

Jenny Maria Briansdóttir, Nesvegur 66, 655 Nes.

Andri Clementsen, Kvíggjarvegur 5, 650 Toftir.

Eyðbjartur Wenzelsson Danielsen, á Brekkukletti 19, 650 Toftir.

Sonni Fagraklett, Sjúrðargøta 33, 512 Norðagøta.

Kristoffur Gaardlykke, Gaddavegur48, 655 Nes.

Benjamin Hansen, Regnavegur 48, 650 Toftir.

Adrian Lind Jacobsen, Nesvegur 71, 655 Nes.

Julia Jacobsen, Gerðavegur 15, 513 Syðrugøta.

Fía Joensen, Lýðarsvegur 17, 650 Toftir.

Sámuel Maibrittarson Norðfoss, Regnavegur 32, 650 Toftir.

Jonnhild á Sondum, Gaddavegur 25, 655 Nes.

Konfirmatión í Gøtu kirkju 4. oktober 2020 kl. 10.00.

Ingi Arngrímsson, Garðabrekka 13, 513 Syðrugøta.

Árni Nóa Atlason, Tórðargøta 8, 512 Norðragøta.

Jóan Magnus Gøthe Áslakksson, Geytagøta 9, 512 Norðragøta.

Jónas Lind Borgarsson, Gaddavegur 36, 655 Nes.

Dánjal Danielsen, Lýðarsvegur 32, 650 Toftir.

Ronan Martin Farrelly, Torbjarnargøta 14, 512 Norðragøta.

Jákup Fríði Jansson, við Ánna 24, 512 Norðragøta.

Gerhard Lognberg, Gaddavegur 40, 655 Nes.

Jónas Eysturtún Nielsen, Sjúrðargøta 26, 512 Norðragøta.

Jógvan Aronsson Olsen, við Korkusá 9, 512 Norðragøta.

Dorian Øre, fyri oman Brúgv 6, 513 Syðrugøta.

Sverri Jun Øre, í Tungu 2, 513 Syðrugøta.

Konfirmatión í Gøtu kirkju 4. oktober 2020 kl. 12.00.

Miriam Hansen, Tórðargøta 12, 512 Norðragøta.

Birna Pálsdóttir Isholm, Gróvargøta 9, 513 Syðrugøta.

Ida Maj Adelin Matsdóttir Jørgensen, Geytagøta 33, 512 Norðragøta.

Fríða Magnussen, Torbjarnargøta 16, 512 Norðragøta.

Marta Nesá, Gerðavegur 22, 513 Syðrugøta.

Silja Askham Krag Olofson, Sundsvegur 5, 740 Hvannasund.

Amy við Rætt, Regnavegur 31, 650 Toftir.

Ingrid Terjadóttir, á Sýnini 3, 520 Leirvík.

 

Almennur uppstillingarfundur 14. sept.

Almennur uppstillingarfundur til kommunuvalið í Nes kommunu verður í fimleikarhøllini í Tofta skúla mánadagin 14. september kl. 19.

Tað er siðvenja í Nes kommunu, at almennur uppstillingarfundur er í samband við at mannað lista til kommunuval. Øll sum hava valbæri í Nes kommunu á valdegnum, kunnu koma á almenna listan.

Í Nes kommunu eru 7 umboð í bygdarráðnum, og sambært kommunuval-lógini, §6, kann ein listi hava færri og í mesta lagi 4 valevnir fleiri enn samlaða talið av bygdaráðslimum. Listin kann tí hava upp til 11 valevnir.

Fyrireikarnir ynskja sjálvsagt, at listin er fullmannaður til bygdaráðsvalið, og heita tí á fólk um at møta fjølment. Verða fleiri enn 11 í uppskotið, skal uppstillingarfundurin taka støðu til hvørji valevnini verða, ið koma at umboða listan.

Listin skal sambært lóg hava millum 15 og 25 stillarar, og verða hesir eisini funnir á uppstillingarfundinum.

Fyrireikarnir

U21 landsdystur á Svangaskarði móti Ísrael

Mikudagin 2. september spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Ísrael á Svangaskarði. Dysturin byrjar klokkan 17:00.

Á myndini síggja vit Andri Benjaminsen úr B68, sum er úttikin til U21 landsdystin. Tíverri kunnu ongir áskoðarar koma til dystin, vegna korona smittuvandan.

Føroyar eru í bólki 6 í EM-undankappingini fyri U21-landslið. Úrtøkan higartil hevur verið heldur soltin. Føroyska liðið hevur spælt fýra dystir, og hevur framvegis fyrsta stigið til góðar.

Hesi eru úttiknir til dystin ímorgin:

Rói Mørk Hentze, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Ari Olsen, Víkingur
Bjarni Petersen, B36
Mads Mikkelsen, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Andri Benjaminsen, B68
Magnus Holm Jacobsen, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Janus Svabo Samuelsen, AB
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Jonn Johannesen, KÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Hannes Agnarsson, B36
Pætur Petersen, HB
Steffan Løkin, NSÍ
Noah Mneney, Víkingur

Gevið gætur – bingjan er bert til gras og greinar

Uttanfyri endurnýtsluplássið hjá Nes kommunu, stendur ein bingja, sum er ætla borgarunum, har teir kunnu sleppa av við gras og greinar, eisini tá endurnýtsluplássið ikki er opið.

Men tað hendir alt ov ofta, at vanligt húsarhaldsrusk verður tveitt í bingjuna og at grasið og greinar verður tveitt í bingjuna í posum. Tað er ikki loyvt.

Alt annað burturkast, sum ikki er gras ella greinar, skulu latast inn á endurnýtsluplássið tá tað er opið. Uttanfyri endurnýtsluplássið er ein ruskspann til gras- og greinaposarnar.

Gras og greinar, sum verður latið í binguna, verður koyrt á moldgoymsluna hjá kommununi, har tað verður tyrvt. Tí skal einki annað í bingjuna. Tað er ikki loyvt.

Sum myndin vísur, vóru ímorgun 10 fullir posar við vanligum húsarhaldsburturkasti í bingjuni. Hetta er ábygdarleyst og má halda uppat.

Heitt verður tí staðiliga á allar borgarar um at virða galdandi reglur.

Nes kommuna

Bygdaráðsfundur verður mánakvøldi kl. 18.00

Á almenna bygdaráðsfundinum mánakvøldið, 31.08.2020 kl. 18.00, verður skráin henda.

Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

68/2020       Fíggjarmál              Fíggjarligan stuðul til broytan av køki – Ungdómshúsið 2. viðgerð

69/2020       Fíggjarmál              Søkjan eftir nýggjum skrivara

70/2020       Tekniskt mál          Áheitan um vegbungir

71/2020       Tekniskt mál          Bussleið gjøgnum Eysturoyartunnilin

72/2020       Tekniskt mál          Vetrarhaldsavtalan við Landsverk

73/2020       Tekniskt mál          Leiguavtala við Faroe Origin

74/2020       Trivnaðarmál         Trivnaðarkanning

                      Kunning                  Hálvárs roknskapur Nes kommuna

 

 Nes kommuna

 

 

 

 

Vitarenning við Toftavatn í 2021

2. august 2021 verður vitarenning (orienteringsløb) í haganum við Toftavatn. Byrjað verður á Svangaskarði, har málið eisini verður.

Tað er Esbjerg Politi Idrætsforening, sum skipar fyri einum túri til Føroyar eftir ólavsøku í 2021. 120 luttakara hava teknað seg til føroyatúrin og tað er fullteknað. Luttakararnir, sum eru løgreglufólk og familjulimir teirra, eru úr Danmark, Svøríki og Noreg. Harumframt verður tað  eisini møguleiki hjá føroyingum at luttaka.

Í vitarenning verður runnið í ókendum øki og tí er neyðugt við korti og kumpas tá runnið verður. Á rutuni eru fleiri eftirlitstøð (postar), sum rennarnir skulu finna. Endamálið er so at finna skjótasta vegin til øll eftirlitsstøðini í rættari røð og koma fyrst á mál. Sum skilst verða fleiri teinar og longsti teinurin verður 6,5 km.

Fyrireikingarnar av vitarenningini hava verið í gongd síðani 2017 og í 2018 vóru 2 mans í Føroyum og teknaðu rutuna á kort, sum rennast skal í haganum við Toftavatn.

Myndin: Erik Lindholdt, fyrireikari og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri.

Í gjár vitjaði ein av fyrireikarunum, Erik Lindholdt, á Toftum. Fundur var á kommununi og hann kunnaði seg um umstøðurnar á Svangaskarði v.m. Nes kommuna hevur í verið í tøttum samskifti við fyrireikararnar síðani 2017, sum gleðast um vælvildina teir eisini hava fingið frá teimum, sum umsita hagarnar við Toftavatn.

Teir 120 luttakarnir verða í Føroyum í eina góða viku. Umframt vitarenningina í haganum við Toftavatn 2. august, verður eisini skipað fyri rennikappingum í Havn 3. og 5. august, og á Tvøroyri 7. august.

Nærri verður at frætta um kappingarnar og tilmelding í komandi ári.

 

Grái posin

Kunning til borgarar í Nes kommunu frá IRF um grá posan.

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF ber nýggjar posar út í viku 37.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.

Manglar tær posar áðrenn viku 37, eru ov nógvir posar brúktir.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan?

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Leinkja til kunning á heimasíðu okkara: https://irf.fo/hevur-tu-ongan-posa-eftir-4/

Leinkja til kunning á Facebook: https://www.facebook.com/irfleirvik/photos/a.1317765571615381/4601972729861299/

Nes kommuna og IRF

×