Nýggj pumputrýstskipan og breiðkan av Regnavegi

Tað er vælkent á Toftum, at vatntrýstið í ávísum økjum ikki er nøktandi. Bygdaráðið í Nes kommunu hevur tí í fíggjarætlanini fyri 2020 avsett tkr. 1.425 til eina pumputrýstskipan, sum skal bøta um vatntrýstið, m.a. á Brekkukletti, Svangaskarði og Høganesvegi.

PB Consult hevur veitt kommununi ráðgeving og bjóða arbeiði viðv. nýggju pumputrýstskipanini út.

Eitt lítið hús verður bygt millum vatnbrunnarnar við Regnavegin, sum skal hýsa pumpuskipani. Byggivirkið KBH skal byggja húsið. Tekniska deild hevur gjørt økið byggiklárt, og húsið verður bygt í næstum. Blikksmiðjan skal seta pumpuskipanina upp. Tekniska deild ger ymiskt leiðingsarbeiði í samband við verkætlanina, og tað kann hava við sær, at skrúðað verður fyri vatninum nakrar løtur.

Í samband við at nýggja pumpuhúsið skal hava ymiskar leiðingar innlagdar, t.d. el-, telefon- og spillivatnsleiðingar, verður gott 300 m av Regnavegnum breiðkaður. Leingi hevur verið ynskiligt at breiðka hetta vegastrekki, og tí liggur væl fyri at hetta arbeiði verður gjørt samstundis sum leiðingsarbeiði skuldi gerast. Eisini verða leiðingar/innføringar lagdar, so klárt er til framtíðar  bústaðarbygging fram við vegastrekkinum. Koyrivegurin verður 6 m breiður og pláss verður fyri gonguteigi. Falkon breiðkar vegin.

Ætlanin er at nýggja pumputrýstskipan kemur at virka í ár.

 

 

 

 

 

Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara.

Les meira um krøvini frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðvíkjandi endurnýtslu av seyðaskinnum – trýst her.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.

Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
  • Tøm vemburnar.
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar á kommunala endunýtsluplássinum.

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

 IRF

Svimjihylurin er opin aftur

Síðani í summar hevur umvælingararbeið verið gjørt í svimjihylinum á Toftum, og arbeiðið er nú liðugt.
Seinastu 3 árini er svimjihylhurin, sum er frá 1981, dagførdur. í 2018 bleiv nýtt hús bygt til tekniska útgerð. Í 2019 bleiv nýggj teknisk útgerð uppsett. Í 2020 er svimjihylurin dagførdur.  Nú dagføringin er liðug, lýkur 40 ára gamli svimjihylurin øll nútíðar teknisk- og heilslufrøðilig krøv.
Svimjihylurin er opin soleiðis fyri almennari svimjing.

Mánadag
18.00 – 19.00 Børn og vaksin
19.00 – 20.00 Vaksin

Mikudag – heitur hylur
16.00 – 18.00 Foreldur og børn undir skúla aldur (Kom tá tú vilt og svim so leingi tú vilt)

Hósdag
17.00 – 19.00 Børn og vaksin (Kom tá tú vilt og svim so leing tú vilt)
19.00 – 20.00 Vaksin

Leygardag – heitur hylur
12.00 – 18.00 Børn og vaksin (Kom tá tú vilt og svim so leingi tú vilt)

Kostnaður
Vaksin 25 kr. og børn u/14 ár 10 kr

Tá skúlin hevur summar-, jóla- og páskafrí, er svimjihylurin stongdur.

Val til Eldraráð í Roðanum

Á seinasta stýrisfundi í Roðanum bleiv samtykt at skipa eitt eldraráð fyri økistænastuna við Skálafjørðin – Roðan, vísandi til løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Avgjørt var, at hvør kommuna sær skipar fyri valinum til eldraráðið í samband við kommunuvalið 10. nov. 2020.

Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum teir eldru borgararnar og Roðan, sum er samstarv á eldraøkinum millum kommunurnar við Skálafjørðin.  

Fyri at kunna stilla upp, skal tú vera 60 ár ella eldri, sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum teir persónar, sum skrivliga hava boðað kommununum frá, at teir stilla upp.

Valskeiðið gongur frá 1. januar 2021 og fram til 31. desember 2024.

Kundi tú hugsað tær at stilla upp, skalt tú fylla út hetta skjal –  Stillaralisti til Eldraráðsvalið 2020.

Skjalið fæst eisini á skrivstovunum í kommununum við Skálafjørðin ella á skrivstovuni hjá Roðanum í Runavík. Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum eisini hava valrætt til Eldraráðið.

Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni. Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum.

Valevnisfráboðaninar mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagið mánadagin 20. oktober 2020, kl. 18.00. Persónar á innkomnu valevnisfráboðanum verða førdir á eitt samla yvirlit, ið verður almannakunngjørt.

Eldraráðið verður samansett, eftir viðtøkunum í stýrinum fyri Roðan, eldrasamstarvið millum kommunarnar, eftir hesum leisti,  1 umboð fyri hvørjar 2.000 borgarar, og tí skulu veljast hesir limir:

Sjóvar  kommuna                   1 umboð og 1 varaumboð.

Runavíkar kommuna            3 umboð og 3 varaumboð.

Nes kommuna                          1 umboð og 1 varaumboð.

Eldraráðið skipar seg sjálvt.

Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.

(Nr. 2 verða varalimir hjá Nes og Sjóvar kommunum, meðan 4-5-6 vera varalimir hjá Runavíkar kommunu).

Her eru samtyktur viðtøkurnar fyri Eldraráðið í Roðanum – Les her

Demenssamskipara- útbúgving av bakkastokki.

Á sjálvum altjóða Alzheimersdegnum 21. september 2020 beyð Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, luttakarunum á demenssamskiparaútbúgvingini vælkomnum. Tað eru Roðin, økistænastan á Skálafjørðinum og Noroyðar bú- og heimatænata, sum skipa fyri útbúgvingini. Høvuðsundirvísari  og høvuðsveitari av útbúgvingini er Birgitte Vølund, sjúkrarøktarfrøðingur og Master i gerontologi. Birgitte er kend innan demensundirvísing í Føroyum. Hon hevur undirvíst, so at siga, øllum demenssamskiparum í Føroyum.

22 starvsfólk innan eldrarøktina luttaka í undirvísingini. Meginparturin eru starvsfólk í Roðanum og í Norðoyar bú – og heimatænastu. Nøkur eru úr VEKS, Nánd og Almannaverkinum.

Tað finnast nógv hagtøl um Alzheimer, og í nógvum førum er stór óvissa, tí tað kann ganga leingi áðrenn fólk fáa diagnosuna. Altjóða Alzheimerfelagið – Alzheimer’s Disease International – metir, at 49 milliónir fólk í heiminum hava okkurt slag av demenssjúku ella minnissvinni. Hesi tøl eru frá 2019.

Tað eru ræðandi forsøgnir fyri demenssjúkum. Altjóða Alzheimerfelagið metir, at tað fara at vera 75 milliónir fólk í heiminum við minnissvinni í 2030 og heili 130 milliónir í 2050.

Størsti parturin av demensumsorgan og tilboðum í Føroyum liggja í nærumhvørvinum hjá borgarunum og verða í stórstan mun, í dag, fyrisitin av kommunalu samstarvsøkjunum.

Demens er vitunartungt og ymiskar eru avbjóðingarnar í arbeiðnum innan demensrøkt. Tað setir stór krøv til samskipanina av teim ymsu átøkunum og hjálpini, sum einstaka borgaranum og hansara avvarðandi tørvar – hvørt tað so er heima, á dagtilhaldi ella á røktarheimi.

Tí er umráðandi at tryggja, at allir borgarar í samfelagnum fáa somu atgongd til hesa vitan, og at tey tilboð og fyriskipanir, sum eru, verða bygd á holla og nútímans vitan. Við júst hesi útbúgving verður vitanin styrkt.

Menningin innan demensøkið verður við hesum økt munandi og er hetta eitt átak, sum prógvar, at kommunala raðfestingin á hesum økinum, er at veita borgarunum við demens eitt dygdargott røktar- og viðgerðartilboð. Roðin økistænastan og Norðoyar bú- og heimatænasta vilja við hesum tryggja eitt høgt fakligt støði bygt á ta vitunargrundarlag, sum finst, og sum allatíðina er í tráð við ta menning, sum fer fram á demensøkinum.

Tað týdningarmesta er, at luttakararnir fáa amboð og førleikar, sum koma teimum demensraktu, teirra familjum og kommununum tilgóðar.

Kirkjukórið byrjar venjingarnar aftur

Mánakvøldið, 21. september, kl. 19.30, byrjar Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni venjingarnar aftur.

Eingin sangvenjing hevur verið síðani Koroan farsøttin kom til landið, men nú verður stemmað íaftur.

Kórið venur  í kirkjukjallaranum í Fríðrikskikjuni. Kórleiðari er Mikael Jóhan Heinesen.

Frá kórinum verður sagt frá, at nýggir sangarar er vælkomnir í kórið.

 

Siglingarávaring á Skálafjørðinum

Sjóvar kommuna og Sp/f Rókin hava í umleið eitt ár verið í gongd við útbygging av havnalagi og vinnuøki á Hulki á Strondum, og hetta arbeiðið hevur gingið væl. Sprongt er í økinum norðan fyri Vaðhorn Seafood, so har verður eitt nýtt grovplanerað vinnuøki upp á umleið 3.000 m2 og grótfyllan frá hesum arbeiði verður nýtt sum ífylla í ta nýggju bryggjuna.

Nú er arbeiðið komið so væl áleiðis, at allur spunsurin er uppsettur, og tey flestu akkerini eru sett í.

Í næstum verður byrjað at arbeiða við at stoypa hamaran, og hetta viðførir, at forskallingar verða settar upp uttan fyri bryggjukantin, eins og manning skal arbeiða uttan fyri bryggjukantin.

Í hesum partinum av arbeiðinum er tað av serliga stórum týdningi, at skip og bátar, ið sigla framvið arbeiðsøkinum, vísa størsta varsemi.

Sjóvar kommunu hevur tí, saman við Kongshavnar havnastýri ásett, at mest loyvda siglingarferð framvið arbeiðsøkinum er 4 sjómíl, so leingi sum arbeiðið er í gongd.

Mest loyvda siglingarferðin er lýst sum siglingarávaring hjá MRCC, Tórshavn.
Siglingarávaring nr. 13/2020
Orsaka av havnaútbygging og kavaraarbeiði á Hulki á Strondum er mest loyvda ferð frá Langanesi á Strondum til bygdina á Skála ásett til 4 knob.
MRCC Tórshavn
151500 UTC sept. 2020

Verkætlanin verður væntandi liðug fyrst í 2021.

Sjóvar kommuna

Venjingin hjá Roðanum byrjar aftur

Væl umtókta venjingin hjá økistænsstuni Roðanum byrjar aftur í komandi viku.

Týsdag og hósdag kl. 10.45-11.45 í Bylgjuni í Runavík.
Mánadag og mikudag kl. 10.45-11.45 í ítróttarhøllini á Skála.

Roðin Økistænastan

Nes kommuna søkir eftir kommunuskrivara

Í samband við at eitt starvsfólk á kommunuskrivstovuni fer frá vegna aldur og annað starvsfólk fer at arbeiða niðursetta tíð, verður uppgávubýtið á kommunuskrivstovuni broytt framyvir. Í tí sambandinum søkir Nes kommuna eftir kommunuskrivara.

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi í settur verður kemur at arbeiðia í tøttum samstarvi við umsiting, bydaráð og borgarstjóra.

Her er starvslýsingin – trýst her

Umsóknarfreistin er 1. oktober 2020.

 

Skráin fyri kvøldskúlan 2020/21 er nú klár

Nýggji kvøldskúlaleiðarin fyri Tofta kvøldskúla, Áki Dyssegard, hevur gjørt sína fyrstu kvøldskúlaskrá, fyri skúlaárið 2020/21.

Trýst her fyri at síggja kvøldskúlaskránna 

Tekning og gjalding fer fram á heimasíðu skúlans -toftaskuli.fo- og tekningin byrjar 1. oktober 2020, kl. 20.00.

Undirvísingin er treytað av nóg stórari undirtøku og byrjar eftir heystfrítíðina, í viku 43.

Í skránni eru nøkur nýggj kvøldskúlatilboð, m.a. programmering av videospølum, matgerð frá útlondum, vikuskiftisskeið í máling, VHF skeið, fantastiskir filmar og undirvísing í donskum.

 

×