Nýtt bygdaráð er valt í Nes kommunu

Á kommunuvalinum týsdagin 10. november valdu borgararnir í Nes kommunu nýtt bygdaráð. Til valið høvdu 969 valrætt og 823 valdu, ella 84,9 %.

Bert ein listi var og úrslitið var:

  1. Heini Súnason Kristiansen – 150 atkvøður
  2. Súni í Hjøllum – 142 atkvøður
  3. Høgni Hansen  – 100 atkvøður
  4. Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi – 97 atkvøður
  5. Jan Højgaard – 65 atkvøður
  6. Petur Jákup Anfinnur (Dakko) Petersen – 58 atkvøður
  7. Rannvá í Túni Petersen – 53 atkvøður
  8. Kaj Eli Hansen – 51 atkvøður
  9. Hallfríð Lamhauge Kjeld – 49 atkvøður
  10. Hanna Krista Poulsen – 47 atkvøður
  11. Janus Thomsen – 6 atkvøður

Listin fekk 2 atkvøður og 3 atkvøður vóru blankar.

Tey fyrstu 7 á listanum eru vald í bygdráðið fyri Nes kommunu fyri árini 2021 – 2024.

Nes kommuna

Nýggjur sløkkiliðsbilur

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) hevur keypt nýggjan sløkkiliðsbil. Bilurin, sum er av merkinum Scania, er bygdur til sløkkiliðsbil hjá Rosenbauer í Eysturríki. Bilurin kostar sløkkiliðnum 3,4 mió. kr.

Nýggji bilurin avloysir 32 ára gamla bilin á eystara armi á Skálafjørðinum.

Tað hevur leingi verið ætlanin at keypa nýggjan sløkkiliðsbil og tá arbeiði uppá Eysturoyartunnilin byrjaði, bleiv avgerð tikin um at keypa sløkkiliðsbilin, sum er útgjørdur við nýggjastu tøkni og útgerð, eisini til kommunalu tilbúgvingina í tunlum.

Tað eru Sjóvar-, Runavíkar- og Nes kommunur sum í felag eiga og reka SKS. Kommunurnar gjalda fyri rakstur og íløgur ímun til fólkatalið í kommununum.

Í morgun var Góðan morgun Føroyar hjá KVF og vitjaði SKS, og tá handaðið nevndarformaðurin í SKS, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, átaksleiðaranum, Sunleiv Højgaard, lyklarnar til nýggja sløkkiliðsbilin.

Minnist til kommunuvalið í morgin – Áheitan: velji tíðliga á degnum um tað ber til

Í morgin, 10. november, er kommunuval. Fimleikarhøllin í Tofta skúla, sum er valhølið í Nes kommunu, letur upp kl. 10.00 og letur aftur kl. 20.00, ella so leingi fólk koma at velja.

Umframt kommunuval, er eisini val til eldraráð  og skúlastýrisval. Veljarar hava ikki valkort til  eldraráðsvalið ogg skúlastýrisvalið, men atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir í valhølinum.

Inngongd er í norðara enda av fimleikarhøllini. Serlig atlit verða tikin í samband við koronasmittuna, og heitt verður á veljarar um at halda koronaásetingirnar.

Tað vil í høvuðsheitum siga, at vit:

  • spritta og gníggja hendurnar væl, tá vit møta á valstaðnum
  • halda frástøðu í bíðirøðini
  • steðga ikki á at práta, men finna leiðina beinleiðis út úr valstaðnum eftir atkvøðugreiðsluna

Hvør veljari fær útflýggjaðan ein penn, sum hann avleveraður aftur tá atkvøðuseðilin verður latin í atkvøðukassan.

Teir 3 atkvøðuklivarnir verða somuleiðis javnan sprittaðir, og skermar eru á valborðinum millum veljarar og hjálparfólkini.

Greiðar vegleiðingar/leiðbeiningar verða á valstaðnum.

Vanliga velja flest fólk eftir arbeiðstíð. Heitt verður tí á øll, sum kunnu velja áðrenn, um at velja tíðliga, so sleppast kann undan longum bíðirøðum.

Nes kommuna

 

 

 

Kommunuval og Covid-19

Ert tú í sóttarhaldi ella følir teg sjúkan, skalt tú ikki møta á valstaðnum fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið 10. november. Í staðin hevur tú møguleika fyri at atkvøða við brævi.

Seinasti møguleiki at greiða brævatkvøðu er í dag, mánadagin 9. november. Tín atkvøðuseðil skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á valdegnum 10. november.

Fyri at greiða brævatkvøðu verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum á tlf. 447586 ella 565004.

Hvussu sleppa vit undan smittu á valinum?
Nú nógv fólk fara at savnast á sama stað á valdegnum, er tað umráðandi, at vit øll fylgja tilmælunum hjá koronuráðgevingini neyvt. Tí hevur valstýrið skipað fyri, at avkvøðgreiðslan kann fara fram so trygt sum gjørligt fyri bæði veljaran og hjálparfólk.

Tað vil í høvuðsheitum siga, at vit:

  • spritta og gníggja hendurnar væl, tá vit møta á valstaðnum
  • halda frástøðu í bíðirøðini
  • steðga ikki á at práta, men finna leiðina beinleiðis út úr valstaðnum eftir atkvøðugreiðsluna

Hvør veljari fær útflýggjaðan ein penn, sum hann avleveraður aftur tá atkvøðuseðilin verður latin í atkvøðukassan.

Atkvøðuklivarnir verða somuleiðis javnan sprittaðir.
Skermar eru á valborðinum millum veljarar og hjálparfólkini.

Hevur tú spurningar um, hvussu tú skalt bera teg at á valinum, eru hjálparfólkini á staðnum fús at hjálpa.

Nes kommuna

VALEVNISLISTI TIL SKÚLASTÝRIÐ Í TOFTA SKÚLA

Atkvøðugreiðslan til skúlastýrið verður 10. november frá kl. 10.00 til 20.00.

Valið fer fram, saman við kommunuvalinum, í fimleikahøll skúlans.

Valevnislistin til skúlastýrið í Nes kommunu 10. november 2020:

Karis Danielsen, Toftir

Bent Djurhuus, Nes

Rut Láadal, Toftir

Sanna í Túni Nielsen, Toftir

Berlys Nordendal, Toftir

Kristian Poulsen, Toftir

Stillarar:
Linda Frederiksberg, Toftir
Hallfríð í Hjøllum, Toftir
Jan Højgaard, Nes
May í Túni, Nes
Justin Philbrow, Toftir
Armgarð á Regni, Toftir

HEVUR TÚ VALRÆTT TIL SKÚLASTÝRISVALIÐ?

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Tofta skúla. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval og tá skulu umboð veljast í skúlastýrið fyri Tofta skúla í eitt fýra ára skeið. Øll heim, sum hava børn í Tofta skúla hava fingið ein faldara, ið greiðir frá skúlastýrisvalinum.

Sambært kunngerð nr. 86 um at velja foreldraumboð í skúlastýri hevur hvør tann valrætt, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan og eingin kann velja til skúlastýrisvalið, um tey ikki eru á vallistanum.

Bert tey foreldur/avvarðandi, sum standa skrásett hjá Fólkayvirlitinum at hava foreldramyndugleika yvir næmingi í Tofta skúla verða tískil skrásett á vallistanum og tað eru bert tey, sum hava valrætt. Vallistin liggur frammi á skrivstovu skúlans.

Um tað er okkurt hesum viðvíkjandi, ið tit eru í iva um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan á tlf. 447332 ímillum kl. 08 – 12.

Tofta skúli

Alfred fingið viðurkenning fyri eitt kanónarbeiði

Á almennari hugnaløtu, sum Eldrafelagið á Toftum skipaði fyri 24. oktober, fekk Alfred Olsen minnisgávu frá Nes kommunu, sum tøkk og viðurkenning fyri stóra og virðismikla arbeiði Alfred hevur gjørt í samband við at endurskapað økið á Nesi, har kanónin stendur. Kanónin verður nógv vitja av ferðafólki.

Alfred hevur sjálvur tikið stig til at endurskapað hálvtakið, sum dekkar part av kanónin.

Umframt einsamallur at hava staðið fyri arbeiðnum, við hjálp frá øðrum viðhvørt, hevur hann eisini sjálvur útvega ráðgeving og alla fígging til arbeiði.

Á hugnaløtuni á Svangaskarði, sum bleiv hildin í samband við at tað í ár eru 75 ár liðin síðani seinna heimskríggj endaðaði, takkaði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, Alfred Olsen fyri stóra arbeiði og handaði honum gávu og blomstur. Gávan var ein grótpláta, har ein tøkk og kanónin og økið uttanum var graverað á.

 

Asfaltering í Rókini darvar ferðsluni komandi dagarnar

Í samband við asfalteringsarbeiði mánadagin 2. november, verður eingin gjøgnumkoyring eftir Rókavegi frá kl. 09.00 og so leingi arbeitt verður.

Týsdagin 3. november verður rundkoyringin við tunnilsmunnan í Rókini asfalterað og Saltnesvegurin verður stongdur frá kl. 09.00 og restina av degnum, ella so leingi arbeitt verður.  Í meðan verður koyrandi eftir Rókavegnum.

Nes kommuna

Kommunuvalið – Brævatkvøður, heimaval og valkort

                                      Kunngerð

Samsvarandi lýstu kunngerð Innlendismálaráðsins fer kommunuval fram

Týsdagin tann 10. november 2020  í  fimleikahøllini í Tofta skúla

Atkvøðutíðin er frá: 

10.00 til 20.00  ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.

Heimaval:

Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu koma við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið, við at boða frá

til kommunuskrivstovuna tlf. 447586  innan kl. 12.00 hin 9. 11.2020.

Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 hin 10. november 2020.

Valkort:

Valkort til nýtslu við kommunuvalið hin 10. november 2020,  verða send øllum veljarum í kommununi.

Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna.

Toftir, 28. oktober 2020

Valstýrið í Nes kommunu

Listarnir til kommunuval og val til Eldraráðið

Niðanfyristandandi listi er innkomin til kommunuvalið í Nes kommunu og góðkendur av valnevndini.

Undirritaðu stillarar stilla hervið fylgjandi valevni upp til kommunuvalið í Nes kommunu 10. november 2020.

 LISTI A:

  1. Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, handilsleiðari, Nesvegur 27, 655 Nes
  2. Høgni Hansen, stjóri, undir Nesinum 2, 650 Toftir
  3. Kaj Eli Hansen, vinnurekandi, Gaddavegur 35, 655 Nes
  4. Petur Jákup Anfinnur (Dakko) Petersen, aðalskrivari, Saltnesvegur 9B, 656 Saltnes
  5. Súni í Hjøllum, lærari, Hjallavegur 16, 650 Toftir
  6. Hanna Krista Poulsen, sosialráðgevi, Hjallavegur 32,0, 650 Toftir
  7. Heini Súnason Kristiansen, á Brekkukletti 24, HR leiðari, 650 Toftir
  8. Jan Højgaard, formaður, Gaddavegur 10, 655 Nes
  9. Janus Thomsen, stjóri, Gaddavegur 39, 655 Nes
  10. Rannvá í Túni Petersen, sølukvinna, Rókavegur 2, 656 Saltnes
  11. Hallfríð Lamhauge Kjeld, tannrøktari, Brekkuvegur 13, 650 Toftir

Stillarar:

Eyðun Petersen, service Magn, Rókavegur 18, 656 Saltnes

Hans Jákup Hansen, húsasmiður, Nesvegur 14, 655 Nes

Johannes Olsen, El-innl., Rókavegur 28, 656 Saltnes

Hans Jákup Elkjær, grafikari, Kvíggjarvegur 6, 655 Nes

Herman K. Jacobsen,  vatnmeistari, Regnavegur 59, 650 Toftir

Magnus Pauli Poulsen, vaskimaður, Hjallavegur 32, 650 Toftir

Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri, Nesvegur 24, 655 Nes

Andrias Magnussen, aðalskrivari, Rókavegur 26,0, 656 Saltnes

Petur Gaardlykke, handilsmaður, á Brekkukletti 15, 650 Toftir

Marjun Wenningsted Gaardbo, skrivstovukvinna, Við Rætt 4, 650 Toftir

Katrin Signa Poulsen, námsfrøðingur, Hjallavegur 32, 650 Toftir

Sanna Jancy Solbjørg Olsen, pensionist, Regnavegur 36, 650 Toftir

Kim Steve Gerlach Bergkvist, granskari, Hjallavegur 32,0, 650 Toftir

Jóna Hansen, lærari, Gaddavegur 35, 655 Nes

John Dávur Sumberg Djurhuus, snikkari/timburmaður, Nesvegur 33, 655 Nes

Erla á Torkilsheyggi Djurhuus, sølufólk, Nesvegur 33 655 Nes

Óluva á Torkilsheyggi, sølufólk, Heygsvegur 5, 650 Toftir

Petur Hans Hansen, húsavørður, Á Brekkukletti 17, 650 Toftir

Ann Britt Johannesen, skrivstovukvinna, Høganesvegur 67, 650 Toftir

Haldor Samson Gaardbo, pensionist, Við Rætt 4, 650 Toftir

Sámal Jacob Debes Olsen, seljari, Hjallavegur 18, 650 Toftir

 Hesin listin er innkomin til val til Eldraráðið í Nes kommunu

Undirritaðu stillarar stilla hervið fylgjandi valevni upp til valið til Eldraráðið í Nes kommunu 10. november 2020.

 LISTI A:

  1. Alfred Olsen, pensionist, Rókavegur 24, 656 Saltnes
  2. Aloma Davidsen, pensionist, Á Heygum 5, 650 Toftir

Stillarar:

Haldor Samson Gaardbo, pensionist, Við Rætt 4, 650 Toftir

Joen Ingvard Olsen, pensionist, Regnavegur 16, 650 Toftir

Diana Frynhild Thomsen, pensionist, á Heygum 9, 650 Toftir

Niclas Frederik Davidsen, stjóri, Regnavegur 24, 650 Toftir

 

 

 

Almennur kunningarfundur um íbúðirnar á Kneysum

Mikukvøldið 4. november kl. 19.00, verður almennur kunningarfundur í Tofta skúla um íbúðirnar, sum Bústaðir byggir á Kneysum á Toftum.

Umboð fyri Nes kommunu og Bústaðir luttaka á fundinum.

Talan er um 2 íbúðarbygningar, íalt 18 íbúðir. Í øðrum íbúðarbygninginum  verða 10 leiguíbúðir, meðan í hinum verða 8 lutaíbúðir. Leiguíbúðirnar verða eftir ætlan lidnar um ársskifti, meðan lutaíbúðirnar verða lidnar ímóti komandi sumri.

Á kunningarfundinum verður kunnað um verkætlanina, íbúðirnar, kostnaðir og hvussu lutafelagið verður skipað. Eisini verður møguleiki fyri at teknað seg fyri eini lutaíbúð.

Vegna fyrireikarnar

Nes kommuna og Bústaðir

 

×