B68 aftur í Betri deildini

Í sera spennandi og hendingarríkum dysti á Tórsvølli í gjárkvøldið, vann B68 uppflytingardystin 3-2 móti AB. Tá vanliga leiktíðin var farin,  stóð á jøvnum 1-1, eftir at B68 hevði verið  á odda 1-0 í hálvleikinum, við málið sum Andri Benjaminsen skorðaði.

Ein AB-leikari fekk reyða kortið tá 40 min. vóru leiktir av dystinum.

Í umdystinum kom B68 á odda 2-1 tá 103 min. vóru leiktir, og aftur var Andri málskjútti. Men AB javnaði aftur tá 110 min. vóru leiktir.

Áskoðarnir fyrireikaðu seg nú til brotsspørkini, men B68-leikarnir vildu tað øðrvísi. Tá 118 min. vóru leiktir skorðaði Andri Benjaminsen sítt hattrick og sigursmálið hjá B68.

Eftir dystin var frøðin stór millum leikarar og nógvu B68 viðhaldfólkini, sum vóru komin at stuðlað sínum liði.

Nes kommuna ynskir B68 hjartaliga til lukku við uppflytingini og góða eydnu í Betri deildini í 2021.

 

 

Rundkoyringin verður asfalterað ídag

Ídag, 30. november, verður rundkoyringin við tunnilsmunnan í Rókini asfalterað og Saltnesvegurin verður stongdur frá kl. 09.00 og restina av degnum, ella so leingi arbeitt verður.  Í meðan verður koyrandi eftir Rókavegnum.

Nes kommuna

Jólatrøini verða tendrað leygardagin

Leygardagin 28. november  verða jólatrøini hjá Nes kommunu tendraði.

Jólatræshald verður á Toftum kl. 15.30, har Hanus Lomstein fer at røða og tendra jólatræið. Hornorkestrið hjá Nes sóknar Musikkfelag luttekur, umframt at kvinnurnar í Nebo og The Gadders fara at syngja 2 sangir hvør.

Eisini fáa børnini jólapakka frá jólamonnunum.

Nes kommuna

Nýggja bygdaráðið í Nes kommunu

Á almennum bygdaráðsfundi seinasta hóskvøld skipaði nývalda bygdaráðið í Nes kommunu seg og myndir blivu tiknar.

Súni í Hjøllum bleiv valdur til borgarstjóra og Heini Súnason Kristiansen bleiv valdur til varaborgarstjóri.

Hinir bygdaráðslimirnir eru:  Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen.

Nevndarsessirnir eru soleiðis býttir:

Fíggjarnevndin: Súni borgarstjóri fm., Heini næstfm. og Høgni.

Tekniska nevnd: Dakko fm., Elin næstfk. og Jan.

Mentanarnevndin: Elin fk.,  Jan næstfm. og Rannvá.

Trivnaðarnevndin: Høgni fm., Dakko næstfm. og Rannvá.

Umhvørvisnevndin: Heini fm., Elin næstfk. og Rannvá (Nýggj nevnd)

Nes kommuna

Nývalda bygdaráðið skipar seg hósdagin

Á almennum bygdaráðsfundi, hósdagin, 19. november kl. 18.00, skipar nývalda bygdaráðið seg við borgarstjóra, varaborgarstjóra og skipar seg í ymisku nevndirnar.

Nes kommuna 

Bókasavnið í Nes kommunu hevur broytt upplatingartíð

Bókasavnið í Nes kommunu, sum er í Tofta skúla, hevur broytt upplatingartíð.
Bókasavnið verður nú opið mánakvøld frá kl. 19-21 og ikki frá kl. 16-18.
Upplatingartíðir galdandi frá 16.11.2020:
Mánakvøld, kl. 19-21
Mikukvøld, kl. 19-21

 

Bókasavnið heldur til á 2. hædd í nýggja partinum av Tofta Skúla og er stongt, tá ið skúlin er stongdur.

Bókasavnið er eitt alment bókasavn, sum eisini virkar sum skúlabókasavn fyri skúlanæmingar og lærarar í skúlatíðini.

Bókasavnið í Nes kommunu

Fólkavøksturin heldur fram

Sambært nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovu Føroya, búðu 1.378 fólk í Nes kommunu pr. 1. oktober 2020. Fyri einum ári síðani búðu 1.333 fólk í kommununi.  Ein vøkstur uppá 45 fólk, ella 3,4%. Vøksturin í Føroyum hevur verið 1,6% og í Eysturoy 2,0 %.

Seinasta árið eru 23 fødd, 9 deyð og 31 flutt til Nes kommunu.

 

 

Súni í Hjøllum verður borgarstjóri

Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu hevur í kvøld skipað seg.

Súni í Hjøllum verður borgarstjóri og Heini Súnason Kristiansen verður varaborgarstjóri.  Á valinum var Heini toppskorari við 150 atkvøðum, meðan Súni fekk 142 atkvøður. Meðan Heini er nývaldur, hevur Súni siti í bygdaráðnum samanhangandi síðani 1985, ella í 36 ár. Súni í Hjøllum hevur verið varaborgarstjóri í 5 setur.

Hinir bygdaráðslimirnir eru:  Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen.

Nevndarsessirnir eru soleiðis býttir:

Fíggjarnevndin: Súni borgarstjóri fm., Heini næstfm. og Høgni.

Tekniska nevnd: Dakko fm., Elin næstfk. og Jan.

Mentanarnevndin: Elin fk.,  Jan næstfm. og Rannvá.

Trivnaðarnevndin: Høgni fm., Dakko næstfm. og Rannvá.

Umhvørvisnevndin: Heini fm., Elin næstfk. og Rannvá (Nýggj nevnd)

SEV: Dakko er umboðsráðslimur

IRF: Heini er umboðsráðslimur

Kongshavnar Havnarstýri: Jan Højgaard er stýrislimur

Skúlastýrið í Tofta skúla: Høgni og Jan  eru stýrislimir

Musikkskúlanevndin: Høgni og Elin eru nevndarlimir

Skálafjarðar kommunala Sløkkilið: Súni borgarstjóri er nevndarlimur

Roðin økistænastan: Súni borgarstjóri og Elin eru stýrislimir

Nývalda bygdaráðið fer á almennum fundi í næstu viku at skipað seg. Lýst verður nærri við almenna fundinum.

Nes kommuna

 

 

 

Úrslit frá skúlastýrisvalinum

Frá Tofta skúla verður kunnað, at uppteljingin av atkvøðunum til skúlastýrið fyri Tofta skúla er av.

208 fólk vóru á vali.

Trý tey fyrst valdu foreldraumboðini eru við til at manna skúlastýrið frá ársskiftinum.

Hetta er úrsliti:

  1. Kristian Poulsen, Toftir
  2. Bent Djurhuus, Nes
  3. Rut Láadal, Toftir
  4. Sanna í Túni Nielsen, Toftir
  5. Berlys Nordendal, Toftir
  6. Karis Danielsen, Toftir

 

Alfred Olsen valdur í Eldraráðið

Í samband við kommunuvalið ígjár, var eisini val til Eldraráð í Roðan økistænastuna.

2 valevnir vóru og úrslitið bleiv:

  1. Alfred Olsen – 125 atkvøður
  2. Aloma Davidsen – 73 atkvøður

Sostatt er Alfred Olsen valdur at umboða Nes kommunu í Eldraráðnum og Aloma Davidsen er varalimur.

Nes kommuna

×