Drive In tunnilstiltak á Toftum leygardagin

Í samband við at Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin 19. Desember 2020, bjóðar Nes kommunu øllum til eitt Drive In tunnilstiltak á havnarlagnum á Toftum.

Øll, bygdafólk og avbygdafólk, fáa ókeypis pannukøku og tónleikaupplivingar.

Leygardagin fara væntandi nógv fólk at koyra ein biltúr gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin. Øll eru vælkomin út á Toftir, har Nes kommuna bjóðar Drive In pannukøku og kaffi. Nú tað er sera týdningarmikið, at vit ansa væl eftir hvørjum øðrum og at koronatilmælir verða hildin, verður eitt Drive In øki skipað omanfyri egningarskúrarnar á Toftum, har pannukøkur og kaffi verður bjóðað út í bilarnar.

Eisini verður møguleiki at hoyra góðan tónleik á einum útipalli, sum verður settur upp á havnarlagnum millum Landingarmiðstøðina og Snoddbygningin. Har er gott pláss og møguleiki verður at sita í bilinum og lurta ella at standa úti í góðari fjarðstøðu.

Skráin fyri Drive In tiltakið:

Kl. 14.00 Pannukøkuhúsið opnar

Tónleikaframførslur:

Kl. 15.00 Midnáttarsangbólkurin

Kl. 16.00 Hallur Joensen

Kl. 17.00 Gadders

Kl. 18.00 Dania Tausen

Kl. 19.00 Magni Christinasen

KL 20.00 Pannukøkukúsið letur aftur.

Eysturoyartunnilin, sum nógv hava bíðað leingi eftir, er ein av størstu verkætlanum í Føroya søgu og kemur at hava stóra ávirkan á alt føroyska samfelagið, ikki minst fyri Nes kommunu. Nes kommuna ynskir á henda hátt at hátíðarhalda stóra dagin, samstundis sum hædd verður tikin fyri koronatilmælunum.

Jólagava til øll húskir

Nes kommuna letur í ár øllum húskjum í kommununi jólagávu.

Í kvøld fara B68 dreingir at bera øllum húsum jólagávuna inn um gáttina. Saman við eini jólaheilsan er jólagávan ein toy innkeypsberiposi og eitt eintak av teimum 3 bindunum av bygdasøguni fyri Nes Toftir Saltnes.

 

Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.

Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.

Soleiðis skilir tú burturkastið um høgtíðina:

  • Hvíti posi: Gávupappír, papp og bleytt plast. Bleyta plastið samlar tú saman í ein kláran posa og leggur hann í hvíta posan.
  • Grái posi: Gávubond, gávuinnpakking úr foliu, flamingo, matleivdir o.a.
  • Reyði posi: Ljósperur, battarí, elektronisk tól og annað serliga dálkandi burturkast.
  • Endurnýtsluplássið: Fýrverk, glas, jarn og metal.

Um tú vilt gera tað lættari at skilja burturkast, ber til at printa hesi myndatekin út og seta tey á ruskíløt: www.irf.fo/myndatekin-til-skiljing-av-burturkasti

IRF ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Við vón um gott samstarv í komandi ári, har vit í felag gera Føroyar grønari.

Heilsan IRF

Fíggjarætlanin 2021

Fíggjarætlanin fyri 2021 hjá Nes kommunu bleiv mánakvøldið 30. november einmælt samtykt við triðju viðgerð.

Fyritreytirnar fyri inntøkunum eru, at skattaprosentið verður óbroytt, 20,5 prosent, og at barnafrádrátturin er óbroyttur kr. 5.500.

Nettoinntøkan fyri 2021 er mett til 63,1 mió. kr. í mun til 60,4 mió. kr. (v/eykajáttan), sum er metta inntøkan fyri 2020. Ein hækking uppá 2,6 mió. kr., ella 4,4 prosent.

Rakstrarkostnaðurin fyri 2021 er mettur til 54.7 mió. kr. í mun til 51,4 mió. kr. (v/eykajáttan), sum er metti kostnaðurin fyri 2020. Ein hækking uppá 3,3 mió. kr., ella 6,4 prosent.

Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt og frítíðarkortini á kr. 2.000 fyri hvørt barn millum 6 og 18 ár verða eisini galdandi í 2021.

Útgreining av rakstrarkostnaðinum í 2021:

§1 Kommunal fyrisiting 5,1 mió. kr.  
§2 Almanna- og heilsumál 19,4 mió. kr.  
§3 Børn og ung 13,4 mió.kr.  
§4 Undirvísing 4,2 mió. kr.  
§5 Mentan og frítíð 4,1 mió. kr.  
§6 Teknisk mál 4,8 mió. kr.  
§7 Kommunalt virksemi 3,7 mió. kr.  

Rakstrarúrslitið verður sostatt eitt avlop áðrenn íløgur á 8,4 mió. kr.

Í løtuni eru íløgur ígongd, sum eftir ætlan skuldu verða lidnar í 2020. Arbeiðið hevur drigið út og verður nú ístaðin liðugt í 2021. Talan er um Frítíðarskúlan, økið uttanum íbúðirnar á Kneysum og pumpuhúsið við Regnavegin. Avsettu upphæddurnar til hesar íløgur, sum ikki eru lidnar, verða fluttar til næsta ár.

Ætlanin er at gera nýggjar íløgur í 2021 fyri 3,4 mió. kr., netto.

Ætlaðu íløgurnar kunnu sundurgreinast soleiðis:

  Heilsumiðstøðin í Runavík 0,1 mió. kr.    
  Roðin økistænastan 1,5 mió. kr    
  Barnagarðurin 0,3 mió. kr.    
  Klæðing av frítíðarskúlanum 0,2 mió. kr    
  Útstykking / byggibúning /vegir (netto) 0,8 mió. kr.    
  Moldgoymslan 0,4 mió. kr.    
  Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið 0,1 mió. kr.    

Úrslit aftaná íløgur er 5,0 mió. kr. og roknað er við at afturgjalda skuld við 2,9 mió. kr. Avlopið eftir avdráttir er kr. 2,1 mió. kr.

Í fíggjarætlanini fyri 2020 var roknað við at taka lán fyri 14,0 mió. kr., men orsakað av hægri inntøkum í 2020 enn væntað og íløgum, sum ikki eru lidnar, eru bert 2,0 mió. tiknar í  lán higartil í 2020. Í løtuni er nettoskuldin niðanfyri ½ skattaálíkning.

Endaliga fíggjarætlanin fyri 2021 sæst  her Fíggjarætlan 2021

Soleiðis samtykt á bygdaráðsfundi 30. November 2020.

Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Bygdaráðsfundir 2021

Kommunan skal áseta og lýsa teir almennu bygdaráðsfundirnar fyri komandi ár.

Undanfarin ár hava bygdaráðsfundirnir verið mánadagar  kl. 18.00. Og soleiðis verður eisini í 2021. Bygdaráðsfundirnar verða 10 í tali, og verða:

25. januar

22. februar

22. mars

26. apríl

31. mai

28. juni

30. august

27. september

25. oktober

29. november

Nevndarfundirnir í 2021 eru í viku:

2-6-10-15-20-24-33-37-41-46

Nes kommuna

Jólakonsert í Fríðrikskirkjuni

Sunnukvøldið 6. desember, kl. 20.00, verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni og orkestri hjá Nes sóknar Musikkskúla.

Kórið og orkestri hava framførslur hvør sær og saman.

 

Fróði heiðraður og fráfaringarløta fyri 3 sløkkiliðsmonnum

Á samkomu hjá Skálafjarðar kommunala sløkkiliði (SKS) seinasta leygarkvøld, sum var í nýggju sløkkiliðsstøðini á Skála, bleiv Fróði Danielsen á Toftum heiðraður fyri 25 ára trúgva tænastu.

Fróði, sum er ættaður av Strondum,  byrjaði í sløkkiliðnum í 1995 og hevur verið partur av sløkkiliðnum á eystara armi síðani 2004. Fróði Danielsen er liðleiðari í SKS.

Jóhannus Danielsen, formaður í SKS, takkaði Fróða fyri trúgva tænastu og hansara stóra og týdningarmikla arbeiði, sum hann ger fyri SKS og kommunurnar við Skálafjørðin. Á samkomuni fekk Fróði heiðurmerki í silvur, sum hennara hátign drotning Margretha hevur sett á stovn fyri sløkkiliðsmenn, ið hava verið trúgvari tænastu meiri enn 25 ár.

Á samkomuni fingu 3 sløkkiliðsmenn, Ólavur Berg, Andras Hansen og Louis Houmann gávu handaða frá formanninum fyri trúgva og góða tænastu, nú teir eru farnir um 70 ára aldur, og givnir í arbeiðnum hjá SKS, sum sløkkiliðsmenn. Teir fingu hvør sín málning, sum Jørgin Olsen í Runavík hevur málað.

Ólavur Berg og Andras Hansen av Skála blivu útnevndir til sløkkiliðsmenn  í 1975 og hava sostatt verið sløkkiliðsmenn í meira enn 45 ár. Teir fingu fyri 5 árum síðani handaða “Dronningens Fortjenestamedalje”

Louis Houmann úr Oyndarfirði hevur verið sløkkiliðsmaður í SKS síðani Oyndafjarðar kommuna legði saman við Runavíkar kommunu í 2005, og undan tí var hann partur av sløkkiliðnum í Oyndarfirði.

Frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Fróði Danielsen, Andras Hansen, Sunleiv Højgaard, Vilhelm Magnus Olsen, Louis Houmann og Ólavur Berg.

Tofta kvøldskúli bjóðar nýggj skeið í 2021

Nýggj skeið sum byrja eftir jól

VIKUSKIFTISSKEIÐ Í MÁLING

Fríggjadag, 8. januar, kl. 17:00—21:00 & leygardag 9. jan., 10:00—17:00 Undirvísari: Rutt Mikkelsen, telefon 265750, heimasiða: ruttart.com

Prísur: kr. 250,-

__________________________

VHF SKEIÐ
Leygardagar, kl. 14:00—17:00 Byrjan: januar/februar Luttakararnir fáa skeiðsprógv
Undirvísari: Jan Hjaltalin, telefon 510717
Prísur: kr. 1000,-
______________________________

ÆTTARGRANSKING

Mánakvøld kl. 19.00-21.00. Fyrstu ferð 11. jan. Skeiðið krevur egna teldu.

Undirvísari: Ingibjørn Eldevig, telefon 256233

Prísur: kr. 250

______________________________

VIKUSKIFTISSKEIÐ Í MÁLING

Fríggjadag, 5. februar, kl. 17:00—21:00 & leygardag 6. feb, 10:00—17:00 Undirvísari: Rutt Mikkelsen, telefon 265750, heimasiða: ruttart.com.

Prísur: kr. 250,-

______________________________

GLASLIST

Mánakvøld 18 – 21. Fyrstu ferð 18. jan. 5 ferð.

Undirvísari: Annika Gleðisheygg, telefon 788029

Prísur: kr. 250,- + tilfar

Tað er pláss fyri 10 luttakarum og tilmelding byrjar á heimasíðuni hjá Tofta skúla fríggjadagin 4. des. kl. 18.00.

______________________________

VIKUSKIFTISSKEIÐ Í MÁLING

Fríggjadag, 5. marts, kl. 17:00—21:00 & leygardag 6. marts, 10:00—17:00 Undirvísari: Rutt Mikkelsen, telefon 265750, heimasiða: ruttart.com

Prísur: kr. 250,-

______________________________

TALV

Týsdag 15:30 – 17:30. Fyrstu ferð 5. jan.

Undirvísari: Olaf Magnussen, telefon 565015

Prísur: kr. 250,-

TOFTA KVØLDSKÚLI

Nærri upplýsingar fáast frá kvøldskúlaleidaranum, toftakvoldskuli@gmail.com ella telefon 227334.

 

Helgi var suverenur vinnari á Toftum

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi. 
Myndatekstur: Helgi Dam Ziska vinnari og Jóhannus Danielsen borgarstjóri, sum handaði steyp og heiðursmerkir.
Talvsamband Føroya skipaði fyri saman við Tofta Talvfelag, sum hýsti kappingunum. Snarkappingin var fríggjakvøldið, og kvikkappingin leygardagin.
Luttøkan var góð. 28 telvarar snartelvaðu fríggjakvøldið, og 26 kappaðust í kviktelvingini dagin eftir. Toppurin í føroyskum talvi var væl umboðaður. Í mun til heldur sløku umboðanina í útsettu FM-einstaklingakappingini, sum var í Runavík fyri stuttum, var tað gleðiligt at síggja, at mestsum allir topptelvararnir nú vóru við.
Kanska eitt tekin um, at telvarar eru farnir at dáma betur stutttelving heldur enn klassisku langtelvingina?
Kappingin gjørdist ein maktdemonstrasjón hjá Helga Dam Ziska, sum kom, sá og sigraði. Snarkappingina vann hann við fullum stigatali – 11 stig í ellivu umførum. Høgni Egilstoft Nielsen gav honum kortini ein skarpan gang. Høgni vann allar hinar mótstøðumenninar uttan Helga. Innanhýsis talvið teirra millum var tí avgerandi.
Í kvikkappingini var munurin minni. Nú telvaðu Helgi og Høgni javnt sínamillum, men Høgni tapti fyri Olaf Berg. Umframt javnleikin móti Høgna telvaðu Helgi og Martin Poulsen eisini remis.
FM í snartalvi 2020
1 Helgi Dam Ziska, HT                  11 stig
2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 10
3 Olaf Berg, HT                                 8
4 Martin Poulsen, HT                6½
5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 6½
6 Luitjen A. Apol, HT              6½
7 Sjúrður Thorsteinsson, HT 6½
8 Finnbjørn Vang, KTF           6
9 Carl Eli N. Samuelsen, HT  6
10 Andrias Danielsen, TT      6
Frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Høgni E. Nielsen, Helgi D. Ziska og Olaf Berg.
FM í kviktelving 2020
1 Helgi Dam Ziska, HT            8 stig
2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 7½
3 Olaf Berg, HT                          6
4 Hans Kristian Simonsen, KT 6
5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST   6
6 Martin Poulsen, HT              6
7 Flóvin M. Tummasarson, KTF  6
8 Margar Berg, HT                  5½
9 Eyðun Nolsøe, KTF              5
10 Heðin Gregersen, KTF      5

Tíðindini eru frá:

×