Nýggj arbeiðstól komin

Fyrst í januar keypti Nes kommuna ein 2 ára gamlan (nýggjan) Citroén arbeiðsbil til teknisku umsiting.

Og í vikuni varð eisini ein nýggjur lítil hjóllessari keyptur, sum fer at verða sera hentur til ymsar uppgávur í dagligdegnum hjá arbeiðsmonnunum.

 

 

 

Nýggjársheilsan og persónlig tøkk

Á seinasta degi í 2020, og mínum seinasta degi sum borgarstjóri í Nes kommunu, vil eg vegna bygdaráðið takka fyri skjótt farna árið og ynskja øllum eitt eydnuberandi nýggjár.

Vegna Covid 19 virusið, fara vit at minnast árið 2020 sum eitt serstakt ár, har vit stóðu væl saman, í fjarstøðu.

19. desember 2020 fer í søguna sum ein heilt serligur dagur hjá føroyingum og ikki minst hjá okkum í Nes kommunu, tá Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu. Tað var hugaligt og stuttligt at vit í kommununi kundu hátíðarhalda henda søguliga dagin við einum væleydnaðum Drive In tiltaki.

Vit gleða okkum til komandi ár, og at tað aftur skal verður møguleiki til at møtast aftur til størri samkomur, t.d. til okkara afturvendandi tiltøk í Nes kommunu, sum Várdagar og Bátafestivalin.

Ein er tíðin at dansa ella alt hevur sína tíð.

Í dag er vaktin hjá mær sum borgarstjóri úti og stafettin verður latin víðari.

Eg eri fegin og takksamur fyri at havi verið so heppin at sleppa at arbeiða saman við ómetaliga dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki í Nes kommunu, sum gera alt fyri at tæna borgarunum í kommununi á besta hátt.

Eisini eyðmjúkur um, at mær hevur verið givið álit og fingið møguleikan til at leiða kommununa saman við dugnaligum bygdaráðslimum seinastu 8 árini, og ganga undan í einari felags gongd fram á leið fyri Nes kommunu.  Hesi 8 árini hava fyri meg verið sera avbjóðandi, spennandi, lærurík og mennandi.

Eg ynski nýggja borgarstjóranum, Súna í Hjøllum,  og nýggja bygdaráðnum blíðan byr í sínum arbeiðið næstu fýra árini. Samstundis vil eg eisini nýta høvið at takka bygdaráðslimum, sum hava siti seinastu 8 árini, fyri gott og gevandi samstarv.

Gott og eydnuberandi nýggjár øll somul.

Jóhannus Danielsen, fráfarandi borgarstjóri

Einki nýggjárshald – men felags fýrverk

Einki felags nýggjárshald verður á Toftum eins og vanligt hevur verið undanfarin ár, men felags fýrverk verður skotið nýggjársaftan, kl. 24.00.

Koronastøðan og koronatilmælir frá landsmyndugleikunum hava merkt stóran part av árinum 2020, og um jólini eru koronatilmælini herd.

Sostatt verður nýggjárshaldið á Toftum í 2020 eisini merkt av koronatilmælunum. Men hóast einki felags nýggjárhald,  verður felags fýrverk skotið nýggjársaftan kl. 24.00.

Nes kommuna og B68

Vaktarskifti

Á nýggjárinum tekur nýtt bygdarráð og  nýggjur borgarstjóri við í Nes kommunu.

Til jólaborðhaldið herfyri takkaði komandi borgarstjóri, Súni í Hjøllum, fráfarandi borgarstjóra, Jóhannus Danielsen, fyri gott samstarv og trúgva tænastu. Jóhannus, sum hevur siti í bygdarðnum seinastu 12 árini og borgarstjóri í 8 ár,  fekk handaða eina klokku og kurv við blomstrum og ymiskum góðgæti.

Á aðrari samkomu herfyri takkaði fráfarandi borgarstjórin, Niclas Davidsen og Kaj Eli Hansen, fyri teirra  arbeiði í bygdaráðnum í ávikavist 8 og 4 ár.

 

Søkjast skal um loyvi til at brenna bál á nýggjárinum

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at
góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Søkjast kann um loyvi hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði á telefon 448235  ella sks@sks.fo innan 31. desember, klokkan12.00.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu
frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða
bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til
umstøðurnar
• at veðrið er til vildar
• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini á telefon 448235, ella teldupost mailto:sks@sks.fo
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi,
umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

Gleðilig jól og gott nýggjár

Nes kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Soleiðis er skrivstovan opin um jólini:

Kommunuskrivstovan er stongd 23. des og millum jól og nýggjár. Opið verður aftur 4. januar 2021, sum vanligt.

Um tygum hava átroðkandi boð, ber til at ringja á vakttelefonina á tlf. nr. 448144.

Nes kommuna

Møguleiki er at leiga fimleikahøllina í jólafrítíðini

Eins og undanfarin ár er møguleiki at leiga fimleikahøllina í Tofta skúla allar dagar í jólafrítíðini. Kostnaður pr. tíma er kr. 300. Gjaldast skal kontant.

Áhugaði kunnu venda sær til Hera Danielsen, telf. 279737 ella teldupostur heridanielsen1@gmail.com.

Nes kommuna

 

Eysturoyartunnilin er opnaður

Í samband við hátíðarhaldið tá Eysturoyartunnilin opnaði fyri almennari ferðslu ídag kl. 12.00 helt borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, niðanfyristandandi talu.

Skelvandi stóðu tey hugdu at, meðan hin reysti kappin rætti út hond sína. Ovfarin mundi tey líta á, tá ið stormurin av eysturi skúgvaði vatni til viks, og fólkið alt gekk turrskøtt yvirum. Og bergtikin vórðu tey óivað, tá ið tey spákandi eftir reyðahavsins botni sóu veggir av vatni við teirra lið. Reyðahavið farið í tvey, tí at Gud fylgdi fólki sínum Ísrael.

Aftanfyri tey var fíggindin mikli, Egyptar, og frammanfyri avbjóðingin, havið.

Góðu landsmenn, staddir í Føroyum og uttanlanda.

Var tað ikki so, at vit føroyingar kendu hesa framúrskarandi bíbilsku hending, so kundi hetta tað sama verið søgan um tað stund okkum í dag er givin. Um lítla løtu, kann fólkið alt nevniliga fara rullandi, ikki eftir havbotni, men undir! havsins botni, undir Tangafjørð, og størsta frambrotið, samferðsluliga talað, er harvið vorðið veruleiki.

Ikki síggja vit havið sum veggir, eins og tey, men bergtikin, vænti eg at fólkið gerst, tá ið tað fær at síggja listaverkið og ljósspælið á botni. Myndir av hesum, hava longu fingið altjóða umrøðu. Tað er ikki so løgið. Hetta er heilt einfalt eitt valaverk! Og tøkk fái tit, ið stjórna, at tit hava raðfest hetta í verkætlanini.

Tíðin er dýrabar. Hana fáa vit ikki aftur, og ein av teim mongu fyrimunum, ið lýstir hava verið, í sambandi við Eysturoyartunnilinum, er júst sparda tíðin. Hetta er eyðvitað ein av størstu broytingunum, nú landið verður knýtt so væl saman – tað er nógv tíð at spara, hjá teimum, ið hava havt langt at farið, tað verið seg at vitja familju, til og frá arbeiði osfr. Vónandi verður hetta frambrotið, ikki einans, eg sigi ikki einans, viðvirkandi til at nú kunnu vit gerast effektivari og sum samfelag og einstaklingar renna enn skjótari. Vóni heldur hinvegin, at hetta man ríkað okkum menniskjaliga, tá ið vit soleiðis fáa givið ein sterkari infrastruktur.

Sum borgarstjóri í Nes kommunu, kann eg ikki annað, enn fegnast um tað áræði, ið fólkið í kommununi so mangan hava víst. Og soleiðis eisini við tí bólki, sum í 2002 fór undir realitetskanningar av hesum møguleika – tá nevndur Skálafjarðartunnlin. Fyri at halda fast í áðurnevndu bíbilsku hending, so var langa strekkið millum Nes kommunu og Havnina, tað ið var fíggindin. Og avbjóðingin var ikki Reyðahavið, men Tangafjørður.

Fólkinum í hesum arbeiðsbólki líkt, er sjáldan talan um forðingar, heldur avbjóðingar, og tá ið havið ikki av mannahond kann deilast í tvey, varð størsta verkætlan Føroya veruleiki. Tøkk fái tit fyri tykkara avgerandi íkast. Takk fyri tykkara dirvi.

Hvør so skal hava leiklutin sum hin mæti Móses, kunnu vit togast um 😊

Vegna Nes kommunu ynski eg at takka øllum sum eiga sín aktiva lut í hesi risastóru verkætlan: Føroya Løgtingi, Føroya Landsstýri, nevnd, stjóra og starvsfólkum í P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar, øllum ráðgevum, NCC og teirra nógvu undirveitarum. Takk til stjóran og starvfólk tunnilsfelagnum, Runavíkar- og Sjóvar kommunu fyri sera gott samstarv.

Tunnilsfelagnum takka vit serliga fyri at  geva okkum hesa jóla og nýggjársgávuna – eisini hetta at koyra ókeypis árið út. Hetta hevur ikki so lítið at týða, í einum ári, sum annars hevur verið rættuliga nógv merkt av einari lítlari veru, sum tók seg upp hinumegin klótuna. Nokk um tað.

Føroyar, sum eitt likam, økir um sín lívæðraslátt frá í dag av. Blóðrens Føroya kemur í umferð og sprænir lív við rúkandi ferð. Henda nýggja æðr birtir lív í allar ættir.

Nes kommuna, sum eitt týðandi organ í Føroya likamið, vil styrkja um sín leiklut at varðveita og betra um heilsustøðu tjóð okkara.

Vit gleðast um væntaðu avleiðingar við tilflyting til okkara stað, og tíðin fyri framman er meiri spennandi enn ókend.

Góðu føroyingar. Okkum øllum ynski eg hjartaliga til lukku.

Somuleiðis vil eg nýta høvi at ynskja okkum eini Gleðilig jól við orðum eftir hjá Jakob Jakobsen. Lagið til sálmin eigur Toftamaðurin H.J. Højgaard!

Gongur tú á trongum vegi,
bangnir tankar trongja inn,
einki kann sum jólagleði
lýsa upp títt myrka sinn.

Hoyr hin væna einglasongin
ljóða við hvørt klokkuslag,
tá skal vónin lætta veingin
rætt sum fyrsta jóladag.

Til lukku og Takk fyri!

Eysturoyartunnilin opnar kl. 12 leygardagin

Um alt gongur sum ætla hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar, opnar Eysturoyartunnilin fyri almennari ferðslu leygardagin 19. des. 2020, kl. 12.00.

Kl. 11 verður hátíðarhald niðri við rundkoyringina í Eysturoyartunnlinum. Vegna koronu er hátíðarhaldið ikki alment, men Kringvarp Føroya vísir alt hátíðarhaldið í sjónvarpinum. Á skránni verður hornblástur, fleiri røður, millum annað frá okkara borgarstjóra,  Jóhannus Danielsen. Til seinast verður snórurin kliptur og Eysturoyartunnilin tikin í nýtslu.

Tað verður ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum leygardagin og árið út.

Leygardagin fara væntandi nógv fólk at koyra ein biltúr gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin. Øll eru vælkomin út á Toftir, har Nes kommuna bjóðar Drive In pannukøku og kaffi. Nú tað er sera týdningarmikið, at vit ansa væl eftir hvørjum øðrum og at koronatilmælir verða hildin, verður eitt Drive In øki skipað omanfyri egningarskúrarnar á Toftum, har pannukøkur og kaffi verður bjóðað út í bilarnar.

Eisini verður møguleiki at hoyra góðan tónleik á einum útipalli, sum verður settur upp á havnarlagnum millum Landingarmiðstøðina og Snoddbygningin. Har er gott pláss og møguleiki verður at sita í bilinum og lurta ella at standa úti í góðari fjarðstøðu.

Skráin fyri Drive In tiltakið:

Kl. 14.00 Pannukøkuhúsið opnar

Tónleikaframførslur:

Kl. 15.00 Midnáttarsangbólkurin

Kl. 16.00 Hallur Joensen

Kl. 17.00 Gadders

Kl. 18.00 Dania Tausen

Kl. 19.00 Magni Christinasen

KL 20.00 Pannukøkukúsið letur aftur.

Eysturoyartunnilin, sum nógv hava bíðað leingi eftir, er ein av størstu verkætlanum í Føroya søgu og kemur at hava stóra ávirkan á alt føroyska samfelagið, ikki minst fyri Nes kommunu. Nes kommuna ynskir á henda hátt at hátíðarhalda stóra dagin, samstundis sum hædd verður tikin fyri koronatilmælunum.

Midnáttarsangbólkin verður aftur at hoyra leygardagin

So er møguleiki aftur at hoyra Midnáttarsangbólkin.
Í samband við at Eysturoyartunnilin verður latin upp fyri almennari ferðslu leygardagin, skipar Nes kommuna fyri Drive In tiltaki á Toftum, har m.a. høvi verður at hoyra fløguaktuella Midnáttarsangbólkin – kl. 15.00.
Midnáttarsangbólkurin, sum er ein andaligur sangbólkur, var virkin í sjeytiárunum. Í hesum tíðarskeiðnum gav bólkurin út tvey bond við íalt 32 sangum. Fyrra útgávan kom í 1972 og kallaðist – Skjótt rennur tíðarinnar skeið. Seinna útgávan kom í 1976 og kallaðist – Kom nú til kelduna.
Í bólkinum vóru hesi: Annika Gunrim, Elin á Torkilsheyggi, Sæunn Hansen, Eydna Thorkilshøj, Karin Lamhauge, Anna á Torkilsheyggi, Símun Pætur á Torkilsheyggi, Hallgrím Miðberg, Ólavur Tausen, Charles Jakobsen, Leivur á Torkilsheyggi og Jóannes S. Hansen.
Í samband við nýggju útgávuna, hevur tilkomna manningin í Midnáttarsangbólkinum verið  saman og vant nakrar av gomlu slagarunum, sum tey fara at framføra leygardagin.
EITT SINDUR UM ÚTGÁVUNA
Á nýggju útgávuni eru 32 sangir. Talan er um tvær fløgur í einum fløguhúsa, og teir flestu sangirnir eru at finna í sangbókini Nýggja sangbók Guds fólks. Fleiri av hesum sangunum verða sungnir enn í dag. Zacharias Hammer, sáli, og Milson Zachariassen stóðu fyri upptøkunum.
Fix´N Mix við Óla Poulsen hevur reinsa upptøkurnar og mastra fløgurnar. Felagið Tónar v/ Jóhan Magnus Gunrim gevur fløguna út.
×