Lýsing eftir vaskifólki til fimleikahøllina

Søkt verður eftir fólki at gera reint í fimleikahøllini í Tofta skúla at byrja skjótast møguligt.

Reingerðin er umleið 20 tímar aðruhvørja viku, sum verður at fremja um kvøldið, eftir at høllin er stongd ella tíðliga á morgni, áðrenn skúlatíð.

Løn verður goldin samb. sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir ella við telduposti nes@nes.fo, í seinasta lagið 01.03.2021.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla tlf. 565003.

Nes kommuna

Aðalfundur hjá Forminnisfelagnum

Fornminnisfelagið í Nes kommunu

 

hevur  ársaðalfund í Dagtilhaldinum í Vesturskini á Toftum

 

leygardagin 20. februar 2021  kl. 16.00

 

Skrá sambært lógini:

 

  1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  3. Nevndarval
  4. Val av tveimum tiltakslimum og tveimum roknskapargrannskoðarum
  5. Val av nevnd til Bygdasavnið í Nes kommunu
  6. Ymiskt

Kaffimunnur og eitt gott prát

 

Nevndin

Frítíðarskúlin fer at hava opið fleiri dagar

Arbeiðið við at út- og umbyggja Frítíðarskúlan er komið so mikið áleiðis nú, at eftir ætlan verður nýggi bygningurin tikin í nýtslu eftir páskir. Tá fer skúlabólkurin, sum nú er í Barnagarðinum, at flyta yvir í Frítíðarskúlan.

Tá ið Nes kommuna í november 2020 samtykti fíggjarætlanina fyri 2021, varð tað samstundis avgjørt, at tá ið nýggi bygningurin var liðugur og tikin í nýtslu, skuldi Frítíðarskúlin hava opið fleiri dagar. Her verður serliga hugsað um frídagarnar hjá skúlanum gjøgnum árið, meðan summarfrítíðin verður óbroytt.

Peningur er avsettur til endamálið, men neyðugt verður at gera eina tilmeldingarskipan við ávísum treytum. Alt hetta fer at verða fráboðað foreldrunum, tá ið nýggi Frítíðarskúlin verður tikin í nýstslu.

Sløkkiliðið skipað

4. september í ár fyllir Skálafjarðar Sløkkilið 47 ár. Hendan dagin í 1974 møttust umboð fyri Skála, Sjóvar, Runavíkar og Nes kommunu á kommunuskrivstovuni á Skála fyri at umrøða sløkkiliðsmál. Ongi amboð vóru tá kring fjørðin til eldsløkking, men Skála kommuna hevði í boði, at fáa ein sløkkiliðsbil frá A/S H. Meisner-Jensen í Keypmannahavn fyri slakar 3 hundrað túsund krónur. Burturúr fundinum kom Skálafjarðar Sløkkilið, og tær fýra kommunurnar samdust um at keypa umrødda bil, og politisk semja gjørdist í sama viðfangi um at keypa eina brandpumpu, sum skuldi hava støð í Runavík.

 

Í dag varða tríggjar kommunur av Sløkkiliðnum. Fjórða hvørt ár, eftir at kommunuval hevur verið, verður stýrið fyri sløkkiliðið valt við umboðum fyri Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommunur. Týsdagin var skipanarfundur hildin á kommunuskrivstovuni á Toftum, og stýrið skipaði seg, eftir uppskoti frá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, við Súna í Hjøllum sum formanni og Arturi Johansen sum næstformanni. Hini politisku umboðini eru Tórbjørn Jacobsen, Terje Beinar Vestergaard og Pauli Poulsen, sum allir umboða Runavíkar kommunu. Hans L. Djurhuus umboðar fútaembætið í stýrinum. Við á fundinum vóru eisini tilbúgvingarleiðarin og varaleiðarin – Sunleiv Højgaard og Vilhelm M. Olsen.

 

Á myndini síggjast fremst frá vinstru: Artur Johansen, Súni í Hjøllum og Sunleiv Højgaard og aftast frá vinstru: Hans L. Djurhuus, Pauli Poulsen, Tórbjørn Jacobsen, Terje Beinar Vestergaard og Vilhelm M. Olsen.

 

 

 

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13. Í viku 12 verða grá rull borin út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út.

 

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar brúktir.

 

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

 

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

 

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan?

 

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.

 

Góð ráð til tín, ið ikki fær posarnar at strekkja

  • Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla
  • Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta
  • Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
  • Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið
  • Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið. Hvat kann eg annars lata í reyða posan?

Námsfrøðiliga verkætlanin, ið Nes kommuna luttekur í, gongur væl

Verkætlanin hevur sum endamál at økja dygdina á námsfrøðiliga arbeiðinum í dagstovnunum í luttakandi kommunum.

Í stuttum er uppskriftin, at ein netverksleiðari og tríggir dagstovnar stovna eitt Professionelt Námsfrøðiligt Netverk. Frá hvørjum dagstovni luttaka ein dagstovnaleiðari og tveir námsfrøðingar í einum netverksbólki. ​Netverkið er avmarkað í tíð. Tað møtist fýra ferðir umleið tríggjar tímar hvørja ferð; hvørja ferð er ein skrá, ið skal facilitera at í seinasta enda verða námsfrøðiligar broytingar framdar í dagstovnunum. Hesar broytingar skulu standast av, at netverkini arbeiða saman við at finna nakrar námsfrøðiligar aðalreglar, sum skulu roynast av í verki.

​​Netverksleiðarar eru Jóngerð Petersen, námsfrøðingur og cand. ped., Jóhanna Maria Olsen, námsfrøðingur og cand. ped. og Jóhannes Miðskarð, lærari, cand. ped. og PhD (hann hevur longi arbeitt við námsfrøðiligari menning).

Hesar kommunurnar eru við: Nes kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og Vága kommuna. Og teir luttakandi dagstovnar og frítíðarskúlar eru: Korndalsgarður á Eiði, við Kráir í Hvalvík, Barnagarðurin á Svangaskarði á Toftum, Sóljugarður í Sandavági, Miðgarður í Miðvági, Dagstovnurin á Flatinum á Oyrabakka, Smílikullan í Miðvági, Stórheygg í Hósvík og frítíðarskúlin í Nes kommunu. Tað eru stovnaði 5 netverk (onkur av teimum stóru dagstovnunum eru í tveimum netverkum).

Nú eru øll fimm netverkini komin væl í gongd. Netverkini hava í felagi orðað eina avbjóðing. Síðani hava netverkini funnið og lisið gransking, ið hóskar til avbjóðingina. Harfrá hava netverkini ásett handlingar í nakrar námsfrøðiligar aðalreglar, ið stovnarnir fylgja næsta hálva árið.

Her eru orðingarnar av avbjóðingum:

Hvussu kunnu vit sum starvsfólk, á einum røttum námsfrøðiligum og etiskum grundarlagi, blíva betur til at samstarva við foreldur um umstøður í teirra lívi, sum hava ávirkan á trivnaðin og menningina hjá barninum?

Hvussu kunnu vit í felag varðveita/betra um tað professionella samskiftið/samstarvið viðvíkjandi málmenning hjá børnum í skiftinum frá vøggustovu til barnagarð?

Hvussu varðveita vit tað námsfrøðiliga sjónarmiðið, tá børn koma í tvístøður og hvussu hjálpa vit teimum at handfara tær?

Hvussu arbeiðir man sum starvsfólk professionelt, tá man skal tosa við foreldur, ið man kennist og umgongst í nærsamfelagnum, um ymiskar avbjóðingar?

Granskingin, ið vit hava gjørt námsfrøðiligar aðalreglar útfrá er hendan:

Killen, K. (2014). Forebyggende arbejde i daginstitutionen – samspil og tilknytning. Keypmannahavn: Hans Reitzel.

Eva (2018). Forældresamarbejde i dagtilbud Forskningskortlægning. Tikið niður frá file:///C:/Users/jmmor/Downloads/For%C3%A6ldresamarbejde%20-%20forskningskortl%C3%A6gning_endelig%20(1).pdf

Petersen, K. E. (2019). Dagtilbuddets betydning for børn i udsatte positioner. Tikið niður frá https://dpu.au.dk/fileadmin/edu/Paedagogisk_Indblik/Dagtilbud_boern_udsatte_positioner/Dagtilbuddets_betydning_for_boern_i_udsatte_positioner.pdf

Rasmussen, S. M. (2019). Máltøka hjá føroyskum børnum. PhD-ritgerð á Fróðskaparsetur Føroya.

EVA (2020). Kommunikation og Sprog. Tikið niður frá https://www.eva.dk/sites/eva/files/2020-06/8126%20EVA%20SPL%20T07%20Kort%20om%20KOS_WEB.pdf

Børne- og Undervisningsministeriet & EVA (2019). Alsidig personlig udvikling. Tikið niður frá file:///C:/Users/johannesm/Downloads/SPL_Alsidig%20personlig%20udvikling_%20Kort%20om.pdf

EVA (2018). Børneperspektiver. Tikið niður frá: https://www.eva.dk/dagtilbud-boern/boerneperspektiver-0

Sandgrind, S. W. (2020). Studie: Stress bidro til dårligere håndtering av konfliktsituasjoner. Tikið niður frá: https://www.barnehage.no/forskning-folelser-hvl/studie-stress-bidro-til-darligere-handtering-av-konfliktsituasjoner/141461

Jensen, H. & Jensen, E. (2013). Professionelt forældresamarbejde. Keypmannahavn: Nota.

Firouz Gaini (2006). Familie, leg og erfaring. Børnehavebørn og moderniseringsprocessen på Færøerne. BARN, 2006(3), 9-25.

Sløk, C. (2020). Magt og omsorg i det eksistentielle lederskab. Keypmannahavn: Dansk Psykologisk Forlag.

Ávaring

Ávaring um ísin á Toftavatni og hinum vøtnunum 

Av tí at ísurin á Toftavatni og hinum vøtnunum í kommununi er tunnur í støðum, mæla vit staðiliga frá, at fólk ferðast á ísinum.

 

Nes kommuna

Frítíðarkortið er nú galdandi fyri 0-18 ár aldur

FRÍTÍÐARKORTIÐ

Á bygdaráðsfundi 25. januar 2021 varð samtykt, at nú kunnu øll í aldrinum 0-18 ár gera nýtslu av Frítíðarkortinum í 2021

Hvat er Frítíðarkortið?

Endamálið er fíggjarliga at stuðla børnum og ungum at verða virkin í frítíðarvirksemi.

Í 2020 var talan um eina royndarskipan, har børn og ung í aldrinum 6-18 ár vóru fevnd av skipanini. Skipanin heldur fram í 2021, men við tí broyting, at nú fáa øll børn og ung í aldrinum 0-18 ár eitt frítíðarkort til eitt virði á kr. 2.000, – kr, sum kann nýtast til lima- og luttøkugjald í ymisku ítróttar- og frítíðarvirksemistilboðunum, sum teimum standa í boði í Nes kommunu og aðrastaðni.  Frítíðarkortið kann nýtast til: ítrótt, skótar, kvøldskúla, musikkskúla v.m.

Hvussu virkar Frítíðarkortið?

Nes kommuna skrásetir øll børn og ung 0-18 ár í kommununi at eiga kr. 2.000 tilgóðar at nýta til lima- og luttøkugjald í 2021.

Har feløg/felagsskapir í Nes kommunu skipa fyri almennum tilmeldingardegi, er møguleiki at fáa skrásett seg á eitt yvirlit, og Nes kommuna flytir peningin beinleiðis til feløgini/felagsskapirnar samsvarandi yvirlitinum. Gjaldsváttan verður tá send til foreldrini.

Annars er mannagongdin, at børn og ung fyrst gjalda til feløgini/felagsskapirnar og fáa so endurrindað frá Nes kommunu við at senda kvittan til kort@nes.fo, har tað framgongur, hvat fyri barn, og hvat fyri frítíðartilboð goldið er fyri.

Nes kommuna treytar sær, at har Frítíðarkortið verður nýtt, skal felagið, sum stendur fyri virkseminum hava:

  • Viðtøkur og nevnd
  • Venjarar/lærarar sum eru yvir 18 ár – yngri kunnu vera hjálparvenjarar
  • Virksemi, sum fevnir yvir minst 10 samanhangandi vikur

 

Um tit hava spurningar viðv. Frítíðarkortinum, eru tit vælkomin at venda tykkum til Nes kommunu við telduposti á kort@nes.fo ella á telefon 447586.

×