Bátastevna og várdagar

Bátafelagið fer at halda árligu bátastevnuna á Toftum 1. mai, eins og Nes kommuna skipar fyri árligu várdøgunum vikuna fyri bátastevnuna.

Skráin kemur í næstum.

Fyrireikararnir leggja stóran dent á, at heilsufakligu tilmælini frá myndugleikunum viðvíkjandi Korona  verða fylgd.

Íbúðirnar á Kneysum

Í farnu viku sýndi Bústaðir fram nýggju íbúðirnar á Kneysum. Talan er um 10 leiguíbúðir og 8 lutaíbúðir.

Tørvurin at fáa íbúð er sum kunnugt sera stórur.  Mong vóru tey, sum vildu síggja snotuligu íbúðirnar. Bústaðir gevur nú teimum boð, sum fáa møguleika at búgva her. Væntandi flyta tey fyrstu inn 1. apríl.

Nes kommuna hevur, undir leiðslu av Teknistovuni í Gøtu, staðið fyri at gera økið byggibúgvið fyri Bústaðir, meðan KBH hevur bygt íbúðarlonirnar

NÆMINGARÁÐIÐ Í TOFTA SKÚLA SKIPAR FYRI GRÆKARISMESSUHALDI Á TOFTUM

Aftur í ár skipar næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi.

Grækarismessuhaldið verður fríggjadagin 12. mars kl. 11.00 í Geilini á Toftum.

Næmingur úr Tofta skúla heldur røðu. Eisini verður felagssangur á skránni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Næmingaráðið í Tofta skúla.

Bygdaleiðir – ferðaætlan til hoyringar

Nú er broytt ferðaætlan løgd út til hoyringar á www.ssl.fo.

Møguligar viðmerkingar skulu skrivliga latast inn til Strandferðsluna í seinasta lagi 17. mars.

Sí úrskurð av rutukorti fyri leið 400, 401, 440 og 450. Tillagaðar leiðir, ið eru bundnar at hesum eru: 200, 201, 202, 223, 300, 410, 442, 481 og 500.

Ferðaætlan fyri leiðirnar 400, 440 og 450 til almenna hoyring

Leið 400

Leið 401

Leið 440

Leið 450

Leið 200

Leið 201

Leið 202

Leið 223

Leið 300

Leið 410

Leið 442

Leið 481

Leið 500

 

 

Kongshavnar havnastýri hevur skipað seg

Tey, sum eru vald at hava ábyrgdina:

Jan Højgaard, bygdaráðslimur f. Nes kommunu, er formaður og

Sæunn Ó. Hansen, býráðslimur f.  Runavíkar kommunu, er næstforkvinna.

Hinir nevndarlimirnir eru:

Jonhard Danielsen, býráðslimur, f. Runavíkar kommunu ,

Steingrím Jacobsen, bygdaráðslimur, f. Sjóvar kommunu

Petur Súni Jacobsen, býráðslimur, f. Eysturkommunu

Hvussu gamalt navnið Kongshavn er – og hvør uppruni tess er, er ikki heilt greitt. Navnið finst tó í skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum.

Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú komin í Kongshavn. “Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads…..” skýra fróðarrit Skálafjørðin. Skálafjørðurin er longsti fjørður Føroya. Hann er 13 km av sandinum í Skálafirði í beina linju út í Raktanga og 18 km út í Eystnes.Tað er tí heldur ikki so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og vernd síðan Tróndar dagar.

Mangar sagnir og søgur eru knýttar at Kongshavn ella Skálafjørðinum. Eftir mannasøgn høvdu Tróndur í Gøtu og skeggjar hansara skip síni liggjandi við Skipanes og inni í Akkersvík á Skála. Bara hesi staðarnøvnini benda á, at her hava menn kent seg tryggar at hava skip liggjandi.

Fyrsta atløgubryggja á Skálafjørðinum, har stór skip kundu leggja at, var á Skipanesi. Ásannast má, at síðan tað hevur verið stór framgongd við atløgubryggjum kring allan fjørðin.

Tá ið føroyingar av álvara fóru at keypa skip fyrst í 1900-talinum, sást skjótt, at skipað viðurskifti máttu fáast í teimum ymsu havnunum, og í tí sambandi vórðu havnareglugerðir gjørdar.

Tann 18. okt. 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu kommunurnar við Skálafjørðin velja eina nevnd at hava ábyrgd av havnaviðurskiftunum. Henda nevnd fer til verka tann 7. februar 1914, og verður hesin dagurin roknaður sum stovningardagur fyri Kongshavnar havnastýri.

Síðan stovnanina hava kommunurnar við Skálfjørðin havt eitt tætt og gott samstarv um havnaviðurskiftini við Skálafjørðin, so skip og bátar kunnu fáa eina so góða tænastu sum møguligt.

Inntøkurnar av havnagjaldinum verða býttar í mun til longdina av fjøruni hjá kommununum. Býtið er: Nes 14%, Runavík 48%, Sjóvar 23%, Eystur 15%. Inntøkurnar skulu sambært reglugerðini einans nýtast til at betra um havnaviðurskiftini á Skálafjørðinum.

 

 

 

 

Næmingar vitjaðu borgarstjóran

Næmingarnir í 8. flokki í Tofta skúla arbeiða í løtuni við verkætlan. Í hesum sambandi vóru fleiri og vitjaðu borgarstjóran.
Næmingarnir tóktust sera áhugaðir og settu fleiri viðkomandi spurningar.
Hvat er ein verkætlan?
Skúlablaðið skrivar m. a.:
Í framhaldsdeildini skulu næmingar í 9. og 10. flokki gera eina verkætlan, og skoðsmálið, næmingurin fær, kemur í endaliga prógvið. Einki er at ivast í, at hugsanin um kravt verkætlanararbeiði í framhaldsdeildini er sprottin úr ynskinum um fjølbroytni í arbeiðshættum og um sjálvstøðug næmingaavrik at viga upp ímóti vanligu lærarastýrdu undirvísingini.
Kunngerðin fyri verkætlanararbeiðið kom í gildi 22. november 2000. Har stendur millum annað, at á 9. og 10. floksstigi gera næmingarnir einsæris ella í bólki eina kravda verkætlanaruppgávu, ið skal vera partur av undirvísingini á hesum floksstigum, og at arbeiðið at gera verkætlanaruppgávuna skal menna verkætlanarliga arbeiðsháttin og geva næminginum høvi til at fáa eina fjølbroytta meting av arbeiði sínum við einum tvørgreinaligum evni við einum ella fleiri spurdómum.
Viðvíkjandi fyrireiking og fremjing verður millum annað sagt, at undir ábyrgd skúlaleiðarans og samskipan flokslærarans skulu lærarar floksins í samstarvi við næmingarnar velja eitt høvuðsevni, ið skal vera so rúmt orðað, at til ber at lýsa tað úr ymiskum fakligum sjónarhornum. Høvuðsevnið skal vera soleiðis háttað, at tað ber til at orða partsevni, sum skulu fata um evni og háttaløg og harumframt arbeiðshættir og málbúnar úr ymiskum lærugreinum, so at allir næmingar kunnu fáa sínar avbjóðingar. Áðrenn farið verður undir verkætlanina, skulu næmingarnir hava nágreiniliga kunning um endamál, bygnað, krøv o.a. í eini verkætlanaruppgávu. Somuleiðis skulu teir verða kunnaðir um, hvat dentur verður lagdur á í uppgávudømingini.
Lærarar floksins skulu undir allari tilgongdini vera tøkir at vegleiða næmingunum við uppgávuni. Vegleiðing læraranna skal geva tí einstaka næminginum møguleika at taka støði í egnum fortreytum og áhuga, tá ið arbeitt verður við verkætlanaruppgávuni. Verkætlanaruppgávan skal enda í einum ítøkiligum avriki, har næmingarnir velja málbúna og framsetingarhættir í teimum karmum, sum verkætlanaruppgávan verður mett við skrivligari frágreiðing, og harumframt kann hon verða talmett, um næmingurin ynskir tað.

 

 

 

 

 

Útstykking á Ólavsvegi

Verkætlanin á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum, gongur framá, og áhugin at búseta seg á nýggja vegnum er stórur.

 

Nes kommuna hevur biðið Teknistovuna í Gøtu gera verkætlanina klára at bjóða út. Bygdaráðið hevur á seinasta bygdaráðsfundi samtykt, at verkætlanin verður bjóðað út sum skjótast.

 

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í desember 2021, tá ið tey fyrstu kunnu byggja.

FORKUNNUG KONSERT Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI MIKUKVØLDIÐ KL. 20.00.

Í samband við at Estoniska tónaskaldið Arvo Part fylti 85 ár í fjør, hevur TARIRA fagnaðarkonsert við verkum eftir Arvo Part í Fríðrikskirkjuni
Á skránni er millum annað Berliner Messe, sum er fyri urgu og kór og her er tað tann ungi dugnaligi urguleikarin Ari Hammer Joensen, sum spælir urgu.
Vælkomin øll!
×